søndag den 31. marts 2013

TRIÐJA DAGIN




tá eg vakni
hoyri eg maðkarnar tosa um:
hvussu eg smakki:
ein sigur at eg smakki púrasta meiningsleyst
annar sum vil spýggja sigur
at tað er einki høpi í samansetingini
at tað hevði verið betur
um eg var stoktur ella kanska kókaður
ein triði meinar
at hetta minnir mest um sjeynda ættarlið
frá eini útvatnaðari kvæðakempu
ein fjórði heldur hetta vera heldur herskið
at eg smakki sum um samfelagið 
fyrr hevur verið í mær
og tað er heldur ikki líkt til
at eg havi havt nakra virðing fyri tí
ein fimti hevur als ongan matarlyst
tí at tað smakkar sum um boðskapurin
er burturvilstur í brendum barndómi
og einum longsli eftir einum longri lívi
hetta síðsta rørir meg als ikki
men tá onkur sigur
at eg smakki næstan sum kvaldur kærleiki
gravi eg meg sjálvan upp
pilki maðkarnar úr mær
og geri ein nýggjan rætt


úr: Steðgir 1986

søndag den 24. marts 2013

EIN VANLIGUR DAGUR




veðurtíðindini
lovaðu sól og stilli
men vit fingu vátakava
og hvassan vind úr eystri


eg sat til fánýtis
og bíðaði eftir
snikkaranum
sum skuldi koma
og umvæla úthurðina


dómadagurin
sum prædikantarnir prædikaðu
skuldi verða í dag
varð eisini av ongum


hakkibúffurin
eg át til nátturða
og sum sambært slaktaran
var av neytakjøti
smakkaði av svíni


í nátt droymdi eg
at ein ung og eiggilig kvinna
royndi at forføra meg
men eg bar meg undan 
tí eg helt meg vera ov gamlan


sjálvt dreymarnir
lúgva fyri mær























-

UMVENDUR ELLA VIÐVENDUR?



Bispur hevur lagt av at brúka orðið "jaligt" í andaktsinnleggi sínum á Vovvapissitalinum. Helt sjálvur at hann mátti vera nakað ringur av abstinensum, eftir at hann seinast brúkti hetta yndisorðið bara einaferð. Í dag hevur hann fullkomiliga hálsað um. Hann brúkar orðið "neiligt" tvær ferðir! Guð viti, hvat er við at henda í føroysku fólkakirkjuni!

torsdag den 21. marts 2013

LÍTIL MIÐVÍSA




í køkinum varð
fiskurin skoðaður
av teimum sum
heldur vildu eta kjøt

tey hildu at hann hevði
so syrgilig eygu
at tey eins væl
kundu eta ein gravarsálm
sum at eta
eitt so sorgarfult lík

og so setti ein seg við urguna
og pumpaði ein sálm
sum bleiv smaskaður og smaksaður
og fiskurin koyrdur í skrell

og trúgvin kundi 
framhaldandi 
liva víðari
við ongum lukti 
ella anga










-

onsdag den 20. marts 2013

EITT SINDUR UM MAMMUSPROKIÐ



Eg haldi eisini at tað er bæði forferdiligt og forkastiligt at førisk børn skulu tvingast at snakka eitt sprok sum mammur okkara ikki snakkaðu. Tonk at lærarar mishandla tey við orðum sum "litur" ístaðin fyri "farva" sum mammur okkara søgdu, og tey blíva eisini straffaði, um tey siga "bílæt" og ikki "mynd" sum mammur okkara ikki søgdu. Eg havi hoyrt eitt eksempul frá einum føriskum skúla, har tann førisktlærarin, eitt nationalistiskt tjóðveldisfrell noyddi ein elev at eta ein heila pakka av oljukritum, tí elevurin insisteraði at siga "farva" og ikki frellorðið "litur". Føriski skúlin er komin niður á eitt históriskt lágt niveau, angangandi dannilsi og at læra tað rætta føriska sprokið mammur okkara snakkaðu. For eksempul skulu øll børn eisini brúka kirkjubíggjar/skopunska orðið "telda" og ikki "compjútari" sum mammur og helst eisini ommur okkara søgdu. Tað er gyseligt og tann reini torturur at behandla børn sodannar. Óhyggeligt at hesir sprokterroristar sleppa at voldtaka øll tey gomlu orðini sum mammur okkara dugdu so væl at fortelja við. Mammur okkara søgdu heldur ikki at "granska", men tær forskaðu, óansæð um tær stóðu í køkinum og gjørdu døgurða, ella um tær lógu á knøunum og skrubbaðu gólv. Og so skulu tey stakkals børnini eisini "benda" orð og nøvn, sjálvt um mammur okkara søgdu at "boyggja" orð og nøvn, Hetta er tað tann nationalistiska kirkjubíggjargardan hevur at diska upp við. Hon hevur jú sum program at útsletta tað føriska sprokið sum mammur okkara so gott snakkaðu, so øll uttan tey í Kirkjubø forstóðu tað. Og vit onnur og mammur okkara vita ikki, hvat hesir tjóðveldisboyggjarar hentyda til, tá teir ytra seg. So tað er ikki so snedigt, at eingin maður ella mamma vil hava nakað við hesar kulturleysu skóleistar og teirra kastreraðu orðaforráð at gera. Tá f.eks. mammur okkara puttaðu eitt stykki av chokolatu í munnin, søgdu tær ikki, at tíverri er henda chokolatan ikki úr Belgia, soleiðis sum hesir lættimjólkspuristar benevna hetta land, nei tær søgdu desverri er henda chokolatan ikki frá Belgien, men frá Englandi og ikki Onglandi, sum puristfrellini vilja hava okkum at siga. Børn okkara blíva eisini tvingað at eta spaghetti úr Italia, men ikki frá Italien, sum mammur okkara so rætt søgdu, tá tær stóðu uppi yvir komfýrinum og kókaðu henda ónationalistiska italienska og ikki italska rætt til okkum. Eisini havi eg sæð hesar republikansku breggjarar, púrasta ómædnar kalla okkum fyrrhenverandi Framamenn og socialdemokratar fyri teir mest afturhaldssinnaðu sambandsmenninar, men eg skal minna hesar tjóðveldispulshosur, at mammur okkara snakkaðu um reaktionerar sambandsmenn, tí tær vistu so sanniliga at orðið afturhald var komið úr kirkjubíggjarkøstinum. Tað vóru eisini teir sum partú vildu hava okkum at brúka, og ikki at nýta, tað íslendska ð-ið, bara tí kona tann fanatiska kongsknæbóndan var íslendsk. Tí er tað uppá tíðina at vit fjerna hetta fjolluta íslendska uppfinnilsið sum slett ikki hoyrir heima í tí føriska sprokinum. Vit mugu kempa fyri at fáa sprokið aftur sum mammur okkara snakkaðu, so vit eisini fara at snakka líka dannað og gott og smidigt føriskt sum tær. Tað er upp á tíðina at vit taka hensyn til okkum sjálvi og ikki hesar ynkeligu rotiskógvafilologar. Eg veit at nógvir nationalistiskir orða- og navnaboyggjarar fara at pissa í sínar skølingar av øði, tá teir lesa hetta. Men høvdu teir snakkað tað sprokið sum mammur okkara snakkaðu, so høvdu teir kanska bara pissað niður á knøini.




