tirsdag den 31. december 2013

300

Eg veit líka lítið um farandi árið sum um tað komandi. Hvør morgun er næstan líka nýggjur sum í gjár og eitt ár er bara so og so nógvir dagar. Men hetta er bloggur nummar 300 og vegna hann fái eg mær á midnátt kransukøku og rom úr Flensborg.

mandag den 30. december 2013

PROPPKONGURIN




Nei tit, ikki eri eg nakar poppkongur. Røddin er eingin og eg syngi ikki smágentuligar naivar sangir við kventasligari boybandarødd. So vil eg heldur vera proppkongur Føroya, tí fáur man hava trekt so nógvar fløskur upp sum eg. Og áðrenn nýggjárpropparnar fúka upp í loft vil eg rópa eitt hundraðfalt hurrá fyri proppinum, og ikki poppinum, sum skuldi fingið ein propp settan í seg. Gott proppár øll somul!






-

søndag den 22. december 2013

LÍTIÐ JÓLALJÓÐ





eg eri eitt jesusbílæt
men eg eri ikki jesus

eg eri ein fullur posi
av tómum ølfløskum

sum eg ikki havi drukkið
men eg havi pissað tær út aftur

eg eri ikki heilagi andin
men mær dámar væl hvítleyk

eg eri ein fleskasteik við veingjum
ein dunna sum smakkar av gás

sum lendir í eini krubbu
har hon verður reivað í reyðkál

eg eri eitt sítt listamannaskegg
og eg ræðist ræsta súpan

eg eri ein várrulla
sum heldur seg vera eina ginu

eg eri jomfrú
men eg eri ikki maria moy

eg eri ikki eitt jólatræ
men eg eri gávan eingin vil hava

fyrr enn eg sjálvur
vil hava hana 

 






*

HIPP HIPP





Øllum tykkum sum so trúføst keypa mínar bøkur ynski eg eini gleðilig jól. Tit sum fara at keypa mínar bøkur í jólagávu ynski eg eitt gott nýggjár. Tit sum lesa mín blogg ynski eg góðar páskir. Øll onnur ynski eg eina góða Vestanstevnu.

lørdag den 21. december 2013

*******




tá eg kenni meg
mest einsamallan
fari eg út í náttina
gáni upp í loft
viti um ikki onkur stjørna
vil verða mín vinur
men hvørja einastu ferð
tá eg umsíðir
havi fingið samband
við eina fagurt bleiktrandi stjørnu
leggur mánin seg ímillum
í heilum ella í hálvum líki
sigur at vinir gera meg enn meira einsamallan
teir fáa meg bara í ringrás um meg sjálvan
men góðtaki eg mítt vinarleysa einsemi
fari eg í ringrás um vinirnar eg ikki eigi
og av tveimum illum er annað best
eins og mánin
tá hann er heilur ella hálvur






















*

mandag den 9. december 2013

LAMBSSTÝRI




feskur
puddilhundalortur
bleiv vinnumálaráðharri

skrædnað hít
bleiv almannaráðharri


stoktur blágómi
fekk fiskivinnumál


illgrunasamt
bremsuspor
í posttraumatiskum
undirbuksum
fekk samferðsluna


full spann
av brúktum tampongum
bleiv heilsumálaráðharri


forlorin 
hýggjuskotin
undirmuður
bleiv fíggjarmálarráðharri


ólekiligt
herpessár
fekk menta-
og kirkjumál


einnýtishandski
gloymdur
í gomlum
reyvarholi
bleiv løgmaður

 
latum okkum øll tiga
latum okkum øll tiga












.


fredag den 6. december 2013

DANSUR

Tað rykkir og skrykkir í húsini so eg haldi meg vera í Føroyum. Trætopparnir sveiggja rútmiskt. Havi ikki hugsað um tað fyrr: ólukksáligt sum skógurin er musikalskur, eisini tá okkurt træ koppar, eg vil ikki siga sum ein falskur tóni. Tað er altíð syrgiligt at síggja trøini fella til jarðar. Eg hati ljóðið frá ketusagum. Og eg veit, at tað er neyðugt at fella tað, sum stendur til at fella, so tað ikki dettur á okkum. Og skógarbotnurin skal eisini hava luft, so trøini kunnu blíva upp aftur eldri enn vit. Og tað eru tey longu.

lørdag den 30. november 2013

KENSLULAG



rukki 
heilan
saman
og
koyri hann
niður í
vinstra
bróstalumma
so hann kann hoyra
hvussu illa 
mítt hjarta dukar
fyri hesum landi







.

søndag den 17. november 2013

TEY TJÓÐSKAPUTU


tey tjóðskaputu
ber ikki til
at skifta orð við

tey eru sum
vitnini hjá 
jehova

flenna býtt
tá tey ikki megna
eitt mótargument

tá tey tjóðskaputu
verða sett føst
siga tey

tú ert so danskur
ella tú vilt
snakka sum kjøpinhavnari

tey tjóðskaputu
tola ikki x og z og q og c
tí hesir bókstavir

eru ikki
nóg tjóðskaputir
hjá teimum tjóðskaputu

sparlaeygunum
at síggja 
so um teir ikki

verða reinsaðir
heilt úr málinum
umhugsa tey

tjóðskaputu
at seyma eygnalokini
føst í kjálkarnar

so øll skulu
síggja hvussu
tjóðskaput

tey eru 
og vit kunnu 
sannførast um

hví vit standa
og tøva málsliga
og ikki minst

bókmentaliga
ongan veg koma
tí tey

tjóðskaputu fyrst
skulu staðfesta
at andin er reinsaður

við føroyskum
sparlalúti og sær líka
fávitskutur út

sum tann
tjóðaskaputi
tí tann

tjóðskaputi er
so mikið tjóðskaputur
og trongskygdur

at hann hatar seg
sjálvan 
um hann ikki

hvønn dag
sær seg í speglinum
sum tann mest tjóðskaputa

av øllum
tjóðskaputum
ullaposum

landið 
hevur 
lembt

lørdag den 9. november 2013

lokkanet


og so fara vit á alnótina at síggja hvat onnur hava funnið á alnótini

og so flenna vit eftir tí sum onnur hava lagt út á alnótina og onnur funnið á alnótini

og so býta vit  tað út til vinir og kenningar tað vit hava sæð og flent eftir so onnur eisini sleppa at flenna eftir tí sum vit hava flent eftir á alnótini

og tey flenna og flenna og flenna og skriva viðmerkingar sum royna at forklára hví tað er so stuttligt sum tey hava funnið á alnótini

og so skrivar onkur at hatta er yvirhøvur ikki stuttligt og tit mugu vera ættaði úr einum sera fløtum landi um tit halda at hatta er stuttligt ella hetta má vera ein øgiliga fløt alnót

og so fara øll út á alnótina at gartera og ákæra og gráta og siga at tað er so deiligt at vit hava eina demokratiska alnót har vit kunnu finna okkurt onkur annar hevur funnið og lagt út til okkara at flenna eftir og tað er heilsusamt at flenna um tað so er stuttligt ella ikki á alnótini

og nú siti eg so sjálvur og ivist í um eg skal leggja henda vánaliga tekstin út á alnótina men eftir sum alnótin er so demokratisk  so ger tað einki at eg leggi hann út á alnótina og um ikki annað so kann eg sjálvur fløkjast í henni








.

