fredag den 9. november 2018

TÁLGHØVDAOYGGJARNAR







tálghøvdaoyggjarnar
teljast millum tær
mest tálgutu
oyggjarnar
í verðini
og liva
av at vera
so tálghøvdaðar
sum tær eru

tálgin
er so tjúkk
á tálghøvdaoyggjunum
at einki annað enn tálg
og tálghøvd
er at síggja

tá flogførini lenda
í tálghøvdaoyggjunum
lenda tey á tálgbreytini
og tey flúgva eisini gjøgnum tálg
tá tey koma og fara

øll flogførini
hjá tálghøvdaflog
eru av tálg
og tey flúgva mest við tálg
og við tálghøvdum
men eisini onkrum útlendingi
sum vil uppliva eitt tálghøvdaparadís
ja kanska tað síðsta paradísið á foldum

bilar eru nógvir í tálghøvdaoyggjunum
og teir eru eisini av tálg
eins og vegirnir
tað kemur eisini ofta fyri
at teir koyra á onkra tálg
sum rennur á vegnum
men tær eru sum oftast tryggjaðar
so eigaratálghøvdið ikki missir
ov nógvar tálghøvdapengar
sum sjálvandi eisini eru av tálg

tálghøvdabóltspæl
er tjóðarítrótt í tálghøvdaoyggjunum
hvør einasta lítla bygd
hevur minst ein tálghøvdabóltsvøll
at spæla tálghøvdabólt á
vøllirnir eru flestir innfluttir tálghøvdalíkisvøllir
tí tað regnar so illa á tálghøvdaoyggjunum
so tálghøvdabóltsvøllirnir gerast skjótt ein tálghøvdaevja
tálghøvdabóltlandsliðið
hevur spælt ímóti øllum heimsins tálghøvdabóltstjóðum
og hevur tapt hvørja ferð
men tálghøvdaoyggjaskeggjar
halda seg kortini vera bestu tálghøvdabóltspælarar í verðini
tí bólturin er jú av tálg
og tað eru høvdini eisini

í tálghøvdaoyggjunum
verður skrivað og sungið
um tálghøvdalívið
um tálghøvdafrælsi og tálghøvdarættvísi
sum til dømis norðuri í tálghøvdavík
har tað løgnasta tálghøvdið
yrkti eina sanna tálghøvdaperlu
meðan hann pilkaði nøs
í tálghøvdi sínum
og tá hann vísti úrslitið
kvóð hann:
"kaga upp á fingurin
sært tú kukkin har!"
og síðani hava allir tálghøvdaoyggjabúgvar
sungið henda tálghøvdagimstein
tá tey hava fingið nóg nógv
av tálghøvdamjøði upp í tálghøvdið
og tá  ikki vita
hvat tað er
teir syngja

í tálghøvdatinginum
standa tey størstu tálghøvdini
og døma tey tálghøvdini
sum nálgast uppi á aðrari tálg
serliga tey promiskuøsu samtálgarhøvdini
og siga at tey enda í tálghøvdaheljum
at tey skulu brenna í tálghøvdaheljabálinum í ævir allar
og har fara eisini tey tálghøvdini
sum øvunda øðrum tálghøvdum
at tey eiga nógv ta mestu tálgina
og vilja selja hana á uppboði
so onnur tálghøvd eisini sleppa at tálgast
tí sanniliga sanniliga
siga tey størstu tálghøvdini
í tálghøvdatinginum
at bara tey sum eiga nógva tálg
eiga pláss heima á tálghøvdahimnum

eg kundi fortalt so nógv aftrat
um tálghøvdamentan og
um tálghøvdaoyggjasøgu
um tálghøvdaskúlar og um
tálghøvdatrúarspurningar
um talgild tálghøvdavørp
sum senda nógvan sera tálgutan
tálghøvdaoyggjatónleik
millum endaleysu kjakini
um gjøgnumskygni
í tálgarbýti tálghøvdanna
um teirra órættvísa tálghøvdarættsinni
ella hví so lítið rúm
er fyri andaligari tálg
í tálghøvdamiðlunum

og eg kundi fortalt
um tálghøvdamissiónsvørp
við andøvsløtutálghøvdademagogi
um tálghøvdadálking á tálghøvdafirðum
við tálghøvdaløtuvinningi fyri eyga
men havi ikki stundir akkurát nú
tí knettini eru júst kókað




.




Hetta er ikki endaliga útgávan av yrkingini. Tann endaliga stendur í Bond sum kemur nú í vár 2020.












*

1 kommentar:

  1. Sera " seig" og og drúgv tálgayrking hevur nú meira enn nakratí vátta at eg hati tálg til ævigar tíðir..

    SvarSlet