lørdag den 31. december 2016

XPERIMENT


konsept siga tey ha ha ha konsept ha ha ha

eitt ella annað stað siga tey ha ha ha  eitt ella annað stað ha ha ha

sáttmálin við lesaran siga tey ha ha ha sáttmálin við lesaran ha ha  ha

suss sussa tey ha ha ha suss sussa tey ha ha ha

ha ha ha siga tey ha ha ha siga tey









.




fredag den 30. december 2016

NÝGGJÁRSKORT








postboðið
fær meg
at hugsa
um ein
sera bláan
himmal og
nøkur fá skýggj
eg sum 
hálvvaksin sá
í einum filmi
í havnar bio
tá eg
eins og nú
ikki fekk
so nógvan post




.

onsdag den 28. december 2016

TÁ ØLL ERU RÝMD




tá øll eru rýmd
siti eg eftir
við eini rúgvu av orðum
sum eingin vildi eiga
tí tey eru full av pínu
og hørð sum grót
og eg sorli tey sundur til skerv
við mínum virtuella grótknúsara
so eg sleppi undan líðingum
og kann brúka tey
at tveita í eyguni á teimum
sum ikki eru her




.

søndag den 25. december 2016

ÓSTRONGD



hetta at hvíla
og røkja seg
sjálvan sigur

bispur og
strandasussar
víðari

so eg sovni
og vakni aftur
úthvíldur

takk fyri tað
bispur
sussarin mikli




.

lørdag den 24. december 2016

JÓL




hallelujah
hallelujah
hallelujah

einsemi
einsemi
einsemi

hallelujah
hallelujah
hallelujah

einsemi
einsemi
einsemi

hallelujah
hallelujah
hallelujah

einsemi
einsemi
einsemi

hallelujah
hallelujah
hallelujah

bara reyðkál
bara reyðkál
bara reyðkál

hallelujah
hallelujah
hallelujah

einsemi
einsemi
einsemi

meira reyðkál
meira reyðkál
meira reyðkál

einsemi
einsemi
einsemi

hallelujah
hallelujah
hallelujah

reyðkál
reyðkál
reyðkál







.

søndag den 11. december 2016

SOSIALT




soleiðis sá tað út fyrr tá alt var nógv betri enn nú

hvør búði í húsinum til vinstru

hvat ár man tað vera

hetta fara vit at eta í kvøld

gott við einari góðari øl

og er tað hann og hon ella foreldrini

tey vóru so øgiliga fitt og blíð

nei hatta er ikki frá hálvtrýssunum

tað sæst á roykinum frá hasum skorsteininum til vinstru

oys lekrir skógvar hvat kostaðu teir

hvør hevur skitið á kettuna sum lá í baðikarinum

visti ikki at spøkilsir fóru í grind

eg síggi fjúrtan fýrakantar á hasi myndini

hetta ótu vit í gjár

hygga ommusa lítla giggidigugg

nei hatta er ikki hann men hin

tað visti eg ikki at tú hevur gingið í stuttum buksum

tað er ikki rætt tí húsini hjá teimum høvdu bara eina úthurð

men hon hevði bara eina mastur

eg kláraði tvey og tjúgu av fimm og tjúgu

hjallurin var ikki har tá

hatta er ikki hjallurin sum var tikin niður hatta er ein skúrur

og sum hann líkist langommuni úti undir køk ella langabbanum inni undir forna

mindfulness hevur bjargað mínum hjúnarbandi

eg havi verið edrúur í fimm og tjúgu ár og hildið við B36 í sjey og tretivu 

hetta vil eg ikki hava til morgunmat





.






søndag den 4. december 2016

ÍSBLÁSTUR



Tími ikki at skriva nakað í dag. Royni aftur í morgin. Tá havi eg vónandi keglast við onkran á fesjubukkuni og havi okkurt at skriva um. T.d. tað, at hava ís í maganum fyri at sleppa at meina tað, tú vilt. Og tað nýtist ikki at vera tí, at magin er ósamdur við ísin - ella teg - at hann bráðnar, ísurin altso.






.

fredag den 2. december 2016

DECEMBIR



h a n n  k o m
u p p  á
t o p p i n
í
f ó t b ó l t i
o g  s o
v a r  h a n n
f l o g s k i p a r i
m e n  i k k i
f l o t t a s t i
k r o p p u r
í
f ø r o y u m
t a ð   e r
á
b o t n i n u m
s o
m á l b ó l k u r i n
e r  i k k i
k o n u f ó l k
m e n
h a n s a r a
s t ø d d f r ø ð i
h ý s t i   i k k i
t e i m u m
s m á u
t ø l u n u m
t í   s o   s t ó r t
h u g f l og
h e v ð i   h a n n
i k k i
t  á   h a n n
f ó r  á  f l o g
o g   s i g n a ð i
s e g   v i ð
v a r r a s t i f t i n i
h j á   s í n i
y n d i s f l o g t e r n u
s u m   b a r a   v a r   v i ð
t r i ð j u   h v ø r j a   f e r ð




.

tirsdag den 29. november 2016

TRIÐJA ÚTGÁVA



Per átti - sum sagt - ein hund sum æt Snar. Eitt kvøldið fóru Per og Snar á møti. Teimum dámdu so væl at hoyra vitnisburð og at syngja "Siglir tú lívsins." So fór ein prædikantur upp til mikrofonina og bað øll ið inni vóru - og sum hildu seg vera frelst - rætta hondina upp. Tað gjørdi tey flestu. Tó ikki Per. Men Snar rætti labban upp. Per gjørdist í øðini og rópti at tey høvdu heilavaskað sín Snar. Síðani varð Per tveittur út. Og Per situr enn einsamallur í Steinatúni og grætur um tá hann misti hund sín Snar.




