lørdag den 31. december 2011
SMÁBØRN
Hvør er hasin smádrongurin, eg hoyri í Útvarpinum. Røddin er av vaksnum manni, men hann tosar sum eitt fimm ára gamalt smábarn. So, tað er hasin fyrrverandi landsliðsmálmaðurin, sum altíð sat á beinkinum, tí ein topphúgvumálmaður av Skálafjørðinum var betri. Sjálvt um topphúgvumaðurin eisini tosaði sum eitt smábarn. Ella verri enn. M.a. tá hann tosaði um, tá teir á sinni vunnu á Østríki. Man hann ikki vera einasti føroyingur í allari verðini, ið hevur nevnt Eysturríki Østríki? Kanska var tí, at hann slapp at standa í mál í øllum dystinum. Og tað bleiv hin á beinkinum so firtin yvir, at hann segði upp á landsliðnum. Málsliga var hann næstbýttastur, og Føroya fólk tók so synd í honum, at tey gjørdu hann til landsins løgmann.
PROFETISKIR PYLSUMENN
Nýggjárið sigur mær einki fyrr enn um eitt ár. Vónandi havi eg til ta tíð sagt nýggjárinum okkurt.
JAM 4
svímharður
bøllaføli
tímasvevur
teirri hálvføddu
sálmaiðringini
niðri undir
pettakendu
ferminingavæðingini
sum stendur á kolli
meðan skógvmoyrar
fírslukenslur
látast sum um
mjadnarfødda
kvøldarsnaringin
einglamígur
tingsins
reiðhøsn ið
lovfísa egnum
ómegdarsjósmi
við ásmurdari
fávitskusvisking
til frama fyri
brúnsjálvskuna
og munilin
ið einki gevur
bøllaføli
tímasvevur
teirri hálvføddu
sálmaiðringini
niðri undir
pettakendu
ferminingavæðingini
sum stendur á kolli
meðan skógvmoyrar
fírslukenslur
látast sum um
mjadnarfødda
kvøldarsnaringin
einglamígur
tingsins
reiðhøsn ið
lovfísa egnum
ómegdarsjósmi
við ásmurdari
fávitskusvisking
til frama fyri
brúnsjálvskuna
og munilin
ið einki gevur
fredag den 30. december 2011
JAM 3
snúringarátøki
veitslufrøðilin
krógvhóttir
gjópottin ið
hálsfevningin
átraðkar í
bláskeivum
stýristevi
leiðin kenst
nýlembd
av Guði
og høgd
inn í stirðnað
luftgrót beint
áðrenn tað
bráðnar sum
rørsluskemdur
vellingur
á bringuklúti
djarvfría
biddararóparans
beint tá hann
ber við dúnið
og óttbleikist
sum spjonkl
undir klínki
og vírikkur
loysnar úr
fjøtrum so
málið aftur
kann gyppast
hægri enn
hægst
veitslufrøðilin
krógvhóttir
gjópottin ið
hálsfevningin
átraðkar í
bláskeivum
stýristevi
leiðin kenst
nýlembd
av Guði
og høgd
inn í stirðnað
luftgrót beint
áðrenn tað
bráðnar sum
rørsluskemdur
vellingur
á bringuklúti
djarvfría
biddararóparans
beint tá hann
ber við dúnið
og óttbleikist
sum spjonkl
undir klínki
og vírikkur
loysnar úr
fjøtrum so
málið aftur
kann gyppast
hægri enn
hægst
JAM 2
øsmumjáa breiðfokkan
slítur seg leysa úr
eiturfanginum á
ófødda hundi sínum
Hatta kemur tú ongan veg við. Kanst tú ikki heldur vera eitt sindur politiskt medvitin. Yrkingin skal fáa partabrøvini at skriva seg sjálv niður. Í virði. Hevur tú nakrantíð spýtt niður í ein stamp, ella pissa innan fyri lúnningina? At fáa banan uppá breyð hvønn dag veltir einki. Tú mást fáa fólkið uppá gólv so tey kunnu taka seg saman í ring. Hond í hond. Tað nyttar einki at hava fínan luktisans úti í lívinum. Tað er sveittin sum fremur verkið. Ikki dreymarnir uppi í tínum høvdi. Hygg uppí loft. Skýggini tey eru bara har. Tú mást hálova føðilandinum áðrenn tað verður ov vátt og rotið. Vit hava nóg mikið av orðum. Og tú hevur onga orsøk til at koma við fleiri.
skorputi sleivhevjilin
legði seg so aftur
undir hálvdeyða halan
at anda anda sín
slítur seg leysa úr
eiturfanginum á
ófødda hundi sínum
Hatta kemur tú ongan veg við. Kanst tú ikki heldur vera eitt sindur politiskt medvitin. Yrkingin skal fáa partabrøvini at skriva seg sjálv niður. Í virði. Hevur tú nakrantíð spýtt niður í ein stamp, ella pissa innan fyri lúnningina? At fáa banan uppá breyð hvønn dag veltir einki. Tú mást fáa fólkið uppá gólv so tey kunnu taka seg saman í ring. Hond í hond. Tað nyttar einki at hava fínan luktisans úti í lívinum. Tað er sveittin sum fremur verkið. Ikki dreymarnir uppi í tínum høvdi. Hygg uppí loft. Skýggini tey eru bara har. Tú mást hálova føðilandinum áðrenn tað verður ov vátt og rotið. Vit hava nóg mikið av orðum. Og tú hevur onga orsøk til at koma við fleiri.
skorputi sleivhevjilin
legði seg so aftur
undir hálvdeyða halan
at anda anda sín
SUM TAÐ ER KEÐILIGT AT HOYRA UM ALT TAÐ IÐ IKKI BER TIL AT SIGA
Ber tað til at siga lítlinýggjársaftan á føroyskum, ella eitur hann Tollaksmessunýggjársaftan?
