søndag den 19. februar 2012

MET

Í gjár hugdu 35. Oftast eru tað bara eini 3, viðhvørt heili 17.Tað hjálpir at hava ein óndan dreym. Áhugavert eisini, at eingin torir at dáma ella at viðmerkja. Helst tí at tey flestu søkja ein ávísan grunn. Ein evarska lítil møguleiki er eisini, at hatta var ov býtt.

Á VAGLINUM Í NÁTT

Hevði ein góðan dreym í nátt. Nevndin í Mentanargrunni Landsins varð, øll sum hon var - hesir andaligu trælsrassar - sett í gapustokk á Vaglinum, saman við øllum sum hava verið (og í einum føri er) mentamálaráðharrar í Føroyum seinastu tjúgu árini. Listafólk gingu framvið og spýttu og pissaðu á tey. Onkur spýði eisini á tey. Tað var eitt satt fornoyilsi, má eg viðganga, so leingi dreymurin vardi.

tirsdag den 14. februar 2012

TÁ PROFETARNIR PRUMPA SÍTT ÓTTAFULLA GASS

Havi gloymt at skriva her seinastu dagarnar. Men eitt kann eg fortelja tykkum: verðins endi verður ikki enn á sinni. Trúgvið ikki dómadagsprædikantum, um teir so eisini kalla seg politikarar, samskiftisráðgevarar, journalistar, makrelmafiosos, prestar, generalar, bankastjórar, cand merc pul (serliga ikki teimum) og øðrum slíkum gerandisligum slevarum, tí teir fáa pengar fyri at sáða ótta í vanligt fólk, og teir vilja hava enn meira pengar fyri at sáða upp aftur meira ótta í upp aftur meira vanligt fólk. Setið heldur ein góðan cowboyfilm á enn at hyggja eftir tíðindunum. Leggið merkis til at filmurin er nærri veruleikanum enn tíðindini(serliga um ein politiskur viðmerkjari er til staðar sum roynir at skera einki út í papp). Sløkkið útvarpslurtini og tveitið tey á køstin. Lesið túsund yrkingar og farið út og brølið eftir fjøllunum, so tey koma rennandi eftir tykkum tá tit sova.

lørdag den 11. februar 2012

LEYGARFROST

Eingin hugdi í gjár, heldur eingin í morgun. Men tað eru minus 5 stig úti nú og eg eri noyddur at fara út. Havi ein góðan tjúkkan jakka sum eg má lata meg í sum í eina troyggju tí snarlásið er í baklási. Og eg havi tvær húgvur á høvdunum, eina morreyða og eina gráa uttaná ta morreyðu. Tó havi eg tveitt allar mínar longu undirbuskur út tí tað er so vemmiligt at ganga í. Kennist sum um mann hevur skitið í buks. Tað er nokk at hava ullintar hosur á beinunum og einar góðar kúbumplabrøkur. Og eg havi ullintar hanskar. Leðurhanskar verma ikki ein lort og eg lagt teir á hillina. Eri eisini longu troyttur av tí nýggju fløguni hjá gamla stunaranum Leonard Cohen. Mær dámar bara eitt lag, Darknes, restin er bara vanligt stunarí. Og hann er ein gomul krukka. Nakað størst skald verður hann ongantíð. Bara miðal. Helst tí fór hann á sinni at seta lag til sínar yrkingar. Tú pjøvist ikki at vera nakað stórt skald fyri at skriva sangtekstir, tí løgini og røddin taka altíð valdið. Og stunarin hevur gjørt fleiri góð løg, tað skal sigast. Og mær dámar best teir gomlu sangirnar, fram til various positions. Síðani er tað mest stunan ið er komin úr honum. Kanska tí hann legði av at roykja. Hann dugdi so væl at gera roykringar, sum tað sæst á onkrari plátukápu. Kanska skuldi hann farið og roykt aftur og givist við at stuna.

torsdag den 9. februar 2012

TANTUTOS

Og so skal eg hoyra, at eg bróti niður, eg sum bara havi fingist við at byggja upp.

onsdag den 8. februar 2012

ULPUTÍÐINDI

Tað er ikki líka kalt sum í gjár. Ein maður fer til handils. Ein kona fer túr við hundinum. Onkur skorsteinur roykir í morgun, men teir flestu hava lagt av. Ein fugluflokkur fer við fullari ferð svimjandi yvir trætoppunum. Og nú kemur bussurin ein hálvan tíma ov seint.

mandag den 6. februar 2012

fredag den 3. februar 2012

Í OVURMORGIN

Í ovurmorgin man fara at liggja betur fyri um tonnin ikki sker seg út ígjøgnum kjálkan.