onsdag den 29. august 2018

LURTILØTA



vetrarbreytin
nei eg veit ikki
gummistivlar
óneyðugir
so leingi
stjørnurnar
glampa í
rómastampinum
og munnar
kunnu ikki
mettast
einans magin
fyllist og
skriftin
sigur tað
líka til
í morgin








.

tirsdag den 28. august 2018

torsdag den 23. august 2018




                                        síggi ongar
                                        loynidómar
                                        í tínum 
                                        rukkum


                                       men eg síggi
                                       at tú hevur roykt
                                       og sólað tær
                                       alt títt lív










.

onsdag den 22. august 2018

SÆLA





krákurnar á mønuni spæla shake your money maker
meðan hinir fuglarnir ýla av laksalýsnum
líka til teir fara at jodla
við grømmum bakkabapsamæli
at einki smakkar so væl sum pengar
at einki er so heilagt sum pengar 
at einki er so undurfult sum pengar
pengar pengar pengar oh pengar

summarið lokkar pengar úr fólki
sum aftur fyri fær vánaligan tónleik
sum langt síðani er farin á útsølu aðrastaðni
og sum skal billa okkum inn
at vit standa saman
um ta fólksligu fávitskuna






$

mandag den 20. august 2018

SÓL



eingin veit
enn hvussu
alt verður
ella ikki
um so
døggin
vil tað
ella
hvørvur
sum 
bók-
stavir
á
skíggja





-

fredag den 17. august 2018

STRÍÐ




heldur einki í dag
hugsaði hon
og skrollaði víðari
líka til streymurin fór






;

fredag den 10. august 2018

GRÁUR TÓMLEIKI




Nýggi føroyski tjóðbúnin, dýnujakkin, verður helst tað einasta sum fer at rigga til tað gráa monstrið úti í Marknagili. Hetta tómleikans tempil sum stendur og misprýðir okkara litfagra bý. 

Men kanska er eitt sindur av veiggi í okkara ungdómi, at hann fer við málingablikkum, spraydósum, penslum og kustum at mála útyvir alt hetta gráa og glasuta við alskyns litum, bæði innan og uttan. Nútíðar arkitektar ræðast litir, so fáið fatur í nakrar av teimum eisini og dyppa teir niður í nøkur stór málingaføt. So skulu teir læra nokk tað!











.