KLOKKAN
Hesin bloggur hevur eina nóg so misvísandi klokku. Hann sigur, at tað skrivaða er sent inn einar tíggju tímar, áðrenn tað í veruleikanum er sent. Sum so leggi eg einki í klokkutíðir. Men tað er keðiligt at tað sum er skrivað í myrkri, skal síggja út sum tað er skrivað í ljósi. Og øvut. So minnist til, kæru lesarar, at leggja tíggju tíma aftrat, um klokkutíðin, tá innsent var, hevur týdning fyri tygum. So myrkur verður myrkur og ljós verður ljós.
UPPHITING
ræddarmeingin ið fór
frá skýfjøldini
smírist ikki men
gevst í njellingi
at ljósførka alt
uppi í skýggjum
har einki er til sum
suð ið bendlaátøkt
skimast undir beði
har alt liggur
sum ikki er
borðiskatváttur
í ovurkvomnum bløðrum
fráboðandi søvn við
sjógvvátum klakkartoskum
har hopp eru hop
í skendskum brøðradansi
við runuvatnskelduna
sum viðmerkist
av húksamari
ósemjuást
ið ikki stinga kann
men stinkar
frá skýfjøldini
smírist ikki men
gevst í njellingi
at ljósførka alt
uppi í skýggjum
har einki er til sum
suð ið bendlaátøkt
skimast undir beði
har alt liggur
sum ikki er
borðiskatváttur
í ovurkvomnum bløðrum
fráboðandi søvn við
sjógvvátum klakkartoskum
har hopp eru hop
í skendskum brøðradansi
við runuvatnskelduna
sum viðmerkist
av húksamari
ósemjuást
ið ikki stinga kann
men stinkar
torsdag den 29. december 2011
Nátthøvd
háberslurásirnar
víðsnara jarmaragentilin
sum stikkontin bendi
inn undir snældu sína
og síðfrøddi ættarkongin
í skeivoygdari taraskorpu
eins og hina nón
tá hann vaks upp í laks
og sevjudýnan tódnaði
í hálvum hjarta
har lykilin lá
sum gamal svímil
handan fjósdyr
ullamansins
víðsnara jarmaragentilin
sum stikkontin bendi
inn undir snældu sína
og síðfrøddi ættarkongin
í skeivoygdari taraskorpu
eins og hina nón
tá hann vaks upp í laks
og sevjudýnan tódnaði
í hálvum hjarta
har lykilin lá
sum gamal svímil
handan fjósdyr
ullamansins
Skot
Nú verður aftur skotið. Pínadøturnar sum tað verður skotið. Ikki uttanfyri, men í sjónvarpinum. Amerikanarar haldi eg. Og nú stendur alt í ljósum loga. Kanska skuldi eg fingið mær eina øl.
JAM
skurvblendaður trímenningur
játtar trísivjutan træbirtil
at vera sum eitt ánilsi
av eini avgjørdari náttborg
har háglærir háannarbendlar
oysmutevja snevilin av
einkisins kjøtsomu vørpum
og ommutar bloytur
ikki tora at anda andan í seg
tí eggjaloysnin kann brenna
sjálva leiðina inn í veitina
og soleiðis verður einkisinssmáttan
viðgjørd í háblonkum trúnaði
sum aldrin áður og aldrin aftur
hevur sæð ásjón rútagudsins
rent aldurnar so væl upp á sand
so sjálvt vitarnir óðu
tíma at spæla við meir
játtar trísivjutan træbirtil
at vera sum eitt ánilsi
av eini avgjørdari náttborg
har háglærir háannarbendlar
oysmutevja snevilin av
einkisins kjøtsomu vørpum
og ommutar bloytur
ikki tora at anda andan í seg
tí eggjaloysnin kann brenna
sjálva leiðina inn í veitina
og soleiðis verður einkisinssmáttan
viðgjørd í háblonkum trúnaði
sum aldrin áður og aldrin aftur
hevur sæð ásjón rútagudsins
rent aldurnar so væl upp á sand
so sjálvt vitarnir óðu
tíma at spæla við meir
POST OG KRÌM
Frá l. januar skulu allir postkassar standa úti við vegin. So postmenn og -konur ikki fáa ov nógva motión. Í dag spákaði eg í grannabygdini, Hjartrarkeri, og har vóru nógvir nýggir og fínir postkassar at síggja. Eisini nógv nýggj nøvn. Til dømis eru tað eini hjún sum eita eftirnavnið Snor. Hevði eg havt eitt reint lummaturriklæði uppi á mær, so hevði eg lagt tað niður í postkassan.
TEY SKJÓTA UTTANFYRI
Yvirskriftin kann vera skeiv, tí helst eru tað dreingir ið skjóta uttanfyri, Fýrverk. Mær dámar ikki fýrverk, haldi tað skal bannast. Men mær dámar ikki bann. Tað átti at verið forboðið at seta í bann. Og banna at gera forboð. Fyrst av øllum mugu vit forbjóða øllum forbannilsum. Í 2112 skal einki forboð vera og vit skulu øll leggja av at banna.
Abonner på:
Opslag (Atom)