tirsdag den 27. marts 2018
RUNT
Tey fara rullandi oman eftir bønum og lenda niðri á vegnum,
brotna ikki og renna niðan aftur á bøin og rulla oman aftur og
aftur og aftur niðri á vegnum og brotna ikki um aftur og um
aftur niðan aftur á bøin.
-
søndag den 18. marts 2018
TVØST
Eg veit ikki, hvat eg skal siga, um eg ikki má siga tað, eg vil siga, soleiðis eg vil siga tað, um ikki øði skal koma í spikið.
...
tirsdag den 13. marts 2018
TVÆR SÍÐUR AV VINYLI
Her síggja tygum kápuna aftan. Inni í er mangt gott, ið ikki verður avdúkað her, men verkið fæst til keyps niðri hjá Steinprenti á Skálatrøð.
*
tá tað kavar
síggi eg
ein film
tá eg
síggi filmin
regnar tað
tá eg
síggi regnið
filmi eg
kavan
tá eg skal
vísa filmin
fyri øðrum
skínur sólin
og eg siti
einsamallur eftir
og síggi
kavan
:
.
mandag den 12. marts 2018
mandag den 5. marts 2018
torsdag den 1. marts 2018
Abonner på:
Opslag (Atom)