tirsdag den 23. december 2014

EIN LÍTIL JÓLAHEILSAN

Helt tað vera óhugnaligt at koma oman á vaglið fyrst í mánaðinum. Var eg komin í eina kz-legu? Nei tað var eitt sindur ov patetiskt at hugsa so. Men eg hevði júst lisið ein høvund sum hevði verið fangi í bæði Auschwitz og Buchenwald, ungarski Imre Kertész.  So nógv kunnu bókmentir ávirka meg, men Vaglið? Tað var ein sannur torturur at fáa hasar jólasangirnar úr hátalarunum tvungnar í míni oyru. Og allar hesi smáu, vemmiligu ljósperurnar, ið hingu á trøum og pelum og rundan um vindeygu, vóru sum píkatráður. Tey skóru í míni viðkvomu eygu, so eg varð noyddur at blunda og banna innantanna, at tað heðinshugnaliga smakkloysið eingin mørk kennir.

Á sama hátt havi eg tað við sendingini Sjá, sum Heini við krosskastaðum Beini leggur til rættis. Tú fært veruliga ilt í eyguni. Eg veit ikki, hvussu ofrini í sendingini hava tað, tey og teirra traumur verturin válkar sær í. Interiørið er sum eg kundi hugsað mær eitt framtíðar líkkapell í tí næsta Star Wars filminum, um tað nú koma fleiri. Haldi eisini at konceptið, tey kalla, er eitt sindur ólekkurt. Minnir ikki sørt um vikublaðið Ude & Hjemme, sum eg onkuntíð las, tá eg var í kioskvinnuni. innihaldið var altíð ein blandingur av tragedium (morð, vanlukkur osfr.) og matuppskriftum og klænkikurum. Sjálvandi skulu sendingar gerast við fólk sum eru merkt av "lívsins løstum", sum ein prestur tók til nú ein dagin, men tað átti at borið til, at lagt tað fram undir meiri náttúrligur umstøðum, og ikki soleiðis, at hyggjarin fær ilt í eyguni.

Og so hoppi eg beint yvir í mentanarsendingina hjá sjónvarpinum, sum Ivan Niclassen, ið ikki krosskastar beinini, skipar fyri. Hann stendur nevniliga uppi. Og sendingin eitur Grindin. Tað skilja øll so væl. Vit eru jú so tvítýdd. Baktjaldið minnir meg á eitt tapet, eg hevði uppi á loftinum í mínum kamari í Varðalág. Minnist væl at pápi segði, at eg fór at blíva í ørviti av tí. Partvís hevði hann rætt. Serliga tá eg kom heim eftir at hava ballast nakað nógv. Og eg sovnaði ikki, tí alt fór at mala fyri mær. Og eg roknaði ikki við, at eg kláraði út á wc-ið at ofra, men læt heldur vindeygað upp og spýði alt kvøldið úr mær oman eftir húsavegginum. Tá var gamli óður sunnumorgunin. Tá hann stóð  og spulaði spýggjuna av húsaskjøldrinum, meðan hann hart  bannaði:"Tín forbrendi havhestur!" Soleiðis fekk eg tað eisini, tá eg sá seinastu sending av Grindini. Fyrst eitt innslag um Hanus og Archie. Fínasta slag. Og um filmin hjá Heiðriki á Heygum, fínasta slag. Tó skilti eg ikki, at Ivan bleiv við at snakka um nøtufilm, tí eg sá onga nøt og enn minni nakran nøtubrótara, helst var hann bara í jólahýri. Men so komu bókaummælir og -umrøður. Av tveimum verkum sum einki hava at gera í eini mentanarsending. Bara at síggja permurnar, hesar typisku óalmindiliga ljótu dicount-estetisku permurnar sum eru rundan um næstan hvørja ta einastu føroysku bók, fingu meg at klíggja. Ummælið og umrøður vóru helst okay, men hví spilla dýrabaru tíðina í eini mentanarsending til sovorðið crap! Hvørgin av bókunum er neyðug og høvundarnir átti at verið noyddir at etið alt upplagið í seg niðri á Vaglinum meðan jólasjengurin var skrúvaður for frá. Samstundis skuldi borgarstjórin gingið runt og tikið hondina á øllum sum vóru komin at eygleiða, líkasum fyri at gera tað eitt lítið sindur meiri hugnaligt.

Eg skundaði mær út á bukkuna og koyrdi fingurin í hálsin, áðrenn næsta innslag kom. Og Jesu Navn! Tað var hann sjálvur skaldsøguserfrøðingurin uppi í Bog&Ide deildini í SMS. Hann stóð og stáplaði donsku krimidrotningina Sáru Blæbel, tá verturin kom og órógvaði hann, so hann mundi fingið allan stápilin niður á tærnar. Jú. hann sjálvur skalsøguserfrøðingurin mikli skuldi fortelja um bestseljarar. Og tann besti seljarin var Atlassið sjálvandi. Tað føroyska. Har er ikki so nógv at lesa, hugsaði eg. So tað er helst tí. Føroyingurin er eitt lesiveikt fólkaslag og vil helst lesa bøkur við nógvum myndum og lítlum og ongum teksti. Ella lættskrivaðum teksti sum í krimibókini sum lá nummar tvey eftir Atlassið, sum serfrøðingurin í skaldsøgum ikki enn hevur lagt út á Topplistan yvir fagurbókmentir saman við Álmanakkanum, Støddfrøðishandbókini og øðrum meistaraverkum. Fólk kunnu eisini sita saman rundan um Atlassið og peika. "Har havi eg verið og har havi eg ikki verið". Tey kunnu hava spurnarkapping um, hvussu tey ymisku londini stavast á "føroyskum". So fáa tey jú eisini brúkt brosvøddarnar á jólum. Annars var eisini onkur ljót bók um onkra skipsólukku. Tað selur og tað kemur næstan ein bók út um dagin við skipum sum eru gingin burtur. Skjótt eru ikki fleiri at skriva um, so tað næsta verður, at menn fara at skriva bøkur um skip sum kundu verið gingin burtur, ella sum áttu at gingið burtur. Og so kláraði eg ikki at síggja meir, eg fekk so ilt fyri hjartað, og vildi ikki kalla meg sjálvan ein forbrendan havhest. So innslagið um Guðrið má eg síggi seinni, tá eg havi gloymt alt um tey famøsu bókainnsløgini.

Eg ætlaði mær yvirhøvur ikki at skriva nakað um Kringvarpið ella sendingar tess. Tí tá kann mann altíð blíva eitt sindur negativur. Eg ætlaði bara at ynskja øllum, eisini Kringvarpinum, sum eg veit, eisini dugir at gera góðar sendingar, eini gleðilig jól.

torsdag den 11. december 2014

TOPPLISTI TEIRRA TOLLUTU


Veit ikki hvat eg skal siga um Merkisteinin, fittur drongur, dugir væl at herma og telva og veit alt sum er vert at vita um HB. Helst er hann eisini tann frægasti kulturjournalisturin í Vørpunum, men tað er ikki nóg gott. T. d.í In mente og nú Mentanarcaféini. Tá hann ikki veit, hvat hann skal finna uppá, plagar hann bara ringja til krimisussið mikla niðri við Nívánna. Eisini sjálvt um sussið sussar akkurát tað sama sum seinast Merkisteinurin ringdi til hann. Í síðstuni hevur hann tó ikki bara  ringt til hann, men hevur heilar tvær ferðir havt hann á vitjan í kulturcaféini, har hann aðru ferðina sussaði akkurát tað sama sussið sum fyrru ferð. Aðrar tíðir, tá nýggj bók kemur eftir onkran, so endurspælar hann bara brot úr onkrari samrøðu við viðkomandi høvund, um hann ikki endurgevur samrøður við krimisussið sum av ein ella aðrari orsøk eisini kallar seg bókmentafrøðing.

Og nú hevur hann funnið ein annan bókmentafrøðing. Skaldsøguserfrøðingin Kára Árting, sum annars er leiðari av Bog&Idé (!) handlinum Rit og Rák og ikki dugir at siga Laterna Magica. Hesin veit alt um samtíðar bókmentir. Hygg bara at topplista hansara í fagurbókmentum:1 Á veingjum, 2 Karlo og Luddi, 3 Leskilig jól, 4 Okkara maður á Christiansborg, 5 At elska og liva, 6 Børnini broðreiða, 7  Niels Lassen Holm  8 Skakandi tilburðir 9 Álmanakkin 2015 og sum rosinan í pylsuendanum nr 10 Støddfrøði handbók.

Fagurbókmentir? Ja hesin veit alt um skaldskap og hvør ið keypir hvat. Og so skipar hann fyri eini kapping um at skriva eina skaldsøgu. Vinningurin er skallutar hálvtrýss túsund krónur. Og tað skal vera ein samtíðarsøga. Kanska skuldi hann fortalt okkum, hvat tað er fyri nakað? Hevði hann veruliga verið skaldsøguelskari og, so hevði hann einans kravt at skaldsøgan skuldi  vera góð. Ferdigt! Men kanska meinar hann í veruleikanum, at fólk heldur skulu skriva ein nýggjan álmanakka. Tí hvat er meiri samtíðarligt enn ein nýggjur álmanakki á hvørjum ári?

Og bara tvær føroyskar skaldsøgur eru komnar í ár, sigur serfrøðingurin. Onnur er ein krimibók, triviallitteraturur. Men tað eru tvær skaldsøgur komnar, men triviabókin er ikki onnur. Men ein, eg sjálvur havi skrivað, og eg skilji nú, hví hon ikki kann søkjast á heimasíðuni hjá Bog & Idé handilsmanninum. Kanska fæst hon heldur ikki til keyps har.

Og nú tá Merkisteinurin vísir so stóran áhuga fyri skaldsøgunum, hví syrgir hann ikki fyri, at onkur ummælir tær føroysku skaldsøgurnar, og yrkingasøvnini, í sínum sendingum? Í staðin fær hann skilamannin Hanus Kamban at tosa um eina óskaldsliga bók um Lawrence of Arabia. Tað innslagið hevði hóskað betur í eini uttanríkissending, um nú nøkur slík er í Vørpunum. Tað er eingin grund til at spilla dýrabara tíð upp á enn ein langrøkjutan Hanus, sum annars hevði verið góður sum app, at hjálpa fólki sum líða av svøvnloysi, so tey ikki nýtast at eta ov nógvar sovitablettir.

Víst koma ov fáar føroyskar skaldsøgur út á føroyskum. Men vit hava mest sum ongar skaldsøguformidlarar heldur. Bókmentafrøðingar tykjast vit heldur ikki at hava, ella um vit hava nakrar, so krógva teir seg ólukksáliga væl. Einki forum fyri skaldskap. Heldur ikki hava vit nakran góðan bókahandil. 

Tað er vert at skriva í álmanakkan og eingin støddfrøðishandbók nýtist til, at rokna út, at so er.






.

tirsdag den 9. december 2014

JÓLAGÁVUR



Havi ikki strokið mínar skjúrtur, síðani eg bleiv stakur (eitt orð sum eg altíð lesi sum "svakur"). Tað eru skjótt tíggju ár síðan. Ikki var tað so, at tað var hon, ið streik mínar skjúrtur. Yvirhøvur ikki. Tað havi eg altíð gjørt sjálvur. Men hon átti strúkijarnið og -brettið. Fekk aldrin upp í lag at keypa mær nýtt, og eg havi helst hildið, at tað var eitt sindur hipt, at ganga í óstroknum skjúrtum eftir so nógv ár í nýstroknum. Men nú ynski eg mær bæði strúkijarn og strúkibretti í jólagávu. Eg veit bara ikki frá hvørjum, so tað má helst vera frá mær sjálvum, men eg eigi ikki meiri pengar henda mánaðin. So má eg royna at útvega gjaldoyru. Og um onkur um Keypmannaleiðina ella longur enn, hevur hug at keypa onkra bók ella mynd hjá og frá mær, kann viðkomandi leggja eini boð í boðklyvan á facebók míni. Hugsa tær, at eina ferð sleppa at reypa tær av fyri ommu- ella abbabørnum, at tú vart við til at syrgja fyri, at Tóroddur Poulsen aftur fór at ganga í nýstroknum skjúrtum.





.

torsdag den 20. november 2014

BÓKADAGAR


á veg at vitja
ein starvsfelaga
sum býr í eini lágari lon
við øllum sínum bókum

fari framvið einum longum barrdiski
á eini gøtu við tekju omaná
aftan fyri diskin stendur ein prúð kona
hon er nektað oman fyri beltið
og hevur stór hangandi bróst

hon spyr meg
um eg ikki havi hug á onkrum
og eg svari at eg ongar pengar eigi

so sigur hon
at tað bíligasta 
er at sleppa at súgva og sleikja hennara bróst
og um eg eri smæðin
so er eitt rúm aftan fyri barrina

svari at eg eigi ongar pengar
sum eisini er rætt
eg vil heldur ikki særa hana
og siga at eg ongan hug havi
tí tað er eisini rætt

og so fari eg inn í ta lágu lonina
sum ikki longur er ein lág lon
men eini hús við fleiri hæddum
tí har eru nógv fleiri bøkur inni
enn tað kunnu rúmast í eini lágari lon



droymt fyrranáttina
tað sum síðani hendi 
var so mikið grovt og fúlt
at eg var bæði forargaður og skelkaður
tá eg vaknaði
og vil ikki skriva tað niður
tí so forargi eg onkran annan
sum fer at gera mær ónáðir
í onkrum øðrum dreymi







.

søndag den 16. november 2014

TÍÐINDASKIRV



Bert nøkur fá orð, nú eg í tíðindaskrivi eri lagdur undir at ikki vilja verða tilnevndur Norðurlandavirðislønina í bókmentum.

At tað stendur á kolofonsíðuna í nýggju skaldsøgum mínum "RUSTUR SUM VIÐUR OG VINDUR" at henda bókin má ikki tilnevnast, er rætt. Men har stendur einki um nakra virðisløn.

Eg havi altíð skilt orðið "tilnevna" so, at tú nevnir nakað, sum longu hevur eitt navn, okkurt annað. Frammanundan hesa bókina havi eg ma. eisini skrivað tríggjar skaldsøgur: Reglur, Sót og søgn og Útvølir, sum av nógvum ikki verða nevndar skaldsøgur, men yrkingasøvn. Td. hava bókahandlar og onnur flokkað bókina undir yrkingasøvn (kanska tí yrkingar eisini eru í skaldsøgunum, men tað er tað í so nógvum skaldsøgum, eg havi lisið). Ja sjálvt forlag mítt hevur á heimasíðu síni ms.fo koyrt Útvølir inn undir yrkingasøvnini. 

Og tað er hetta eg vil leggja stóran dent á, við at skriva at bókin ikki má tinevnast, at hon er skaldsøgur og ikki eitt yrkingasavn! AT HON IKKI SKAL NEVNAST ANNAÐ ENN TAÐ HON ER.

Nú fer helst onkur á føroysku rættvísisstavsetingini, sum vanligt sum ketta upp úr høvdatrogi, at leggja tað út sum onkur móðurmálsorðabók sigur um orðið "tilnevna", ella tey fara í Sprotan sum er so populerur millum málsligar populistar (Sjálvur havi eg aldrin verið har inni og eri als ikki sprotskur), og teirra týdningur er sjálvandi tann, sum ómusikalsku paragrafríðararnir (reiðfólkini) sum eru fødd við ongum estetiskum sansi og er valdandi meiriluti í málráðnum, sigur at tað er.

At nominera og at vera í uppskoti er sgu nakað heilt annað.

Um tit meina tað eg sigi, kæru lesarar.

Annars er bókin í trimum sporum, onkur hevði sagt rásum, men orðið er ikki so gott um lesarin er hæddaræddur.

Hetta eru sporini:

Rustur  *

Viður   #

Vindur  ><

Rusturin er eitt kór av røddum. Viðurin er tann viðurin skaldið býr ímillum (og tað býr als ikki í Keypmannahavn sum tíðindaskrivarin heldur, men úti millum trøini langt burtur frá nøkrum býi) og til seinast er tað Vindurin sum snýr seg um Móðir Føroyar og eitt sindur um son hennara Martin.

Skal ikki skera meir út í papp ("Tað var ikki gamalt at skera í papp; tey gomlu skóru torv ella flak, aldrin papp!")

Men talan er um føroyska samtíðarskaldsøgu.

Ikki sannheit? 


PS Gevið gætur: hann hevur einki sagt um hann vil nominerast ella ikki.






.


torsdag den 13. november 2014

EINI GÓÐ OG EINI RING TÍÐINDI



Fyrst tey góðu tíðindini:

Ein heilt óvanliga óvanlig bók var útgivin í dag.


