tirsdag den 27. november 2018
O
er nakað
eftir at
lovprísa
í hesum
kuldanum
:
o troyggja
mín kæra
troyggja
tú mást
ikki lata
mølin
eta teg
tú mást
aldrin
doyggja
o
tú sum
fekk
heitan hund
at goyggja
o tú mín
troyggja
skjótt fara
vit at
hoyggja
nei halt kjaft tá verður tú alt ov heit at vera í
*
onsdag den 21. november 2018
MUSSIPORTRIÐ
mussiportrið var
tað nevnt tí fólk kystust beint
innan fyri tað
men tað er ikki
til longur og dálkandi
bilar koyra har
gjøgnum sum portrið
var nú mussast fólkið í
bilum og miðlum
av sosialum
slag og kjakast verður um
mussarnir eru
kaldari í dag
enn tá mussiportrið stóð
og fjálgaði tey
fyrstu smaskini
inn í kærleikans heimar
sum skaptu okkum
*
fredag den 9. november 2018
TÁLGHØVDAOYGGJARNAR
tálghøvdaoyggjarnar
teljast millum tær
mest tálgutu
oyggjarnar
í verðini
og liva
av at vera
so tálghøvdaðar
sum tær eru
tálgin
er so tjúkk
á tálghøvdaoyggjunum
at einki annað enn tálg
og tálghøvd
er at síggja
tá flogførini lenda
í tálghøvdaoyggjunum
lenda tey á tálgbreytini
og tey flúgva eisini gjøgnum tálg
tá tey koma og fara
øll flogførini
hjá tálghøvdaflog
eru av tálg
og tey flúgva mest við tálg
og við tálghøvdum
men eisini onkrum útlendingi
sum vil uppliva eitt tálghøvdaparadís
ja kanska tað síðsta paradísið á foldum
bilar eru nógvir í tálghøvdaoyggjunum
og teir eru eisini av tálg
eins og vegirnir
tað kemur eisini ofta fyri
at teir koyra á onkra tálg
sum rennur á vegnum
men tær eru sum oftast tryggjaðar
so eigaratálghøvdið ikki missir
ov nógvar tálghøvdapengar
sum sjálvandi eisini eru av tálg
tálghøvdabóltspæl
er tjóðarítrótt í tálghøvdaoyggjunum
hvør einasta lítla bygd
hevur minst ein tálghøvdabóltsvøll
at spæla tálghøvdabólt á
vøllirnir eru flestir innfluttir tálghøvdalíkisvøllir
tí tað regnar so illa á tálghøvdaoyggjunum
so tálghøvdabóltsvøllirnir gerast skjótt ein tálghøvdaevja
tálghøvdabóltlandsliðið
hevur spælt ímóti øllum heimsins tálghøvdabóltstjóðum
og hevur tapt hvørja ferð
men tálghøvdaoyggjaskeggjar
halda seg kortini vera bestu tálghøvdabóltspælarar í verðini
tí bólturin er jú av tálg
og tað eru høvdini eisini
í tálghøvdaoyggjunum
verður skrivað og sungið
um tálghøvdalívið
um tálghøvdafrælsi og tálghøvdarættvísi
sum til dømis norðuri í tálghøvdavík
har tað løgnasta tálghøvdið
yrkti eina sanna tálghøvdaperlu
meðan hann pilkaði nøs
í tálghøvdi sínum
og tá hann vísti úrslitið
kvóð hann:
"kaga upp á fingurin
sært tú kukkin har!"
og síðani hava allir tálghøvdaoyggjabúgvar
sungið henda tálghøvdagimstein
tá tey hava fingið nóg nógv
av tálghøvdamjøði upp í tálghøvdið
og tá ikki vita
hvat tað er
teir syngja
í tálghøvdatinginum
standa tey størstu tálghøvdini
og døma tey tálghøvdini
sum nálgast uppi á aðrari tálg
serliga tey promiskuøsu samtálgarhøvdini
og siga at tey enda í tálghøvdaheljum
at tey skulu brenna í tálghøvdaheljabálinum í ævir allar
og har fara eisini tey tálghøvdini
sum øvunda øðrum tálghøvdum
at tey eiga nógv ta mestu tálgina
og vilja selja hana á uppboði
so onnur tálghøvd eisini sleppa at tálgast
tí sanniliga sanniliga
siga tey størstu tálghøvdini
í tálghøvdatinginum
at bara tey sum eiga nógva tálg
eiga pláss heima á tálghøvdahimnum
eg kundi fortalt so nógv aftrat
um tálghøvdamentan og
um tálghøvdaoyggjasøgu
um tálghøvdaskúlar og um
tálghøvdatrúarspurningar
um talgild tálghøvdavørp
sum senda nógvan sera tálgutan
tálghøvdaoyggjatónleik
millum endaleysu kjakini
um gjøgnumskygni
í tálgarbýti tálghøvdanna
um teirra órættvísa tálghøvdarættsinni
ella hví so lítið rúm
er fyri andaligari tálg
í tálghøvdamiðlunum
og eg kundi fortalt
um tálghøvdamissiónsvørp
við andøvsløtutálghøvdademagogi
um tálghøvdadálking á tálghøvdafirðum
við tálghøvdaløtuvinningi fyri eyga
men havi ikki stundir akkurát nú
tí knettini eru júst kókað
.
Hetta er ikki endaliga útgávan av yrkingini. Tann endaliga stendur í Bond sum kemur nú í vár 2020.
*
torsdag den 8. november 2018
FOK
sjókavi
hoyrdu oyrini
fjørðin
siga stutt
áðrenn
býurin
gavst við
at blunda
og er longu
skrámut
søga í
ælinum
.
tirsdag den 6. november 2018
UNDIR FARGI
rurururururullupypypylsu
segði hann
eeeeeeeeg eeeg
vivivivivilvivivil
hahahahavavavahava
rurururururullupypypypylsu
!
lørdag den 3. november 2018
MOLDARBOÐ
skeiv hond men
rættur fingur
angi av mold
har sum skráin
varð spýtt í sandin
sum var okkara tíð
skeljar styrkja
beinini tá teir
góðu dagarnir
ikki longur fjaðra
so væl undir tær
ein onnur ætlan
má leggjast
liggjandi so tú
ikki krýpur
undan degnum
tá tann innari vitin
fer at blunka
stevleyst
á fastandi
ytsta
hjartaloysi
Á hesin hugaligi angin av spritti!
.
Abonner på:
Opslag (Atom)