torsdag den 31. december 2015

VERK



eg havi einki
at reypa mær av
at hava framt
í hesum ári

havi einki hoyrt

havi einki sæð

havi einki gjørt

eg havi bara
sitið her

og verið











.

lørdag den 5. december 2015

Í HESI RØSTU JÓLATÍÐ





bussurin
stendur í
kirkjugarðinum
fullur av deyðum
sum eru grivin
upp aftur
tí borgarstjórin
vil geva teimum
ein túr runt í býnum
at síggja hvussu fínur
hann er vorðin
og aftaná
eru tey boðin
til ræst kjøt
á ráðhúsinum

tvey børn
úr barnagarðinum
við síðuna av
eru á veg
inn í bussin
annað skal vera
ferðaleiðari
og hitt
skal koyra bussin

og tey koyra avstað
og tey deyðu
sita so fitt og lurta
meðan ferðaleiðarabarnið
greiðir frá
um teir nýggju býlingarnar
og um aðrar
sum fara at koma einaferð
og um allar skúlarnar
sum skulu byggjast og rívast niður aftur

síðani fara tey oman í miðbýin
sum er so væl pyntaður til jóla
at ferðaleiðarabarnið
verður noytt til
at geva teimum deyðu sólbrillur
so tey ikki fáa ilt
í eygnaholurnar
av øllum perunum
sum hanga á trøum
og rundan um handilsvindeygu

og tá tey koma á ráðhúsið
stendur borgarstjórin fyri teimum
sigur at hann tíverri
át alt tað ræsta kjøtið sjálvur
tí tað kom honum brádliga til hugs
at tey deyðu ikki mundu tola ræst kjøt
men hann hevði goymt
eitt sindur av rabarbugreyti til tey
sum tey so fingu við sær
í hvør sínari lítlu skál
heim aftur út í kirkjugarðin






-

lørdag den 28. november 2015

SKROYGGJSLR






Ì dag havi eg heldur einki skrivað, men tað var heldur ikki tað, eg ætlaði mær at siga.



















Glyvursgleiv ella glyvragleiv, tað er spurningurin.













Hosurnar eru stadnaðar og kunnu brúkast sum bót.












Tjóðarbygging er ein spurningur um ormetnan rekavið og ikki um galvaniseraðan seym ella skrúvur við øvutun gevindi.










Amen riggar best á kvøldi.










Amen.









Kirkjan er ein gomul mús og Guð er ein gamal fílur.










Andnegl er eitt slag av trábeitnari trúgv á nakað sum bara naglaklipparin og tann illgrunalitta naglafílin kunnu gera av við.











Tað var ikki meiningin at siga nakað um tað, eg ikki visti, hvat eg skuldi skriva um.












Ein einsamallur vinstragummistivli fekk meg at gráta. 












*

søndag den 25. oktober 2015

JOGGING NEWS



Aftur í dag havi eg runnið 10 kilometrar á hondunum. Aftaná kennist tað væl, at hava tómar lummar.





-

lørdag den 10. oktober 2015

SHAME ON YOU PATTI!




Vit føroyingur eru altíð so stoltir, tá okkara kæra land verður nevnt fyri okkurt gott. Ella tá onkur føroyingur hevur verið við í, ella nærhendis, onkrari stórari hending úti í enn stóru verð. Onkuntíð - meir enn so - verða vit eisini vónsvikin. Eg havi td meir enn eina ferð í eingilskum bókum lisið um, hvussu raskir íslendingar vóru at føra fisk niður til Bretlands undir krígnum. Ikki eitt orð um, at tað vóru føroyingur ið fluttu so gott sum allan fiskin og mistu bæði skip og fólk. Ivist heldur ongantíð at tað eru íslendingar sjálvir, ið hava billað bretum hetta inn. Teir duga so væl at lúgva og harvið skriva skaldsøgur. Tó duga teir ikki so væl at yrkja yrkingar sum vit, ið eiga og siga sannleikan.

Hetta hugsaði eg, tá eg kom til síðu 46 í nýggju bókini hjá Patti Smith, M-Train. Eg fari at citera tað, sum gav mær somu vónsviknu kenslur, sum tá eg las um íslendingarnar sum fluttu allan fiskin til Bretlands á sinni. Hoyr her:

"On the plane I watched consecutive episodes of the Danish crime drama Forbrydelsen, the blueprint for the American series The Killing. Detective Sarah Lund is the Danish prototype of Detective Sarah Linden. Both are singular women, both wear Fair Isle ski sweaters."