Og so tey ringu tíðindini:

Eg havi skrivað hana.












.













.

lørdag den 1. november 2014

EYGNARLEYSUR SKIPARI SKRIVAR KVØÐU TIL KONU SÍNA





tí fkd lo akdf pvcx vkfdjoe kdfdoeref. dkdioli  dkdid sdfdfsdfdf  opa ri´ð
dfkdfdjjeieeiopaf  ji opleoe  sdkilonrmt ogps afdfd ke ði sium núttinm breyt sdfferi

dfdjks jdfslksjefaiofdkasf kio lsos ds d fie qåw fðd dfdfiee ðs dfdkqrfoqwdsff
dkjdi fsosfd k dsfdie ewfidsf aaejmf fksdf efi dffoie qfifda aeiof fdfmfq qfidf 

fdfaopef efifmqkjf  oqjefief oqfjqef  rfiemfe  firfmqr qeioqf rqifqef qrpizdna
kmfqmgvrvfqio q ekjoffkqejeq qpqjerierme  vkviadsfoqf  kerqforfjqn kfori

mqioiqfmq  qfijqfioqer qrfgiorfeq0j3mbr orð fijqfo34 ffeqf f tú afodfd g eruqf q
mkfsadfa very aog dund sfdkfdf so wieortire weiter ði og so very sidfd s dfforð

nsfdndf aidsa  dsfksfndsf sdfoi lkjsfdsam fdsor frirqew sadoadsff asdi dsfksadf a
mfdsfdposf orð asdfdfas9ormkf ðrot fkasfadsfiasen  fulnað mfkdsafieqw oqerfårð

mfdask  adsfjkdfapon vfdvask fv asd faskfmfa kmadsfan faofnf ekfanfiadsnf afko
lmerofqfm qefoiirår fkfnasfm erjvapvn jkefoefpo erefmef  vðepe dffasd asdfk v

mafasdf iqerofre qefiqqgnreq erwnvcp orðsdaf afkadsfpoqffðn  03030jv  fd kdfoef
aasdfmf nufe dfofn krankenhaus  dkfierne forð fsadfdfdsfdsa orð schcwestee roð

llkfasa sdfdasfsdfe aff afkofai q frefefo  fkasmfadsomf fifjqi erf rf fi qf qi  hokk 
kdfime  dkdfienj  fårop  ffdkde dkfdasmqkq ciddf df  quier  vkfdfdom ei zpaodm vdpr 

dfdsfowwepgnt903 fv? dfmadifenv voir safkerier  dfkfieffsinf eijsfief idfienfidff
ajkdfdfasdkfdksdfdfdanasdfdaskfasdnfdsalfdmdf owpiflvvøvmcdwu vidfdoedw

lorprå jdfkdfoe dfsðeie dvdoe v orð dksdfdoe v ds k  abbasysti dfidemef o fdke 
kúlukukku dsdf fie dsfifnew rey v vodk  a ldmfdfe f ksdss súgv dfidf f eeðrrorð adf

kdfs df dfdkdfiee djdieowpwfv fkdfdoe aa<å< zldiff fif ussalig aoaoa fndfdfie irorop
åp dsa fdsfdjie f dfjreiefnf kdsiefef  03m2323 fdsfa9ernfm fkafdfoenmgvpfan  jkdfdkfdårpð

air vmfiodsf dkengia dsjadsfiefnq f dfkfj f fikvfnq3  vvodfnf qer enerf  krmrfq verferf 
fererfer  qeofj erirepwene 023nb opkf  fmref frekerfo3f b ofmkfqforf0qðrprndv  asdfkmfqperferf

orð sdfkdsafoemff forð sdfkfmsf,rðwem, tøl og adfeoe f dffp4n fodd diffus spsdskjfg
spísskál sdfkdf93n vfodsofsdfs  of df o makrela dsafodfn3fgjgvrfw2i  rekferom3f orð osta ssafrt sdfk


kfs dsf dfkdfie eeo  harpa ff f fkde04  frukt fbblikk fsdifer ew fidfso ognar sleusytur knfdie 
orðsf dfkfie   f03 rosb0f fvvmofmfd dfdfomr f kmsdfof  fksfofmf  ksdfsoen kmsfof kfmifm 

def ekta skrúwa eingin axil og so orð s rann avstav
og sdafkeingf kfiernfnf heimat ldfifjein dsffoes eros und hattakrás kmdifjorkj kmergormfr fvdifke
kumpassandi qukill jill kiskk kvasshor kdiien 

knaf kozz ikiel  sdikdsfie kmfie eymur sadfjkiermf
sdfike fmdfirf dmyrkur fkd dfs fmyrkari sfldkeiomfsfd  kddii døkk fur dfdskfjnio svart
s cwartzen fknsfiernn  fkdsf fiernsehens fkjsnfoi f 

tirsdag den 14. oktober 2014

ANDARÚM






pínslaváttar í hvørjari krubbu

hóast eingin krubba er at finna

og í hvørjari skuffu

og skuffurnar eru nógvar men eingi skáp

hvat skal eg við slíkum myndum

sum detta niður av bróstinum

stovan er full av slíkum

sum ikki kann anda ella andast

vindeyguni kunnu ikki latast upp

og hurðin bara í myrkri

tá eg tveiti meg sjálvan út

sum ein ónýtiligan dreym

um gulnaði brøv full av spøkilsum

ið ikki vilja vera her

tí eingin er at spøkja eftir

















.

lørdag den 11. oktober 2014

FALL





    tey stava seg
   inn í millum planturnar
  bæði tey blindu og tey orðblindu
tey eygagóðu og tey sum eta tøl
og øll tey gløggu og hálvgløggu
eins og 
flogvitini og tey sum
 duga at lesa og hava
  eina hampiliga góða sangrødd
   tey royna øll at krógva seg
    í einum sangi
      har bløðini
       ikki vilja kennast við føllini
    og føllini
   vilja ikki vera í sanginum
     fyrr enn heystið
       hevur lagt alt bert eftir seg
         og einki er eftir at benda
           ella at syngja um








.

tirsdag den 7. oktober 2014

MEG DROYMDI





meg droymdi
ein øgiliga
gamlan dreym
hann var so gamal
at hann bara kann minnast
um tú sjálvur
ert øgiliga gamal
og hevur droymt
ein øgiliga
gamlan dreym
tú ikki vilt minnast
tí tú ikki vilt
verða mintur á
at tú ert sjálvur
ein øgiliga
gamal dreymur















.

mandag den 29. september 2014

NÚ NÆRKAST


Tann stóra hendingin. Tann heilt stóra hendingin. Tann heilt óvanliga stóra hendingin. Tann heilt ómetaliga óvanliga stóra hendingin. Tann heilt ómetaliga óvanliga øgiliga stóra hendingin. Tann heilt ómetaliga óvanliga øgiliga risastóra hendingin. Tann heilt ómetaliga óhugsandi óvanliga øgiliga risastóra hendingin í føroysku bókmentasøguni. Tann heilt ómetaliga óhugsandi óvanliga øgiliga risastóra hendingin í føroysku bókmentasøguni  nærkast í hvørjum.

torsdag den 25. september 2014

SAMSKIFTI






nú helt eg
at onkur ringdi
men tað var ein fuglur sum læt

seinni
ringdi ein fuglur
og spurdi
um nakað var galið
við mínari telefon

mæææææææ
jarmaði eg
mæææææææ

pli pli pli orsaka skeivt nummar
svaraði fuglurin
helt tað vera tjaldurs apotekið








,

tirsdag den 23. september 2014

BLUNDUR




skjóttgangandi
bátar styggja
fuglin so hann
ikki fær sovið
saman við okkum
tá vit liggja og damla
undir dreymsins bjørgum
í vrakaðum 
yrkingalepum
sum eru gjørdir
til pappírsbátar
sum ikki kunnu søkka
so leingi 
vit sova









.

fredag den 19. september 2014

YRKING/DIGT TIL HENRIK




hvat skal eg skriva
um eg skal skriva meir

hvad skal jeg skrive
hvis jeg skal skrive mere

hvat skal eg mála
um eg skal mála meir

hvad skal jeg male
hvis jeg skal male mere

hvønn skal eg spæla fyri
um eg skal spæla meir

hvem skal jeg spille for
hvis jeg skal spille mere

hvar skal eg syngja
um eg skal syngja meir

hvor skal jeg synge
hvis jeg skal synge mere

hví skal eg gráta og flenna
um eg skal gráta og flenna meir

hvorfor skal jeg græde og grine
hvis jeg skal græde og grine mer

tí skal eg anda
um eg skal anda meir

derfor skal jeg ånde
hvis jeg skal ånde mere
















.

onsdag den 27. august 2014

LÍTIÐ MINNI





í tollinum
var einki at finna
kuffertið
við skitnum undirbuksum
skjúrtum og slitnum yrkingasøvnum
varð latið aftur
so tollarin
aftur fekk andað

vónandi
verður hann minni nasadjarvur
næstu ferð eg komi







.

tirsdag den 26. august 2014

NÁTTARTÚRUR




fór inn
í plantasjuna
at mála
trøini
hvít
men ein
leyva
og ein
elefantur
komu
eftir mær
og eg rann
heim til hús
og vaknaði








.

lørdag den 23. august 2014

TEY




hon
er øðrvísari

hann
ørvitari

saman
fóru tey
í hernað
ímóti teirri
ørskaputu
verðini
við eini
ørfínari
nál






.

lørdag den 16. august 2014

GRINDABOÐ 4



So, so - tað nýggja vápnið ímóti grindadrápi, er at taka wc-pappírið frá sandingum. Um tað er hart ella bleytt pappír, sigur søgan einki um. Watson sær so bleytur út, so honum dámar best tað mjúkasta og dýrasta, lambi, nei ikki bygdin, so vistfrøðiligur hann er. Teir ætla sær helst at skíta eftir grindamonnum og tveita tað skeinda og stolna wc-pappírið eftir øllum sum eru fyri grindadrápi. 

Eg haldi at grindamenn og aðrir sandingar skulu fara í mótálop og skíta á Watson og hansara kukkudólgar. Teir skulu fyrst eta eina búrmáltíð av tvøsti og spiki, og beint áðrenn slagið skal standa, skulu teir fáa sær ein skarpan av amerikanskari olju í part, og so er bara at koyra buksurnar niður um og venda reyvina ímóti hesum wc-pappírsmonnum og teirra silikonudukkum. So síggja tit teir neyvan nakrantíð aftur!






.

onsdag den 13. august 2014

SYND




Her ætlaði eg, at okkurt um grind skuldi standa, men hon slapp ímillum beinini á mær.








.

søndag den 10. august 2014

GRINDABOÐ 3



Tey ganga øll og renna dyst. Tey renna dyst og ganga øll so fryst. Tey eru øll so tyst og renna og ganga dyst. Tey ganga trist og renna dyst og spæla, at tey eru tyst. Tey duga yvirhøvur ikki at renna dyst og vera trist og tyst. Tað tristasta er at renna dyst og ganga tyst, tí tú hevur sagað í ein kvist. Tað tystasta er at øll ganga trist og renna tysttrist. Og Karin er als ikki fyrst, tí hon er bæði tyst, fryst og trist og kann ikki flestar leikir. Tað er so vist, at hon ikki rennur dyst. Tað er tað tristasta av øllum, at Karin ikki er fyrst, men hon er skít og dettur um koll áðrenn Hans Andrias er komin til annað ørindi. Hon er eitt helvis kloss, Karin, og tað átti Hans Andrias at vitað, ella vil hann bara billa henni inn, at hon rennur so skjótt og altíð er fyrst, sjálvt um hon yvirhøvur ikki tímir at spæla hvørki Gamlan Mann - gamli grísur! - ella renna dyst og tí flestar leikir ikki kann?




.

onsdag den 6. august 2014

SUMMI




njósnast
í grindini


høsnast
í syndini


møsnast
í Lindini















.

KOMMUNUMYNDIR




1

at lendið
lá har
so grønt
og vakurt
gjørdi
at tað ikki
longur
er grønt 
og vakurt



2

tað at
træið
ikki varð
felt
gjørdi
at tað
varð
felt






.

tirsdag den 5. august 2014

STRÍÐ




øgiligt stríð
millum tey
sum ikki vilja stríðast
og tey sum stríðast 
og tey stríðast um
at tey ikki vilja stríðast
móti teimum sum bara vilja stríðast
og teimum sum ikki vilja stríðast
tí at stríðast
er ikki bara eitt stríð
men eitt øgiligt stríð
eisini hjá teimum
sum bara vilja stríðast
og júst tí stríðast
eins og tey sum vilja stríðast
stríðast
og stríðast tí
tí tey ikki vilja verða
sum tey sum stríðast
og tað er ikki minst tað
sum er eitt øgiligt stríð
men tað er vert at stríðast fyri
so leingi tað er tað stríðið
tað veruliga er
tú stríðist fyri
og tað er øgiligari
enn hetta stríðið



.

onsdag den 30. juli 2014

SAUNA 2



Nei, eg veit einki soleiðsnar. Sovi betur aftur eftir at hava fingið ein ventilator, eina elekriska viftu. Kanska eitur tað ein hvirla, men er tað ikki ein fløtapískari? Tað lotar so frískliga kalt frá henni, ja lat okkum bara kalla hana ein Lotara, so verður tað ein hann. Og skít veri við streymrokningini og vespu- og mýggjabitastungum. Havi mong vespulív á samvitskuni, so eg má tola onkuntíð at vera stungin. Tær koma inn gjøgnum takvindeygað og so plagi eg at geva teimum nevan, og tað riggar oftast, so fara tær beint út aftur. Aldrin brúka flata hond. Men eg havi eisini avlívað fleiri við onkrari bók mær ikki dámar. Flogkykt larma ólukksáliga illa, annars havi eg einki ímóti teimum sum so. Mýggjabitar eru tó ringastir. Helvitis reyvarhol. Annars havi eg ikki hildið ólavsøku í fjúrtan ár, heldur ikki í ár. Fólk standa alla staðni í merkiligum klæðum og gapa sentimentalar føðilandssangir úr sær. Tað er soo pínligt og tærnasnurpandi. Tað sigst, at minst eitt kór er í hvørjari gøtu í Havn og gapararnir eiga minst eitt sett av grýluklæðum í part. Og tey halda at tey eru soo pen, tá tey standa og kroysta tjóðskaputa lortin úr munninum meðan onkur onnur skapikrukka - somuleiðis í grýlubúna - stendur og veipar við ørmunum, so tað sær út sum um hann hevur musikalskan sans. Humoristiskan hevur hann so ikki. Í veruleikanum sær tað út sum hann - eins og hinir harrarnir í lakajuniformi - hevur skitið í buks. Eg haldi at løgtingið við lóg má gera eina gapu- og grýluklædnakvotu. Misnýtsla er ongantíð góð. Kanska Heilbrigdið ella Blákross kundi tikið sær av hesum gapi- og grýluklædnamisnýtarum. Fólk síggja eisini so gomul út í hasum uniforminum. Smádreingir síggja út sum gamlir abbar. Gentur líkjast langommum. Og tey halda øll somul, at tað er soo fínt og pent at síggja nógv eldri út enn tey eru. Og nú ganga tey eisini catwalk í grýlubúna afturvið bíligum diskotónum. Uttan fyri bókandilin hjá Hjalmar. Sjálvandi skulu bøkurnar offrast so øll kunnu verða trýst niður í hesi innantómu grýluklæðir. Høvdu forfedrarnir vitað, so høvdu grýlugangararnir fingið homlubandið um afturpartin og gapararnir høvdu fingið hvør sína stavnhettu í gapið. Annars veit eg sum sagt einki soleiðsnar annað enn at Ólavur Digri kann renna meg í reyvina. Tað kann ikki vera verri enn at verða stungin av eini vespu ella mýggjabita.





