torsdag den 20. december 2018

JÓLAFJÁKR




jólatræið dansar
um seg sjálvt

nú er hált
og eingin
spælir
bólt

og tað kom tað heldur ikki skaldskapur burtur úr





.

mandag den 17. december 2018

tirsdag den 4. december 2018

PYNT




Jólapynt er einki prýði og tað er jólaprýði heldur ikki.






.

lørdag den 1. december 2018

RAK ELLA HUNGUR



Eri ikki vísur í, um árið 2018 er eitt bókmentaligt rakár, ella eitt bókmentaligt hungursár. Í Føroyum. Men annað er tað, í hvussu so er. Serliga seinna hálvár. Her verður ikki hugsað um endurútgávur ella úrval av onkrum slag. Men tað nýggja.
Og sjón fer aftur at ganga fyri søgn, tá alt tað virðisleysa skramblið kemur til jólasøluna. Ikki so løgið kanska, at Føroyamálsdeildin - sum tað ljóðar millum bókmentaáhugað  - er farin at brúka røðina Skakandi hendingar sum fast pensum.
Neyðars lesandi og lærarar. Neyðars Føroyar.







*