mandag den 30. september 2019
VIÐHVØRT
viðhvørt so veit eg ikki hví
men tað er einki nýtt
at fuglurin doyr
í sínum bestu árum
spyr bara ketturnar
geislingarnar frá telefonunum
og flogkyktseitrið
tó skuldi hetta
snúgva seg um ein stól
sum tú bæði kann sita og liggja á
og drekka av
samstundis
uttan at tú letur teg
órógva av miðlunum
og eg veit ikki hví
at viðhvørt
er altíð
.
fredag den 13. september 2019
EIN DAGUR OG ANNAR
Tað eru átjan ár og nakrir dagar síðani hesa hending og eg orki ikki at lesa fleiri konpiratiónsteoriir um hana. Men at Føroyar hava fingið ein talibanskan mentamálaráðharra er tíverri ikki ein konspiratiónsteori.
+
torsdag den 12. september 2019
TAÐ VINARLIGA SPØKILSIÐ
syndarligt at síggja
sum hann týsnaði upp
daniel johnston
av øllum heiliváginum
hann varð fyltur við
vegna skizofrenu og
bipolaru líðing sína
og hann skalv sum
eitt bókablað meðan
hann sang sínar
kátu sangir og tú
gjørdist sjálvur í
góðum lag ikki minst
tí hansara kasettubond
góvu pláss til øll
lívsins óljóð og alt
tað hann sá og hoyrdi
í sínum høvdi
ikki minst casper
the friendly ghost
sum hann sá fyri sær
tá hann og pápin
flugu heim frá eini
tónleikastevnu
í privatflogfari
við pápanum sum
flogskipara (tað
var eisini starv
hansara) og daniel
tók lykilin og tveitti
hann úr flúgvaranum
og motorurin steðgaði
so pápin noyddi at
neyðlenda og flúgvarin
brotnaði men ikki
teir síðani
varð hann innlagdur
aftur og aftur
á sálarsjúkrahúsi men
helt áfram við at skriva
sín avantgardiska popp
og tekna sínar fabulerandi tekningar
og hann vildi ikki skriva plátusáttmála
við hvønn sum helst til dømis
electra tí teir góvu metallica út
og daniel var sannførdur um at teir
vóru satanistar ha ha ha
tað kundi eisini verið
ein sangur men hjartað er nú steðgað
sum øll hjørtur gera
fyrr ella seinni
og nú flýgur hann á hægri luftløgum
saman við kaspari tí vinarliga
spøkilsinum og teir syngja
og spæla saman við cobain
og bowie sum elskaðu hann
og helvtina av the beatles
sum hann elskaði
og teir spæla inn
á kasettubond
sum santkta pætur við lyklinum
syrgdi fyri
vóru klár til hann
saman við bandupptakaranum
sum er úr reinum anda
eins og hann sjálvur
*
onsdag den 11. september 2019
HÓS
her kundi okkurt staðið sum ikki hevur staðið her fyrr men vegna álítandi keldur verður tað av ongum og veðurlíkindini verða ikki sum ætlað eftir sum sólin ikki hevur hug til at hugna sær í oysandi regni og óálítandi vindi sum bítur seg sjálvan í halan tá á stendur at síggja mun á kundum og hornum í tí stóra sjálvtøkuhandlinum onkustaðni mitt í millum himmal og helviti har eingin hevur ráð til nakað fyrr enn svarta fríggjadag tann trettanda tá øll skapan verður seld á útsølu til tann talibanska kommunulæknan sum skal endurføða alt sum deyða meðan hann dansar tungutalandi undir fullmánanum
-
Abonner på:
Opslag (Atom)