Her er ikki nógv av nýggjum. Kenni meg so avbloggaðan. Eg ætlaði at skriva eina flaggrøðu flaggdagin, men eg tímdi kortini ikki. Haldi fløgg eru so keðilig. Serliga tey norðurlendsku sum altíð skulu hava hatta torturinstrumentið við. Krossin. Trúgvi ikki at Jesus hevði dámt, at krossurin skuldi symboliserað hansara áskoðan. Høvdu rómverjar uppfunnið giljutinuna (fyrstu ferð eg havi stavað hana á føroyskum og í hesum føri sigur gi ikki dji) so hevði Jesus verið giljutineraður og so høvdu allar altartalvur í øllum kirkjum avmyndað ein giljutineran Kristus og eini flættaðari kurv við hansara høvdi í. Og vit høvdu sæð blóðsprænin úr hálsi hansara. Okkara merkiliga Merki hevði avmyndað eina bláa giljutinu, ein reyðan Kristus og eina hvíta kurv. Nei, eg má heldur royna sjálvur at tekna eitt uppskot til eitt giljutinuflagg, sjálvt um eg ikki eri úr Fámjin og havi gingið á Garði. Havi ongantíð verið har inni, men mangan gingið framvið. Kanska fer mítt giljutinuflagg at hanga í Havnar kirkju og ein nýggjur Hans Andrias fer at gera ein upp aftur nýggjari flaggsang. Sjá tú bliknar sum kurvin osfr.
Nei nú eri farin av sporinum. rómverjar uppfunnu ikki giljutinuna, men ein franskur lækni við sama navni, stavað á fronskum. Á døgum Nólsoyar Páls. Og tað var vist av humanum grundum. Skarprættarar høvdu tað við at raka við síðuna av. Helst tí at teir høvdu drukkið nakað nógv av móti til áðrenn. Men krossurin er meiri sadistiskur, tað tekur sína tíð at doyggja. Rómverjar vóru nakrir verri sadistar. Og tað elska tey kristnu at válka sær í. Rómverjar høvdu helst ikki brúkt giljutinuna, um teir høvdu uppfunnið hana. So høvdu teir í øllum førum krossfest offrið fyrst og giljutinera aftaná. Og lesarin kann sjálvur síggja fyri sær ein upprisnan Kristus við høvdinum undir arminum. Ella hevur hann sett høvdið á pláss aftur, sum um einki var hent? Helst.
søndag den 28. april 2013
onsdag den 24. april 2013
LÝSING
henda yrkingin
bíðar eftir
at onkur sum
ikki er alt
ov friðarligur
men ikki heldur
alt ov nógvan gang
skal seta búgv í sær
viðkomandi
má vera myrkaræddur
og ikki tola
meir enn eitt vist
av ljósi
og eisini duga væl
at fáast við bókstavir
sum ikki sjálvir duga
at seta seg uppá pláss
tað er ein fyrimunur
at skilja tungutalu
og eitt sindur av mjørkatosi
og at vera kvinna
við stórum bróstum
sum eisini duga
at skriva yrkingar
úr ongum ættum
men hetta er ikki eitt krav
bara ein ynskidreymur
uppi yvir einum glasi av mjólk
.
onsdag den 10. april 2013
FLUGUTAL
í dag havi eg ikki
hugsað um deyðan
heldur ikki í gjár
men fyrradagin
taldi eg tær deyðu flugurnar
sum hava ligið í vindeyganum
síðani seinasta heyst
og meðan eg taldi tær
kom lív í eina teirra
og hon fór stetlandi
upp eftir rútinum
so eg gavst at telja hini líkini
og tá datt hon niður aftur á karmin
lá og sprellaði eina løtu
og so var hon aftur deyð
hetta fekk meg at gruna yvir
um flugur trúgva á eitt lív aftaná deyðan
ella um tær trúgva á talspeki
ella um tað er rætt at telja flugulík
ein slíkan vakran dag í apríl
tá bara tað livandi
hevur rætt til at liva
.
Abonner på:
Opslag (Atom)