torsdag den 31. oktober 2013

JESUS Á FØROYSKUM




tað ber ikki til
at ganga her
og spæla jesus pápi
tá tú næstan einki hár
hevur eftir á høvdinum
og næstan einki grør á høkuni heldur
og tú dugir ikki at ganga í sandalum
hvørki á vatni ella á landi
ella at ríða á einum ásna
men breyð dugir tú at gera til steinar
sum tú kastar eftir dunnunum
og tá menn gerast ov tystir
gert tú vínið til vatn
og drekkur tað sjálvur
og fært tú eitt spark í dintilin
vendir tú hin bøllan til
og sigur:
latið tey skeivu koma til mín
tí tey skulu arva 
allar skeivleikararnar
eins og tey rættvísu
skulu arva rættin
at vísa á tað rætta
sjálvt um tey
hvørki eru vís 
ella røtt 







.

torsdag den 24. oktober 2013

FJØL

TRÚGV HEVUR EINKI VIÐ TRÚGV AT GERA OG SVEV
UR EINS OG HESIN DREYMURIN DULD
UR ER UTTAN ALDUR TÍ ALDUR HEVJAST
UTTAN ALDUR TÍ ALLUR ALDUR ER
KITLANDI TJALDURUR ER TÓNIN
TEY VITA IKKI HVAT VIST ER
HETTA ER STÓRT OG ER BEINANVEGIN
MØGULEIKANDI TULKINÓN UNDIR 
PRENTINGINI  EIN ÓTULKING
SUMMARMORGUN VIÐ MOLDSEN
AFTANFYRI HAR DREYMURIN
HELDUR HANN ER HARÐUR ROYKUR
EISINI SKARPAR KENSLUR OG HVUSSU
TRÚARGRULVINGIN IKKI ER
ENDAMÁLIÐ VIÐ DREYMUNUM
ANNARS ER TAÐ VERULEIKANS
KÆRUKASSI SUM TAÐ BARA IKKI FYLLIST Í
TIT ERU MÁLSØKJANDI EINS OG APPARATINI VITA
KÆRU FJALIR SUM BERA 
TAÐ HOSTANDI LÍVIÐ
HESIN DÝRDADJÚPI TALERKUR
HEVJANDI LJÓS KANDISUKUR
MIKIÐ VAR DROYMT
DREYMUR HENDUR
BLÁ MM


lørdag den 19. oktober 2013

OKKURT UM EINKI

Sjálvt um eg mestsum eri givin við at skriva, so eru tað tó nøkur ið vitja hesa síðuna. Kanska skuldi afturfyri skriva okkurt. Hvat tað skuldi verið, veit eg ikki, men tað er forbannað kalt, eg veit ikki nær aftur verður koyrt frá varmanum her í húsinum. Helst verður bíðað eftir minusgradum, nú alt skal vera soo co2 vinarligt, ella óvinarligt. Og tey sum avgera co2 politikkin koyra øll í bili og búgva í fínum húsum og avgera sjálv nær varmin skal skrúvast frá heima hjá teimum sjálvum og hjá okkum. Tað eru ikki vit súkklandi og gangandi íbúðarbúgvar sum svína mest c02, men tað eru vit sum skulu frystast í hel og anda teirra stinkandi bilroyk.

Tað eru nú fimm vikur síðani eg fekk seinast yrkingasavn mítt í hondina. Einglasuð eitur tað. Og tað kemur ikki óvart á meg, at eg ikki havi fingið eitt einasta respons. Um hon er góð ella ring ella onkustaðni mitt í millum. Men eg havi heldur ikki væntað nakað annað og eri yvirhøvur ikki keddur av tí, tað eri eg vorðin ov gamal til. Tó vil eg viðganga at eg missi hugin at fáast við tað, sum eg fáist við á føroyskum. Viðhvørt kenni eg meg mest sum ein ið komin er í barndømi og bara tosar við seg sjálvan. Tað er nokk eisini tað, tað er, at yrkja á føroyskum. Í fjør fekk eg tó ein beátufrekan tøðleyp í høvdið í Dimmu, sælu, fyri eina bók hjá mær, sum eg ikki sjálvur hevði sæð. Sig so tað..Men nú er steindeytt og tað sær ikki út sum hitt blaðið, Sosialurin, og sum er eitt nógv verri blað enn Dimma var, ætlar sær at gera nakað serligt burtur úr at ummæla føroyskan skaldskap. Tó trúgvi eg ikki at tey fara at gloyma dámusskaldsøgurnar, men tað er eisini høvundinnunum væl unt og ynski eg teimum góðan byr framyvir. Og barna. og krimibøkur vera helst eisini gjørdar sjónligar.

Nú skrivaði eg aftur orðið krimibøkur. Og so kann eg ikki lata vera við at hugsa um mín egna uppvøkstur í eini kiosk niðri á keiini í Havn. Har seldu vit nógvar krimibøkur. Og cowboybøkur. Og Barbaru Cartland. Tá var hetta skírt lættisoppur og kiosklitteraturur. Eg kundi sjálvandi onkuntíð blíva eitt sindur flóvur av at selja slíkt og bleiv meir enn einaferð brikslaður, at eg handfór slíkan lættisopp. Tað hendi eisini, at eg las henda sopp. Sum tíðsfordrív, tá eingin góður forteljari stóð uttan fyri skivuna. Annars las eg aðrar bókmentir heima við hús umframt góðar tekniseriur, og tað geri eg eg enn. Og tað stuttliga, ella, eg veit ikki um tað er stuttligt, heldur tragikomiskt, at hesin sami kiosklitteratur og lættisoppur er í dag blivin fremsta andaliga føði millum okkara akademikarar. Allir lesa teir krimibøkur. Lurta bara eftir tærnakrimpandi programminum í kringvarpinum um hvat føroyskir akademikarar lesa, so er svarið altíð krimibøkur. Summi siga, at tey lesa slíkt fyri at kobla frá. Tað má so vera heilin ið verður koblaður frá.  Í denn grad. Og hesin kiosklitteraturur er eisini tað fyrsta tú fært eyga á, kemur tú inn í ein bókahandil, ella inn á eitt bókasavn. Ikki bara í Føroyum, men í flest øllum londum í vesturheiminum. Hetta er eisini grundin til, at eg sjáldan longur tími inn í ein bókahandil ella eitt bókasavn. Eg blívi í so forbannað ringum lag. Men eg blívi ikki í ringum lag, tá eg frætti, at ein bókahandil aftrat má steingja, tí tað gongur ikki longur. Um eg gráti tá, so er tað við turrum tárum. Eg haldi at teir hava gott av tí. Av at teir altíð stillaðu lættisoppin fremst, í stakkum, og tær góðu bókmentirnar - um teir yvirhøvur høvdu slíkar - vóru altíð stillaður í einum eintaki pr. tittul á niðastu hill, so í øllum føri tey, sum høvdu ilt í knøunum, og ikki hildu seg til at bukka seg niður til tær. Og vit kenna søguna, at supermaknaðirnir fóru við allari lættisoppasøluni so nógvir bókahandlar doyðu og vit sum lesa bókmentir keypa tær á netinum, ella í onkrum vælsignaðum antikvariati. Og tað ringasta er, at lættisoppurin altíð fær rúm í fjølmiðlunum. Ummæli fáa teir altíð og stórar samrøður verða gjørdar við lættisoppahøvundar.

Tó fer tað neyvan at vera ummælt nakað serligt aftrat í Føroyum, heldur ikki lættisoppi. Kringvarpið sær út til at vera givið við at senda bókuummælir. Har snýr tað mest um hvørji tiltøk eru í teimum ymisku bygdarhúsunum kring landið. Og samrøður við ymisk fólk ið fáast við list og spurningarnir og svarini eru tey somu vit hava hoyrt óteljandi ferðir seinastu árini. Kringvarpið ger meir at reklamera fyri klichéenskum poppbólkum sum ljóða eins og allir hinir. Tó er onkur bólkur og einstaklingur sum ikki heldur tað vera skomm at syngja á føroyskum.

Kanska tora summi heldur ikki at ummæla, tí fólk eru so viðkvom. Serliga tey sum eru í familju við, ella eru vinfólk við onkran ið ikki fær eitt nóg positivt ummæli. Tá eru ikki nógv smíl at síggja. Fólk halda, at tað eru persónarnir sum hava skapt verkini, ið verða ummældir, og ikki verkini. Sjálvandi kann mann fáa gron av at fáa eitt ringt ummæli, men verðin gongur kortini ikki undir. Og hevur tú enn nossur undir tær, ella eina trivaligan galipinn, so skalt tú for helviti vísa teimum!

Nú havi eg so skrivað okkurt og tað var als ikki tað eg ætlaði mær at skriva í hesum kuldanum. Eg skuldi heldur havt skrivað um Føroyar sum listarligt menningarland, men tað má verða eina aðru ferð og so mugu vit menna okkum ímeðan.

tirsdag den 8. oktober 2013

KUNNGERÐ



kalla havið
okkurt annað

endurnýggja
tínar røtur

grava tínar forfedrar- og møður upp
lær tey tey nýggjastu orðini
og at brúka tráðleysa mús
tá tey fara at leita eftir sínum eftirkomarum

sig við skýggini 
at tey skulu fáa hendurnar upp úr lummunum
og oysa á okkum so vit vakna í eini aðrari verð
har vit veruliga halda at vit eru tað vit ikki eru

bið børnini blíva vaksin
áðrenn sólin rísur

ger súpan av glasinum sum ikki vil fyllast

spáa eina góða lygn at ugga okkum við

lat moldina sleppa í læru sum skundverður

koyr kettu og hund í skúla
so vit fáa meir fyri skattapengarnar

stjørnurnar mugu fegin blunka eitt sindur meir
so vit fata at tær skilja okkum

mánin kann eisini gerast fullari
so eingin droymir um tómleika

og tey sum eta døgurða skulu eta morgunmat
og tey sum eta morgunmat skulu eta nátturða
og tey sum eta nátturða skulu hungra

soleiðis fer skriftin at síggja út
beint áðrenn boðskapararnir hava etið alt














.

MEINI TAÐ



Meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina miena meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meine meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina meina










.

onsdag den 2. oktober 2013

TØL

Í dag eru 130 ár síðani omma á Toftum varð fødd og í gjár hevði bloggoddur havt 30.000 vitjanir.

tirsdag den 1. oktober 2013

KANSKA EIN DAG





tað er sum um loftið
nærkast gólvinum
tá eg í einum fepurrúsi
hugsi um kjøt

kanska ein dag
smíði eg
míni egnu hús

og tey skulu
hvørki hava
sinnopp ella kettjup

men væl
av ráum leyki

og ein góðan
skorstein








.

torsdag den 12. september 2013

torsdag den 5. september 2013

RENTA




set bróstini í bankan

og fá mjólk í rentu

tá tú aftur verður barn














.

GLOYMT






bara eg sjálvur
kundi funnið uppá
at skrivað
at hetta
havi eg gjørt
tí at sjógvurin
vildi tað
eins og tá
brillurnar
gloymdu
eyguni







.

FULLMÁNI




fullmáni

siga tey




men mánin sjálvur

hvat man hann kalla tað











.

GRAS



dreymagrøs

fáa meg at njósa

enn eina marru

so eg haldi

at eg vakni












.

ULL




í havsbrúnni
ganga orðini
aftur og fram
og vassa
í
muninum
millum
hjá- og sjálvljóðini
og av tí sama
varnast tey ikki skipini
sum sigla avstað
við fullum lastum
av stolnum bókstavum
ballaðum inn í ull
sum er skrødd av seyðinum
ið  eigur hesar neyðars oyggjar
sum einki egið mál vilja eiga








.

mandag den 2. september 2013

GUMMI




so nógv skip
hava ligið
við hesa bryggju
og gnaga
gomul bildekk
sum í gomlum døgum
trillaðu millum
bygdir við
countryløgum
í oyrunum
á villum
bygdaungdómi
og elefantum
í viðførisrúminum
og helst eisini
onkrari hít
í reyvarlummanum

søndag den 1. september 2013

TUNNILSSJÓN





eri býurin
sum svølgdi
øll eygu
so tey kundu
síggja tað
sama sum
hann tá
hann heldur
vildi vera
ein bygd
av blindum
borgarum










,

lørdag den 31. august 2013

SUNNUAFTAN






kreddurnar
hava sligið
kirkjuklokkurnar
tað hoyrist 
á øllum ganginum 
uttanfyri 
undir eini stórari presending

skilnaðurin
er fullkomin
og tára saman
við skipunum
sum ikki vilja vera skip
og fuglinum
sum flýgur
í ringrás
um okkara
minkandi 
minni

og sunnudagurin
er komandi
fyrst tá náttin
hevur larmað seg
lidna
og guds lomb
gloyma at fara
í kirkju tí onkur
hevur koyrt tey í ovnin

lásið
er enn í ólagi
og hárið hevur skift lit
og flogførini
tveita hjørtu síni frá sær
har sum hundarnir pissa
fólksins kærleika








.

torsdag den 29. august 2013

S-TOKVINDEYGA


hví vera
tá ein
einki er

bleiv potað
niður í okkum
í svarta skúla
sum var gulur

ja
samvitskan er
og verður
eitt kókað
seyðarhøvd
sum aldrin verður
liðugt piðað

á perrongini
eitt klænt slitið par
í bíligum sportsklæðum

hon roykir
sjálvt um tað
eisini er bannað har uttanfyri
men tað er enn loyvt
at koyra við dieseltokum

og ja hon tosar í fartelefon
so tað hava tey ráð til

hann innanholaður
tannleysur
helst av heroini
flúgvaraoyrir
ryggsekk
hvørji áhugamál hava tey
lurta tey bara eftir hálvfjersaratónleiki
ella eru tey komin longur
eiga tey børn
sum eru tikin frá teimum
eiga tey abba- og ommubørn
geva tey teimum gávur

helst eru tey nógv yngri enn eg sjálvur
hóast eg haldi tey vera eldri

nú koyrir tokið avstað
við mínum fordómum

kanska vóru tey systkin
tey vóru bæði líka rak og skrámut
kanska høvdu tey somu sjúku
ivist eg við samkenslu

og hvat rakar tað teg
tá eg fari av á næstu støð
og fái eyga á onkran annan at døma
at eg havi gingið í svarta skúla
og innast inni haldi nógv av
at vera eitt einki










.

onsdag den 28. august 2013

ALT TAÐ



alt tað 
ljóta er
dýrar gávur

verðin er
rundanum
alt tað runda

eg vil hava rust
sum tann
ið kanónirnar á 
skansanum
signa okkum við

eg kom ein tíma
ov seint
til tannreinsanina í dag
so hon bleiv av ongum

tenn rusta ikki
tenn brotna
og mjølvast
til síðst
til støv
eins og vit sjálv

her í myrkrinum
er gott at yrkja

ljósið
skal ikki vita
at tað blindar

tað skal
koma óvart á tað
at tað er til

úr neðra
komu boð
um døgurða
til tey
á loftinum












.

ÓDÍSIÐ





kona listamansins
er ikki bara kona hansara
men eisini kona listina
tað er hon sum sigur
at tey sum ikki gera
sum hennara listamaður
eru ikki nakað verd
tí kona listamansins
er eisini mamma hansara
og gevur honum mjólk at súgva
úr alt ov stóru boppum sínum
sum hon eisini letur síni ommubørn leppa úr
ja langommu- og oldurbørn
so kann hon ásanna
at tey eru betri enn øll onnur listafólk
sum royna nakað nýtt
og ikki gera sum stadnaði maður hennara
og hon fjalir ikki síni innantómu eygu
í sínum svarta slitna hári
men vísir eisini fegin fávitskunnar klov sítt
sum er hennara ússaliga styrki
tí kona listamansins
er ikki bara verkið
men listin sjálv
tá hon er ringast
við seg sjálva

















.

tirsdag den 27. august 2013

VALLARAR



gingu
eitt breitt
og annað
langt
høgt uppi
í einum
láglendi
har
dvørgarnir
dansaðu
og kvóðu
long
long
kvæðir
um munin
á tær
og mær










.

mandag den 26. august 2013

CALVIN OG HINIR




Skilji ikki hví tað var so dýrt sum eg keypti inn í dag. Og eg gloymdi at keypa tað dýrasta. Minnist heldur ikki um eg havi kukkað í dag, men tað skíti eg á. Eg vil ikki viðmæla nøkrum at ganga í Calvin Klein undirbuksum. Tær eru ræðuligar og glíða niður um reyvabøllan, sum um einki elastikk er í teimum. Tað sama við Armani. Pínligt at skula stinga hendurnar niður í buksurnar fyri at hála Calvin Klein upp um bøllarnar, tá tú ert staddur mitt í býarmeldrinum. Og eg havi hvørki ov lítlar ella ov stórar reyvabøllar, men fastar vøddar. Set teg niður á vøddarnar, søgdu tey gomlu. Og tað geri eg her eftir einans við Jbs. Tær sita. Hinar verða brúktar sum klútar. At pussa skógvar við og turka penslar.

søndag den 25. august 2013

DAGUR





gæs við fullari ferð móti vestri


eygleiðarin
kryvur sín fong


áðrenn hann fer heim
at sláa gras
í sínum næsta svøvni

  
og at vakna aftur
í ein kruvdan dreym 














.

torsdag den 22. august 2013

fødderne



fødderne har
sat sig
i forbindelse
med skyggen
og dagen
kan begynde

den gavmilde
ensomhed
drømmer om
nogle nye skyer
på himlen
at tale med

onsdag den 21. august 2013

BØTUR

.


Eingin
bót
batnar.

Eingin
bati
bótnar.

Einki
batt
brotnar
uttan so
at Batman
rodnar.

Eingin
Batman
blotnar
uttan at
bótin
batnar
og
Batman
lætnar.


HATTA

Hatta kundi tú sjálvur gjørt. Blaða.

HETTA

Hetta nyttar einki. Blaða aftureftir.

mandag den 19. august 2013

HER

Ja tú, her er nógv av lesnaði. Og tað legst til alla tíðina. Orð sum orka. Orð sum snorka. Orð sum halda kjaft. Orð sum drekka saft. So lesið tygum og blaðið. Áðrenn vesið og baðið.

søndag den 11. august 2013

SUMMARSLIGT



á veg oman
til postkassan
traðkaði hann
av óvart
á eina drotning
og fekk ringa
samvitsku
eina løtu
bara
eina lítla løtu
tí hann aldrin
hevur lagt nakað í hunang
og enn minni í drotningar











.

CINEASTISKT

Lívið er ein vánaligur B-filmur.



Deyðin er ein vánalig Ð-kykmynd.









.

torsdag den 1. august 2013

SÁR





gangi í gomlum skóm
á einum nýggjum vegi
og lati skýggini skiftivís
siga seg sjálvi
meðan søgurnar
sita kvirrar og lurta
og fuglarnir tulka
fyri teimum deyvu
og teimum sum ikki hoyra
fyri tí jarmandi seyðinum
hóast tey ikki skilja fingramál
ella tá laksurin springur í ánni
og líkist einum ælaboga
og tá grindin leggur beinini
áðrenn hon rýmir út aftur til havs
á hondunum hon skræddi
av teimum blóðtystu grindamonnunum
sum nú liggja á sandinum og bløða










.

onsdag den 31. juli 2013

GRÁAR 4







appilsingulir
unglingar
henta
sigarettstubbar
niðri við
bátabrúgvarnar
so summarið
verður minni
meiningsleyst
í tí blýtungu
tokuni
sum leggur
øll høvd
fyri akker
í býarinnar
gruggi














.

søndag den 28. juli 2013

GRÁAR 3 - ólavsøkuminni






dópaður men
ikki doyptur
fór hann
avstað millum
kavaflykrurnar
og var
sín egni
gudur
























.

GRÁAR 2





havnin er
tann sama
mjørkalitta
vøggan
har nostalgiin
nálgast uppi í
sær sjálvari
og útlendsk
ferðafólk
royna sínar
innaru
gummistivlar
og fáa sjóverk
av mínum
ruggandi
burturlongsli

















.

fredag den 26. juli 2013

GRÁAR 1






stórir 
heðinshugnaligir
urtapottar
verða sløddir
um býin
at staðfesta
smakkloysið

havnin
er vorðin
eitt stórt
uttandurabingo

her vantar bara
liberacetónar
og eitt sindur
av birthe kjær

kanska eisini













.

SPUL

Við slangu í hond. Spulislangu. Tey spula. Spula og spula og spræna tí tað er summar og allir vøkstir eru tystir. Tað er so hugaligt at spula. At halda í eini spulislangu. So fittligt at merkja trýstið í hondini. Og tey eru nakað tá tey spula. Spularar. Ein spulari við makt í sínum hondum. Og tá summarið er sovnað spula tey víðari tí alt er so skitið og tað er so gott at spula. Spula og spræna allan dagin langa og náttina við so alt verður so reint og pent.

torsdag den 18. juli 2013

ATLANTIC

Vit komu í gjáramorgun klokkan fýra. Flúgvarin var fullur av øllum fólkasløgum og sandwichum úr Amsterdam. Smyrjiost á luftbreyð. So tit kunnu ætla at har var trongt at sita. Men vit fingu skumpað mjørkan til viks og lendu við lógvabrestum og so inn í ein buss at geispa víðari til Havnar.

mandag den 15. juli 2013

STØVIÐ

Er eingin onnur meining við støvinum enn at skapa størv í støvsúgvaravinnuni?

fredag den 21. juni 2013

LESTUR



bókin 
larmaði illa
tá hon varð lisin
lesarin
gjørdist vátur
av øllum 
orðunum
men brendi 
fingrarnar
hvørja ferð 
hann blaðaði
á næstu síðu
har tað stóð:
blaðar tú víðari
fært tú frið
í ævir allar




















.

m.a.