.

lørdag den 26. juli 2014

SAUNA

Ólukksáligt sum tað er heitt. Orðini bráðna sum sjokoláta í somu løtu tey verða orðað. Havi tømt fleiri vatnbrunnar av vatni niður í meg og fylt líka nógvar aftur við sveitta. Gloymi hvat eg skuldi ella skal. Tað er kaldast í súkkluskúrinum, einar tjúgu gradir. So har seti eg meg av og á at vita um tað ber til at hugsa. Nú hugsi eg at eg skal minnast til at lappa framhjólið á súkkluni. Hevði tað farið at oyst niður, so hevði minnið eisini blivið bøtt.

mandag den 14. juli 2014

GRINDABOÐ II





nógvir skotnir gestir
í einum filmi
um ein film
um allar filmar
við longum bileltanum
og upp aftur longri rættargongd
fólk duga ikki fólkaskikk
halda seg vera kongalig
duga ikki søguna
eta við reyvini
hugsa við lortinum
tá hann er skitin
keypa nýggj snykut slips
so suppan smakkar betur
tá hon er runnin niður 
í tann kvalda hálsin
nú skola øll niður í senn
men tey skunda sær ikki
fyrr enn tey eru deyð
og einki annað
hava at takast við
enn at minnast
gomul grindadráp
í upp aftur eldri 
wc-kummum og bukkum
og myndum av teimum
so tey høvdu okkurt
at brúka photo shop til











.

søndag den 13. juli 2014

GRINDABOÐ






Eitt kvøld afrat, so sleppa vit frá í eina tíð at síggja hesar kventasligu fótbóltsleikararnar liggja og eymka seg á vølli og slatra fyri dómaranum við gulum og reyðum korti á lofti og barberskúmi í reyvarlummanum, meðan fimm og tjúgu massørar koma inn á vøllin við spannum og klútum og søtum vatni at ugga mammudreingirnar við, tó fara vit í langa tíð at hoyra um hvar og hvør fekk ilt og um hann kann blíva seldur til tann og tann tá hann fær so lættliga ilt í beinið og dintilin, ella ikki so frægt sum tolir at blíva bitin í økslina.



.

lørdag den 12. juli 2014

RANGSTØÐA




beinanvegin
eg varnist
at eg eri
mín egni
skuggi
spýti eg
orðini
í meg
sjálvan
aftur













.

onsdag den 9. juli 2014

SVARTUR LONGSIL





longdist
eftir sólini
fekk ein lúsing
frá roknilæraranum
sum vildi hava at vita
hvussu nógvar lúsingar
eg fekk um árið
tá eg hevði fingið fimm um dagin
eg fekk ikki svarað
tí eg longdist enn eftir sólini
og fekk ein lúsing aftrat

 
longdist
eftir kavanum
varð royttur
av søgulæraranum
sum spurdi meg
nær tað bleiv loyvt
at prædika á føroyskum
í kirkjuni
og eg svaraði
at eg var ikki í kirkju tann dagin
tí eg longdist eftir kavanum
og so roytti hann meg aftur
og eg longdist upp aftur meir eftir kavanum


longdist 
eftir regninum
fekk eitt trælær
frá fimleikalæraranum
sum vildi hava meg
at leypa upp um plintin
men eg kundi ikki leypa
tí eg hevði fingið eitt trælær
so gav hann mær eitt aftrat
og eg gavst ikki við at leingjast eftir regninum


longdist
eftir mjørkanum
fekk eina oyrafiku
frá kristnilæraranum
tí eg hevði ikki
lisið uppá sálmavers
tí tað bar ikki til at lesa sálmar
tá eingin mjørki var
og eg fekk enn eina oyrafiku
og longdist víðari eftir mjørkanum


longdist
eftir fullmánanum
og varð flongdur
av føroysktlæraranum
sum bað meg benda
úlvur úlv úlvi úlvs úlvar úlvar úlvum úlva
og eg segði
at tað kundi hann sjálvur gera
tí hansara blanki skalli
fekk meg at leingjast eftir fullmánanum
og eg varð flongdur einaferð aftrat
meðan eg longdist og longdist eftir fullmánanum









.

onsdag den 2. juli 2014

søndag den 29. juni 2014

TANN JAVNI RÆTTURIN




tey tosa álvarsliga
sum um talan var um politiska ráðagerð
um hvør skal hava loyvi til at fiska hvar
ella um tann sum eigur tørn at vaska upp
eisini skal fara út við skrelliposanum
um tað er tann sum ikki eigur tørn
at skifta blæu á tí yngsta :
høsnarungin er etin
hon vil ikki hava meira vín
ella nakað omaná
tekur tasku sína og reisir seg
ein mammudrongur eltir hana
tá hon fer heim í song
hon steingir væl eftir sær
og setur ein stól framman fyri hurðina
hon verður so glað
at allir hennara skógvar eru har
fer út í køkin at fáa sær ein vatnsopa
køksvaskið stinkar
tí tað verður aldrin brúkt
og viskistykkið er eitt turriklæði í miðeystri
nú ringir hon til hann sjálvan
sum bað hana lata seg kanna
um hon dugdi at lúgva
men hon umhugsaði
um hon heldur skuldi
fáa sær eitt starv
har hon skuldi siga sannleikan
tí tað dugdi hon heldur ikki







.

torsdag den 26. juni 2014

STUNT?




Ótrúligt sum fólk eru ótrúlig. Fjasið eg skrivaði í gjár fekk 177 vitjanir og Bye-ð frammanundan 76, meðan alt hitt meiri ella minni seriøsa, eg havi skrivað her inni, fær í meðal 5 vitjanir. Eg haldi ikki, at eg eri óhøviskur, um eg sigi: renn meg! Guð viti hvussu nógvar vitjanir Listinblogg hevur havt, eftir at tær boðaðu frá, at tær góvust..






.

onsdag den 25. juni 2014

MISMUNUR



bloggoddur er eisini givin, men eingin er keddur av, at hann er givin og Olle Kolich kjakast ikki um hann í Kringvarpinum, forbiðið órættvíst!







.

onsdag den 18. juni 2014

fredag den 13. juni 2014

FÓTAFETINI




fótafetini 
tyngjast
yrkingin
vil ikki 
tað 
sum eg vil
og vit enda 
í einum blindvegi
og tá vit venda við aftur
renna orðini undan mær
og eg standi tómur eftir og angri
at eg aldrin fekk mær eina útbúgving
so eg kundi rokna út
hvat eg nú skal gera
fyri at koma víðari







.

torsdag den 12. juni 2014

LAGNUTÓNIN





minnini sligin rá
niður á gólvið
maskinan
fer í gongd
at skera
tað framtíðin
skal ganga á

oyruni verða vard
av fyrsta floks larmi
so eg fái
tann rætta ýlitónan
at lurta eftir
restina av lívinum








.

NÁTTPOTTASAMLARARNIR



Hví samlar eingin uppá náttpottar, spyrji eg meg sjálvan, tá eg hoyri enn eitt vatndeyvt nýgjørt føroyskt orð, og staðfesti, at onkur ger tað.









.

tirsdag den 10. juni 2014

DEYÐISKÓGUR




hon setir seg í baljuna
rossið rennur
gneggjar
tá prædikumaðurin fær krampa
ein hurð fer upp
og tey bæði
sum nú eru innanfyri
lata seg úr klæðunum
og mogga sum eg veit ikki hvat
meðan grísarnir eta
tey líkini teir fáa
sum tøkk fyri at teir líkjast
menniskjunum so nógv sum teir gera








.

søndag den 8. juni 2014

DEN OLDNORDISKE GÅDE



når jeg tænker på dansk
griner jeg på færøsk
og når jeg tænker på færøsk
græder jeg på dansk
og jeg griner på norsk
når jeg tænker på svensk
og hvis jeg kunne tænke på norsk
ville jeg næppe græde
på islandsk eller på svensk
men hvis jeg tænker på islandsk
tænker jeg slet ikke på
hvilket sprog jeg griner eller græder
for det gør jeg jo hele tiden




.

lørdag den 7. juni 2014

ILT

Òlukksáliga ringt at skriva á teldu, tá tú ikki kanst sita uppi og skriva. Havi ongantíð havt so ilt í rygginum sum í hesum døgum. Ræðulig pína. Tað hjálpir at liggja stillur, ella at standa uppi og ikki flyta meg úr stað. Tí fái eg ikki skriva meir enn hetta.

tirsdag den 27. maj 2014

KVØLD




ljós
í vindeyga
har burgari
biður fyri
lívinum
tá sukurleys
cola er koppað
yvir knappaborðið
á hvítari teldu
slóknar