Nú mistu tygum helst eisini ondina, at ein lítil oyggj millum Hetland og Orkoyggjarnar við umleið áttati innbúgvarum skal fáa heiðurin fyri troyggjuna hjá "okkaru" Guðrun & Guðrun. Eg haldi at tær báðar skulu leggja sak ímóti Patti Smith  bæði hennara og okkara vegna. At fáa hennara forlag at taka alt upplagið aftur og rætta í næstu útgávu, at henda famøsa troyggja er úr The Faroe Islands. Tað hevði verið góð reklama, betri enn nakað fótbóltslandslið hevði kunnað skapt, eisini tá t vinnur!


.

torsdag den 8. oktober 2015

EITT SINDUR UM HÚSAKULDA


Øgiliga kaldur. Eingin varmi. Plummarin kemur ikki fyrr enn í morgin. Nú visti eg ikki um eg skuldi skriva blikksmiður ella rørsmiður. Teir fáast vælsaktans við bæði blikk og rør og nógv annað aftrat. Blikkinsláari hava tey helst sagt í Havn í eitt sindur gomlum døgum. Ludvík Blikk var ein teirra. Guð viti hví fólk hava búsett seg so norðalaga á knøttinum.  Man tað vera fyri at sleppa undan Guði at tey bleiku fólkasløgini búsettust her? Allar hesar villu religiónirnar koma jú úr tí ræðuliga Miðeysturhitanum. Og har rigga tær kanska best. Hygg og hoyr bara sum teir stríðast hvør ímóti øðrum. Fyrst drepur tú meg, tí at eg drap teg, og síðani drepi eg teg, tí at tú drapst meg, og so drepur tú aftur meg, tí at eg drap teg, og soleiðis drepa vit hvønn annan í ævir allar.

Kortini kom Guð aftaná okkum bleikskortum, so vit ikki longur sloppu at trúgva uppá meiri festligar gudar, og vit vóru eisini friðardýr. Kundu ikki funnið uppá at farið í víking og gjørt øðrum ónáðir. Og um vit gjørdu tað, var tað bert fyri at fáa hita í kroppin. Guði treingist eisini til eitt sindur av kulda viðhvørt. Og tað eiga vit nóg mikið av. Hevði hann komið inn á gólvið, hevði eg skonkt honum ein snaps. Og hevði ein bjørn komið framvið uttan fyri hjá mær, hevði eg skotið hana og latið meg í skinnið. Men eg eigi tíverri hvørki snaps ella byrsu.




.

torsdag den 24. september 2015

RUKKULÍV




tá eg fái rukkur
fari eg at telja tær
sum eg taldi frøknurnar
og himmalsins stjørnur
hóast eg misti talið
byrjaði eg um aftur at telja
hóast eg aftur og aftur 
misti talið
bæði á frøknunum og á stjørnunum
men eg ætli mær ikki
at missa talið á rukkunum
um tær einaferð koma
tað verður sum at blaða
í einari bók
og tað eri eg so vanur við
at eg geri tað í svøvni
og fari helst at telja tær 
meðan eg droymi
at eg spæli orgul
við einari hond
og við hinari
kíni eg andlitinum
á míni elligomlu konu
sum aldrin hevur verið til






-

fredag den 21. august 2015

MESSIAS



Eg eri hann sum koma skuldi, men eg gloymdi skóleistarnar og fekk kaldar føtur.










.

tirsdag den 28. juli 2015

STIKL


Eg havi ikki verið á ólavsøku í eini fimtan ár og eg sakni ikki hetta lágtíðarhald. Míni eygu tola ikki tann sokallaða føroyska búnan, ella tey føroysku klæðini. Summi, serliga tjóðveldismenn við gøtublóði, nevna lakajuniformin (sum ektaðir havnamenn nevndu hann) tjóðarbúnað Føroya. Hetta seinasta eru hesi avgjørt klæði ikki. Tjóðarbúnaði føroyinga eru bláar cowbuksur við fretsekki og sprøklutur vindjakki. Konufólkatjóðarbúnin er joggingbuksur og dýnujakki. Ólavsøkan er ikki nøkur tjóðarhátíð, men heiðring av einum digrum norskum kongi, sum ikki orkaði at stikla steinar sjálvt um hann doyði á Stiklastøðum




.

mandag den 20. juli 2015

SUMMARNÁTT




meðan eg
standi og
kasti mær
av vatninum
undir
stjørnuhimmalinum
hugsi eg
at tað neyvan
verður møguligt
í mínari tíð
at míga
av einari
stjørnu
yvir á
aðra




.

søndag den 19. juli 2015

HAMPING






umvæli orðini
við óbustaðum skóm
eri í teimum bustaðu
so teir kann eg ikki brúka

rustaði
skóhorn
mótmæla

óloystar nætur
kýta seg til fánýtis
men eingin vindur
vil koma teimum til hjálpar
 
gamal plenuklippari
loysir problemið
viðvíkjandi
teimum náttsvongu
svanunum
sum seinni komu
upp at hanga
í tí rangvørga
hjallinum
hjá tí tunguleysa
professararnum
í máttleysari øði




.

onsdag den 8. juli 2015

KRÓGVARIN




krógvi meg í kava krógvi meg í sandi krógvi meg í vatni krógvi meg í mold krógvi meg í landi krógvi meg í mykju krógvi meg í ísi krógvi meg í skervi krógvi meg í lýsi krógvi meg í olju krógvi meg í øli krógvi meg í mjøli krógvi meg í mjólk krógvi meg í orðum krógvi meg í ruski krógvi meg í hoyggi krógvi meg í kaffi krógvi meg í luft krógvi meg í eldi krógvi meg í royki krógvi meg í víni 
krógvi meg í grindini krógvi meg í tíðindum krógvi meg í slatri
krógvi meg í svávil krógvi meg í tøgn krógvi meg í tónum krógvi meg í sannleika krógvi meg í lygn krógvi meg í gangi krógvi meg í trúgv krógvi meg í myndum krógvi meg í mati krógvi meg í syndum krógvi meg í sekundum krógvi meg í húsagrundum krógvi meg í krónni krógvi meg í gjónni krógvi meg í tær krógvi meg í mær krógvi meg í skugga krógvi meg í ljósi krógvi meg í myrkri 
krógvi meg í sól






.

torsdag den 18. juni 2015

VAL



við lummunum
fullum av
regni
fór hann
suður eftir
at halda frí
og at droyma
um okkurt annað
enn eld
og fiskar
sum ikki dugdu
at svimja
tí teir líktust
so nógv fólki
sum altíð
bíta á








.

tirsdag den 16. juni 2015

L Í V I Ð




e i t t  l í t i ð
h o s t  e r
l í v i ð

s u m  e i t t
p u n t u t  
l u m m a t u r r i k l æ ð i
m i n n i s t  v i ð
s o r g b l í d n i

d e y ð i n
e i n  b r a k a n d i
p r u m p u r

s o  h o y r i t ó l i ð
d e t t u r  a v  o y r a n u m
n i ð u r  á  k i s t u l o k i ð

o g  l í k i ð
v a k n a r





.

lørdag den 13. juni 2015

FERÐ



tú hevur ikki bara
fulla ferð á ferðini
men eisini á møðini
friðinum og svøvninum

sjálvt grótið úti í haganum
liggur har við fullari ferð
so eingin annar kann koma fram um

allir mínir dreymar
eru langt framman fyri meg
úti í onkrari fjarari stjørnuskipan
eingin hevur hoyrt um
tí tey hava so nógva ferð á sær





.

onsdag den 10. juni 2015

mandag den 8. juni 2015

EIN DAG




ein dag

hittast vit øll aftur
í teirri knortlutu fjøruni

kanska onkur glíður
í slímutum slíggi

men tað ger einki
so leingi vit eru á himnum

og ikki fáa ilt
sum teir einglar vit eru







.

YVIRLÝSING



tá heystið
er komið
og leyvið
fer upp aftur
á greinarnar
og jólini
verða hildin
her norðri 
í hitanum
meðan víndrúvur
og tomatir
regna
av himni
komi eg
aftur til tín
og krevji
kærleikan
tú tókst 
frá mær




.

FYRIREIKING



havi nóg illa blundað
so droymi eg
at eg skal pakka
tí eg skal flyta
eg veit ikki hvar
vil bara burtur
hvussu nógvar bøkur
orki eg at hava við mær
og hvussu nógvar orki eg at geva burtur
skal eg brenna mínar myndir
ella geva tær til onkran
sum kann selja ella geva tær víðari
klæðini tveiti eg burtur
tað er lýtt og eg kann vera nakin
men tað tyngsta at flyta eru øll minnini
sum eg beri í mínum høvdi
skal eg ikki fyrst skriva tey niður
og senda tey við postinum
til mín nýggja bústað
sum eg ikki kenni enn
um eg 
í veruleikanum 
skal flyta
tá eg einaferð vakni


.

lørdag den 6. juni 2015

ULL


Ja. Kanska, Øh. Helst. Hvør veit. Óivað. Altso. Væntandi. Veit ikki. Næstan. Møguliga. Nei.

At hava eina meining til onkur kemur við eini aðrari.

Meiningar skapar fólk.

Meiningar fita pengapungin.

Tú har yviri kanst tú ikki koma og meina nakað fyri meg.

Og tú longur yviri kanst tú ikki lata vera við at meina nakað, far tú heldur heim til mammu tína at skifta undirbuksur.

Undirbuksur hava onga meining annað enn at tú ikki skalt gerast alt ov kaldur í neðra.

