HNJ Bókhandil bøkur føroyskar bókmentir føroyskt mentan mál handil
Sum tit síggja so er gamli bókahandil vorðin so frægur at hann hevur nýggjasta yrkingasavn mítt, hitt tvímálsliga leyvið haldi eg / løvet tror jeg sum er útgivið av víðagitni forlagnum Edition After Hand. Tað kostar einans krónur 148,00. Tá tygum kortini skulu á hina stóru føroysku bókaútsøluna, kunnu tygum eisini hava hesa bók í huga. Hon kann eisini nýtast sum gáva hjá onkrum vini uttanlands sum betur skilir danskt enn føroyskt. Eisini er hon góð at lesa í um páskirnar (og til allar tíðir annars), og tygum kunnu lesa hart upp úr henni, m.a. áðrenn farið verður at rulla páskaregg tá vil eg viðmæla at lesa hart upp yrkingina á blaðsíðu 48. Góðar páskir!
.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar