mandag den 29. maj 2017

JØRN

koma
vit longur
enn aftur
og fram
og niður 
á botn
og upp
aftur og
aftur segði
skaldið og
meig saltan
sjógv á 
reypandi
skiparabjølg









trúfesti
hon er stór
tygara
tú veit
ikki sannheit
sangir
eru
sloyfir
men hetta
er so nógv annað





ætlan
latin
aftur

eingin
sýpur
støddir

skúgvur 
skríggjar
bakur

omanlop
ferfaldur
búskapur

rullukragi
niðaneftir
nakkaspiki

rørini
vellingur
skallabrot

endurskoðar
drekkivatnið
spjaldrarustur

fóðurtunga
uppskotsslógvið
mánadagsgjálv

gluggatarvur
skemtisýnir
knappanálir

vøluspáddur
æðraknútur
veðurprýðist

ongastaðni
dómamorgun
heimaspjaðist





*

fredag den 26. maj 2017

LOGG



                                         tað nýggja bókasavnið
                                                  er í gerð sum skulpturar
                                                        teir fara at síggjast betur í heyst









tað var
ikki bara
ein súkkla
tað vóru tvær








tað var
ikki bara bara
ella einans einans








eysturtýsk
erika
við ongum
ð´i
gav eitt
gott stev
tá fingratrýstið
var oman fyri miðal




stendur
á nøkrum stórum
innrammaðum
og innpakkaðum
steinprentum
sum eg ikki
havi ánilsi av
hvat eg skal gera við





*

í morgin stendur okkurt annað her
seks og tjúgu hitastig til dømis
ella eg dugi ikki líka væl karate sum teir á filmi
men teir lata bara sum um
tað geri eg eisini tá eg hyggi at tí
og sløkki knappliga ella fari yvir á aðra rás
fjarstýrarin er mín skambyrsa
sum meddar so væl móti tómleikanum á skíggjanum
so eg fari at leingjast eftir kava og kavamonnum
sum kunnu geva mær eina meining við tilveruni
eina bók úr kava er næsta verkætlanin
úr kava sum ikki kann bráðna
fyrr enn vit sjálvi bráðna
sum garnatálg á dómadegi






*

mandag den 22. maj 2017

DAGBÓK 2


tá tú hevur
sett á
hugflogið
og gjørt tað
til eitt brot
av gomlum døgum





soleiðis
sóu tær út
teldurnar
mínir
grótmannaforfedrar
evnaðu til
vil meitlum 
og hamarum







himmalsins
portur
teirra ivandi
er eisini
eitt portur







tá so nógv
er at fara til
og eingin vil við








okkurt
skal mann
hava at
takast við
tá mann flytur
heim aftur







helst rann hon undan onkrum
og so fór hon úr skónum
fyri at renna skjótari
og so fekk hon bara annan skógvin við
í hondina

hopi ikki
at nakar fangaði hana






fleiri deildir kanska
tá tú flytir heim





sumt
kann bara síggjast
har tú sær tað
og tó






viðhvørt
er tað ein fyrimunur
at vera tann spannin
sum verður sett uttanfyri
ikki minst
tá allar hinar
eru líka turrisligar







spyr ikki meg
nær sólin skínur
ella nær tað verða grindaboð
eg veit bara eitt
eg síggi bara blátt







soleiðis
sá veruleikin
eisini út
tá vit spældu har
















*****
eina tablett 
fyri orðaviðkvæmi

tvær fyri vantandi kærleika
fyri tí siðbundna

og tríggjar
fyri rímneyð




.

søndag den 14. maj 2017

DAGBÓK




tað var ikki ein
men tveir 
sum søgdu
við hvør sínum munni
at tað vóru tríggir






eingin veit
nær urtapotturin
dettur á gólv






hárið
liggur
á gólvinum
sum minnir
um eitt hermót
har tað 
endaliga slagið
skal standa
um tann fyrsta bóltin





ongantíð fyrr
hava so nógv sagt
ongantíð áður





berføttur
flýggjaði hann
gjøgnum
ein skógvhandil fyri
og annan eftir






at kroysta
orðini
úr sær
og síðani
tveita seg
burtur





her er skriftin
ikki sannari
enn slóðin
í kavanum
men dreymurin
um hvítt kaffi
sum smakkar av snyki
lýgur íkki






búgv
har
tín trúgv
sigur:
súgv!






tá eg var tíggju
var eg ikki tólv
men tá eg var fjúrtan
var eg tjúgu






tann 
síggjandi
er 
viðhvørt
eisini
tann
spýggjandi






so nógvir kavbátar
á havsins botni
leingjast eftir 
vatnskorpu





~~~~~~~~~~~~

torsdag den 11. maj 2017

EINSLIGT




tað káma
er ikki at kráma
tað vit dáma
sum til dømis 
eitt vánaligt rím
ið fer skramblandi 
oman trappurnar
og vaknar aftur sum hím









* * * * * * * * * * * * * *