_

fredag den 15. marts 2013

UNDURFULLA LAND



Nei eg skal ikki eisini endurgeva hasa vælvaldu grønlendsku sum gleðir seg til at flagg grønlendinga skal hanga sjálvstøðugt saman við øðrum fløggum í ST. Tað hava longu so nógv onnur lippandi endurgivið. Tað eru sentimentalar tíðir. Tað manglar bara táraginglurnar í "På sporet" í DR aftur við. Tó kann eg ikki lata vera við at sita her og brosa, tí einki bendir á, at nøkur onnur broyting verður í útnorðri, annað enn at ísurin bráðnar. Men ikki allir ísar bráðna, sum t.d. tann ísurin sum liggur um hjørtuni á vinnulívsmonnum sum sleva so nógvan løtuvinning at lógir mugu broytast í skundi. So nógv sleva hesir menn og eltibløðrur í parlamenti okkara, at skjótt er ikki inniverandi hjá slevarunum í líkhúsinum á Tinghúsvegnum. Eltibløðrurnar eru nógvar í Føroyum, ikki minst í listalívinum hava vit sæð tað. Vit minnast væl tey fossádølsku, sum nú eru vorðin enn fleiri og sleikjast uppi í enn einum dólgi av fossádølskum slagi, so tað sær ikki mætari út enn at fólk kappast um at hava ta brúnastu tunguna. Á bókmentaøkinum er tað sama, rithøvundar tykjast nøgdir við, at bert ein fagurbókmentaligur høvundur fekk starvsløn í ár. Eg veit ikki, hvat hesir sleikja, um teir sleikja nakað, ella um teir hava nakað at sleikja við, men neyvan er tað ísin av hjørtunum hjá vinnulívsmonnum, sum sleppa at sleva á okkara lógir sum teimum lystir. Ella sita teir bara og gráta uppi yvir áður endurgivnu orðunum hjá hasi grønlendsku við tí góða valinum, meðan grátuginglunar gingla í oyrum og hjørtum teirra?



,

onsdag den 13. marts 2013

SØTT



lat ljósið renna

inni í tær

sum enn ein

hallelujasang

ið leitar eftir sukri

og siroppi

so at øll

skulu elska

og syngja hann

líka til hann doyr

av søtari sótt









,

tirsdag den 12. marts 2013

GINGLUMENTAN KRINGVARPSINS


Sjálvt um fleiri góð orð vóru søgd um manglandi estetikk hjá vinnulívinum, so haldi eg ikki at eitt slíkt innslag absolutt skal vera í teirri einastu mentanrsendingini. Gunnar Hoydal og ein ella annar professari, sum eg ikki kenni og sum ljóðaði eitt sindur fullur, søgdu ymiskt skilagott og stjórin hjá gøtuolegarkunum  ljóðaði eisini sum um hann var vaknaður. Annars var so gott sum alt tilfarið í sendingini tað reina amatørfjas, skúlakomediir osfr. Tað varð ikki kavað serliga djúpt og øll innsløgini kundu eins væl verið í Góðan Morgun Føroyar, ella í tíðindasendingini.

Í minsta lagi hevði eg væntað at nýggja uppheingingin (sikkin eitt orð) í Listasavni Føroya varð ummæld. Sum eg skilji á lagnum hevur nútíðarlistin ikki fingið nógv pláss frá leiðara savnsins. Kanska ikki so løgið, tá renæssancan er hansara speciali. Leiðarin sæst ikki til týdningarmiklar framsýningar í høvuðstaðnum, so áhugin fyri føroyskari nútíðarlist hevur maðurin rætt og slætt ikki. Tað er mær ein gáta, hví hasin maðurin er settur, tí mær vitandi hava vit eingi renæssanculistafólk havt í Føroyum. Ein so arrogantan og líkasælan leiðara av Listasavninum hava vit ikki brúk fyri.

Men hetta er eitt evni í ginglumaðurin Gunnar kundi tikið upp í In mente. Eitt veruligt álvarsmál at viðgera inn ímillum ginglurnar.

ENDIN ER GÓÐUR



endin er góður
er ein góð byrjan
á einum ringum degi
súkklupumpan horvin
spurningar ikki svaraðir
tí eg orki ikki at svara
tá eg ikki veit hvat eg skal svara
ein ketta hevur skitið á mottuna
so blóðtrýstið
roynir nýggjar hæddir
og tað ørar fyri viti og skili:


Og nú skulu vit hoyra um tað frelsandi vinnulívið, sum altíð hugsar fyrst og fremst um fólkið og landið. Aldrin um seg sjálvan fyrst og at fylla sær bankakonturnar. Oligarkarnir úr Gøtu fóru sjálvandi suður á Tvøroyri tí fólk høvdu sítt lítið at takast við og skattainntøkurnar vóru ov fáar og smáar. Teir hugsaðu yvirhøvur ikki um, at har var lættast at fáa arbeiðsmegi. Soleiðis hugsa oligarkar ikki. Heldur ikki miljóningajuristurin í Havn sum eisini eigur í, eins og hann eisini veðheldur fyri eigaran av Skræpulætting, sum er ógvuliga varin at skriva kritiskt um varðan, sum ikki kundi droymt um at ljótka umhvørvið har suðuri. Og hugsa um at hesin juristoligarkurin fer at byggja kvívikingum ein Víkingabýling í Putkingskum stíli allarhelst blandaðum eitt sindur saman við Bonbon-land. Maðurin hevur estetiskan sans. Og teir hugsa als ikki um at vinna sær "bara" nakrar hundrað milliónir í part í ein fart, áðrenn teir hava oytt enn ein fiskastovn, og kunnu pilla av norðanfjørs aftur, og so kunnu suðringar eiga hesi einastandandi vøkru virkishølini. Onkur eldsál har suðuri kann so passandi fara undir eina Salt 2 verkætlan, ikki sannheit?









LÍTIÐ SØGUBROT




ein øgiligur rómur

í ein bláoygdari

mannamúgvu

ballaði søguna inn

í píkatráð












;

PURRUPIRRA



Lítil er tann pirra

sum ikki letur seg purra







.

lørdag den 9. marts 2013

BØNIN




bønin hann bað
luktaði ikki
av hansara egna sveitta

men hon luktaði av báli
sum onkur annar
hevði kynt

kortini kallaði hann seg
ein ektaðan 
harrans stríðsmann









,

tirsdag den 5. marts 2013

SPRONGDARSKAÐI



Vit skulu hava bæði vørutrygd og rossatrygd, annars fáa vit sprongdarskaða. Og so ganga vit á berum leistum. Ber eisini til at ganga á berari skabelón? Skápilón? Skapalón? Pínadøturnar málið kann vera skapandi og skaput. Og nú kom aftur ein jingla - gingla - frá Ginglu-Gunnari, og nú er alt so friki. Man tað ikki vera frikadelli? Ikki at blanda við indverska býin Frikadehlli, sum er upprunin til frikadelluna, soleiðis vit kenna hana í nútíðarlíki. Nei Ginglus, nú fer tú ikki at tosa um kókibøkur. Hví ikki siga kókingarbøkur? Ikki at blanda við keikingarbøkur um tað at keikja fótin. Keikingarbrøkur eru tiltiknar, tí fólk keiktu altíð báðar føturnar, tá tey vóru í keikingarbrókum. Ja mangt sigur málið. Og Ginglarin dugir bara væl at spyrja um tað.








.

DÚKING



Mær er sagt frá, at einki er sagt. Síðani havi eg ikki lurtað eftir nøkrum, sum siga nakað um tað at siga. Eri givin at fotografera, tí tað gera øll onnur. Viðhvørt royni eg at rópa, men eg fái so ilt í oyruni.

Soleiðis kundi mín nýggja skaldsøga byrjað, men tað ger hon ikki, og eg fari sjálvandi ikki at avdúka tað her, ella nakra aðrastaðni. Men eitt lítið brot ljóðar kanska soleiðis:

Føroyar er ein oyðimørk við umleið 48.000 kamelum. Skjótt fari eg heim at svølgja teir.






::::