tirsdag den 19. april 2016

GOMUL HANDRIT OG OKKURT ANNAÐ

Ì dag havi eg tveitt eini tjúgu kilo av handritum út. Pakkaði tey inn í nakrar slitnar skjúrtur, eg á sinni fekk frá míni táverandi kæru. Helt at tey skuldu vera væl ballað inn, tá tey fóru í eldin, í hesum pløggum  sum skaldið hevði verið í, tá hann skrivaði handritini.

Og so fekk eg eisini tann "nýggja" Varðan. Eftir at hava lisið tann fyrsta textin, eina traditionella og keðiliga sonettu um vár og veður, helt eg, at um restin av ritinum var sum henda yrkingin, so mátti eg enn eina ferð -móti mínum vilja - ásanna, at alt stendur í stað í Føroyum. Tíðarrit eiga at vísa leiðina fram og ikki aftur. Varðin vísti leiðina fram fyri skjótt hundrað árum síðani. Og Steinbjørn og Gunnar royndu tað sama í sjeytiárunum, men teir blivu steðgaðir av fólkafloksfascistisku Breckmann-jugendini sum villmaðurin og skyldmaðurin Mílur hevði mobiliserað ímóti ritstjórunum. Síðani bleiv tíðarritið syndarliga vánaligt  við tí andaliga missfostrinum Mariusi Johannesen sum ritstjóra. Seinni  gjørdi Pól Andreasen tíðarritið til eitt meiri ófarligt folkloristiskt rit við hópin av amatørsøgufrøðiligum - og ættartalsligum greinum, sum ikki høvdu ein skid við bókmentir at gera. Men vit eiga sjálvandi at geva nýggja ritstjóranum ein kjans. Samrøðuna við Marjuna Syderbø dámar mær væl, ikki minst tá hon fortelur, at hon ætlaði at geva Carli amerikanska olju - frálíkt hugskot! - og at hon breyt heavy metal pláturnar hjá beiggjanum, tað skilji eg eisini væl. Annars er Varðin prentaður á sovorðið bíligt blankt pappír, so mann hevur hug at leggja hann frá sær. Helst er tað fyri at lýsingarnar skulu síggja snøggari út. Á nógvum síðum eru rukkutar rendur, men tað haldi eg er alt ov vanligt frá prentsmiðjuni, tað er eisini á fleiri av mínum bókum sum eru prentaðar og heftar sama stað. Tað er faninmeg ikki gott tit har uppi! Sjálvur eri eg eisini misnøgdur við mínar egnu Stuttttsøgur í ritinum, tí tær ikki eru væl uppsettar. Onkur av ummælanum eru dekan ov naivt skrivað, og tað er spell, tí alt ov lítið verður ummælt av bókum. Bløðini ummæla einki og í kringvarpinum hava tey fingið tann óskikk at sussmæla heldur enn at ummæla. Og er tað ikki vánaligt, at okkara fremsti mentanarmiðil, Kringvarp Føroya, ikki megnar at hava eina fasta bókmentasending? Skjótt verður hann seksti ár og bókmentirnar hava ikki verið serliga væl viðgjørdar hvørki í sjón- ella útvarpi. Tað átti ikki at verið so torført at fingið onkran bókmentaútbúnan ella ein entusiastiskan rithøvund at gjørt eina fasta bókmentasending. So hevði mann eisini sloppið undan at hoyrt hasar amatørkendu mentanarcaféinar við sínum ginglandi tólmennisverti. Fleiri skrivað ummælir høvdu komið væl við og økt um hugin at skriva. Men tað er ringt at fáa nógvar av hesum dovnu akademikarunum at skriva nakað. Nógv hava lisið bæði bókmentir og føroyskt. Guð viti, um tey brúka útbúgvingina til annað enn at keglast um glosur og bendingar á facebook.

Og so er bara eftir at vóna, at næsta nummar av Varðanum verður nógv betri enn hetta, annars verður tað, saman við umrødda nummari, pakkað inn í einar av mínum gomlu undirbuksum og tveitt á køstin!

Ingen kommentarer:

Send en kommentar