341 pør
av undirbuksum


280
fartelefonir

127
forlornir yvir- og undirmunnar


og 223
bróstahaldarar



fylgdu honum til gravar


























.

tirsdag den 18. juni 2013

REALITY


Eingin vitjandi í dag. Soleiðis skal tað vera. So havi eg tað gott. Hvussu veðrið er, tað fáa tit ikki at vita. Og eg fari kanska til handils og tit fáa heldur ikki at vita, hvat eg fari at keypa, um eg fari til handils, ella hvat eg fari at gera, tá eg komi heimaftur. 

Eg havi ikki gjørt tað í dag, sum eg kortini ikki hevði gjørt í gjár, ella sum eg heldur ikki fari at gera í morgin. Tað hevur sjálvandi ikki tykkara áhuga og kemur heldur ikki tykkum við. Soleiðis kundi eg hildið áfram líka til eg fari á ves.

tirsdag den 11. juni 2013

HJÁLP!

 Havi einki at brokka mje um longur. Je veit ikki, hvat je skal gera við henda bloggjon. Eri fullstendiga tómur. Je blívi so bedrøvaður, tá je einki havi at kverulera um. Je økki longur og longur niður í fortvivlilsið. Blívi eisini bekymraður um bloggjon. Tað er heldur einki sum forblúffar mje longur. Alt er líka so forútsigiligt sum gardinurnar hjá nábúgvanum sum fara fyri presis klokkan tíggju minuttir yvir níggju. Je veit ikki um tað er niðurverdigandi at biðja blogglesarar mínar um kverulantiska hjálp. Men je geri tað allíkavæl. Hjálp mer!

lørdag den 8. juni 2013

MÁL!




og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðulligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tað

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap

og so vunnu vit aftur eitt heiðurligt tap 














...

onsdag den 5. juni 2013

ALTARTALVA




meðan málningurin tornar

verður plástur sett á kirkjuna

so sárið á boðskapinum

ikki tekur ilt fyri seg

og breiðir seg til alt kirkjufólkið

sum situr til reiðar

við sínum spýggjubakkum

at ofra nakrar sálmar

sum ikki eru sungnir

síðani teir vóru yrktir

og fingu løg sett á seg

sum blivu vrakað av bispi

tí tey ikki vóru nóg jalig


og tá tónaskaldið ikki visti


hvat tað orðið merkti


bað hann bisp sjálvan smíða løg


og síðani valdaði tøgn


og so helt hann seg vita


hvat ið jalig merkti


nevniliga tómleiki ella einki


og so fór hann heldur


at fáast við søtar popptónar


sum dansast kundi til við løttum fetum


so ein ikki snávaði í  tí síða svarta kjólanum








.


mandag den 27. maj 2013

fredag den 24. maj 2013

NEI


hevur tú verið úti
og stoytt orð
á moldina
so nýggjar yrkingar
kunnu grógva
og spretta
og spreiða sín anga
uppí tær fínu nasarnar
sum takka fyri
við einum nosi
ella tveimum?










.

MILLUMSTEÐGIR



bensinstøðir

alla staðni

bensinstøðir

so tað hálvdeyða lívið

kann doyggja víðari

millum steðgirnar

og dryppa

sín lívliga deyða

úr sínum eldfima lingi

bensinstøðir

alla staðni

bensinstøðir






.

tirsdag den 14. maj 2013

søndag den 28. april 2013

GILJUTINUFLAGGIÐ

Her er ikki nógv av nýggjum. Kenni meg so avbloggaðan. Eg ætlaði at skriva eina flaggrøðu flaggdagin, men eg tímdi kortini ikki. Haldi fløgg eru so keðilig. Serliga tey norðurlendsku sum altíð skulu hava hatta torturinstrumentið við. Krossin. Trúgvi ikki at Jesus hevði dámt, at krossurin skuldi symboliserað hansara áskoðan. Høvdu rómverjar uppfunnið giljutinuna (fyrstu ferð eg havi stavað hana á føroyskum og í hesum føri sigur gi ikki dji) so hevði Jesus verið giljutineraður og so høvdu allar altartalvur í øllum kirkjum avmyndað ein giljutineran Kristus og eini flættaðari kurv við hansara høvdi í. Og vit høvdu sæð blóðsprænin úr hálsi hansara. Okkara merkiliga Merki hevði avmyndað eina bláa giljutinu, ein reyðan Kristus og eina hvíta kurv. Nei, eg má heldur royna sjálvur at tekna eitt uppskot til eitt giljutinuflagg, sjálvt um eg ikki eri úr Fámjin og havi gingið á Garði. Havi ongantíð verið har inni, men mangan gingið framvið. Kanska fer mítt giljutinuflagg at hanga í Havnar kirkju og ein nýggjur Hans Andrias fer at gera ein upp aftur nýggjari flaggsang. Sjá tú bliknar sum kurvin osfr.
Nei nú eri farin av sporinum. rómverjar uppfunnu ikki giljutinuna, men ein franskur lækni við sama navni, stavað á fronskum. Á døgum Nólsoyar Páls. Og tað var vist av humanum grundum. Skarprættarar høvdu tað við at raka við síðuna av. Helst tí at teir høvdu drukkið nakað nógv av móti til áðrenn. Men krossurin er meiri sadistiskur, tað tekur sína tíð at doyggja. Rómverjar vóru nakrir verri sadistar. Og tað elska tey kristnu at válka sær í. Rómverjar høvdu helst ikki brúkt giljutinuna, um teir høvdu uppfunnið hana. So høvdu teir í øllum førum krossfest offrið fyrst og giljutinera aftaná. Og lesarin kann sjálvur síggja fyri sær ein upprisnan Kristus við høvdinum undir arminum. Ella  hevur hann sett høvdið á pláss aftur, sum um einki var hent? Helst.

onsdag den 24. april 2013

LÝSING




henda yrkingin
bíðar eftir
at onkur sum
ikki er alt
ov friðarligur
men ikki heldur
alt ov nógvan gang
skal seta búgv í sær
viðkomandi
má vera myrkaræddur
og ikki tola
meir enn eitt vist
av ljósi
og eisini duga væl
at fáast við bókstavir
sum ikki sjálvir duga
at seta seg uppá pláss
tað er ein fyrimunur
at skilja tungutalu
og eitt sindur av mjørkatosi
og at vera kvinna 
við stórum bróstum
sum eisini duga
at skriva yrkingar
úr ongum ættum
men hetta er ikki eitt krav
bara ein ynskidreymur
uppi yvir einum glasi av mjólk







.

onsdag den 10. april 2013

FLUGUTAL




í dag havi eg ikki
hugsað um deyðan
heldur ikki í gjár
men fyrradagin
taldi eg tær deyðu flugurnar
sum hava ligið í vindeyganum
síðani seinasta heyst

og meðan eg taldi tær
kom lív í eina teirra
og hon fór stetlandi
upp eftir rútinum
so eg gavst at telja hini líkini
og tá datt hon niður aftur á karmin
lá og sprellaði eina løtu
og so var hon aftur deyð

hetta fekk meg at gruna yvir
um flugur trúgva á eitt lív aftaná deyðan
ella um tær trúgva á talspeki
ella um tað er rætt at telja flugulík
ein slíkan vakran dag í apríl
tá bara tað livandi 
hevur rætt til at liva









.