:

mandag den 26. maj 2014

AVLAMIN




ræðulig pína í rygginum

sleppi ongan veg

gólvskrubba er prukka













:

tirsdag den 20. maj 2014

SKVETT




sum tað er leiðiligt at hoyra tað sum alla tíðina verður sagt av teimum sum siga tað sama alla tíðina og sum siga tað sama aftur og aftur og aftur at tað er so ringt at skilja (nú sigur tú ringt at skilja, er tað ringt at skilja?) og tað er einki nýtendrað altarljós uppi í tí allar kaldasta gatinum um tú so bert brúkar kambin til yvirskeggið (nú sigur tú yvirskegg, hví hevur tú yvirskegg?) og útsøgnin er um hana og hann sum elskar alt angar av tínum kølnaða kærleika (nú sigur tú kølnaða kærleika, hvat moynar tú við kølnaða kærleika og í hvønn mun moynar tú kølnaða kærleika?) vit siga at hann situr og grætur um gomul minnir ( nú sigur tú gomul minnir, hvat eru gomul minnir?) :

nei arslo nú rurstar alt

sum standmynd

upp á tann mátan at

vit sótu farstir

og fingu eitt nors

høvdu tarvanorsir sum barlarst

og fóru so til húrs at bursta tenn

og skalt tú gera originala lirst so márst tú ikki gera tað sum er gjørt fyrr (nú sigur tú gjørt fyrr, er tað tí at tú bara gert tað sama?)

og tú márst kunna síggja pircarsso í reyvarholið 

um onkur ikki skalt gloyma teg um hundrað hár (nú sigur tú hundrað ár, dámdi hvalinum ikki at fáa hár í munnin?)

men nú veit eg hvurssu eg skal gera párskaevangeliið

sorleiðirs eg altíð havi gjørt tað fyrr





-

fredag den 16. maj 2014

HER KUNDI SO NÓGV




Her kundi so nógv staðið. Sum t.d. eg drekki kaffi og sólin skínur. Men kann tað ikki gera tað sama, um eg t.d. drekki kaffi og sólin skínur? Annars fekk eg mær ein fiktivan drekkamunn og ein autofiktivan breyðbita við ósoltnum osti. Í gjár sá eg ein músváka, men tað geri eg hvønn dag. Verri við smáfugli sum ketturnar drepa og styggja. Eg havi fingið nýggja mottu uttan fyri úthurðina og eg svørji, at um ketturnar eisini skíta á hana, fari eg at skíta á motturnar hjá kattagrannunum. Og teir eru nógvir, so tað verður stórskíting. Tað eru tvær milliardir bilar í verðini í ár 2050 og tá eigi eg heldur ongan av teimum. Eg dugi ikki at lurta eftir fólki sum eiga bil og samstundis øtast um globalu upphitinga. Tey gevast kortini ikki við at upphita bilin og tað globala. Og teirra ússaligu umbering: men mann má hava bil! Guð má mann ei, mann má hava súkklu! Mær dámar so væl tá tað regnar, tí so fáa tey vaksnu øl og børnini sodavatn. Soleiðis ber eisini til ikki at siga tað, tí vatnið smakkar best og at anda ta frísku luftina er tann besti rúsurin kanst fáa, skal eg heilsa frá einum sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Børnini spæla fótbólt uttanfyri og tað er gott so leingi tað er eitt stuttligt spæl. Tá teir alvorligu líkhanarnir koma uppí spælið við pengum, tá er tað ikki spæl longur, men reinur fananskapur. Nú er drekkamuðurin drukkin og er ikki muður longur. Og sólin er farin aftur um eitt ljósagrátt skýggj. Tað hevði eg eisini roknað við, tá eg hugdi upp í luftina í morgun. Einki er óvartilsi longur, og tað kemur heldur ikki óvart á meg, at tað minnir um eitt yvirraskilsi sum fyrr er komið á okkum.







-

fredag den 2. maj 2014

ØSKUØLD


hvar er fíggindin
og hvør er hann
spyrja teir grulvandi
undir píkatráðnum
á hermótinum
sum einki mót hevur
men bara deyða
sprongdar kroppar
og blóðdálkaðar 
kanónir

luftin
kann ikki andast
so gjøgnumgatað er hon
av maskinbyrsukúlum 

blóðið luktar av krúti
og krútið smakkar av blóði
og kjøtið
av brendum
kjøti

tað fyrsta kríggið
mungar eftir øðrum
sum mungar eftir triðja
og tey sum ikki vilja kríggjast
munga ikki
tey eru fíggindin



.

torsdag den 24. april 2014

DREYMUR FLAGGDAGSNÁTT





so nógv hár at telja
afturvið 
symfoniskum barnagráti
tey gomlu spæla kríggj
men eingin vil eta tjóðskaputan havragreyt
fyrr enn øll fongsil
eru pakkaði inn
í tað himmalska pappírið
sum bara dreymar kunnu teknast á
og í skugganum av tí
sita vit og eygleiða flaggið
sum skúlin er sveiptur inn í
og tað vil illa kukka
hvørja ferð vit brúka orðini
æra ella heiður
og ikki minst
hitt gula orðið
fosturland
tá skola allar hvalspýggjur upp á turt
og slýggjutu standmyndirnar
av okkara deyðu
eru tað einasta
sum minnir um lív
tá spøkilsini geispa
góðan morgun










:

tirsdag den 15. april 2014

LEYVIÐ HALDI EG

HNJ Bókhandil bøkur føroyskar bókmentir føroyskt mentan mál handil

Sum tit síggja so er gamli bókahandil vorðin so frægur at hann hevur nýggjasta yrkingasavn mítt, hitt tvímálsliga leyvið haldi eg / løvet tror jeg sum er útgivið av víðagitni forlagnum Edition After Hand. Tað kostar einans krónur 148,00. Tá tygum kortini skulu á hina stóru føroysku bókaútsøluna, kunnu tygum eisini hava hesa bók í huga. Hon kann eisini nýtast sum gáva hjá onkrum vini uttanlands sum betur skilir danskt enn føroyskt. Eisini er hon góð at lesa í um páskirnar (og til allar tíðir annars), og tygum kunnu lesa hart upp úr henni, m.a. áðrenn farið verður at rulla páskaregg vil eg viðmæla at lesa hart upp yrkingina á blaðsíðu 48. Góðar páskir!






.

lørdag den 5. april 2014

HÁTÍÐARLOYSI OG ANNAÐ GRUGG


Í hesum døgum fyri 30 árum síðani, sá fyrsta yrkingasavn mítt, Botnfall, dagsins ljós. Kanska er dagsins ljós ikki rætta orðið. Eg minnist ikki, at tað várið var vera serliga ljóst. Tað minnist eg eingin føroysk vár at vera. Í fyrstuni hevði eg eitt sindur ringt við koyra bókina í bókahandlarnar, tí eg var illur inn á meg sjálvan, at eg ikki hevði rættlisið hana betri. Hetta var í teirri tíðina, tá villur ikki máttu vera í bókum. Men út kom hon so kortini og rættiliga nógvar býtti eg út til høgru og vinstru og suður og norð. Botnfall er ikki at fáa í bókahandlunum longur. men eg havi frætt at onkur av teimum fínu antikvariatunum í Tórshavn hava eintøk av bókini til sølu fyri 2.000,00 krónur, og at onkur hevur eintak við dedikatión og verða tey seld fyri tann delikata prísin av krónum 5.000,00. Tað verður ikki nakað hátíðarhald í samband við tretivu ára dagin. Hevði skrivað eina bók, sum í hesum sambandi skuldi útgevast í hesum døgum, men so helt eg, at tað var synd fyri bókina, at hon skuldi vera ein hátíðarhaldingarbók, so eg læt vera við at senda hana avstað til forleggjaran.

Annars havi eg fleiri titlar til sølu á tí Stóru Føroysku Bókaútsøluni, hví hon verður nevnd so, man helst vera tí at meginparturin av bókunum eru umsettar barna- og ungdómsbøkur. Sjálvur las eg ikki slíkt, tá eg var barn. Eg las skaldskap. Tí sigi eg við tykkum foreldur, keypið ikki børnum tykkara, um tit vilja teimum væl, hesar tunnu barna- og ungdómsbókum, men keypið teimum og tykkum sjálvum yrkingasøvn. Tit kunnu t.d. fáa Heimvitisferðina fyri einans krónur 48,00, henda bók sum sambært bókaútsølukatalogið "gjørdi gølu tá hon kom út." So kæru lesarar og litteraturelskarar: høvdu tit ikki ráð at keypa hana tá, ella vóru tit ov gírig, so eru ráð fyri tí nú. Keypið tvey ella trý eintøk. Ein slíkur skandaluklassikari kann altíð brúkast sum gáva seinni. Og keypið hana nú - og hinar, eg havi fleiri titlar við í ár - áðrenn tey fínu antikvariatini í Tórshavn fara avstað við teimum seinastu og selja tey fyri seksciffraðar upphæddir.








