tirsdag den 23. december 2014

EIN LÍTIL JÓLAHEILSAN

Helt tað vera óhugnaligt at koma oman á vaglið fyrst í mánaðinum. Var eg komin í eina kz-legu? Nei tað var eitt sindur ov patetiskt at hugsa so. Men eg hevði júst lisið ein høvund sum hevði verið fangi í bæði Auschwitz og Buchenwald, ungarski Imre Kertész.  So nógv kunnu bókmentir ávirka meg, men Vaglið? Tað var ein sannur torturur at fáa hasar jólasangirnar úr hátalarunum tvungnar í míni oyru. Og allar hesi smáu, vemmiligu ljósperurnar, ið hingu á trøum og pelum og rundan um vindeygu, vóru sum píkatráður. Tey skóru í míni viðkvomu eygu, so eg varð noyddur at blunda og banna innantanna, at tað heðinshugnaliga smakkloysið eingin mørk kennir.

Á sama hátt havi eg tað við sendingini Sjá, sum Heini við krosskastaðum Beini leggur til rættis. Tú fært veruliga ilt í eyguni. Eg veit ikki, hvussu ofrini í sendingini hava tað, tey og teirra traumur verturin válkar sær í. Interiørið er sum eg kundi hugsað mær eitt framtíðar líkkapell í tí næsta Star Wars filminum, um tað nú koma fleiri. Haldi eisini at konceptið, tey kalla, er eitt sindur ólekkurt. Minnir ikki sørt um vikublaðið Ude & Hjemme, sum eg onkuntíð las, tá eg var í kioskvinnuni. innihaldið var altíð ein blandingur av tragedium (morð, vanlukkur osfr.) og matuppskriftum og klænkikurum. Sjálvandi skulu sendingar gerast við fólk sum eru merkt av "lívsins løstum", sum ein prestur tók til nú ein dagin, men tað átti at borið til, at lagt tað fram undir meiri náttúrligur umstøðum, og ikki soleiðis, at hyggjarin fær ilt í eyguni.

Og so hoppi eg beint yvir í mentanarsendingina hjá sjónvarpinum, sum Ivan Niclassen, ið ikki krosskastar beinini, skipar fyri. Hann stendur nevniliga uppi. Og sendingin eitur Grindin. Tað skilja øll so væl. Vit eru jú so tvítýdd. Baktjaldið minnir meg á eitt tapet, eg hevði uppi á loftinum í mínum kamari í Varðalág. Minnist væl at pápi segði, at eg fór at blíva í ørviti av tí. Partvís hevði hann rætt. Serliga tá eg kom heim eftir at hava ballast nakað nógv. Og eg sovnaði ikki, tí alt fór at mala fyri mær. Og eg roknaði ikki við, at eg kláraði út á wc-ið at ofra, men læt heldur vindeygað upp og spýði alt kvøldið úr mær oman eftir húsavegginum. Tá var gamli óður sunnumorgunin. Tá hann stóð  og spulaði spýggjuna av húsaskjøldrinum, meðan hann hart  bannaði:"Tín forbrendi havhestur!" Soleiðis fekk eg tað eisini, tá eg sá seinastu sending av Grindini. Fyrst eitt innslag um Hanus og Archie. Fínasta slag. Og um filmin hjá Heiðriki á Heygum, fínasta slag. Tó skilti eg ikki, at Ivan bleiv við at snakka um nøtufilm, tí eg sá onga nøt og enn minni nakran nøtubrótara, helst var hann bara í jólahýri. Men so komu bókaummælir og -umrøður. Av tveimum verkum sum einki hava at gera í eini mentanarsending. Bara at síggja permurnar, hesar typisku óalmindiliga ljótu dicount-estetisku permurnar sum eru rundan um næstan hvørja ta einastu føroysku bók, fingu meg at klíggja. Ummælið og umrøður vóru helst okay, men hví spilla dýrabaru tíðina í eini mentanarsending til sovorðið crap! Hvørgin av bókunum er neyðug og høvundarnir átti at verið noyddir at etið alt upplagið í seg niðri á Vaglinum meðan jólasjengurin var skrúvaður for frá. Samstundis skuldi borgarstjórin gingið runt og tikið hondina á øllum sum vóru komin at eygleiða, líkasum fyri at gera tað eitt lítið sindur meiri hugnaligt.