søndag den 31. marts 2013

TRIÐJA DAGIN




tá eg vakni
hoyri eg maðkarnar tosa um:
hvussu eg smakki:
ein sigur at eg smakki púrasta meiningsleyst
annar sum vil spýggja sigur
at tað er einki høpi í samansetingini
at tað hevði verið betur
um eg var stoktur ella kanska kókaður
ein triði meinar
at hetta minnir mest um sjeynda ættarlið
frá eini útvatnaðari kvæðakempu
ein fjórði heldur hetta vera heldur herskið
at eg smakki sum um samfelagið 
fyrr hevur verið í mær
og tað er heldur ikki líkt til
at eg havi havt nakra virðing fyri tí
ein fimti hevur als ongan matarlyst
tí at tað smakkar sum um boðskapurin
er burturvilstur í brendum barndómi
og einum longsli eftir einum longri lívi
hetta síðsta rørir meg als ikki
men tá onkur sigur
at eg smakki næstan sum kvaldur kærleiki
gravi eg meg sjálvan upp
pilki maðkarnar úr mær
og geri ein nýggjan rætt


úr: Steðgir 1986

søndag den 24. marts 2013

EIN VANLIGUR DAGUR




veðurtíðindini
lovaðu sól og stilli
men vit fingu vátakava
og hvassan vind úr eystri


eg sat til fánýtis
og bíðaði eftir
snikkaranum
sum skuldi koma
og umvæla úthurðina


dómadagurin
sum prædikantarnir prædikaðu
skuldi verða í dag
varð eisini av ongum


hakkibúffurin
eg át til nátturða
og sum sambært slaktaran
var av neytakjøti
smakkaði av svíni


í nátt droymdi eg
at ein ung og eiggilig kvinna
royndi at forføra meg
men eg bar meg undan 
tí eg helt meg vera ov gamlan


sjálvt dreymarnir
lúgva fyri mær























-

UMVENDUR ELLA VIÐVENDUR?



Bispur hevur lagt av at brúka orðið "jaligt" í andaktsinnleggi sínum á Vovvapissitalinum. Helt sjálvur at hann mátti vera nakað ringur av abstinensum, eftir at hann seinast brúkti hetta yndisorðið bara einaferð. Í dag hevur hann fullkomiliga hálsað um. Hann brúkar orðið "neiligt" tvær ferðir! Guð viti, hvat er við at henda í føroysku fólkakirkjuni!

torsdag den 21. marts 2013

LÍTIL MIÐVÍSA




í køkinum varð
fiskurin skoðaður
av teimum sum
heldur vildu eta kjøt

tey hildu at hann hevði
so syrgilig eygu
at tey eins væl
kundu eta ein gravarsálm
sum at eta
eitt so sorgarfult lík

og so setti ein seg við urguna
og pumpaði ein sálm
sum bleiv smaskaður og smaksaður
og fiskurin koyrdur í skrell

og trúgvin kundi 
framhaldandi 
liva víðari
við ongum lukti 
ella anga










-

onsdag den 20. marts 2013

EITT SINDUR UM MAMMUSPROKIÐ



Eg haldi eisini at tað er bæði forferdiligt og forkastiligt at førisk børn skulu tvingast at snakka eitt sprok sum mammur okkara ikki snakkaðu. Tonk at lærarar mishandla tey við orðum sum "litur" ístaðin fyri "farva" sum mammur okkara søgdu, og tey blíva eisini straffaði, um tey siga "bílæt" og ikki "mynd" sum mammur okkara ikki søgdu. Eg havi hoyrt eitt eksempul frá einum føriskum skúla, har tann førisktlærarin, eitt nationalistiskt tjóðveldisfrell noyddi ein elev at eta ein heila pakka av oljukritum, tí elevurin insisteraði at siga "farva" og ikki frellorðið "litur". Føriski skúlin er komin niður á eitt históriskt lágt niveau, angangandi dannilsi og at læra tað rætta føriska sprokið mammur okkara snakkaðu. For eksempul skulu øll børn eisini brúka kirkjubíggjar/skopunska orðið "telda" og ikki "compjútari" sum mammur og helst eisini ommur okkara søgdu. Tað er gyseligt og tann reini torturur at behandla børn sodannar. Óhyggeligt at hesir sprokterroristar sleppa at voldtaka øll tey gomlu orðini sum mammur okkara dugdu so væl at fortelja við. Mammur okkara søgdu heldur ikki at "granska", men tær forskaðu, óansæð um tær stóðu í køkinum og gjørdu døgurða, ella um tær lógu á knøunum og skrubbaðu gólv. Og so skulu tey stakkals børnini eisini "benda" orð og nøvn, sjálvt um mammur okkara søgdu at "boyggja" orð og nøvn, Hetta er tað tann nationalistiska kirkjubíggjargardan hevur at diska upp við. Hon hevur jú sum program at útsletta tað føriska sprokið sum mammur okkara so gott snakkaðu, so øll uttan tey í Kirkjubø forstóðu tað. Og vit onnur og mammur okkara vita ikki, hvat hesir tjóðveldisboyggjarar hentyda til, tá teir ytra seg. So tað er ikki so snedigt, at eingin maður ella mamma vil hava nakað við hesar kulturleysu skóleistar og teirra kastreraðu orðaforráð at gera. Tá f.eks. mammur okkara puttaðu eitt stykki av chokolatu í munnin, søgdu tær ikki, at tíverri er henda chokolatan ikki úr Belgia, soleiðis sum hesir lættimjólkspuristar benevna hetta land, nei tær søgdu desverri er henda chokolatan ikki frá Belgien, men frá Englandi og ikki Onglandi, sum puristfrellini vilja hava okkum at siga. Børn okkara blíva eisini tvingað at eta spaghetti úr Italia, men ikki frá Italien, sum mammur okkara so rætt søgdu, tá tær stóðu uppi yvir komfýrinum og kókaðu henda ónationalistiska italienska og ikki italska rætt til okkum. Eisini havi eg sæð hesar republikansku breggjarar, púrasta ómædnar kalla okkum fyrrhenverandi Framamenn og socialdemokratar fyri teir mest afturhaldssinnaðu sambandsmenninar, men eg skal minna hesar tjóðveldispulshosur, at mammur okkara snakkaðu um reaktionerar sambandsmenn, tí tær vistu so sanniliga at orðið afturhald var komið úr kirkjubíggjarkøstinum. Tað vóru eisini teir sum partú vildu hava okkum at brúka, og ikki at nýta, tað íslendska ð-ið, bara tí kona tann fanatiska kongsknæbóndan var íslendsk. Tí er tað uppá tíðina at vit fjerna hetta fjolluta íslendska uppfinnilsið sum slett ikki hoyrir heima í tí føriska sprokinum. Vit mugu kempa fyri at fáa sprokið aftur sum mammur okkara snakkaðu, so vit eisini fara at snakka líka dannað og gott og smidigt føriskt sum tær. Tað er upp á tíðina at vit taka hensyn til okkum sjálvi og ikki hesar ynkeligu rotiskógvafilologar. Eg veit at nógvir nationalistiskir orða- og navnaboyggjarar fara at pissa í sínar skølingar av øði, tá teir lesa hetta. Men høvdu teir snakkað tað sprokið sum mammur okkara snakkaðu, so høvdu teir kanska bara pissað niður á knøini.