-

fredag den 25. november 2016

10 % AV VARÐA



Nei tit, tað havi eg lítlan hug til. At umrøða nýggja heftið av Varðanum. Eg havi tveitt allar mínar slitnu undirbuksur út, so hann verður ikki pakkaður inn í tær og tveittur í skrellispannina. Men hann kom í gjár, við rokning á 150,00 krónur. Tað er ikki tað heilt stóra. Tó hevði eg heldur keypt eitt yrkingasavn fyri pengarnar, um eg var tygum, kæri lesari. Tað eg mest hugsaði um, meðan eg las hetta fyrr - og tað er øgiliga langt síðani - so mæta bókmentartíðarrit, tað var hesar bakkarnar við høsnarungaungakjøti sum liggja í køli- og frystidiskum, har eg plagi at keypa mín døgurðamat, og eg lesi á etikettini, at vøran er pumpað við vatni, eini 10 %. Soleiðis er Varðin, seinasta hefti. Næstan. Munurin er bara tann, at hann er pumpaður við 90 % av vatni og 10 % av høsnarungakjøti. 

Tað gamla tíðarritið hjá Long og Matras, sum legði so stóran dent á tað allarheilagasta í málinum,  yrkingina. Við henni stendur ikki so væl til í Varðanum. Gaman í. Onkur slaktiroynd eftir ein debutant kann vónandi blíva til okkurt. Fleiri vistfrøðilig dikt à la seinasta móta eru eisini, tó vantar bara tað týdningamesta, tann málsligi spenningurin sum ger tað til skaldskap, poesi. Spell. Og tað ringasta av øllum er at síggja, at av heilum sjey bókaummælum, er ikki eitt einasta av yrkingasøvnum. Tað eru komin fleiri áhugaverd søvn tað seinasta árið, men tey verða tagd burtur í Varðanum. Ritstjórin heldur helst, at  tað er áhugaverdari at ummæla bygdasøgur, bók um seyð, ikki minni enn tvey ummælir av eini miðalgóðari roman og einum sjónleiki. Tað er eisini í fínasta lagi, men eg haldi at tað bilar okkurt við prioriteringini. Og at lata yrkingina verða úti í myrkrinum. Harrin viti hví, at so er. Kanska er tað tí, at ritstjórinnan ikki er áhuga í yrkingum, "hevur ikki forstand uppá tað" sum tað er so smart at siga, tá mann er stoltur av síni fávitsku. Og um so er, átti hon at fingið sekkin í stundini, ella skuldi hon fingið ein ritstjóra aftrat sær, sum hevur skil og áhuga fyri skaldskapi. 

Ein grundin til, at eg valdi at stuðla Varðanum, er nettupp tí at vit vanta eitt bókmentaligt tíðarrit sum raðfestir skaldskapin fyrst. Men nú er tað  til vorðið eitt meiri breitt mentanartíðarrit (kanska ítrótt verður við í næsta hefti..). Við filmsleikstjóraviðtali, ferðafrásøgnum, brot úr frálíkari skaldsøgu sum langt síðani er komin og lisin og slíkum tilfari sum summar fara at siga er "oys sum tað er gott" og kanska onkur eisini meinar tað. Og eg meini so sanniliga tað, eg havi skrivað her. Og havi lítlan hug at halda Varðan meir. Ikki tí at aðrar sjangrur enn poesiin er við, men tí at hon er so illa umboðað.

Sum eg plagi, skal eg eisini koma við tí "góða" orðinum. Pappírið á hesum Varðanum er betri enn seinast. Hann liggur bara heilt væl í hondunum við fínari permumynd eftir Marius Olsen. Permulayoutið minnir meg á okkurt Kvinnutíðindi frá fimmtiárum ella var tað blaðið Úrval sum Útvarpið gav út í sekstiárunum. Og ein høsnarungabakki við høsnarungakjøti sum er sprænt við 10% av vatni fyri at viga eitt sindur meir, kann eisini liggja væl í hondunum. Men smakkurin. Hvussu er við honum? 
Eg haldi, at eg leggi bakkan niður aftur í kølidiskin.



.


onsdag den 23. november 2016

CAFÉ SUSS



Øtiligt sum tey sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussaa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa og sussa í hasi mentunarrsussicafésendingini hjá Sussi Merkistein 
og Sussal Kampmann.






_

søndag den 20. november 2016

ÓMAKASKRÁIN OG SMAKKUR HENNARA



o vakurleiki vakurleiki
tú ert hvørki
hýsuhøvdakirkjan
ella
brennistøðin sum
reinsar dýnujakkar
og sleikir tyrluróma
omaná

eingin sum eg
eingin sum tú
eins og kensluleys
nakkahár
kvigin
sum mantra
gamlaárskvøld

eingin er sum
rulkur  hann 
eigur
onga ætlan
men tenninar
eru úr gomlum
bukkubretti
eins og
brillurnar
ið bara 
síggja 
brillur

fagurliga
feittið
mussar
viskileðrið
og verður
fagurfrøðiligur
fótasveitti
millum skavandi
stólar


nevsligin
sært tú
rullupylsuportur
steðga neytunum
á hálvari leið
niðan í
ta hárutu
høllina

allar bøkur
eru blindar
í ávísum hondum

døgurðavísararnir
á fesjubukkuni
klikkja hvørt máltið
til aðrar vísarar
         (t.e. tey svínini sum
         ikki eru á tallerkinum)
at munga

onnur dýr
guva ikki
tað onnur
duga ella 
tað
vit hava
hug á

og tað kann vera
ein hugdjørv høsnasúpan
sopin við pensli
sum tolir meir enn
aðrar litir
á dagsins søltu
túnum 

framhaldandi
er einki at
halda í
hjá andans 
kambfjaðrum
og teir gera 
enn eina roynd
at stinga seg niður 
í mjølsekkin

íverkseta
í skundi
eina sós
so einki
ljós skal
skilja
okkum 
sundur
tá vit elta
eina framtíð
aftrat
at tveita
við eftir
tí virðisleysa
vakurleikanum
sum eingin 
smiður vil lata
seg dálka av
fyrr enn 
vit hava 
eitt nýtt orð
fyri hann










.

onsdag den 16. november 2016

NAVNABROYTING

Tíðindaskriv:



Vegna tess, at vit hava ásannað, at flestu limir okkara eru nøkur neyt, hevur ein sambeljandi nevnd samtykt, at broyta navn felagsins, sum síðani stovnanina í 1957 hevur verið Rithøvundafelag Føroya, til Neytafelag Føroya. 