.

lørdag den 29. marts 2014

FØROYSKT




tað var gamalt at vera gamal

tað var gamalt at vera ungur

tað var gamalt at vera hálvvaksin

tað var gamalt at vera barn

tað var gamalt at vera óføddur

men harra skald
eitur tað ikki gamalt var?


gamalt var 
at vera deyður







:

onsdag den 26. marts 2014

VATNLITIR




regnvatnið
rennur niður
í vegristina
sum orð
úr eini
yrking
eg skrivaði
til tín
sum knústi
mítt hjarta
so eg lá
og græt
í einum hyli
av landi





-

UM EINA LØTU




um eina løtu
kemur veturin aftur
við einum hvítum
skelki til børnini
so tey sleppa at spæla
at tey aftur eru børn






:

HVR?






HVØR ER TAР

SUM ÆTLAR SÆR INN

Í MÍNA SKRIFT AT VITA

HVUSSU HON LUKTAR

EFTIR AT EG ERI FARIN

AT SKRIVA VIÐ STÓRUM?









-

søndag den 23. marts 2014

PÚFF



Las í Sussialinum um eina konu sum er kettualari. Hon man lukta nakað illa, hugsaði eg.










-

lørdag den 22. marts 2014

LEI LEI LEIÐILIGT




At blogga er keðiligt. Havi annars nógv at blogga um, men lati vera, so tað ikki eisini verður keðiligt.




.

tirsdag den 18. marts 2014

ÚR VINDEYGANUM




stendur úti í kuldanum

sær ikki kaldur út

í berari skjúrtu

tasku í hondini

sigarett í munninum

hatta er einki at yrkja um

sigur skaldið

sessast

tendrar telduna













,

mandag den 10. marts 2014

TANN GÓÐI RINGURIN




av tí at eg minnist alt tað góða
gloymi eg ikki tað ringa
og minnist ikki best
alt tað góða
sum tað góða
gjørdi við tað ringa

ella tað ringa
sum tað góða
gjørdi við tað góða

men tað ringa
sum tað ringa
gjørdi við tað ringa
sum eina góða lygn
ætli eg mær at gloyma
sum eitt kært minni










.

lørdag den 8. marts 2014

TÚRUR





veit ikki hví
eg so ofta
koyri runt
í kvøldarmyrkrinum
í havnargøtum
tá eg sovi
havi einki koyrikort
gloymi at tendra lyktirnar
men tað gongur væl
at koyra og koyra
líka til eg seti bilin frá mær
á onkrum tilvildarligum stað
og fari so til gongu
heim til ongastaðni
har eg vakni aftur
langt burturi frá øllum






















.

EBL





Sig ebl við lívið og lívið sigur ebl við teg.








;

mandag den 3. marts 2014

STØÐA



Henda tokuta morgunin kann eg bert staðfesta at hetta er eitt av teimum ringastu krímum eg havi havt eftir at hava roknað út, at eg havi snýst mær upp í tólv rein lummiturrikløð, átta wecirullur, seks køksrullur og eini tjúgu pakkar av teimum smáu pappírlummaturrikløðunum.











;

lørdag den 22. februar 2014

VOXPROPP



Nei tú, eg veit ikki, hvat er vakrast, tannhár ella reyvahár. Kundi tú ikki útgreinað spurningin fyri meg, so eg sleppi undan at fáa slíkt at svara uppá, tá eg sovi?


.

søndag den 16. februar 2014

SJASK



Ein øgiligur vindur í nátt. Helt meg vera úti á havinum, tá eg vaknaði og sovnaði aftur.







,

fredag den 14. februar 2014

tirsdag den 11. februar 2014

NÁTT



heldur tú
ljósið
í hondini

fer til handils

keypir
eitt kilo
av myrkri

og sleppur
ljósinum
niður í
ein hárutan
myrkan lógva
sum bliknar 
og gránar










.

mandag den 3. februar 2014

HER





her fái eg sagt tað eg ongantíð havi sagt við tey sum altíð tagdu tá eg var í nánd












-

søndag den 26. januar 2014

FAR OG SIT

Førki meg. Fari til síðis so tað farna kann fara. Gangi og eri. Eri sum ein sum er her. Ein sum var har. Ein sum førkaði seg. Legði nakað á okkurt annað. Flutti okkurt av borðinum sum hevur staðið nærri vindeyganum. Flyti meg tá eg skal vita rætta virðið á vektini. Seti meg ikki bara tí eg skal sita. Sat har í áðni og gánaði. Reisti meg upp sum ein ið hevði ligið fram eftir rommum. Hvørt eygnablunk ger meg eldri men eg sigi einki við tíðina. Tíðin er bara nakað sum hevur okkurt at gera við tað tá tú flytur teg frá stólinum og yvir á sofuna. Sofan hóskar bæði til ellina og tað ófødda. Skapanin er ikki eitt rúm men ófødd tíð. Tú verður aldrin liðugur so leingi tú førkar teg. Tú hevur førkað teg úr einum minni í annað. Tú vendir tær við. Tað førkaða sigur einki. Tað stendur ikki við gravarbakkan. Liggur ikki niðri í grøvini. Grøvin er ikki grivin. Tað førkaða livir enn. Tað fer altíð at liva. Gongur. Ekur. Rennur. Stetlar. Svimur. Súkklar. Tað farna er endurføðing. Minnið er endurnýtsla. Ikki hugsa um mold. Ikki hugsa um jarn. Ikki hugsa um hav. Hugsa tær at tú loftaði sjónini sum sá teg í akkurát teirri støðuni sum hon so ofta fyrr hevur sæð teg. Flyt teg aftur. Hygg inn í veggin. Tann tóma veggin. Tann tóna veggin sum møðin noyddi teg at mála við hørðum strokum. Framtíðin hevur so ofta verið her og skrætt tapetið av vegginum. Framtíðin er ikki turr enn tó er hon so gomul. Set teg.

torsdag den 23. januar 2014

HALDA TIT IKKI EISINI TAÐ



Tað er ólukksáligt sum tað er keðiligt á facebook. Tað er so óalmindiliga keðiligt á facebook. Eg skilji ikki at nakað kan vera so keðiligt sum facebook. Facebook er tað keðiligasta á jørð. Eisini tað keðiligasta á himni um facebook var har uppi. Facebook er bara tað keðiligasta sum er til. Eg kenni nógv keðiligt men einki er so keðiligt sum facebook. Tað er heilt ótrúligt sum facebook er keðiligt. Tað ber yvirhøvur ikki til at forklára hvussu keðiligt facebook er. Facebook er bara tað allar allar keðiligasta. Tað er bara so mega mega keðiligt á facebook tí facebook er barasta so keðiligt. Eg kundi ikki droymt um at nakað var so keðiligt sum facebook. Facebook er bara ein stórur keðiligur niðurtúrur. Facebook keðir meg til deyðis. Eg veit ikki hví nakar hevur uppfunnið nakað so keðiligt sum facebook. Er facebook uppfunnið tí at verðin skal verða ein stór keðilig facebook. Tað er sjúkliga keðiligt á facebook. Hvussu ber tað til at nakað er so keðiligt sum facebook. Tað er heilt ófatiligt at facebook kann vera so keðiligt. Um nakað yvirhøvur kann verða keðiligari enn facebook so skuldi tað fingið eina stóra gullmedalju. Tí facebook er altíð allarfremst í keðiligheit. Einki annað hevur heldur nakrantíð verið so keðiligt sum facebook. Trúgvi heldur ikki at nakað fer at verða so keðiligt sum facebook. Facebook er bara eitt stórt keðiligt hooooooooooooooooooooooooooooooooooooooool.