_

fredag den 15. marts 2013

UNDURFULLA LAND



Nei eg skal ikki eisini endurgeva hasa vælvaldu grønlendsku sum gleðir seg til at flagg grønlendinga skal hanga sjálvstøðugt saman við øðrum fløggum í ST. Tað hava longu so nógv onnur lippandi endurgivið. Tað eru sentimentalar tíðir. Tað manglar bara táraginglurnar í "På sporet" í DR aftur við. Tó kann eg ikki lata vera við at sita her og brosa, tí einki bendir á, at nøkur onnur broyting verður í útnorðri, annað enn at ísurin bráðnar. Men ikki allir ísar bráðna, sum t.d. tann ísurin sum liggur um hjørtuni á vinnulívsmonnum sum sleva so nógvan løtuvinning at lógir mugu broytast í skundi. So nógv sleva hesir menn og eltibløðrur í parlamenti okkara, at skjótt er ikki inniverandi hjá slevarunum í líkhúsinum á Tinghúsvegnum. Eltibløðrurnar eru nógvar í Føroyum, ikki minst í listalívinum hava vit sæð tað. Vit minnast væl tey fossádølsku, sum nú eru vorðin enn fleiri og sleikjast uppi í enn einum dólgi av fossádølskum slagi, so tað sær ikki mætari út enn at fólk kappast um at hava ta brúnastu tunguna. Á bókmentaøkinum er tað sama, rithøvundar tykjast nøgdir við, at bert ein fagurbókmentaligur høvundur fekk starvsløn í ár. Eg veit ikki, hvat hesir sleikja, um teir sleikja nakað, ella um teir hava nakað at sleikja við, men neyvan er tað ísin av hjørtunum hjá vinnulívsmonnum, sum sleppa at sleva á okkara lógir sum teimum lystir. Ella sita teir bara og gráta uppi yvir áður endurgivnu orðunum hjá hasi grønlendsku við tí góða valinum, meðan grátuginglunar gingla í oyrum og hjørtum teirra?



,

onsdag den 13. marts 2013

SØTT



lat ljósið renna

inni í tær

sum enn ein

hallelujasang

ið leitar eftir sukri

og siroppi

so at øll

skulu elska

og syngja hann

líka til hann doyr

av søtari sótt









,

tirsdag den 12. marts 2013

GINGLUMENTAN KRINGVARPSINS


Sjálvt um fleiri góð orð vóru søgd um manglandi estetikk hjá vinnulívinum, so haldi eg ikki at eitt slíkt innslag absolutt skal vera í teirri einastu mentanrsendingini. Gunnar Hoydal og ein ella annar professari, sum eg ikki kenni og sum ljóðaði eitt sindur fullur, søgdu ymiskt skilagott og stjórin hjá gøtuolegarkunum  ljóðaði eisini sum um hann var vaknaður. Annars var so gott sum alt tilfarið í sendingini tað reina amatørfjas, skúlakomediir osfr. Tað varð ikki kavað serliga djúpt og øll innsløgini kundu eins væl verið í Góðan Morgun Føroyar, ella í tíðindasendingini.

Í minsta lagi hevði eg væntað at nýggja uppheingingin (sikkin eitt orð) í Listasavni Føroya varð ummæld. Sum eg skilji á lagnum hevur nútíðarlistin ikki fingið nógv pláss frá leiðara savnsins. Kanska ikki so løgið, tá renæssancan er hansara speciali. Leiðarin sæst ikki til týdningarmiklar framsýningar í høvuðstaðnum, so áhugin fyri føroyskari nútíðarlist hevur maðurin rætt og slætt ikki. Tað er mær ein gáta, hví hasin maðurin er settur, tí mær vitandi hava vit eingi renæssanculistafólk havt í Føroyum. Ein so arrogantan og líkasælan leiðara av Listasavninum hava vit ikki brúk fyri.

Men hetta er eitt evni í ginglumaðurin Gunnar kundi tikið upp í In mente. Eitt veruligt álvarsmál at viðgera inn ímillum ginglurnar.

ENDIN ER GÓÐUR



endin er góður
er ein góð byrjan
á einum ringum degi
súkklupumpan horvin
spurningar ikki svaraðir
tí eg orki ikki at svara
tá eg ikki veit hvat eg skal svara
ein ketta hevur skitið á mottuna
so blóðtrýstið
roynir nýggjar hæddir
og tað ørar fyri viti og skili:


Og nú skulu vit hoyra um tað frelsandi vinnulívið, sum altíð hugsar fyrst og fremst um fólkið og landið. Aldrin um seg sjálvan fyrst og at fylla sær bankakonturnar. Oligarkarnir úr Gøtu fóru sjálvandi suður á Tvøroyri tí fólk høvdu sítt lítið at takast við og skattainntøkurnar vóru ov fáar og smáar. Teir hugsaðu yvirhøvur ikki um, at har var lættast at fáa arbeiðsmegi. Soleiðis hugsa oligarkar ikki. Heldur ikki miljóningajuristurin í Havn sum eisini eigur í, eins og hann eisini veðheldur fyri eigaran av Skræpulætting, sum er ógvuliga varin at skriva kritiskt um varðan, sum ikki kundi droymt um at ljótka umhvørvið har suðuri. Og hugsa um at hesin juristoligarkurin fer at byggja kvívikingum ein Víkingabýling í Putkingskum stíli allarhelst blandaðum eitt sindur saman við Bonbon-land. Maðurin hevur estetiskan sans. Og teir hugsa als ikki um at vinna sær "bara" nakrar hundrað milliónir í part í ein fart, áðrenn teir hava oytt enn ein fiskastovn, og kunnu pilla av norðanfjørs aftur, og so kunnu suðringar eiga hesi einastandandi vøkru virkishølini. Onkur eldsál har suðuri kann so passandi fara undir eina Salt 2 verkætlan, ikki sannheit?









LÍTIÐ SØGUBROT




ein øgiligur rómur

í ein bláoygdari

mannamúgvu

ballaði søguna inn

í píkatráð












;

PURRUPIRRA



Lítil er tann pirra

sum ikki letur seg purra







.

lørdag den 9. marts 2013

BØNIN




bønin hann bað
luktaði ikki
av hansara egna sveitta

men hon luktaði av báli
sum onkur annar
hevði kynt

kortini kallaði hann seg
ein ektaðan 
harrans stríðsmann









,

tirsdag den 5. marts 2013

SPRONGDARSKAÐI



Vit skulu hava bæði vørutrygd og rossatrygd, annars fáa vit sprongdarskaða. Og so ganga vit á berum leistum. Ber eisini til at ganga á berari skabelón? Skápilón? Skapalón? Pínadøturnar málið kann vera skapandi og skaput. Og nú kom aftur ein jingla - gingla - frá Ginglu-Gunnari, og nú er alt so friki. Man tað ikki vera frikadelli? Ikki at blanda við indverska býin Frikadehlli, sum er upprunin til frikadelluna, soleiðis vit kenna hana í nútíðarlíki. Nei Ginglus, nú fer tú ikki at tosa um kókibøkur. Hví ikki siga kókingarbøkur? Ikki at blanda við keikingarbøkur um tað at keikja fótin. Keikingarbrøkur eru tiltiknar, tí fólk keiktu altíð báðar føturnar, tá tey vóru í keikingarbrókum. Ja mangt sigur málið. Og Ginglarin dugir bara væl at spyrja um tað.








.

DÚKING



Mær er sagt frá, at einki er sagt. Síðani havi eg ikki lurtað eftir nøkrum, sum siga nakað um tað at siga. Eri givin at fotografera, tí tað gera øll onnur. Viðhvørt royni eg at rópa, men eg fái so ilt í oyruni.

Soleiðis kundi mín nýggja skaldsøga byrjað, men tað ger hon ikki, og eg fari sjálvandi ikki at avdúka tað her, ella nakra aðrastaðni. Men eitt lítið brot ljóðar kanska soleiðis:

Føroyar er ein oyðimørk við umleið 48.000 kamelum. Skjótt fari eg heim at svølgja teir.






