torsdag den 24. april 2014

DREYMUR FLAGGDAGSNÁTT





so nógv hár at telja
afturvið 
symfoniskum barnagráti
tey gomlu spæla kríggj
men eingin vil eta tjóðskaputan havragreyt
fyrr enn øll fongsil
eru pakkaði inn
í tað himmalska pappírið
sum bara dreymar kunnu teknast á
og í skugganum av tí
sita vit og eygleiða flaggið
sum skúlin er sveiptur inn í
og tað vil illa kukka
hvørja ferð vit brúka orðini
æra ella heiður
og ikki minst
hitt gula orðið
fosturland
tá skola allar hvalspýggjur upp á turt
og slýggjutu standmyndirnar
av okkara deyðu
eru tað einasta
sum minnir um lív
tá spøkilsini geispa
góðan morgun










:

tirsdag den 15. april 2014

LEYVIÐ HALDI EG

HNJ Bókhandil bøkur føroyskar bókmentir føroyskt mentan mál handil

Sum tit síggja so er gamli bókahandil vorðin so frægur at hann hevur nýggjasta yrkingasavn mítt, hitt tvímálsliga leyvið haldi eg / løvet tror jeg sum er útgivið av víðagitni forlagnum Edition After Hand. Tað kostar einans krónur 148,00. Tá tygum kortini skulu á hina stóru føroysku bókaútsøluna, kunnu tygum eisini hava hesa bók í huga. Hon kann eisini nýtast sum gáva hjá onkrum vini uttanlands sum betur skilir danskt enn føroyskt. Eisini er hon góð at lesa í um páskirnar (og til allar tíðir annars), og tygum kunnu lesa hart upp úr henni, m.a. áðrenn farið verður at rulla páskaregg vil eg viðmæla at lesa hart upp yrkingina á blaðsíðu 48. Góðar páskir!






.

lørdag den 5. april 2014

HÁTÍÐARLOYSI OG ANNAÐ GRUGG


Í hesum døgum fyri 30 árum síðani, sá fyrsta yrkingasavn mítt, Botnfall, dagsins ljós. Kanska er dagsins ljós ikki rætta orðið. Eg minnist ikki, at tað várið var vera serliga ljóst. Tað minnist eg eingin føroysk vár at vera. Í fyrstuni hevði eg eitt sindur ringt við koyra bókina í bókahandlarnar, tí eg var illur inn á meg sjálvan, at eg ikki hevði rættlisið hana betri. Hetta var í teirri tíðina, tá villur ikki máttu vera í bókum. Men út kom hon so kortini og rættiliga nógvar býtti eg út til høgru og vinstru og suður og norð. Botnfall er ikki at fáa í bókahandlunum longur. men eg havi frætt at onkur av teimum fínu antikvariatunum í Tórshavn hava eintøk av bókini til sølu fyri 2.000,00 krónur, og at onkur hevur eintak við dedikatión og verða tey seld fyri tann delikata prísin av krónum 5.000,00. Tað verður ikki nakað hátíðarhald í samband við tretivu ára dagin. Hevði skrivað eina bók, sum í hesum sambandi skuldi útgevast í hesum døgum, men so helt eg, at tað var synd fyri bókina, at hon skuldi vera ein hátíðarhaldingarbók, so eg læt vera við at senda hana avstað til forleggjaran.

Annars havi eg fleiri titlar til sølu á tí Stóru Føroysku Bókaútsøluni, hví hon verður nevnd so, man helst vera tí at meginparturin av bókunum eru umsettar barna- og ungdómsbøkur. Sjálvur las eg ikki slíkt, tá eg var barn. Eg las skaldskap. Tí sigi eg við tykkum foreldur, keypið ikki børnum tykkara, um tit vilja teimum væl, hesar tunnu barna- og ungdómsbókum, men keypið teimum og tykkum sjálvum yrkingasøvn. Tit kunnu t.d. fáa Heimvitisferðina fyri einans krónur 48,00, henda bók sum sambært bókaútsølukatalogið "gjørdi gølu tá hon kom út." So kæru lesarar og litteraturelskarar: høvdu tit ikki ráð at keypa hana tá, ella vóru tit ov gírig, so eru ráð fyri tí nú. Keypið tvey ella trý eintøk. Ein slíkur skandaluklassikari kann altíð brúkast sum gáva seinni. Og keypið hana nú - og hinar, eg havi fleiri titlar við í ár - áðrenn tey fínu antikvariatini í Tórshavn fara avstað við teimum seinastu og selja tey fyri seksciffraðar upphæddir.








.