Ullintar meiningar eru tær vælumtóktastu meiningarnar hjá teimum sum hava tær. Men tey ganga ikki í ullintum undirbuksum.

Tað er eisini vanligt at tosa uttan um meiningarnar so fólk ikki skilja meiningarnar alt ov væl og harvið missir meiningin ikki meiningina.

Soleiðis er tað bara við meiningini nú einaferð sum ein meiningsleysur meiningarmeinari meinti ein dagin í meiningahorninum. Nei, hann æt ikki Meinhard, tí so hevði hann veruliga meint tað.




,

torsdag den 28. maj 2015

GEISP




Mentanarcafé, ja soleiðis eitur tað - geisp - ein kastratur syngur sálmar fyri eini strandinnu - geisp - øh kundu tit ikki gjørt tað í kirkjutíð? Og so er skeið við norðoyðardeknum -geisp- teir skulu -geisp- læra at lesa lestur og vælkomin -geisp- í hetta heilaga hús títt -geisp- at hoyra mentanarcafé - geisp- kundi hatta ikki eisini verið sent í kirkjutíð ella í Góðanmorgun bygdafrell -geisp- hatta er kortini ikki mentan - geisp -kundu tit ikki sent handa bankamannin norðuraftur til - geisp - Klaksvíkar -geisp! -
minus seks stjørnur -geisp-.





-

mandag den 27. april 2015

VÆR SJØGGUM OG SJAGGUM



VÆR FLAGGUM OG FLØGGUM
Í GAGGUM OG GØGGUM
OG SJAGGUM OG SJØGGUM
FOR MAGGUM OG MØÐGUM
OG FEÐGUM OG FØÐGUM
VÆR RÆÐUM OG RØÐUM
Í SAGUM OG SØGUM
VÆR GRÆTUM OG GRØTUM
OG AGGUM OG UGGUM
FOR MÆTUM Á MØTUM
VIÐ SÆTUM OG SØTUM
VÆR TRÆTUM Í LØTUM
OG LØGGUM OG BLOGGUM
JA GOGGUM OG MOGGUM
OG TVØTTUM OG TVITTUM
FOR VØTTUM SO FITTUM
OG SKRÁLUM OG SKÁLUM
Á MØLUM OG MÁLUM
VÆR VIRRUM OG VARRUM
FOR PIRRUM OG PØRRUM
VÆR VIRGUM OG VØRGUM
OG DVIRGUM OG DVØRGUM
OG SKRÆPUM OG SKRØPUM
FOR SKAPUM OG SKØPUM
OG KARGUM OG KØRGUM
VÆR VØLLUM OG VALLUM
OG BØLLUM OG BALLUM
FOR SVÍNUM Í DÝNUM
VÆR KÁLVUM OG GÁLVUM
OG GJÁLVUM OG HÁLVUM
OG GEKKUM OG SMEKKUM
OG SNOBBUM OG SNØBBUM
Í LOBBUM OG LØBBUM
FOR BOPPUM OG BØPPUM
VÆR LÚGVUM OG LÝGUM
Í BYGDUM OG BÝUM
VÆR TRØMPUM OG TRAMPUM
OG PRUMPUM OG PRAMPUM
OG KRYMPUM OG KRAMPUM
VÆR KUKKUM OG KAKKUM
OG HOYGGJUM FOR MOYGGJUM
Í JØKKUM OG JAKKUM
VÆR KLØKKUM OG KLAKKUM
OG TØKKUM OG TAKKUM
OG TAKKUM OG TØKKUM!




25. apríl 15, Øgiliga leysliga eftir Rikard Løng

fredag den 24. april 2015

KONTO




Eg eri fátækari enn lundi jólanátt sum heldur seg vera eina kirkjurottu. Eg eri fátækari enn ein fuglingur sum heldur seg vera svíning. Ein havnamaður sum heldur seg vera úr Mykinesi. Eri fátækari enn ein CityChurchari sum droymir um at vera ein góður Bróður. Eri fátækari enn tey sum renna aftaná mær tí eg eigi einki at koyra í teirra sparibússu so fleiri ikki drukna. Eri fátækari enn eitt beklað orðafelli á veg niðan á Sornfelli at leita eftir kríggi. Eri fátækari enn tey sum vilja hava frið bæði innan og uttan fyri sálina.




