lørdag den 30. april 2016

TANN GÓÐA


tann góða
pappírskurvin
tekur bert
ímóti
tínum vakrastu
tonkum
um teir ikki
eru rukkaðir
saman á
sama pappír
sum teir ljótu




,

STUTT ER


stutt er
millum 
herðarnar

hugsa tær
eina nøs
úr pappíri

eina hjólbøru
fulla av 
oyrum

grísar
sum síggja
síni ýl

steikjast
í egnum
feitti

seyðir
sum verða
settir til

at henta 
lesull til
okkara blonku

skallar so vit
kenna okkum
heima tá vit

fara inn
í kirkjuna
at játta vára

syndir og
eitt sindur
aftrat





.



ER DJÓRIÐ FØROYSKT?


Eg veit helst, hvussu tað fer at verða tolkað, men av teimum 737 sum hugdu inn her á Bloggodd í gjár tann 29. apríl 2016, vóru 666 úr Føroyum, sama tal sum Miðflokkurin einferð fekk til eitt val.


-

fredag den 29. april 2016

WILD BILL OG HINI

Takk fyri eina góða røðu! siga tey við tann tey eru samd við og so komu tey við einum spurningi til røðaran sum tey hava avtalað frammanundan. Mikið óforútsigiligt.  Og sum tað er patetiskt at lurta eftir teimum. Teimum villu. Teimum villu kristnu. At tjóðin verður kluvd, um ein minniluti eisini sleppur at giftast. Kæru vinir, tjóðin er langt síðani kluvd og tað eru tit sum hava gjørt tað, tí tit ikki vilja góðtaka minnilutan, tey samkyntu. Patetiskt er tað eisini, tá tey sjálv siga seg vera offur. Tey villu kristnu sum siga seg verða háðað og spottað, tí tey ikki vilja góðtaka tey samkyndu. Tað skuldi bara mangla! Hesi sum altíð hava havt maktina í landinum. Í øldir sloppu vit einki fyri teimum. Vit máttu ikki fáa ein lítlan, vit máttu ikki fara í dans alt ov seint leygarkvøld. Vit máttu ikki lesa tað, vit høvdu hug til at lesa. Heldur ikki skriva tað, vit høvdu hug til at skriva. Mongum filmi bannaðu tit. Tit sloppu alt tykkara - og tað sleppa tit enn - fara á møti ella í kirkju, bæði inni og úti. Eingin noktaði tykkum tað. Og tað skulu tit sjálvandi hava loyvi til. Tað skuldi bara mangla!

Og so eru tey so hørm um fólkakirkjuna, sum als ikki fær rætt at víga samkynd. Fólkakirkjan sum sigst hava so høgt til loftið - orsakað hválvið - og vítt til veggja. Sjálvt um hon ongantíð hevur verið tað.   Fólkakirkjan man ikki altíð hava verið av guðs góðu børnum. Og tað er hon heldur ikki í dag. Hon vil ikki signa samkynd. Tað merkir at hon ikki vil góðtaka samkynd. Fólkakirkjan er als ikki fyri øll. Hon er líka so intolerant sum allar hinar samkomurnar. Kanska er okkurt batna, t.d. verða sjálvmordarar ikki longur grivnir uttan fyri kirkjugarðin.

Tað eru nøkur sum eru samkynd. Eini 5- 10 %. Eg kenni fleiri teirra. Eisini onkran frá barnsbeini av og havi altíð vita at viðkomandi er "øðrvísi".  Tá nyttar einki at tríva í nakrar nógv meir enn 2000 ára gamlar jødiskar lógir. Tað hevur helst verið ósømiligt tá í tíðini at menn ikki fingu nokk frá konuni og royndu seg við monnum. Helst hevur tað ikki verið so praktiskt. Har stendur eisini so nógv annað, sum vit ikki mugu, men sum vit øll gera kortini, eisini tey villu kristnu.

Men hvat F.... skal Guð hava ímóti teimum samkyndu, at tey vilja liva saman, eisini undir somu dýnu, tí tað er tað einasta rætta hjá teimum? Tað má hann sjálvur svara, og tað ger hann ongantíð.

Tá tey villu kristnu - Wild Bill og hini - ikki vilja góðtaka rættindi teirra samkyndu, hvat vilja tey so? At tey aftur skulu ganga sum hím í skotunum? Ikki vera góðtikin av nøkrum? Ganga inn á almenn wcir í útlondum at finna tilvildarligar partnarar og fáa líka so tilvildarligar sjúkur? Fara inn í eina myrka park og koma út aftur sundursorlagur? Ella myrdur? Vilja tey at fleiri samkynd skulu fremja sjálvmorð?

Tey villu kristnu vilja nevniliga, at tey samkyndu skulu liva eitt ósømiligt lív. Tey mugu ikki liva eitt lív saman við tí tey elska. Tí einasta eina. At tey kunnu giftast hvør við øðrum, eins og tey villu kristnu og øll onnur kunna.

Og í dag fingu tey villu kristnu ikki rætt. Tey fingu ein framman á.

Tey hildu nakrar vánaligar røður.


mandag den 25. april 2016

ENN EIN SKØVAÐ RØÐA




flagg fløgg flagga fløgga fløkja flákra flagg flagga flagg fløgg flagg fløgg
fløgg flagg flagg flagg fløgg fløgg flagga fløgga flykra flákra flákr floks
flagg fløgg fløgg flagg fløgg flagg fløgg flaggfløgg flagga fløgg flogsa
flagga fløggum flaggum fløkrum flogsum floksting flákriting flogsuting
flogsutting fløkjuting flikkflakk fløgg flagga flagg fløggum flagga flagg
fløgga flagga flugga flígga flógga fløga fløkja fløti flagg fløgga
fløska
fløk flagg flørgrin flagga flagga fløkgreytur flagg flagga fløggumst
flagga
fluga flókatrøll flagga flagg floyal floyalsbuksur flagga floyal
floyta
flógvi flagga flagg flóta flagg flóttrol flagga flogseðil flagga flogmús
flogálop
flagga fløgg flittuliga fleyr flagga fleyga fles flestur flaggar flagg
fløgg
flekjari flagga fleirtal fleirgudatrúgv fløggum fløgg flagg fleingja
flatlendi
flagga fleima flagg flagtak flagg flaggstong flabbi flagga fløgg flagbróst
flagga flagbøkkur flagga fløgg flaggskip flagfeingi flagga flagsa
flagreyv 
flagga flabbabreiður flaggar fløgd fløgga fløggum flagga flaggdúkur
fleyr
flagga fløgg fløggum flagga flaggberi flagga fløggum flagga flaggdagur
fløggdagur flagsudagur flogsudagur floksdagur flaggdúkadagur 
flagga 
fløggum flagga fløgg fløgg fløgg fríggja fríggjadagur flagga fløgg
fríggjum
fløgg flagg fløgg flagg fløgg flagg fløgg flagg fløgg flagg fløgg 

( flaggdagur
tað er tá vit
enn einaferð
fáa at vita
hvør ikki var við
at sniðgeva flaggið
og so flákra vit víðari
í stuttum brókum
ella á hálvari stong
meðan krígsgreðingatónar
verða blástir inn í oyruni
í umparumpaprumpatakt )

..og røðarin fer í gjøgnum flaggsøguna og tað hoyrist á røddina at tað er kalt og tey sum lurta hopa at tað er ein stutt røða í hesum kuldanum ella regninum og hann endurgevur flaggsangin sjá tú blánar sum loftið sjálvt um tey flestu hava eitt hvítt loft tað er sgu dúkurin sum er loftið ikki sannheit og rodnar sum fucking blóð tað er tað reina tvætl tí blóð rodnar ikki tað hevur longu tann litin tað hevur og tí kanst tú ikki rodna sum blóð ella benjardøgg um vit fara í kvæðini og kvøða okkum eitt ja hví fara tey ikki upp á gólv ella rættari hví fara tey ikki upp á vagl tá tað kortini er so kalt at standa har og hví hevur eingin tjóðveldiskappi í lollandskum lakajuniformi ikki enn yrkt eitt flaggkvæði sum teir kunnu hoppa hvønn flaggdag
..
sjálvandi skulu vit vera góð við flaggið tað er jú tað einasta vit eiga og nei vit hava eisini ltgb- ella gbtl- ella lgbt- ella tbglflaggið og tað er ikki sera vakurt sjálvt um symbolikkurin er í lagi tá haldi eg at merkið er snøggari kanska er tað tí strikurnar í ælabogaflagginum eru vatnrættar men eg ivist í um tað hevði verið nógv frægari um tær vóru steyrrættar tað hevur alt ov nógvar litir men flaggið hjá es er tó tað ljótasta annars er tað ikki so langt síðani at eg fekk at vita at lgtbflaggið var lbgtflaggið  tvar tá eg trillaði barnavogn við soninum tað man so hava verið fyrst í hesi øldini at vit trillaðu oman eftir istedgøtu og so snaraði eg oman í eina síðugøtu oman ímóti halmtorginum so sá eg flaggið hanga har og hugsaði aha hevur greenpeace eina deild her og tá vit komu til teirra vindeyga bleiv eg eitt sindur kløkkur tí har stóðu stórar pirpinssneisir (eftirgjørdir snillar) í framsýningarglugganum saman við alskyns mannfólkaporno sum høvdu fingið bill & jenis & svenning & ann dahl hansen at signa seg áðrenn tey spelaðu avstað heimaftur til føroya men tá skilti  eg at tað ikki var flaggið hjá greenpeace   men hesum fýra bókstavunum hvørs raðfylgju eg altíð fløkist í og so vil eg við hesum enda við at ynskja tykkum ein góðan flogsutan og flákrutan flaggdag

lørdag den 23. april 2016

TEY RØSTU





reystur 
sigur hann

kappi 
sigur hon

reystmenni
sigur hann

reystkvenni
sigur hon

hetja 
sigur hann

konubrot
sigur hon 

ræstreystkappakvennmennihetjukonubrot
sigi eg

reyvarhol
siga tey








-

fredag den 22. april 2016

GREYTASVART

íðan hvat so um sólin skínur segði hann uttan komma ella punktum fór hann spelandi niðan brekkuna við einum posa í hvørjari hond og húgvu á høvdinum tí hvar skuldi húgvan annars vera hugsaði hann tá hann var komin til hús sum tann varðafrensur hann var og fekk vørurnar til høldar hvat tað so merkir uttan nakað annað tekn enn at okkurt hoyrdist skava undir einum stóli og tað var frensurin hjá grannanum og helst hevði hann eisini hesuferð migið á gólvteppið í stovuni so nú fekk hann ikki tíð at kverulera um tey nýggjastu orðini hann hevði hoyrt í morgunsendingini hjá útvarpinum men mátti reinsa teppið og fáa fatur á tí fananum sum hevði slept frensin hjá grannanum inn til sín og hann mátti eisini krevja av grannanum at hann avlívaði hetta stinkdýrið áðrenn hann sjálvur gjørdi tað og grannan við um hann ikki tók seg saman og so ætlaði hann eisini at spyrja grannan um hann ikki kundi lata vera við at heingja sínar longu undirbuksur út á snórin tí tað sá ikki gott út og tað kundi geva øllum teimum gomlu gentunum í grannalagnum freistandi tankar og tað var longu so nógv synd komin til býin og nú vildu menn guðhjálpitúmær giftast við monnum og konur við konum ja hvat stendur ikki skrivað um tað í teirri heilagu skrift sum okkara fólk altíð hevði við sær heilt frá móðurmjólkadøgum til denna dag har alt snýr seg um at menn vilja merkja skeggstubbar og dingluber hjá øðrum monnum og konur gerast lallalepparar og guðhjálpitúmærogtær tá harrin kemur aftur av himnum og tað verður skjótt skal eg vissa øllum um tí tað stendur skrivað í tí einastu bókini sum er verd at lesa og eg havi ikki lisið hana men hoyrt prestar og aðrar gudsmenn lisið upp úr henni og tað duga teir væl tí teir eru vælsignaðir av heilaga endanum og tá hann kemur aftur um sum sagt skamma tíð tá fara hesi syndugu at angra at tey ikki hildu seg til hitt kynið tí reyvarholið er bara at kukka og prumpa við og tað er so ræðuligt at vera í nánd av hesum sodomistum tí tú hoyrir ikki tá tað letur úr afturpartinum so tú kanst sleppa tær burturfrá so tú ikki luktar tað sum kemur úr teimum og helst kann teirra prumpiluktur eisini smitta við deyðiligum sjúkum ella tú kanst blíva sum teir harrinvælsignimeg tað havi eg hoyrt frá kønum monnum og tí haldi eg altíð andanum tá eg komi framvið einum av hesum endatarmsmonnunum um teir nú skuldu slept enn ein av hesum farligu ljóðleysu fretlunum og teir vita helst sjálvir at rumpholið ikki skal brúkast til ólevnað tað stendur helst eisini skrivað og konur skulu ikki leppast av konum og hví fara tey ikki til skips heldur tí slíkt hevði ikki komið fyri umborð á skipi og so slett ikki umborð á teimum gomlu sluppunum ja lat okkum fáa tær gomlu sluppirnar aftur so vit sleppa undan hesum modernaða ólevnaðinum og eg hugsi mítt tá eg síggi at tey nýggju skipini altíð hava slagsíðu í bakborð og skjótt fara fólk eisini at giftast við djórum ja hvat stendur ikki skrivað um tað í øllum miðlum og skriftum at tað verður neyð og tannagrísl eisini hjá teimum tannleysu og nú orki eg ikki at hugsa meir um hesar svínsku fúlheitirnar og fari heldur at kverulera um tey nýggjastu orðini og so má eg eisini skjóta handa frensin hjá grannanum so teir ikki giftast við hvørjum øðrum um teir ikki longur eru tað tí skrivað stendur at tú skalt liggja tá tú svevur og tað ger grannin altíð eisini tá hann stendur og tá stendur illa til í okkara samfelag tá tað er so illa reitt at eggini detta úr reiðrinum og kunnu ikki ein gang brúkast at kasta eftir hesum ólevnaðinum sum vit dag og dagliga fáa serverað úr teimum almennu vørpunum sum vit sjálv hava goldið fyri og eg má eisini krevja endurgjald frá hasum grannanum fyri hatta teppið sum eg má koyra burtur tí lukturin av frensalandi fæst ikki burtur tað veit eg av gomlum beiskum royndum eg havi jú eisini verið ungur einaferð og hevði av bestu luktisønsum og lukti eisini beinanvegin um ein av hesum skeggstubbunum vil giftast við mær og eg klári í góðari tíð at krógva meg fyri teimum í køksskápinum sum í veruleikanum er eitt kustaskáp og eg eigi tveir kustar til innanduranýtslu og ein støvsúgvara av merkinum electrolux og brúki hann bara til at støvsúgva við og ikki sum tey syndugu til nakað annað sum eg havi hoyrt frá nógvum pálítiligum fólkum ja tað næsta verður at mann kann giftast við einum støvsúgvara ella einum kusti og denn synduga verð kanska skuldi eg allíkavæl ikki krógva meg í kustaskápinum eg skuldi heldu kropið inn undir tað frensalandluktandi gólvteppið í stovuni og so vil eingin av hesum dingluberjamonnunum hava meg tí eg lukti so illa av frensalandi ja tað er nógv fyri at mann skal stinka av frensalandi fyri at fáa frið fyri sodomittum og bara ikki onkur ketta fer at forelska seg uppi í mær og túforbarmandigud hvat skal eg gera í hesum táradalinum kanska skuldi eg sjálvur farið til skips aftur við eini slupp sum ikki fiskar sunnudagar men eg veit ikki fólk duga heldur ikki at tosa føroyskt longur og tað er helst hesir sodomittarnir og muslimarnar og dunnumoggararnir í plantasjuni sum hava oyðilagt tað føroyska málið fyri ikki at um at tala ta føroysku máltíðina tí nú eta tey bara sovorðið innflutt sum onkur muslimur og sodomittur og dunnumoggari hevur migið á nei nú bleiv eg svangur eisini og nú fari eg at gera mær havragreyt

tirsdag den 19. april 2016

GOMUL HANDRIT OG OKKURT ANNAÐ

Ì dag havi eg tveitt eini tjúgu kilo av handritum út. Pakkaði tey inn í nakrar slitnar skjúrtur, eg á sinni fekk frá míni táverandi kæru. Helt at tey skuldu vera væl ballað inn, tá tey fóru í eldin, í hesum pløggum  sum skaldið hevði verið í, tá hann skrivaði handritini.

Og so fekk eg eisini tann "nýggja" Varðan. Eftir at hava lisið tann fyrsta textin, eina traditionella og keðiliga sonettu um vár og veður, helt eg, at um restin av ritinum var sum henda yrkingin, so mátti eg enn eina ferð -móti mínum vilja - ásanna, at alt stendur í stað í Føroyum. Tíðarrit eiga at vísa leiðina fram og ikki aftur. Varðin vísti leiðina fram fyri skjótt hundrað árum síðani. Og Steinbjørn og Gunnar royndu tað sama í sjeytiárunum, men teir blivu steðgaðir av fólkafloksfascistisku Breckmann-jugendini sum villmaðurin og skyldmaðurin Mílur hevði mobiliserað ímóti ritstjórunum. Síðani bleiv tíðarritið syndarliga vánaligt  við tí andaliga missfostrinum Mariusi Johannesen sum ritstjóra. Seinni  gjørdi Pól Andreasen tíðarritið til eitt meiri ófarligt folkloristiskt rit við hópin av amatørsøgufrøðiligum - og ættartalsligum greinum, sum ikki høvdu ein skid við bókmentir at gera. Men vit eiga sjálvandi at geva nýggja ritstjóranum ein kjans. Samrøðuna við Marjuna Syderbø dámar mær væl, ikki minst tá hon fortelur, at hon ætlaði at geva Carli amerikanska olju - frálíkt hugskot! - og at hon breyt heavy metal pláturnar hjá beiggjanum, tað skilji eg eisini væl. Annars er Varðin prentaður á sovorðið bíligt blankt pappír, so mann hevur hug at leggja hann frá sær. Helst er tað fyri at lýsingarnar skulu síggja snøggari út. Á nógvum síðum eru rukkutar rendur, men tað haldi eg er alt ov vanligt frá prentsmiðjuni, tað er eisini á fleiri av mínum bókum sum eru prentaðar og heftar sama stað. Tað er faninmeg ikki gott tit har uppi! Sjálvur eri eg eisini misnøgdur við mínar egnu Stuttttsøgur í ritinum, tí tær ikki eru væl uppsettar. Onkur av ummælanum eru dekan ov naivt skrivað, og tað er spell, tí alt ov lítið verður ummælt av bókum. Bløðini ummæla einki og í kringvarpinum hava tey fingið tann óskikk at sussmæla heldur enn at ummæla. Og er tað ikki vánaligt, at okkara fremsti mentanarmiðil, Kringvarp Føroya, ikki megnar at hava eina fasta bókmentasending? Skjótt verður hann seksti ár og bókmentirnar hava ikki verið serliga væl viðgjørdar hvørki í sjón- ella útvarpi. Tað átti ikki at verið so torført at fingið onkran bókmentaútbúnan ella ein entusiastiskan rithøvund at gjørt eina fasta bókmentasending. So hevði mann eisini sloppið undan at hoyrt hasar amatørkendu mentanarcaféinar við sínum ginglandi tólmennisverti. Fleiri skrivað ummælir høvdu komið væl við og økt um hugin at skriva. Men tað er ringt at fáa nógvar av hesum dovnu akademikarunum at skriva nakað. Nógv hava lisið bæði bókmentir og føroyskt. Guð viti, um tey brúka útbúgvingina til annað enn at keglast um glosur og bendingar á facebook.

Og so er bara eftir at vóna, at næsta nummar av Varðanum verður nógv betri enn hetta, annars verður tað, saman við umrødda nummari, pakkað inn í einar av mínum gomlu undirbuksum og tveitt á køstin!