hesir óendaligu minuttirnir
meðan eg bíði eftir tokinum
tað er seint á kvøldi og kalt
eri farin at hosta ein hosta
eg ikki fyrr havi kvøðið
so slímið fer upp at dansa
og snorið fossar úr mær
í so stórum mongdum
at virðisbrøv gerast virðisleys
so skjótt og brátt
og alt letur aftur
og verðin steðgar upp
alt meðan eg standi her
og bíði eftir tokinum
Pepparoni við onkrum grønum, ið rímar við hønum.
onkur hostaði
landslagið stongdist
Pizzavirus
um slím var diamantir
Ovastu yrkingina skrivaði hesin eftir at hava verið í átjan ára føðingardegi hjá mínum nærmasta og legðist sjúkur av eg veit ikki hvørjum. Helst okkurt slag av influenzu sum vaksinan ikki kennir og eg nokti at tað var handa ónda krúnan sum snurrar og snurrar í hvørjum miðli og drepur frá hond. Ein øgiligur hosti og eitt hart kríggj millum slímið og snorið og ilt í høvd og háls í tvær vikur, men eg kundi ugga meg við at eg havi roynt okkurt væl verri. Og eg eri annars ikki meira avbyrgdur enn eg altíð havi verið.
*