-

onsdag den 22. april 2015

AKSTUR



lastbilar
fullir av
áttatiárum
og feskum
trýssaratárum
skreiða
niðan eftir
brekkuni
har bara tey
sum eru í barndømi
skreiða omaneftir


.

tirsdag den 7. april 2015

KVØÐARIN



frumskógurin
ella himmalin
minnast ikki
kvæðini
tað gera fjøllini
og høvini heldur ikki

men tað 
gjørdi hann
ið sprændi tey
í æðrarnar
hvønn einasta dag
og tá hann ikki hevði ráð til fleiri ørindi
gloppaði hann reyvarholið fyri hugfloginum
og fekk samsýning afturfyri
so hann aftur kundi spræna nakrar rímur
í sínar sáru æðrar

hann kundi fáa
tað at øra
fyri høghúsunum
í stórbýnum
tá hann treiv í eitt ørindi
um hann sjálvan sum vá á orminum
skýskravararnir
stóðu ikki tryggir aftur
fyri enn kvøðarin sjálvur 
varð funnin á asfaltinum
við einum lítlum ormi bundnum um armin
og eini sproytu sum stóð trýst inn í eina æðr

hann hevði fingið ein ovurskamt av tí
sum skuldi gera hann til ein rættan mann
við tí líka so rætta samleikanum
og ikki minst
tí rætta stevinum











,

lørdag den 4. april 2015

LITRÍKIR DAGAR

So er leygardagurin ikki reyður meir. Helst verður sunnudagurin eitt sindur gulur og mánadagurin bláur og síðani koma allir teir svørtu dagarnir aftur. 

Gleðiligar páskir!






.

fredag den 20. marts 2015

FÓLK



Fólk vóru so ómetaliga nøgd og glað. Ongantíð fyrr hevði eitt tiltak miseydnast so væl.






-

torsdag den 12. marts 2015

GRÓÐRARÓÐUR



Tungur er tigandi gróður, søgdu tær gomlu, men tær søgdu so nógv tær gomlu, tá tær fóru út í urtagarðin at staðfesta tað tær hugsaðu, meðan teir gomlu vóru á útróðri og hugsaðu, at tungur er tigandi róður, ja, teir søgdu so nógv  teir gomlu, innantanna.





-

torsdag den 5. marts 2015

TRÆÐRIR





tráðurin
rundan um
steikina
er áhugaverdari
at kjakast um
enn tráðurin
gjøgnum hana
tá bókmentirnar
verða ov seigar
at tyggja





-

tirsdag den 24. februar 2015

fredag den 20. februar 2015

TAÐ SUM IKKI VERÐUR SAGT



at eitt spor byrjar í havanum,

at egið dámar betur tann villa russiska havan enn tann 

vælbarberaða enska,

hvat um havin var fullur av orðum? (tað er hann sjálvandi eisini)

undir súreplatrænum krógvar poetikkurin seg saman við 

ideologiini: har vespurnar seinni fara at elska tey falnu 

coxsúreplini,

í einum urtagarði skalt tú ikki bara lesa millum reglurnar men 

eisini 

millum orðini,

ikki henda løgna útsøgnin, at tað minnir ov nógv um tað sum 

stendur á hansara bloggi,

bloggurin er ein skaldslig royndarstova tá hann ikki er eitt einmans 

tíðarrit,

nógv av tí sum stendur á blogginum er tikið úr bókum í gerð og 

einki forgjørt er í tí,

ein samandráttur av Reglum (1984) stóð árið fyri í tíðarritinum 

Brá, 

men eingin segði, tá bókin kom 

út, at hatta minnir ov nógv um tað sum stóð í Brá, Feðgar á ferð hjá 

Heðini Brú stóð eisini fyrst

í Varðanum og tá hon kom út sum bók var tað eingin sum segði at 

hatta minnir ov nógv um tað sum

stóð í Varðanum,

og ikki aftur hetta her "er hetta ein skaldsøga"! Harrajesus, eru vit 

komin nakra leið í bókmentasøguni

 í Føroyum? Ja vit standa sum hønur og skrava og skrava og skrava 

og skrava niður í tað sum vit 

einki vita um. Ikki so løgið at ein fær so fá ummæli og lesarar, 

kunnleikaloysi og  ókunnleikaalskur hálsfevnast,

Hvat fanin er ein 

skaldsøga? Eg veit væl at tað er ljótt at banna, men við hvørt riggar 

tað 

eins og klassisk ironi sum als einki

hevur við spei at gera. Merkir skaldsøga (roman/novel) annað enn 

nakað sum ber nakað nýtt eins og 

nýggjheitir/tíðindi? Hava tit nakran tíð hoyrt um form? Øgiliga 

stuttligt hann sjálvir at pápi tín brúkti 

formar til at stoypa garðar og húsagrundina við. Men teir formarnir 

vóru alt ov líka, alt ov javnir,

eru húsini - og garðurin - so keðiliga siðbundin.

Nietzsche sigur upprunan til skaldsøguna vera dialogarnir hjá 

Platon. Vit kunnu ella kunnu ikki siga at

upprunin ella hugskotið til fragmentarisku skaldsøguna eru 

fragmentini hjá Herakleitos. Hetta má

fegin mótsigast ma. av mær sjálvum.

Eri so troyttur nú men kundi kundi hugsað mær at hildið fram tá eg 

eri minni troyttur,


*

Dagin eftir spýði hann knettir,

at einki verður gjørt burtur úr, at bókin er til minnis um tríggjar 

aðrar bøkur,

at bls. 105 - 143 eru allar sum tær eru spák í skóginum har 

søgusigarin býr (Keypmannahavn verður ofta nevnt av 

ummum við ongum s´i, men lítið og einki snýr seg um tann býin 

burtursæð frá 

kjallaramálningardøgunumvið  tonkum/minnum ið loysna og 

festast 

á slíkum ferðum, og tað eru líka nógv minnir frá trýssunum sum 

frá hálvfjerðsunum og fírsunum og hálvfemsunum og nullunum og

ikki minst: tíggjunum, gamalt var at geva rættlesaranum rætt í 

øllum tó við einum undantaki - teir mugu fyri alt í verðini ikki fáa 

hundrað % rætt!-  á síðu 105 áttandu reglu úr erva, havi eg skrivað 

um "hálvskuskøddu skógvar" og tað var ikki gott fyri tærnar hjá 

fræga rættlesaranum sum vildi rætta til "hálkuskøddu", men eg helt 

við mítt, tí tað var gamalt hjá okkum - og tað kundi rættlesarin frægi 

ikki vita - at tá mann læt seg í hálvhosur uttan á skógvarnar ella 

stivlarnar, ja so var mann hálvskuskøddur, slíkt kann tú heldur ikki 

krevja, at fólk, sum ikki eru uppvaksin í málsliga kreativa og 

musikalska Tórshavn, vita.

Ein bátur úti á fjørðinum droymir. Køld dýr krógva seg.

Hann spælir leiklutin sum leiklutur.

Har fara vit at ganga tá beinini verða sum gummi.

Og har fara vit at ganga tá beinini verða sum viður.

Og har fara vit at ganga tá beinini verða sum stál.

Og har fara vit at ganga tá beinini verða sum mold.

Og har fara vit at ganga tá beinini verða sum vatn.

Og har skulu vit ganga tá beinini verða sum bein.

og tað sum ikki verður sagt er eisini tey ummælini Rusturin 

ongantíð  fær. Til dømis í Sosialinum sum ikki hevur hýst ummæli

av nøkrum av mínum verkum í skjótt tíggju ár. Einki hjálpti at 

blaðið  fekk eitt mentanarískoyti einaferð um mánaðin. Á teimum

skúlagentulayoutaðu síðunum eru bara pláss fyri ummælum av 

Sprotskum bókum og lummaskúvapseudohugleiðingum um eitt

canadiskt millumskald sum er lítið frægari, skaldsliga sæð, enn

handa Trille ið sami lummaskúvapseudohugleiðari umrøddi í 

sjútiárunum .  

Og so kom stundin, tá alt tað sum verður sagt, fær ein enda hóast 

tað ikki verður sagt.

Endin er hesin: eingin hevur heldur varnast ella gjørt vart við at tað 

stendur eitt ö ístaðin fyri o á síðu 67. Sjálvt meistarligi rættlesarin 

fann tað ikki. Men tað stendur har enn og gevur tekstinum meining.

Og rusturin gevur vindinum meining meðan trøini sveiggja í 

honum. 


torsdag den 19. februar 2015

OH SAMTÍÐ SAMTÍÐ HVÍ FÓRT TÚ FRÁ MÆR



Athugavert okkurt av tí Jonhardur, skyldmaðurin í Vestmanna, segði í teirri larmandi mentanarkaffisendingini hjá Jinglu-Gunnari (nær fer onkur í kringvarpinum at gera sendingar við ongum ífyllutónum?). Ikki tað, at hann ikki lesur aðrar bøkur enn tær hann fæst við sum forleggjari og undirvísari. (So er tað ikki løgið at hann saknar samtíðarbókmentir, tá hann ikki lesur aðrar bøkur enn tær, hann sjálvur fæst við; eg vil fegin heilt ósmæðin viðmæla mínar egnu td. "Útvølir, "Heimvitisferðin" og ikki minst "Rustur sum viður og vindur" sum viðgera samtíðina, annars vildi eg meint, at allar bókmentir sum skrivaðar verða í samtíðini eru samtíðarbókmentir. Amen.) Nei, tað mest áhugaverda var, at hann saknaði at hoyra frá akademikarunum í almenna orðaskiftinum, Eg havi fyrr eftirlýst teir her á blogginum, men lítið hevur hjálpt. Eg haldi at eg veit, hví vit aldrin hoyra frá teimum. Tað er tí at teir eru nakrir helvitis ræðuskítar. Samtíðarræðuskítar! Amen.

søndag den 25. januar 2015

MONGUM BRESTUR



Ætlaði at skriva eina rúgvu av orðum her, men eg havi ikki tíð.
Og eg skrivi bara eina reglu aftrat so tygum kunnu lesa millum reglurnar.