Vit vilja við hesum eisini boða fólki frá, at um tey hava hug at gerast limir í Neytafelag Føroya, so eru øll vælkomin, einasta treyt er, at ein dugir at belja. 

Eisini vilja vit gera almenninginum vart við, at felagið liggur inni við nógvari mjólk. Hon er eitt sindur súr, hóast hon er nýmjólkað, men kann væl drekkast, um tú drekkur skjótt, og hon er sera væl egnað til rómastamp. Um tygum hava hug at fáa nakrar litrar av mjólk okkara, kunnu tygum seta tygum í samband við forkúnna sum hevur hesa teldupostadressu: neyt@neyt.fo


Vinarliga

Neytafelag Føroya

Flekka í Fjósi, forkúgv







.



onsdag den 9. november 2016

M O R G U N







t a n n   b l a n k a

s í ð a n   e r

s v ø r t


v e m b u r n a r

e r u   v e n d a r

o g  v a s k a ð a r


h a v r  a g r ý n   

o g   b l ó ð

o g   e i n   v i l s t

r o s i n a

f æ r   t a n n  

n ý g g j a   k n ø t t i n

a t   s n u r  r  a

s o  v i t  v e r ð a

m i n s t   l í k a   n ó g v

í   ø r v i t i

s u m   á ð u r

t á   v i t   e i s i n i

g i n g u   o g   j a r m a ð u

u m   b e i n i n i

h v ø r   á   ø ð r u m

m e t t   a v   s k r ø d d u m   f l ø g g u m

o g   s l i p s u m

s u m   v i t   i k k i   v i l d u

s k í t a   ú t   a f t u r

f y r r   e n n   e v s t a   d a g

t á   t a n n   s v a r t a   s í ð a n

v a r   s v a r t a r i   

m e n   i k k i   b l a n k a r i

e n n   í   m o r g u n   












.

tirsdag den 8. november 2016

N Á T T



k a v i



n e i   i k k i   e g

m e n   k a v i n



í   m o r g i n

e r   h a n n

b u r t u r

s u m   e i n

d ý g g j v á t

a t k v ø ð a

t i l

o n g a n






.

lørdag den 5. november 2016

NOVEMBIR




"Bókadagar" eru bert fyri teir ósolidarisku høvundarnar, ræðuskítarnar, sum sutla sín egna lort í seg, um teir verða bidnir um tað. Fegnir eta teir eisini wcpappírið hvør hjá øðrum omaná, áðrenn tann stóri dukkulisuhøvundurin fleingir teir við wcbustini.








...

tirsdag den 25. oktober 2016

ONNUR BOÐ




nýggjar reglur
við ongum
tráði
forfylgja
mínum
støvutu
leidningum
og eg fløkist
enn eina ferð
í tráðloysi
og uggi meg við
at onkuntíð
endurføðist eg
sum skamlop
yvir dalar
og fjøll
og svíði
allar veingir
ið royna
at fanga meg
sum tráðleyst
ljós









.



onsdag den 19. oktober 2016

VAL





Heldur Ice Road Truckers enn Mentanarcaféina. Heldur ís enn deyðans sperðil.

mandag den 17. oktober 2016

onsdag den 5. oktober 2016

EIN BÓK IÐ ØLL EIGA AT OGNA SÆR SUM SKJÓTAST




ógráur ætlanarpennur 
setir merki
á trúnaðarturkin sum
heldur ikki slapp út
at spæla við 
uppboðsútsøluhaldaran
so dagurin varð lopin um

onkur leyp bara bukk
um álmanakkarnar
sum stóðu stáplaðir
á gólvinum
sum komandi
metseljarar

men eingin hevur enn
keypt nakað met
tí fólk vita ikki hvussu
tað sær út
ella hvussu tey lukta og smakka
so tey fáa sær heldur eitt net
og fylla tað við 
mínum nýggjasta yrkingasavni
SKRIFTSTØÐ
sum ikki snýr seg
um miseydnaðar 
skótadreingjaloysingar
tvítungutos
og aðrar politiskar dýnulyftingar
ið hava fingið alt ov nógv pláss
í fjølmiðlunum

nei í SKRIFTSTØÐUM
fært tú millum annað at vita
sonnu søguna um kópakonuna
sum sjálvandi ikki var ein kópakona
men tað sum stendur í SKRIFTSTØÐUM

har er mangt annað óhugnaligt
at hugna sær við
til dømis hvat nólsoyar-páll
fekst við í sínum deyða
í huganum á einum skipi












.

mandag den 3. oktober 2016

TEY SUM IKKI TORDU AT ØTAST




tað er
ikki størri
enn so at
tað sæst
eisini úti
í skøndli
har ongar
blómur
líða nakra 
neyð og
tað er minni
enn so hvønn
dag at regn
og sól samsvimja
í somu strálu
men tey sum
ganga har hava
aldrin hoyrt um
úrkynjing ella
heimagjørdan
bláberjabuding
tí tað er ikki
hvørsmansføri
at vera heimføddur 
føroyingur har
um leiðir heldur
ikki um tú
gongur uttan um
ta vanligu
sniðgøtuna
sum eingin
sniðgevi
hevur givið snið
ella snýð og
tó snýsa fólk
sær vandaliga
á hesi leið
so skøndlar 
ikki vakna
áraka snorið
sum einki hevur
at gera við
hetta nýggja
orðið sum lá
beint fyri framman
føtur hins bekluta
hvørsfallsmannsins
ið kann fáa hjáljóð
at mennast sum
kol í køldum
komfýri og
viðhvørt eisini ovni
og tað er ikki tær
at siga ella takka
fyri at so er vorðið
í tí innara klisjufjósinum
har bøndur eru tveittir
á bøin og bóndakonur
mjólka sær sjálvum
fram ímóti einum
vali sum einki
orðatak hevur tikið til
sín og heldur eingin minnissteinur
fer at fríðka og blíðka
tey bilblíðu tún
og eingin fer at spyrja
hvønn skulu vit minnast
tá vit ongan skulu gloyma
og hann er strúkur í vindi
beint har eg standi og syndi
og vindi enn eina tvøgu
av orðum sum einki
og ongan
vildi turka
fyrr enn alt legðist
aftur í alt
innast inni
úti í skøndli










:

onsdag den 21. september 2016

OVURVIÐKVÆMI





grashostandi
átufreklingur
leivir alt
hann spýtir
út aftur

skeivstavarin
sigur at
hann bara
fer at eta
kjøt fram
til jóla

síðani
fer hann
í starv sum
rættstavari
í aðru
hvørjari
teldu

har kann
hann
í loyndum
sleikja
lambsfeitt
í seg
við
djevilskum
súgvurøri

tøvdir
grýtulappar
eru ov
eldfimir
segði
aðalleysi
aðalstjórin
við hann

og kavaði
niður í
eina
ísakalda
grýtu
eftir
húðaskónum
sum hann
signaði seg við
áðrenn hann
turkaði sær
um munnin

hvør veit
kanska
eina ferð
verður
hann
endurføddur
sum brún sós
hugsaði
onnur hvør
telda







-


fredag den 9. september 2016




Keðiligt at tú ikki skrivar meiri á blogginum, segði ein við meg í dag og tí skrivi eg tað.





-

onsdag den 31. august 2016

STEVNUMØTI




Eg sat har eina løtu. Drakk hálvan kopp av kaffi. Tá kom hon. Setti seg. Spurdi, um eg hevði bíðað leingi. Nei, segði eg, ein hálvan kopp av kaffi. So kanst tú drekka ein hálvan kopp aftrat saman við mær, segði hon og bílegði sær ein kopp av kaffi. Og so sótu vit har og drukku ávikavíst ein hálvan og ein heilan kopp av kaffi. Vit søgdu ikki so nógv, tí kaffið smakkaði so væl. Tá vit vóru liðug við at drekka kaffi, spurdi hon meg, um eg nakrantíð áður hevði smakkað so gott kaffi. Nei ongatíð, segði eg. Heldur ikki eg, segði hon.  So mugu vit hittast aftur um eina viku, segði eg. Ja, segði hon, somu tíð. Bye, segði hon. Bye, segði eg.







.

tirsdag den 23. august 2016

SPYRJI BARA



Ja, hvat skal eg siga, tá heili 3292 hava lisið mína sera spontant skrivaðu yrking um klaksvíkarkæti? Nei, eg sigi einki, men spyrji, hvussu tað hevði verið, um øll hasi keyptu og lósu mínar bøkur.






,

lørdag den 20. august 2016

STUTTLIGIR DAGAR


kanska eru tit for alvorlig
har suðuri í havn
tit hugsa for nógv 
hugsa for djúpt líkasum
hví lata tit ikki bara vera við at hugsa?

blívið heldur sum klaxingar
teir eru altíð glaðir
skipa fyri summarfestivalum
við øllum møguligum avdankaðum popparum
skít veri við dygdini
bara teir hava verið kendir í nakrar dagar 
so eru klaxingar sannførdir um 
at tað man vera gott
og so frøast teir 
sum smábørn um jólamannin

teir eru altíð glaðir
klaxingar
og so hava teir sjómannadag
og fara í vatnkríggj
og eru akkurát líka glaðir
um teir blíva dýggj ígjøgnum ella ikki
og gleðirómurin er so smittandi
at sjálvt borgarstjórin í Runavík
hevur keypt sær eina vatnpistól
at skjóta seg sjálvan við 
um tað skuldi hent at hann fekk gron
og hann ætlar eisini at hansara kommunubørn
skulu spæla slík stuttlig spøl

og er tað so løgið at teir altíð eru glaðir
klaxingar
tá teir eisini sleppa
ein koyritúr gjøgnum býin við brandbilinum
jamen er nakað størri
enn at fara babuandi gjøgnum Klaxsvíkar bý?

og teir egna um kapp
og leggja ein lort í
um teir verða húðaleysir
bara teir eru glaðir
ikki minst 
tá teir royna at gerast klaxvíkarmeistarar
í at eta fish & chips frá JFK
tí oytt kunnu vit siga tykkum
at eingin í havn klárar
hvørki at egna ella eta
so nógv sum vit norðri í klax
og eingin er glaðari enn vit

og tá fær øll henda váta gleðin 
eisini fjøllini rundanum at læa
og at ynskja at kontórshavnarar ein dag
fara at oysa caffe latte hvør eftir øðrum
so teir eisini blíva glaðir
og fara rennandi gjøgnum býin
rópandi babu babu babu
babu babu babu babu




.

FYRR ELLA SEINNI



Fyrr ella seinni nýtist bara at siga, at vit gleðast um regnið, frøast.

Í MORGIN



Og í morgin er einki annað at siga, enn at tað verður heitari, lýggjari.

Í DAG


Tað er einki annað at siga, enn at tað er heitt í dag, lýtt.

tirsdag den 9. august 2016

EITT LÍTIÐ SINDUR UM RÍM



Sá ein frosk í gjárkvøldið. Ein stóran frosk. Hann gekk millum skrellistativini. Helt fyrst, at tað var ein rotta. Tað var myrkt, so eg fór eitt sindur nærri at hyggja, og tá sá eg, at tað var ikki ein rotta, men ein froskur. Og hugsaði, at froskur rímar við toskur. Og um eg kyssi ein tosk, verður hann so ein prinsessa?










,

lørdag den 23. juli 2016

JUBILSØKA


hvat skal eg her
eg eri ikki á nakrari festival
ella á onkrari fest
sum tað nú eitur
var veitsla heldur ikki eitt gott orð
ella stevna ella søka ella jubil
jubil hevði verið tað besta orðið at nevnt alt hetta
sum verður nevnt um alt møguligt annað enn tað tað er
jubil er eitt minst líka gott orð sum øll hini
og jubilidiotur er tvífalt so gott
tá mann kortini bara skal drekka øl úr plastbikørum
og lurta eftir bygdasligum tónleiki
sum var populerur í trý sekund
eina ferð langt síðani í farnu øld
tá tey ikki tóku myndir av sær sjálvum
og sendu tey sum telefontelegram til onkran nýfermdan
kúll ella kúllindu sum ikki høvdu hoyrt um róarkeldufagnaðin
ella g! ella summarfestivalin fyri óegndar stampar
sum ongantíð fingu húkin fastan í búkin á teirri røttu hitparaduni
ið altíð er tann doyggjandi sjúklingurin
sum bara vil vera í frið at vera tað
so leingi hann fær pengar afturfyri

tirsdag den 19. juli 2016

COLD TURKEY

Havi lagt av at skriva. Næstan. Abstinensurnar eru tó so ringar, at eg má bara skriva eitt lítið sindur, so eg ikki drukni í sveitta. Tað hjálpir longu, men eg haldi, at eg gevist, áðrenn eg aftur blívi alt ov bundin av skrivingini. Eg havi fingið tveir nýggjar sveittaabsorberandi koddar. Annars veit eg einki.

lørdag den 30. april 2016

TANN GÓÐA


tann góða
pappírskurvin
tekur bert
ímóti
tínum vakrastu
tonkum
um teir ikki
eru rukkaðir
saman á
sama pappír
sum teir ljótu




,

STUTT ER


stutt er
millum 
herðarnar

hugsa tær
eina nøs
úr pappíri

eina hjólbøru
fulla av 
oyrum

grísar
sum síggja
síni ýl

steikjast
í egnum
feitti

seyðir
sum verða
settir til

at henta 
lesull til
okkara blonku

skallar so vit
kenna okkum
heima tá vit

fara inn
í kirkjuna
at játta vára

syndir og
eitt sindur
aftrat





.



ER DJÓRIÐ FØROYSKT?


Eg veit helst, hvussu tað fer at verða tolkað, men av teimum 737 sum hugdu inn her á Bloggodd í gjár tann 29. apríl 2016, vóru 666 úr Føroyum, sama tal sum Miðflokkurin einferð fekk til eitt val.


-

fredag den 29. april 2016

WILD BILL OG HINI

Takk fyri eina góða røðu! siga tey við tann tey eru samd við og so komu tey við einum spurningi til røðaran sum tey hava avtalað frammanundan. Mikið óforútsigiligt.  Og sum tað er patetiskt at lurta eftir teimum. Teimum villu. Teimum villu kristnu. At tjóðin verður kluvd, um ein minniluti eisini sleppur at giftast. Kæru vinir, tjóðin er langt síðani kluvd og tað eru tit sum hava gjørt tað, tí tit ikki vilja góðtaka minnilutan, tey samkyntu. Patetiskt er tað eisini, tá tey sjálv siga seg vera offur. Tey villu kristnu sum siga seg verða háðað og spottað, tí tey ikki vilja góðtaka tey samkyndu. Tað skuldi bara mangla! Hesi sum altíð hava havt maktina í landinum. Í øldir sloppu vit einki fyri teimum. Vit máttu ikki fáa ein lítlan, vit máttu ikki fara í dans alt ov seint leygarkvøld. Vit máttu ikki lesa tað, vit høvdu hug til at lesa. Heldur ikki skriva tað, vit høvdu hug til at skriva. Mongum filmi bannaðu tit. Tit sloppu alt tykkara - og tað sleppa tit enn - fara á møti ella í kirkju, bæði inni og úti. Eingin noktaði tykkum tað. Og tað skulu tit sjálvandi hava loyvi til. Tað skuldi bara mangla!

Og so eru tey so hørm um fólkakirkjuna, sum als ikki fær rætt at víga samkynd. Fólkakirkjan sum sigst hava so høgt til loftið - orsakað hválvið - og vítt til veggja. Sjálvt um hon ongantíð hevur verið tað.   Fólkakirkjan man ikki altíð hava verið av guðs góðu børnum. Og tað er hon heldur ikki í dag. Hon vil ikki signa samkynd. Tað merkir at hon ikki vil góðtaka samkynd. Fólkakirkjan er als ikki fyri øll. Hon er líka so intolerant sum allar hinar samkomurnar. Kanska er okkurt batna, t.d. verða sjálvmordarar ikki longur grivnir uttan fyri kirkjugarðin.

Tað eru nøkur sum eru samkynd. Eini 5- 10 %. Eg kenni fleiri teirra. Eisini onkran frá barnsbeini av og havi altíð vita at viðkomandi er "øðrvísi".  Tá nyttar einki at tríva í nakrar nógv meir enn 2000 ára gamlar jødiskar lógir. Tað hevur helst verið ósømiligt tá í tíðini at menn ikki fingu nokk frá konuni og royndu seg við monnum. Helst hevur tað ikki verið so praktiskt. Har stendur eisini so nógv annað, sum vit ikki mugu, men sum vit øll gera kortini, eisini tey villu kristnu.

Men hvat F.... skal Guð hava ímóti teimum samkyndu, at tey vilja liva saman, eisini undir somu dýnu, tí tað er tað einasta rætta hjá teimum? Tað má hann sjálvur svara, og tað ger hann ongantíð.

Tá tey villu kristnu - Wild Bill og hini - ikki vilja góðtaka rættindi teirra samkyndu, hvat vilja tey so? At tey aftur skulu ganga sum hím í skotunum? Ikki vera góðtikin av nøkrum? Ganga inn á almenn wcir í útlondum at finna tilvildarligar partnarar og fáa líka so tilvildarligar sjúkur? Fara inn í eina myrka park og koma út aftur sundursorlagur? Ella myrdur? Vilja tey at fleiri samkynd skulu fremja sjálvmorð?

Tey villu kristnu vilja nevniliga, at tey samkyndu skulu liva eitt ósømiligt lív. Tey mugu ikki liva eitt lív saman við tí tey elska. Tí einasta eina. At tey kunnu giftast hvør við øðrum, eins og tey villu kristnu og øll onnur kunna.

Og í dag fingu tey villu kristnu ikki rætt. Tey fingu ein framman á.

Tey hildu nakrar vánaligar røður.


mandag den 25. april 2016

ENN EIN SKØVAÐ RØÐA




flagg fløgg flagga fløgga fløkja flákra flagg flagga flagg fløgg flagg fløgg
fløgg flagg flagg flagg fløgg fløgg flagga fløgga flykra flákra flákr floks
flagg fløgg fløgg flagg fløgg flagg fløgg flaggfløgg flagga fløgg flogsa
flagga fløggum flaggum fløkrum flogsum floksting flákriting flogsuting
flogsutting fløkjuting flikkflakk fløgg flagga flagg fløggum flagga flagg
fløgga flagga flugga flígga flógga fløga fløkja fløti flagg fløgga
fløska
fløk flagg flørgrin flagga flagga fløkgreytur flagg flagga fløggumst
flagga
fluga flókatrøll flagga flagg floyal floyalsbuksur flagga floyal
floyta
flógvi flagga flagg flóta flagg flóttrol flagga flogseðil flagga flogmús
flogálop
flagga fløgg flittuliga fleyr flagga fleyga fles flestur flaggar flagg
fløgg
flekjari flagga fleirtal fleirgudatrúgv fløggum fløgg flagg fleingja
flatlendi
flagga fleima flagg flagtak flagg flaggstong flabbi flagga fløgg flagbróst
flagga flagbøkkur flagga fløgg flaggskip flagfeingi flagga flagsa
flagreyv 
flagga flabbabreiður flaggar fløgd fløgga fløggum flagga flaggdúkur
fleyr
flagga fløgg fløggum flagga flaggberi flagga fløggum flagga flaggdagur
fløggdagur flagsudagur flogsudagur floksdagur flaggdúkadagur 
flagga 
fløggum flagga fløgg fløgg fløgg fríggja fríggjadagur flagga fløgg
fríggjum
fløgg flagg fløgg flagg fløgg flagg fløgg flagg fløgg flagg fløgg 

( flaggdagur
tað er tá vit
enn einaferð
fáa at vita
hvør ikki var við
at sniðgeva flaggið
og so flákra vit víðari
í stuttum brókum
ella á hálvari stong
meðan krígsgreðingatónar
verða blástir inn í oyruni
í umparumpaprumpatakt )

..og røðarin fer í gjøgnum flaggsøguna og tað hoyrist á røddina at tað er kalt og tey sum lurta hopa at tað er ein stutt røða í hesum kuldanum ella regninum og hann endurgevur flaggsangin sjá tú blánar sum loftið sjálvt um tey flestu hava eitt hvítt loft tað er sgu dúkurin sum er loftið ikki sannheit og rodnar sum fucking blóð tað er tað reina tvætl tí blóð rodnar ikki tað hevur longu tann litin tað hevur og tí kanst tú ikki rodna sum blóð ella benjardøgg um vit fara í kvæðini og kvøða okkum eitt ja hví fara tey ikki upp á gólv ella rættari hví fara tey ikki upp á vagl tá tað kortini er so kalt at standa har og hví hevur eingin tjóðveldiskappi í lollandskum lakajuniformi ikki enn yrkt eitt flaggkvæði sum teir kunnu hoppa hvønn flaggdag
..
sjálvandi skulu vit vera góð við flaggið tað er jú tað einasta vit eiga og nei vit hava eisini ltgb- ella gbtl- ella lgbt- ella tbglflaggið og tað er ikki sera vakurt sjálvt um symbolikkurin er í lagi tá haldi eg at merkið er snøggari kanska er tað tí strikurnar í ælabogaflagginum eru vatnrættar men eg ivist í um tað hevði verið nógv frægari um tær vóru steyrrættar tað hevur alt ov nógvar litir men flaggið hjá es er tó tað ljótasta annars er tað ikki so langt síðani at eg fekk at vita at lgtbflaggið var lbgtflaggið  tvar tá eg trillaði barnavogn við soninum tað man so hava verið fyrst í hesi øldini at vit trillaðu oman eftir istedgøtu og so snaraði eg oman í eina síðugøtu oman ímóti halmtorginum so sá eg flaggið hanga har og hugsaði aha hevur greenpeace eina deild her og tá vit komu til teirra vindeyga bleiv eg eitt sindur kløkkur tí har stóðu stórar pirpinssneisir (eftirgjørdir snillar) í framsýningarglugganum saman við alskyns mannfólkaporno sum høvdu fingið bill & jenis & svenning & ann dahl hansen at signa seg áðrenn tey spelaðu avstað heimaftur til føroya men tá skilti  eg at tað ikki var flaggið hjá greenpeace   men hesum fýra bókstavunum hvørs raðfylgju eg altíð fløkist í og so vil eg við hesum enda við at ynskja tykkum ein góðan flogsutan og flákrutan flaggdag

lørdag den 23. april 2016

TEY RØSTU





reystur 
sigur hann

kappi 
sigur hon

reystmenni
sigur hann

reystkvenni
sigur hon

hetja 
sigur hann

konubrot
sigur hon 

ræstreystkappakvennmennihetjukonubrot
sigi eg

reyvarhol
siga tey








-

fredag den 22. april 2016

GREYTASVART

íðan hvat so um sólin skínur segði hann uttan komma ella punktum fór hann spelandi niðan brekkuna við einum posa í hvørjari hond og húgvu á høvdinum tí hvar skuldi húgvan annars vera hugsaði hann tá hann var komin til hús sum tann varðafrensur hann var og fekk vørurnar til høldar hvat tað so merkir uttan nakað annað tekn enn at okkurt hoyrdist skava undir einum stóli og tað var frensurin hjá grannanum og helst hevði hann eisini hesuferð migið á gólvteppið í stovuni so nú fekk hann ikki tíð at kverulera um tey nýggjastu orðini hann hevði hoyrt í morgunsendingini hjá útvarpinum men mátti reinsa teppið og fáa fatur á tí fananum sum hevði slept frensin hjá grannanum inn til sín og hann mátti eisini krevja av grannanum at hann avlívaði hetta stinkdýrið áðrenn hann sjálvur gjørdi tað og grannan við um hann ikki tók seg saman og so ætlaði hann eisini at spyrja grannan um hann ikki kundi lata vera við at heingja sínar longu undirbuksur út á snórin tí tað sá ikki gott út og tað kundi geva øllum teimum gomlu gentunum í grannalagnum freistandi tankar og tað var longu so nógv synd komin til býin og nú vildu menn guðhjálpitúmær giftast við monnum og konur við konum ja hvat stendur ikki skrivað um tað í teirri heilagu skrift sum okkara fólk altíð hevði við sær heilt frá móðurmjólkadøgum til denna dag har alt snýr seg um at menn vilja merkja skeggstubbar og dingluber hjá øðrum monnum og konur gerast lallalepparar og guðhjálpitúmærogtær tá harrin kemur aftur av himnum og tað verður skjótt skal eg vissa øllum um tí tað stendur skrivað í tí einastu bókini sum er verd at lesa og eg havi ikki lisið hana men hoyrt prestar og aðrar gudsmenn lisið upp úr henni og tað duga teir væl tí teir eru vælsignaðir av heilaga endanum og tá hann kemur aftur um sum sagt skamma tíð tá fara hesi syndugu at angra at tey ikki hildu seg til hitt kynið tí reyvarholið er bara at kukka og prumpa við og tað er so ræðuligt at vera í nánd av hesum sodomistum tí tú hoyrir ikki tá tað letur úr afturpartinum so tú kanst sleppa tær burturfrá so tú ikki luktar tað sum kemur úr teimum og helst kann teirra prumpiluktur eisini smitta við deyðiligum sjúkum ella tú kanst blíva sum teir harrinvælsignimeg tað havi eg hoyrt frá kønum monnum og tí haldi eg altíð andanum tá eg komi framvið einum av hesum endatarmsmonnunum um teir nú skuldu slept enn ein av hesum farligu ljóðleysu fretlunum og teir vita helst sjálvir at rumpholið ikki skal brúkast til ólevnað tað stendur helst eisini skrivað og konur skulu ikki leppast av konum og hví fara tey ikki til skips heldur tí slíkt hevði ikki komið fyri umborð á skipi og so slett ikki umborð á teimum gomlu sluppunum ja lat okkum fáa tær gomlu sluppirnar aftur so vit sleppa undan hesum modernaða ólevnaðinum og eg hugsi mítt tá eg síggi at tey nýggju skipini altíð hava slagsíðu í bakborð og skjótt fara fólk eisini at giftast við djórum ja hvat stendur ikki skrivað um tað í øllum miðlum og skriftum at tað verður neyð og tannagrísl eisini hjá teimum tannleysu og nú orki eg ikki at hugsa meir um hesar svínsku fúlheitirnar og fari heldur at kverulera um tey nýggjastu orðini og so má eg eisini skjóta handa frensin hjá grannanum so teir ikki giftast við hvørjum øðrum um teir ikki longur eru tað tí skrivað stendur at tú skalt liggja tá tú svevur og tað ger grannin altíð eisini tá hann stendur og tá stendur illa til í okkara samfelag tá tað er so illa reitt at eggini detta úr reiðrinum og kunnu ikki ein gang brúkast at kasta eftir hesum ólevnaðinum sum vit dag og dagliga fáa serverað úr teimum almennu vørpunum sum vit sjálv hava goldið fyri og eg má eisini krevja endurgjald frá hasum grannanum fyri hatta teppið sum eg má koyra burtur tí lukturin av frensalandi fæst ikki burtur tað veit eg av gomlum beiskum royndum eg havi jú eisini verið ungur einaferð og hevði av bestu luktisønsum og lukti eisini beinanvegin um ein av hesum skeggstubbunum vil giftast við mær og eg klári í góðari tíð at krógva meg fyri teimum í køksskápinum sum í veruleikanum er eitt kustaskáp og eg eigi tveir kustar til innanduranýtslu og ein støvsúgvara av merkinum electrolux og brúki hann bara til at støvsúgva við og ikki sum tey syndugu til nakað annað sum eg havi hoyrt frá nógvum pálítiligum fólkum ja tað næsta verður at mann kann giftast við einum støvsúgvara ella einum kusti og denn synduga verð kanska skuldi eg allíkavæl ikki krógva meg í kustaskápinum eg skuldi heldu kropið inn undir tað frensalandluktandi gólvteppið í stovuni og so vil eingin av hesum dingluberjamonnunum hava meg tí eg lukti so illa av frensalandi ja tað er nógv fyri at mann skal stinka av frensalandi fyri at fáa frið fyri sodomittum og bara ikki onkur ketta fer at forelska seg uppi í mær og túforbarmandigud hvat skal eg gera í hesum táradalinum kanska skuldi eg sjálvur farið til skips aftur við eini slupp sum ikki fiskar sunnudagar men eg veit ikki fólk duga heldur ikki at tosa føroyskt longur og tað er helst hesir sodomittarnir og muslimarnar og dunnumoggararnir í plantasjuni sum hava oyðilagt tað føroyska málið fyri ikki at um at tala ta føroysku máltíðina tí nú eta tey bara sovorðið innflutt sum onkur muslimur og sodomittur og dunnumoggari hevur migið á nei nú bleiv eg svangur eisini og nú fari eg at gera mær havragreyt

tirsdag den 19. april 2016

GOMUL HANDRIT OG OKKURT ANNAÐ

Ì dag havi eg tveitt eini tjúgu kilo av handritum út. Pakkaði tey inn í nakrar slitnar skjúrtur, eg á sinni fekk frá míni táverandi kæru. Helt at tey skuldu vera væl ballað inn, tá tey fóru í eldin, í hesum pløggum  sum skaldið hevði verið í, tá hann skrivaði handritini.

