torsdag den 12. september 2013
Takk fyri tygum at tú segði tygin við meg!
Her er mangt og hvat forvitnisligt at lesa men tað sum stendur um meg er ikki eftirfarandi:
Mentunargrunnur Studentafelagsins
torsdag den 5. september 2013
GLOYMT
bara eg sjálvur
kundi funnið uppá
at skrivað
at hetta
havi eg gjørt
tí at sjógvurin
vildi tað
eins og tá
brillurnar
gloymdu
eyguni
.
ULL
í havsbrúnni
ganga orðini
aftur og fram
og vassa
í
muninum
millum
hjá- og sjálvljóðini
og av tí sama
varnast tey ikki skipini
sum sigla avstað
við fullum lastum
av stolnum bókstavum
ballaðum inn í ull
sum er skrødd av seyðinum
ið eigur hesar neyðars oyggjar
sum einki egið mál vilja eiga
.
mandag den 2. september 2013
GUMMI
so nógv skip
hava ligið
við hesa bryggju
og gnaga
gomul bildekk
sum í gomlum døgum
trillaðu millum
bygdir við
countryløgum
í oyrunum
á villum
bygdaungdómi
og elefantum
í viðførisrúminum
og helst eisini
onkrari hít
í reyvarlummanum
søndag den 1. september 2013
TUNNILSSJÓN
eri býurin
sum svølgdi
øll eygu
so tey kundu
síggja tað
sama sum
hann tá
hann heldur
vildi vera
ein bygd
av blindum
borgarum
,
Abonner på:
Opslag (Atom)