_

fredag den 16. januar 2015

EITT SINDUR UM FORNSKÁLVÍKST



Ikki sørt smástuttligt og -hugnaligt at lurta eftir Súna á Breddanum og Heðini Gjóvskaldi í útvarpaðu kultursendingini í Kringvarpinum. Teir vóru vendir við ávegis til Skálvíkar at luttaka í mentanarvirðislønarhandanini (tak hatta orðið upp aftur og aftur, skjótari og skjótari), og settust í útvarpsstovuni at tosa um skálvíksskald. Heðin Brú, K. O. Viderø og Hans Dalsgaard. Frægir menn haldi eg so við. 

Tað var mest tí teir tosaðu um Viderø, at eg skrivi hetta, eisini tí at eg júst havi endurlisið "Ferð mín til Damaskusar". Nógv hevur verið sagt um málið hjá Viderø. Onkur sigur at hann er bara ein krukka, tí skrivar hann soleiðis. Havi eisini hoyrt onkran sagt, at soleiðis tosaðu teir gomlu skálvíkingarnir. Tað trúgvi eg ikki, ella so hava teir verið ólukksáliga gamlir. Haldi ikki at hann er so torførur at lesa, sum so nógv halda, orðafrágreiðingarlisti er eisini afturi í bókunum. Jú viðhvørt kann ein argast av málinum, og geva tí rætt, sum sigur, at málið er í so krukkut, ella pottasligt sum tað eitur á nýføroyskum, tó ikki náttpottasligt. Hann er heldur ikki altíð heilt konsekventur. Men aftur hesa ferð mundi eg verðið forargaður av einum orði. Tað er tá hann fortelur um, hvussu bangin pápi hansara var um hann, tá hann fyrstu fór av landinum til Danmarkar, og hann skrivar á blaðsíðu 46: 

" - Men faðir varð sitandi uppi ásamt móður. Í heysi hans gekk nú mangt og hvat aftur, sum hann havdi lisið í reyvaraskaldsøgum, til dømis av Sherloc Holmes ella av Conan Doyle; - soleiðis britist honum londini fyrir útan Føroyar liggjandi í tí vonda, - og móðir sinnaði honum. " 

Lortur liggur á tí, at hann ikki veit, ella helst hevur gloymt, at Conan Doyle skrivaði um Sherlock Holmes, men verri við orðinum reyvarskaldsøga. Hví nevnir hann tær tað? Røvaraskaldsøgur? Man hetta vera fornt skálvíksmál? Hann kann ikki halda, at krimihøvundar eru reyvarar, tí konufólk skriva eisini reyvaraskaldsøgur. Snúgva hesar bøkur seg um reyvarar, ella eru tað bara reyvarar, ið lesa slíkar bøkur? Kanska onkur kann hjálpa mær, tí eg eigi ikki sjálvur nakra fornskálvíkska orðabók.






,

torsdag den 15. januar 2015

VIÐHVØRT


Viðhvørt er gott at krógva seg í veðrinum. Eg meini ikki í ølinum har norði frá.

tirsdag den 13. januar 2015

SO OG SO NÓGVAR DAGAR EFTIR TRETTANDA





Sjálvt um eg einki skrivi, hyggja tey inn á gólvið. Kanska skrivi eg meir í kvøld ella í morgin. Okkurt um alt tað, sum ikki er tað, fyrr enn hendingin er sjónarváttað. Okkurt omandottið. Eitt brotið bein ella bæði tvey. Tyrlan farin suður til Sands eftir einum manni, sum hevði svølgt eina skrúvu. Rætting seinni: Maðurin, sum tyrlan fór suður til Sands eftir, tí hann hevði svølgt eina skrúvu, hevði ikki bara svølgt eina skrúvu, men ein heilan pakka av skrúvum, tí onkur hevði brigslað honum, at hann hevði eina skrúvu leysa og at hann als ikki var nakar brandur. Bara ein lítil dukkufretur. 

Nú fari eg at sláa ein nagla niður í gáttina millum køkin og gongina. Ein forbrendur nagli, sum altíð kemur upp aftur og skræðir hol á mínar hosur. Mínar forkolaðu hosur, eg tveiti út, tá hol kemur á tær. Veit væl, at eg kann brúka tær at pussa vindeygu við. Sjálvandi eftir at tær eru vaskaðar. Tað hevði ikki verið so gott, um vindeyguni fóru at lukta av fótasveitta. Tærnagassi sum vit søgdu í skúlaárunum. Ber til at síggja ígjøgnum tærnagass? Kanska onkur verksetari í Klaksvík fer at gera okkurt skilagott úr tærnagassi. Tá verða yvirskriftir á portalunum: "føroyingar - øh klaksvíkingar - hava útflutt fyri 3 milliardir krónur av tærnagassi, meðan menn og konur sita og pilka nøs suðuri í Havn."







*

fredag den 9. januar 2015

LÍTIL SPEGILSMYND


Hann sjálvur í erva, Guð, man helst eisini hava humor. Hann skapti jú okkum í sínari mynd. Ella kanska var prototypan, Adam, ein krympreyv?





-

torsdag den 1. januar 2015

ØRLÍTIL NÝGGJÁRSRØÐA

Lat meg einki siga um lortaárið sum fór. Og eg fari heldur einki at ynskja um tað nýggja árið. Eg ynski bara, tá eg síggi stjørnuskot og tað er sjáldan. Mest sum aldrin. Eg hevði tó eitt ynski í fjør, at fáa eitt strúkijarn í jólagávu, men tað fekk eg ikki, so í tí nýggja árinum fari eg framhaldandi at ganga í óstroknum skjúrtum, Tó ber til at gita um nýggja árið, men eg veit ikki rættiliga hví, tí árið kemur og fer kortini og eg ætli mær at arbeiða víðari við tí eg arbeiði við og ætli mær at gera tað so væl eg kann. Ella betri enn eg kann. Málið má altíð vera at tú skalt verða betri enn tú sjálvur. Tú ert tín egni kappingarneyti.

Og tað er valár í ár. Stuttligt verður at síggja og hoyra, ella rættari: at ikki síggja og ikki hoyra, hvat vælevnini ikki fara at tora at koma inn á. T.d. dálkingina av okkara firðum orsakað av laksaalingini. Eg fari at vedda fimm fryst alilaksfløk uppá, at einki valevni fer at nevna tað við einum orði. Mentan fara tó øll valevnini at lova stóran stuðul til, og tá tey koma í samgongu, verður tað sum seinast: mentanargrunnurin verður skerdur upp aftur meir. Og einki hjálpir at Drotningin við fronskum sheiki kemur at vitja og at hon enki undirhald fær í Føroyum vegna listafólkablokadu. Soleiðis er tað bara, sum reyvatungir eysturoyartingmenn plaga til at taka.

Grindaporno sleppa vit heldur ikki undan í ár. Allir miðlar verða á tremur við grind og spiki, Watsonum og grindafelagsmonnum, kálhøvdum og kyksilvuri.

Fyrr var sagt, at eitt flakavirki var á hvørjum tanga. Skjótt fara vit at siga, at ein festivalur er á hvørjum tanga. tí enn fleiri festivalar fara at koma. Seyðarockfestivalur í Saksum. Alternativur countryfestivalur til fólk við flæætari tungu av Eiði frá Gjógv og úr Svínoy fara at skipa fyri á Eiði. Trillubørurockfestivalur í Skopum. Blákrosspopp inni á Nesi og ikki minst makreldansibandsfestivalin á Tvøroyri. Grindapornofestivalur verður bæði í Hósvík og í Húsavík. Hetta eru bert nakrir fáir festivalar, ið vit fara at hoyra um í nýggja árinum.

Bókaárið verður eisini einastandandi. Tað vísir seg nevniliga, at fleiri skútur onga bók hava fingið um seg. Bæði burturgingnar og slíkar sum eru rotnaðar upp av sær sjálvum. Teir smærru bátarnir skulu eisini hava sína bók. Allir teir misháttu, hvítu plastbátarnir á vestaru Vág í Havn skríggja eftir eini bók í part. Føroyskir rithøvundar fáa nokk at gera og ríka okkum andaliga við hesum avbera góðum skipa- og bátasøgum. Ikki um at tala allar myndirnar sum verða við bókunum. Tær gleða vit okkum mest til.

Og fleiri spennandi bøkur av tí lættlesiliga slagnum fara at koma. Ja, nógvar nýggjar krimibøkur fara at koma, um ikki ein um vikuna, so í  øllum førum ein aðru hvørja viku. Um alskyns detektivar í svimjubrillum sum fara at klintra í bjørgunum og lúra inn í gjøgnum vindeyguni hjá hampafólki. Føroyingurin er jú eitt lesandi fólk og hugsar serliga djúpt, tá hann lesur svimjibrillukrimibøkur.

Hetta er, sum tit síggja, ikki nakað eg ynski mær, men eg vænti mær bara, at so verður og av tí sama er tað eitt sindur ringt at siga gott nýggjár, men geri tað kortini, kanska vaknar onkur og vendir alt á høvdið. Gott nýggjár.