torsdag den 31. december 2015

VERK



eg havi einki
at reypa mær av
at hava framt
í hesum ári

havi einki hoyrt

havi einki sæð

havi einki gjørt

eg havi bara
sitið her

og verið











.

lørdag den 5. december 2015

Í HESI RØSTU JÓLATÍÐ





bussurin
stendur í
kirkjugarðinum
fullur av deyðum
sum eru grivin
upp aftur
tí borgarstjórin
vil geva teimum
ein túr runt í býnum
at síggja hvussu fínur
hann er vorðin
og aftaná
eru tey boðin
til ræst kjøt
á ráðhúsinum

tvey børn
úr barnagarðinum
við síðuna av
eru á veg
inn í bussin
annað skal vera
ferðaleiðari
og hitt
skal koyra bussin

og tey koyra avstað
og tey deyðu
sita so fitt og lurta
meðan ferðaleiðarabarnið
greiðir frá
um teir nýggju býlingarnar
og um aðrar
sum fara at koma einaferð
og um allar skúlarnar
sum skulu byggjast og rívast niður aftur

síðani fara tey oman í miðbýin
sum er so væl pyntaður til jóla
at ferðaleiðarabarnið
verður noytt til
at geva teimum deyðu sólbrillur
so tey ikki fáa ilt
í eygnaholurnar
av øllum perunum
sum hanga á trøum
og rundan um handilsvindeygu

og tá tey koma á ráðhúsið
stendur borgarstjórin fyri teimum
sigur at hann tíverri
át alt tað ræsta kjøtið sjálvur
tí tað kom honum brádliga til hugs
at tey deyðu ikki mundu tola ræst kjøt
men hann hevði goymt
eitt sindur av rabarbugreyti til tey
sum tey so fingu við sær
í hvør sínari lítlu skál
heim aftur út í kirkjugarðin






-