onsdag den 31. august 2016
STEVNUMØTI
Eg sat har eina løtu. Drakk hálvan kopp av kaffi. Tá kom hon. Setti seg. Spurdi, um eg hevði bíðað leingi. Nei, segði eg, ein hálvan kopp av kaffi. So kanst tú drekka ein hálvan kopp aftrat saman við mær, segði hon og bílegði sær ein kopp av kaffi. Og so sótu vit har og drukku ávikavíst ein hálvan og ein heilan kopp av kaffi. Vit søgdu ikki so nógv, tí kaffið smakkaði so væl. Tá vit vóru liðug við at drekka kaffi, spurdi hon meg, um eg nakrantíð áður hevði smakkað so gott kaffi. Nei ongatíð, segði eg. Heldur ikki eg, segði hon. So mugu vit hittast aftur um eina viku, segði eg. Ja, segði hon, somu tíð. Bye, segði hon. Bye, segði eg.
.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar