søndag den 14. maj 2017

DAGBÓK




tað var ikki ein
men tveir 
sum søgdu
við hvør sínum munni
at tað vóru tríggir






eingin veit
nær urtapotturin
dettur á gólv






hárið
liggur
á gólvinum
sum minnir
um eitt hermót
har tað 
endaliga slagið
skal standa
um tann fyrsta bóltin





ongantíð fyrr
hava so nógv sagt
ongantíð áður





berføttur
flýggjaði hann
gjøgnum
ein skógvhandil fyri
og annan eftir






at kroysta
orðini
úr sær
og síðani
tveita seg
burtur





her er skriftin
ikki sannari
enn slóðin
í kavanum
men dreymurin
um hvítt kaffi
sum smakkar av snyki
lýgur íkki






búgv
har
tín trúgv
sigur:
súgv!






tá eg var tíggju
var eg ikki tólv
men tá eg var fjúrtan
var eg tjúgu






tann 
síggjandi
er 
viðhvørt
eisini
tann
spýggjandi






so nógvir kavbátar
á havsins botni
leingjast eftir 
vatnskorpu





~~~~~~~~~~~~

Ingen kommentarer:

Send en kommentar