onsdag den 22. januar 2014

FYRRAPARTUR




meðan
hon tekur
lortin upp
eftir hund sín
hugsar hon um
hvat hon skal keypa til døgurða
til mannin og børnini

sjálv
skal hon einki hava














,

lørdag den 18. januar 2014

TAÐ KOMANDI FARNA



Tað sum er farið, kemur ongantíð aftur, siga sum so syrgiligani, men hevði tað bara verið so, tí tað er nevniliga so forbiðið, at tað sum er farið, kemur altíð aftur, um tú enn hevur hampiliga gott minni





tað sum kemur
fer ongantíð aftur
siga summi so syrgiligani
men hevði tað bara verið so
tí tað er nevniliga so forbiðið
at tað sum kemur
fer altíð aftur
um tú enn hevur
hampiliga góða gloymsku

søndag den 12. januar 2014

BÓKALAKSADAGAR



hví hugsi eg um bókadagarnar? er tað tí eg ikki havi hugsað um teir, síðani eg var á teimum einaferð í november? nei, tað er tí at eg hugsaði um laks. føroyskan alilaks sum dálkar okkara havumhvørvi og gøgn. tí á bókadøgunum var sjálvandi borðreitt við hesum forkolaða alilaksinum niðri í einum betongaðum kommunalum glashúsi við tí misvísandi navninum perlan. longu umborð á flogfarinum verður laksurin trýstur niður í teg. var eisini á bókamessu í gøteborg fyrraárið og tá vóru hesi laksalíkini eisini sett á tær føroysku bøkurnar. og eg havi frætt at hann eisini verður trýstur niður í týskarar og onnur á bókamessuni í frankfurt. laksurin skal lokka útlendingar at koma til føroyar og at keypa føroyskar bøkur. bøkur ja. tað vóru eisini bøkur á bókadøgunum. men ikki serliga góðar bøkur. onkur góð skaldsøgu og nøkur góð yrkingasøvn. annars tær vanligu triviellu krimibøkurnar við einum morði á hvørjari blaðsíðu. konubukarabøkur um konur sum lata seg buka av monnum er tað nýggjasta nýggja og sum vit helst fara at síggja nógv til í framtíðini, fólk elska øll sløg av harðskapi. krimibøkurnar vóru byrjanin, síðani komu konubukarabøkur og tað næsta verður helst mannfólkabukarabøkur og barnabukarabøkur. og so vóru eisini  skipabøkur í hópatali. tær eru eisini rættiliga populerar. skipafidusbøkurnar. eisini um skip sum gingu burtur eru pengar í. ein tunnan sentimentalan tekst og nógvar fotomyndir so selur lortið. haldi at vit føroyingar fara illa við okkara sjólátnu. fyrst verða andskræmiligir minnivarðar settir yvir teir, sum havið tók, um landið alt og síðani verða upp aftur andskræmiligari bøkur skrivaðar um teir. okkurt frægari átti minnið um teir uppiborið. annars var hugnaligt á bókadøgunum. tú hittir nógv fólk sum sjálvandi ikki keypa tína bók. bókahandilin sum var har, seldi bøkur í tonsatali. skipabøkur, krimibøkur og lættar og leskiligar kókibøkur sum so saman vera settar á ein bestseljaralista sum vísir hvussu lítið skil bókahandlarar hava fyri bókmentum.  hjá teimum snýr tað seg bara um pengar sjálvandi. og pengar eru ikki í góðum bókum. tí eru góðir høvundar altíð so fátækir. eg gjørdi eisini steinprent og las upp saman við øðrum á hesum døgum. summi høvdu navnaskelti á bringuni. so síggjast kundi hvør hevði rætt til ókeypis laks og vín sjálvandi eisini. men har var eisini annað at fáa enn laksur. tí til miðmála, sum summi kalla frokost, bar til at fáa suppu, salat ella bæði tvey. eg fekk mær suppu. haldi tað var høsnasuppa. og tá eg so siti og súpi suppuna, kemur ein velbastaðmaður, sum skuldi spæla kontrabass aftan fyri eina syngjandi jakobinu, yvir til mín. hyggur niður á meg og sigur: nei eg vildi bara vita um tú brúkti pirpinssneis ella skeið at súpa við! og so sat eg eftir og hugsaði at tað kanska var eitt gott hugskot, at fari og gjørt pirpinssneisir, sum eisini kunnu brúkast sum súpuskeiðir, heldur enn at skriva bøkur sum tú ikki fært eitt oyra fyri í hesum íverksetaratíðum.

lørdag den 11. januar 2014

GULUR VINDUR





nú fari eg
ein speglvendan túr
út og inn í málið

tað kennist sum
at ganga síðulens
meðan tú pissar

og rópar mamma hjálp
eg havi mist málið burtur
í mínum egna gula hyli

sum vindurin
hevur spjatt
í allar ættir







-

fredag den 10. januar 2014

TANN GIKTAPRÝDDI FØROYSKI DANSURIN BIÐUR UM KALYPTISKAN HEILIVÁG EINA ØLD FRAM OG TVÆR AFTUR



Tað gongur støðugt framá tá eg ikki eri á aljótini. Eg tori sjálvandi ikki at spegla mær og samanlíkna meg við hana. Men skriftina vil eg fegin samanlíkna meg við tá eg fari sjaggandi út ímillum trøini. Myrkrið er bliknað nakað í síðstuni, tó er tað ikki gránað. Tað torir enn at reiggja og sveiggja sum í nátt tá tað vaggaði meg í blund. Og tá eg vaknaði aftur fór eg yvir til telduna og segði: aljóta aljóta mín, teg vil eg ikki tendra, tí blíði blýantur mín skal eiga henda dagin so hesin verður eins blíður og hann.

PROKURISTISKUR KJÁLKABRUNI Í RINGUM SÓLARGANGI SO OG SO NÓGVAR DAGAR ÁÐRENN TRIÐJA SUNNUDAG Í TRINITATIS






Eg skrivi ikki nógv á mínum bloggi, men tað er tí at eg skrivi mest við blýanti. Haldi at alt sær so ljótt út á alnótini. Alnótin er eitt tað ljótasta uppfinnilsi eg veit um. Tey flestu brúka hana eisini sum bukku. Teldugrafikk og fidusfotoshopping fáist eg ikki við. Tað er alt ov lætt. Har er eingin tyngd í. Eingin dýpd. Haldi ikki at mjørki og býantur hava nógv til felags annað enn at Smyril fer kortini suður.

fredag den 3. januar 2014

HARUR OG VIKA



fimmtúsund og fýrahundrað harulystmorð eru framd í føroyskum haga henda harulystmorðsveturin og sjónvarpið vísir harulystmordara  - í cowboyhatti og tasku at koyra ofrini í - lystmyrða hetta fitta dýr
sum er nógv fittari enn ketta sum drepur okkara fuglar og øll elska tað men fyrst og fremst konufólk tað tykist sum konufólk hava ein vissan tokka til rovdýr tað sæst eisini av øllum uppstandilsinum tá eitt av okkara frægu skaldum druknaði nakrar nýføddar kettlingar. harragud vilja tey hava alt at stinka av kettu? eg havi sjálvur tveitt duramottu mína í skrell tí at kettan hjá undirbúgvanum heldur tað vera so stuttligt at skíta á hana, men rovdýraánarar eru so skít býttir at teir síggja ikki at hetta er nakað problem, teir halda bara kettur eru so fittar og mjúkar og børnini elska tær og brúka tær sum leikutoy og tey stinka øll av kettu og tað luktar álvaratos ikki væl. her sum eg búgvi í skóginum er eingin smáfuglur longur orsakað av hesum oreina dýri, íkorn halda seg eisini burtur, men hesir góðdýrutu kettuánarar halda áfram at kela og kína hetta ódýr og lata tað eta av sama telerki sum ánarin, gongur uppi á køksborðinum og dregur allar sjúkur við sær upp í seingina hjá henni og honum sum eiga hetta falska og smikruta dýr

suðri í vági ganga tey kyndlagongu á nýggjárinum so eg helt fyrst at tað var klu klux klan men synd at hasin báturin skuldi fara upp í royk men hann var helst kavrotin ella hevur eigarin fingið sær ein av hesum ljótu glastrevjabátunum sum skemma hvørja einastu bátahavn í landinum?

og sum tað er synd eisini í róðralivari at hann ikki verður roknaður sum ítróttarhetja bara tí hann hevur róð úti á havinum. álvaratos er tað so fínt at vera ítróttarfólk? eg havi altíð hildið tað vera stóra skomm at spæla við bóltar og renna og rógva bara fyri at fáa onkra medalju, hvat høvdu okkara forfedrar sagt sum settu búgv á okkara sparlaoyggjum? teir róðu eisini allan vegin til oyggjarnar og summir komu kanska ongantíð fram. men ítróttarmenn? nei. alt ov trivielt. tað tykist sum at meiri og meiri fólk trena og venja og øva sær kroppin tess býttari gerst vit og skil. tann andaliga armóðin er væl ballað inn í ítróttarinnar følsku og vøddaljótu mýtur