søndag den 26. april 2020

FRÁSTØVUT STØÐA



frástøða  
hjástøða 
lágstøða
 rástøða
gleivstøða
skrástøða
skeivstøða
sleivstøða
rangstøða
niðurstøða
góðaráðstøða 
óðasturáðstøða:
støðufrámerktur 
frástøðumaður
liggur í strástøðu
sum støvutur
smittustrámaður
við ongum spritti
sum skuldi verið í tunnu
men hann liggur nú og mungar
við bindi fyri munni
og hann bønar og biður
 á góða fitta fitta mín
kanst tú ikki spritta tín
so eg aftur kann lyfta vín
sum eitt gamalt svín
og liggistøðumaður
sum kann fáa tað hálva løgting
ið leskar vára tystu kapitalismu
at lata meg upp eins og móses við stavi
tá hann deildi havið
sum var tyngri enn sprittið
 sum eg ikki enn lyfti
so eg verði tín fitti
á fitta fitta mín:

 mítt handartváttarkonubrot
sum heldur seg hálvar og píkatríggjar metrar
frá vaskinum og tveir metrar frá sápuni
og fimm metrar frá sprittinum
og einum millimetri frá samfelagssinninum
og tað skrivar løggusprittveldið við feitari sápu
at tá tú heldur
títt samhaldsfasta samfelagssinni
longur inni
enn tveir metrar
og í minst tveir vetrar
ert tú samfelagssinnissjúkur
sum ein rustaður húkur 
í búkinum á manninum við løggu
sum tosar sum eitt
ið liggur í vøggu
á sóttarhald
á sóttarhald
eg gevi teg yvir
í mítt vald

                                                     

                                                     
 


                        




                                                                           *

torsdag den 23. april 2020

BOND




EITT SINDUR SKEIVT FOTOGRAFERAÐ TÍ MÁLNINGURIN VAR SO HEILT ÓLUKKSÁLIGA STÓRUR OG HONDIN SUM HELT TÍ EVARSKA LÍTLA FOTOTÓLINUM SKALV





tað vóru
øll hesi orðini
ið avgjørdi
hvar pøsirnarnar
skuldi standa
meðan tøgnin
varð skapt
í trúnaði
soleiðis sum
stólurin kravdi
annars slapp eingin
at sita á honum
nakrantíð
aftur
og einki hjálpti
um klæðini
vóru dálkað
av alskyns
litum





*

bonus:


.

torsdag den 16. april 2020

JAZZ





                                                     so gott
at hoyra jazz
páskanátt
teir deyðu
tónarnir
rísa upp aftur
úr saxofonini
og eingin órógvar
við telefonini
og coronuni
og eg hugsi um orðið
svøvil
sum fær húkin
at snara
og um ta hørðu lagnu
at enda sum standmynd
í bronzu
 sementi
elle rustfríum stáli
og tað
fúnaða træverkið
har eingin longur situr
og roykir
sína fyrstu og
síðstu sigarett
men man tað ikki vera loyvt
at roykja á himnum 
um jazztónar
verða spældir
tí tónleikarar leggjast støðugt til
í erva
og teir kunnu skjótt møðast av hørputónum























                                      
                                   *

søndag den 12. april 2020

GLEÐILIGAR PÁSKIR

















                                       *

onsdag den 8. april 2020

SLØÐ







føroyar sum
illa yrkt
kvæði við
ongum
niðurlagi
einki
benjardøgg
ein lítlan
løgg
ella drøgg
men
bara
skrøgg
skrøgg og
upp aftur
meiri
skrøgg



























*

torsdag den 2. april 2020

DUBLETT










vit sum
gleðast
um einki



fáa gron
tá okkurt
hendir








*














myrkrið
lýsir
á meg




sum ein
náttpottur
á vetri










*