onsdag den 31. august 2016

STEVNUMØTI




Eg sat har eina løtu. Drakk hálvan kopp av kaffi. Tá kom hon. Setti seg. Spurdi, um eg hevði bíðað leingi. Nei, segði eg, ein hálvan kopp av kaffi. So kanst tú drekka ein hálvan kopp aftrat saman við mær, segði hon og bílegði sær ein kopp av kaffi. Og so sótu vit har og drukku ávikavíst ein hálvan og ein heilan kopp av kaffi. Vit søgdu ikki so nógv, tí kaffið smakkaði so væl. Tá vit vóru liðug við at drekka kaffi, spurdi hon meg, um eg nakrantíð áður hevði smakkað so gott kaffi. Nei ongatíð, segði eg. Heldur ikki eg, segði hon.  So mugu vit hittast aftur um eina viku, segði eg. Ja, segði hon, somu tíð. Bye, segði hon. Bye, segði eg.







.

tirsdag den 23. august 2016

SPYRJI BARA



Ja, hvat skal eg siga, tá heili 3292 hava lisið mína sera spontant skrivaðu yrking um klaksvíkarkæti? Nei, eg sigi einki, men spyrji, hvussu tað hevði verið, um øll hasi keyptu og lósu mínar bøkur.






,

lørdag den 20. august 2016

STUTTLIGIR DAGAR


kanska eru tit for alvorlig
har suðuri í havn
tit hugsa for nógv 
hugsa for djúpt líkasum
hví lata tit ikki bara vera við at hugsa?

blívið heldur sum klaxingar
teir eru altíð glaðir
skipa fyri summarfestivalum
við øllum møguligum avdankaðum popparum
skít veri við dygdini
bara teir hava verið kendir í nakrar dagar 
so eru klaxingar sannførdir um 
at tað man vera gott
og so frøast teir 
sum smábørn um jólamannin

teir eru altíð glaðir
klaxingar
og so hava teir sjómannadag
og fara í vatnkríggj
og eru akkurát líka glaðir
um teir blíva dýggj ígjøgnum ella ikki
og gleðirómurin er so smittandi
at sjálvt borgarstjórin í Runavík
hevur keypt sær eina vatnpistól
at skjóta seg sjálvan við 
um tað skuldi hent at hann fekk gron
og hann ætlar eisini at hansara kommunubørn
skulu spæla slík stuttlig spøl

og er tað so løgið at teir altíð eru glaðir
klaxingar
tá teir eisini sleppa
ein koyritúr gjøgnum býin við brandbilinum
jamen er nakað størri
enn at fara babuandi gjøgnum Klaxsvíkar bý?

og teir egna um kapp
og leggja ein lort í
um teir verða húðaleysir
bara teir eru glaðir
ikki minst 
tá teir royna at gerast klaxvíkarmeistarar
í at eta fish & chips frá JFK
tí oytt kunnu vit siga tykkum
at eingin í havn klárar
hvørki at egna ella eta
so nógv sum vit norðri í klax
og eingin er glaðari enn vit

og tá fær øll henda váta gleðin 
eisini fjøllini rundanum at læa
og at ynskja at kontórshavnarar ein dag
fara at oysa caffe latte hvør eftir øðrum
so teir eisini blíva glaðir
og fara rennandi gjøgnum býin
rópandi babu babu babu
babu babu babu babu




.

FYRR ELLA SEINNI



Fyrr ella seinni nýtist bara at siga, at vit gleðast um regnið, frøast.

Í MORGIN



Og í morgin er einki annað at siga, enn at tað verður heitari, lýggjari.

Í DAG


Tað er einki annað at siga, enn at tað er heitt í dag, lýtt.

tirsdag den 9. august 2016

EITT LÍTIÐ SINDUR UM RÍM



Sá ein frosk í gjárkvøldið. Ein stóran frosk. Hann gekk millum skrellistativini. Helt fyrst, at tað var ein rotta. Tað var myrkt, so eg fór eitt sindur nærri at hyggja, og tá sá eg, at tað var ikki ein rotta, men ein froskur. Og hugsaði, at froskur rímar við toskur. Og um eg kyssi ein tosk, verður hann so ein prinsessa?










,