Eg skundaði mær út á bukkuna og koyrdi fingurin í hálsin, áðrenn næsta innslag kom. Og Jesu Navn! Tað var hann sjálvur skaldsøguserfrøðingurin uppi í Bog&Ide deildini í SMS. Hann stóð og stáplaði donsku krimidrotningina Sáru Blæbel, tá verturin kom og órógvaði hann, so hann mundi fingið allan stápilin niður á tærnar. Jú. hann sjálvur skalsøguserfrøðingurin mikli skuldi fortelja um bestseljarar. Og tann besti seljarin var Atlassið sjálvandi. Tað føroyska. Har er ikki so nógv at lesa, hugsaði eg. So tað er helst tí. Føroyingurin er eitt lesiveikt fólkaslag og vil helst lesa bøkur við nógvum myndum og lítlum og ongum teksti. Ella lættskrivaðum teksti sum í krimibókini sum lá nummar tvey eftir Atlassið, sum serfrøðingurin í skaldsøgum ikki enn hevur lagt út á Topplistan yvir fagurbókmentir saman við Álmanakkanum, Støddfrøðishandbókini og øðrum meistaraverkum. Fólk kunnu eisini sita saman rundan um Atlassið og peika. "Har havi eg verið og har havi eg ikki verið". Tey kunnu hava spurnarkapping um, hvussu tey ymisku londini stavast á "føroyskum". So fáa tey jú eisini brúkt brosvøddarnar á jólum. Annars var eisini onkur ljót bók um onkra skipsólukku. Tað selur og tað kemur næstan ein bók út um dagin við skipum sum eru gingin burtur. Skjótt eru ikki fleiri at skriva um, so tað næsta verður, at menn fara at skriva bøkur um skip sum kundu verið gingin burtur, ella sum áttu at gingið burtur. Og so kláraði eg ikki at síggja meir, eg fekk so ilt fyri hjartað, og vildi ikki kalla meg sjálvan ein forbrendan havhest. So innslagið um Guðrið má eg síggi seinni, tá eg havi gloymt alt um tey famøsu bókainnsløgini.

Eg ætlaði mær yvirhøvur ikki at skriva nakað um Kringvarpið ella sendingar tess. Tí tá kann mann altíð blíva eitt sindur negativur. Eg ætlaði bara at ynskja øllum, eisini Kringvarpinum, sum eg veit, eisini dugir at gera góðar sendingar, eini gleðilig jól.

torsdag den 11. december 2014

TOPPLISTI TEIRRA TOLLUTU


Veit ikki hvat eg skal siga um Merkisteinin, fittur drongur, dugir væl at herma og telva og veit alt sum er vert at vita um HB. Helst er hann eisini tann frægasti kulturjournalisturin í Vørpunum, men tað er ikki nóg gott. T. d.í In mente og nú Mentanarcaféini. Tá hann ikki veit, hvat hann skal finna uppá, plagar hann bara ringja til krimisussið mikla niðri við Nívánna. Eisini sjálvt um sussið sussar akkurát tað sama sum seinast Merkisteinurin ringdi til hann. Í síðstuni hevur hann tó ikki bara  ringt til hann, men hevur heilar tvær ferðir havt hann á vitjan í kulturcaféini, har hann aðru ferðina sussaði akkurát tað sama sussið sum fyrru ferð. Aðrar tíðir, tá nýggj bók kemur eftir onkran, so endurspælar hann bara brot úr onkrari samrøðu við viðkomandi høvund, um hann ikki endurgevur samrøður við krimisussið sum av ein ella aðrari orsøk eisini kallar seg bókmentafrøðing.

Og nú hevur hann funnið ein annan bókmentafrøðing. Skaldsøguserfrøðingin Kára Árting, sum annars er leiðari av Bog&Idé (!) handlinum Rit og Rák og ikki dugir at siga Laterna Magica. Hesin veit alt um samtíðar bókmentir. Hygg bara at topplista hansara í fagurbókmentum:1 Á veingjum, 2 Karlo og Luddi, 3 Leskilig jól, 4 Okkara maður á Christiansborg, 5 At elska og liva, 6 Børnini broðreiða, 7  Niels Lassen Holm  8 Skakandi tilburðir 9 Álmanakkin 2015 og sum rosinan í pylsuendanum nr 10 Støddfrøði handbók.