Og so fekk eg eisini tann "nýggja" Varðan. Eftir at hava lisið tann fyrsta textin, eina traditionella og keðiliga sonettu um vár og veður, helt eg, at um restin av ritinum var sum henda yrkingin, so mátti eg enn eina ferð -móti mínum vilja - ásanna, at alt stendur í stað í Føroyum. Tíðarrit eiga at vísa leiðina fram og ikki aftur. Varðin vísti leiðina fram fyri skjótt hundrað árum síðani. Og Steinbjørn og Gunnar royndu tað sama í sjeytiárunum, men teir blivu steðgaðir av fólkafloksfascistisku Breckmann-jugendini sum villmaðurin og skyldmaðurin Mílur hevði mobiliserað ímóti ritstjórunum. Síðani bleiv tíðarritið syndarliga vánaligt  við tí andaliga missfostrinum Mariusi Johannesen sum ritstjóra. Seinni  gjørdi Pól Andreasen tíðarritið til eitt meiri ófarligt folkloristiskt rit við hópin av amatørsøgufrøðiligum - og ættartalsligum greinum, sum ikki høvdu ein skid við bókmentir at gera. Men vit eiga sjálvandi at geva nýggja ritstjóranum ein kjans. Samrøðuna við Marjuna Syderbø dámar mær væl, ikki minst tá hon fortelur, at hon ætlaði at geva Carli amerikanska olju - frálíkt hugskot! - og at hon breyt heavy metal pláturnar hjá beiggjanum, tað skilji eg eisini væl. Annars er Varðin prentaður á sovorðið bíligt blankt pappír, so mann hevur hug at leggja hann frá sær. Helst er tað fyri at lýsingarnar skulu síggja snøggari út. Á nógvum síðum eru rukkutar rendur, men tað haldi eg er alt ov vanligt frá prentsmiðjuni, tað er eisini á fleiri av mínum bókum sum eru prentaðar og heftar sama stað. Tað er faninmeg ikki gott tit har uppi! Sjálvur eri eg eisini misnøgdur við mínar egnu Stuttttsøgur í ritinum, tí tær ikki eru væl uppsettar. Onkur av ummælanum eru dekan ov naivt skrivað, og tað er spell, tí alt ov lítið verður ummælt av bókum. Bløðini ummæla einki og í kringvarpinum hava tey fingið tann óskikk at sussmæla heldur enn at ummæla. Og er tað ikki vánaligt, at okkara fremsti mentanarmiðil, Kringvarp Føroya, ikki megnar at hava eina fasta bókmentasending? Skjótt verður hann seksti ár og bókmentirnar hava ikki verið serliga væl viðgjørdar hvørki í sjón- ella útvarpi. Tað átti ikki at verið so torført at fingið onkran bókmentaútbúnan ella ein entusiastiskan rithøvund at gjørt eina fasta bókmentasending. So hevði mann eisini sloppið undan at hoyrt hasar amatørkendu mentanarcaféinar við sínum ginglandi tólmennisverti. Fleiri skrivað ummælir høvdu komið væl við og økt um hugin at skriva. Men tað er ringt at fáa nógvar av hesum dovnu akademikarunum at skriva nakað. Nógv hava lisið bæði bókmentir og føroyskt. Guð viti, um tey brúka útbúgvingina til annað enn at keglast um glosur og bendingar á facebook.

Og so er bara eftir at vóna, at næsta nummar av Varðanum verður nógv betri enn hetta, annars verður tað, saman við umrødda nummari, pakkað inn í einar av mínum gomlu undirbuksum og tveitt á køstin!

lørdag den 13. februar 2016

GRAND PRIX




sterk styrki stúrs stertur
ur ur ur
ir ur ir ur
skeiv bending
skeiv ending
ir ur ir

shake it baby
skegg it
tittt
har norði
við gjógv
duga ikki
hógv
tá tittt seta
skógv
út á sjógv
ur ur ur
ir ur ir
skeiv bending
skeiv blending
ir ur ir

eg hoyri sang 
sum ikki er sangur
altso er tað
oljufýrurin
sum er farin í
oljudans
at hoppa til
klisjuenskan
hoppipopp
so tað verður kalt í kvøld
hjá okkum gomlu
hopp hopp hopp
ir ur ir 
ir ur ir

hopp hopp hopp

her er hvørki hop
ella vón

segði hin hoppileysi
og proppaði seg
við hoppi 





*

tirsdag den 9. februar 2016

WERK


ich habe nichts
womit ich angeben kann
es dieses jahr
geschafft zu haben

habe nicht gehört

habe nicht gesehen

habe nicht gemacht

ich sass nur
hier

und war


Dr. Inga Meincke umsetti eftir:



VERK



eg havi einki
at reypa mær av
at hava framt
í hesum ári

havi einki hoyrt

havi einki sæð

havi einki gjørt

eg havi bara
sitið her

og verið


Tóroddur Poulsen














.

fredag den 5. februar 2016

KREDDA






Eg trúgvi á alt tað sum heidningarnar trúgva á tá teir eru so etandi skít og eitt sindur aftrat.

,

BØL



Nei tú, hetta hevur heldur eingin lisið.






-

lørdag den 30. januar 2016

STREV



- Áhugavert! Segði hann og legði seg aftur á somu lið, tað var alt ov strævið at venda sær. Tað hevði annars verið áhugavert at sæð, hvussu verðin sá út, tá hann vendi sær á hina liðina.



-