::::

tirsdag den 26. februar 2013

EITT SINDUR UM HAVRAGREYT




Fekk mær kortini ikki havragreyt í morgun. Tað hevði eg annars ætlað. Havi ikki etið havragreyt síðani januar í fjør í Havn, tá eg hevði fingið onkra fepur- og skræpusjúku. Tað er so gott at leggja botn í við harvragreyti, tá lívið er leyst. Men í morgun var tosað so nógv um rossakjøt, at eg misti hugin til havragreyt. Eg veit ikki, hvat tað hevur hvørt við annað at gera. Tó kann eg ikki annað enn verða illgrunasamur, tá IKEA borðreiður við rossakjøtbollum. So kann rossakjøt vera í øllum. Sjálvt í Mentanargrunni Landsins. Hann minnir mest um ein havragreytsgrunn, kryddaðum við pulviseraðum rossakjøti.

Nevndi seinast, hvussu illa stóð til hjá skapandi føroyskum bókmentum at fáa stuðul. Nevndin í Havragreytsgrunninum vil heldur stuðla  kliché-enskum poppsangum og stubbafilmum à fýra og ein hálvan minutt enn skaldsøgum og yrkingum. Og bókatýðingar til føroyskt velur Greytagrunnurin fram um upprunaligar føroyskar bókmentar. Haldi tað er í lagi at stuðla týðingum av klassiskum russiskum bókmentum. Tað er neyvan nakra aðrastaðni møguligt at fáa stuðul. Og Johnny er ein stórur kapasitetur. Men at lata starvsløn til týðingar av norðurlendskum bókum er púrasta burturvið, nettupp tí møguleiki er at fáa stuðul til tað aðrastaðni. Hetta er einki minni enn ein háðan av teimum sum skriva uppruna føroyska bókmentir. Sjálvt um talan var um dygdargóðar bókmentir, ið týðast skulu, so var hetta skeivt. Men Jonas Gardell! Eg haldi álvartos at tað fara alt ov nógvir pengar til týddar føroyskar bøkur í mun til upprunaføroyskar bøkur. Og tað mesta sum verður týtt og útgivið - bæði vaksna- og barnabøkur - er rætt og slætt nakað helvitis lort.

Og so er tað tað, um vit skulu týða norðurlendskar bókmentir. Tað er helst eitt annað kjak. Føroyingar reypa altíð av at teir eru einastu norðurlendingar sum skilja øll tey norðurlendsku málini. Tað man ikki vera. Fáir skilja íslendskt og kanska fleiri skilja svenskt, men ikki eru teir nógvir. Hvussu nógvir føroyingar duga at siga Läkerol? Teir flestu siga Låkerol ella Lakkarol. Havi eisini hoyrt fólk sungið td. Evert Taube í føroyskum brúdleypi. "När" tað verður sungið"når ", tað kann mann næstan góðtaka, hóast tað svenska "när" liggur nærri tí føroyska "nær", men tá tey so fóru at syngja "hår" fyri "här", tá reisti eg meg upp og fór út!

Men greythøvdini í Havragreytsgrunnini munnu neyvan vita, at tað var Rithøvundafelag Føroya sum  bardist fyri starvslønunum. Og fekk teir tá seinast í fýrsunum. Tú kundi fáa ein - fýra mánaðir. Tað bar til at søkja tvær ferðir um árið. Um aldurskiftið fekk grunnurin meiri pengar og tað bleiv eisini møguligt hjá øðrum listafólki at fáa starvsløn. Eisini longri starvslønartíð upp til trý ár. Hetta var rætt at gera. Tað skuldi bara mangla. Tó var tað neyvan ætlanin, at rithøvundarnir skuldu skumpast heilt til viks, og einki hava at liva av. Rithøvundarnir fáa ikki so frætt sum samsýning fyri sínar bøkur longur. Hetta heldur verandi nevnd í Mentanargrunninum vera tann rætta leiðin at ganga. Samstundis við at Ómentamálaráðharrin minkar grunnin niður í einki vil greythøvdanevndin hava rithøvundarnar at tiga. Tað sær í øllum førum eisini út til at eydnast. Tú hoyrir einki frá øðrum rithøvundum hesum máli viðvíkjandi. Teir eru málleysir. Lammaðir. Hava uppgivið alt og hava nóg illa orku at kóka havragreyt. Við ella uttan rossakjøti.

Og hvat sigur Rithøvundafelagið? Tað grettir ikki út tí. Heldur at tað er nógmikið at bjóða donskum lættisoppahøvundum at vísa seg í Norðurlandahúsinum. Og tað er neyvan havragreytur, ið settur verður á borðið fyri tí gestinum.




-

søndag den 24. februar 2013

SLIPS ELLA LAKS




Siti bara og hugsi um hitastig. Leingist eftir sól, vári og einum longum summari, meðan sonurin situr og teknar ein heilan bý á síni teldu, men tíbetur teknar hann eisini við blýanti við síðuna av, Annars fær pappa gron. Eg mundi eisini fingið gron, tá eg sá Trónda í slipsi. Helvis svíkjari, hugsaði eg, men hann riggar bara væl í hasi munderingini. Hann kundi fyri tað spælt við í The Bad Seeds. Og Ómentamálaráðharrin stendur herðabreiðari við Tróndar lið í sparlabúnaði. Tó man Tróndur vera tann nógv sterkari av teimum báðum og væl kvikari er hann eisini, sum ein pantari er hann. Meini tó enn, at tað er spell at fuglarnir skuldu endað sum vindeyga pynt, men teir kunnu saktans brúkast aftur onkra aðrastaðni.

Annars sær tað ikki so gott út hjá teimum føroysku bókmentunum. Av teimum tretivu sum fingu starvsløn, eru bara tríggir rithøvundar. A teimum skriva og tekna tveir fyri børnum. So vit kunnu siga, at bert ein fagurbókmentaligur høvundur fekk starvsløn. Og tað er heilt forbannað vánaligt, hóast tað er ein sera góður høvundur. Synd at bara inkompetent fólk verða vald í Mentanargrunnin. Synd, fyrst og fremst fyri føroyska málið. Fólk eru vorðin troytt av tí føroyska málinum. Tey sum fáa stuðul at gera tónleikafløgur, velja oftast at syngja á enskum. Kliché-enskum. "Walking down the street/Looking for some love/ Can´t see the danger/Because I´m at stranger og í denn dur og alt ov sjáldan í moll.

Skapandi føroyskt hevur ikki nógvar góðar vinir í Føroyum. Ómentamálaráðharrin stjól pengar úr Mentanargrunninum og koyrdi teir í eitt málráð, har fleiri frammanundan vælløntir akademiskir apukøttar skulu sita og putlast og deilast um ð ella d ella c ella hví føroyskar dunnur siga gvagg meðan tær donsku siga rapp.

Men kortini fer ómentamálaráðið aftur í ár, ivist eg ikki í, á allar alkyns altjóða bókmentamessur at reypa um føroyskar bókmentir, føroyska mentan, dygdargóðan føroyskan mentanarstuðul, føroyskan alilaks, ja serliga føroyskan alilaks, tað er hann sum hevur skrivað allar bøkurnar, fer bókmentahugaði fremmandamaðurin helst at halda, tá hann stendur har við eini føroyskari blikkøl í hondini og einum lítlum  tannsteytara við laksi á. Tí føroyska rithøvundanum.







-