Fagurbókmentir? Ja hesin veit alt um skaldskap og hvør ið keypir hvat. Og so skipar hann fyri eini kapping um at skriva eina skaldsøgu. Vinningurin er skallutar hálvtrýss túsund krónur. Og tað skal vera ein samtíðarsøga. Kanska skuldi hann fortalt okkum, hvat tað er fyri nakað? Hevði hann veruliga verið skaldsøguelskari og, so hevði hann einans kravt at skaldsøgan skuldi  vera góð. Ferdigt! Men kanska meinar hann í veruleikanum, at fólk heldur skulu skriva ein nýggjan álmanakka. Tí hvat er meiri samtíðarligt enn ein nýggjur álmanakki á hvørjum ári?

Og bara tvær føroyskar skaldsøgur eru komnar í ár, sigur serfrøðingurin. Onnur er ein krimibók, triviallitteraturur. Men tað eru tvær skaldsøgur komnar, men triviabókin er ikki onnur. Men ein, eg sjálvur havi skrivað, og eg skilji nú, hví hon ikki kann søkjast á heimasíðuni hjá Bog & Idé handilsmanninum. Kanska fæst hon heldur ikki til keyps har.

Og nú tá Merkisteinurin vísir so stóran áhuga fyri skaldsøgunum, hví syrgir hann ikki fyri, at onkur ummælir tær føroysku skaldsøgurnar, og yrkingasøvnini, í sínum sendingum? Í staðin fær hann skilamannin Hanus Kamban at tosa um eina óskaldsliga bók um Lawrence of Arabia. Tað innslagið hevði hóskað betur í eini uttanríkissending, um nú nøkur slík er í Vørpunum. Tað er eingin grund til at spilla dýrabara tíð upp á enn ein langrøkjutan Hanus, sum annars hevði verið góður sum app, at hjálpa fólki sum líða av svøvnloysi, so tey ikki nýtast at eta ov nógvar sovitablettir.

Víst koma ov fáar føroyskar skaldsøgur út á føroyskum. Men vit hava mest sum ongar skaldsøguformidlarar heldur. Bókmentafrøðingar tykjast vit heldur ikki at hava, ella um vit hava nakrar, so krógva teir seg ólukksáliga væl. Einki forum fyri skaldskap. Heldur ikki hava vit nakran góðan bókahandil. 

Tað er vert at skriva í álmanakkan og eingin støddfrøðishandbók nýtist til, at rokna út, at so er.






.

tirsdag den 9. december 2014

JÓLAGÁVUR



Havi ikki strokið mínar skjúrtur, síðani eg bleiv stakur (eitt orð sum eg altíð lesi sum "svakur"). Tað eru skjótt tíggju ár síðan. Ikki var tað so, at tað var hon, ið streik mínar skjúrtur. Yvirhøvur ikki. Tað havi eg altíð gjørt sjálvur. Men hon átti strúkijarnið og -brettið. Fekk aldrin upp í lag at keypa mær nýtt, og eg havi helst hildið, at tað var eitt sindur hipt, at ganga í óstroknum skjúrtum eftir so nógv ár í nýstroknum. Men nú ynski eg mær bæði strúkijarn og strúkibretti í jólagávu. Eg veit bara ikki frá hvørjum, so tað má helst vera frá mær sjálvum, men eg eigi ikki meiri pengar henda mánaðin. So má eg royna at útvega gjaldoyru. Og um onkur um Keypmannaleiðina ella longur enn, hevur hug at keypa onkra bók ella mynd hjá og frá mær, kann viðkomandi leggja eini boð í boðklyvan á facebók míni. Hugsa tær, at eina ferð sleppa at reypa tær av fyri ommu- ella abbabørnum, at tú vart við til at syrgja fyri, at Tóroddur Poulsen aftur fór at ganga í nýstroknum skjúrtum.





.