lørdag den 31. august 2013

SUNNUAFTAN






kreddurnar
hava sligið
kirkjuklokkurnar
tað hoyrist 
á øllum ganginum 
uttanfyri 
undir eini stórari presending

skilnaðurin
er fullkomin
og tára saman
við skipunum
sum ikki vilja vera skip
og fuglinum
sum flýgur
í ringrás
um okkara
minkandi 
minni

og sunnudagurin
er komandi
fyrst tá náttin
hevur larmað seg
lidna
og guds lomb
gloyma at fara
í kirkju tí onkur
hevur koyrt tey í ovnin

lásið
er enn í ólagi
og hárið hevur skift lit
og flogførini
tveita hjørtu síni frá sær
har sum hundarnir pissa
fólksins kærleika








.

torsdag den 29. august 2013

S-TOKVINDEYGA


hví vera
tá ein
einki er

bleiv potað
niður í okkum
í svarta skúla
sum var gulur

ja
samvitskan er
og verður
eitt kókað
seyðarhøvd
sum aldrin verður
liðugt piðað

á perrongini
eitt klænt slitið par
í bíligum sportsklæðum

hon roykir
sjálvt um tað
eisini er bannað har uttanfyri
men tað er enn loyvt
at koyra við dieseltokum

og ja hon tosar í fartelefon
so tað hava tey ráð til

hann innanholaður
tannleysur
helst av heroini
flúgvaraoyrir
ryggsekk
hvørji áhugamál hava tey
lurta tey bara eftir hálvfjersaratónleiki
ella eru tey komin longur
eiga tey børn
sum eru tikin frá teimum
eiga tey abba- og ommubørn
geva tey teimum gávur

helst eru tey nógv yngri enn eg sjálvur
hóast eg haldi tey vera eldri

nú koyrir tokið avstað
við mínum fordómum

kanska vóru tey systkin
tey vóru bæði líka rak og skrámut
kanska høvdu tey somu sjúku
ivist eg við samkenslu

og hvat rakar tað teg
tá eg fari av á næstu støð
og fái eyga á onkran annan at døma
at eg havi gingið í svarta skúla
og innast inni haldi nógv av
at vera eitt einki










.

onsdag den 28. august 2013

ALT TAÐ



alt tað 
ljóta er
dýrar gávur

verðin er
rundanum
alt tað runda

eg vil hava rust
sum tann
ið kanónirnar á 
skansanum
signa okkum við

eg kom ein tíma
ov seint
til tannreinsanina í dag
so hon bleiv av ongum

tenn rusta ikki
tenn brotna
og mjølvast
til síðst
til støv
eins og vit sjálv

her í myrkrinum
er gott at yrkja

ljósið
skal ikki vita
at tað blindar

tað skal
koma óvart á tað
at tað er til

úr neðra
komu boð
um døgurða
til tey
á loftinum












.

ÓDÍSIÐ





kona listamansins
er ikki bara kona hansara
men eisini kona listina
tað er hon sum sigur
at tey sum ikki gera
sum hennara listamaður
eru ikki nakað verd
tí kona listamansins
er eisini mamma hansara
og gevur honum mjólk at súgva
úr alt ov stóru boppum sínum
sum hon eisini letur síni ommubørn leppa úr
ja langommu- og oldurbørn
so kann hon ásanna
at tey eru betri enn øll onnur listafólk
sum royna nakað nýtt
og ikki gera sum stadnaði maður hennara
og hon fjalir ikki síni innantómu eygu
í sínum svarta slitna hári
men vísir eisini fegin fávitskunnar klov sítt
sum er hennara ússaliga styrki
tí kona listamansins
er ikki bara verkið
men listin sjálv
tá hon er ringast
við seg sjálva

















.

tirsdag den 27. august 2013

VALLARAR



gingu
eitt breitt
og annað
langt
høgt uppi
í einum
láglendi
har
dvørgarnir
dansaðu
og kvóðu
long
long
kvæðir
um munin
á tær
og mær










.

mandag den 26. august 2013

CALVIN OG HINIR




Skilji ikki hví tað var so dýrt sum eg keypti inn í dag. Og eg gloymdi at keypa tað dýrasta. Minnist heldur ikki um eg havi kukkað í dag, men tað skíti eg á. Eg vil ikki viðmæla nøkrum at ganga í Calvin Klein undirbuksum. Tær eru ræðuligar og glíða niður um reyvabøllan, sum um einki elastikk er í teimum. Tað sama við Armani. Pínligt at skula stinga hendurnar niður í buksurnar fyri at hála Calvin Klein upp um bøllarnar, tá tú ert staddur mitt í býarmeldrinum. Og eg havi hvørki ov lítlar ella ov stórar reyvabøllar, men fastar vøddar. Set teg niður á vøddarnar, søgdu tey gomlu. Og tað geri eg her eftir einans við Jbs. Tær sita. Hinar verða brúktar sum klútar. At pussa skógvar við og turka penslar.

søndag den 25. august 2013

DAGUR





gæs við fullari ferð móti vestri


eygleiðarin
kryvur sín fong


áðrenn hann fer heim
at sláa gras
í sínum næsta svøvni

  
og at vakna aftur
í ein kruvdan dreym 














.

torsdag den 22. august 2013

fødderne



fødderne har
sat sig
i forbindelse
med skyggen
og dagen
kan begynde

den gavmilde
ensomhed
drømmer om
nogle nye skyer
på himlen
at tale med

onsdag den 21. august 2013

BØTUR

.


Eingin
bót
batnar.

Eingin
bati
bótnar.

Einki
batt
brotnar
uttan so
at Batman
rodnar.

Eingin
Batman
blotnar
uttan at
bótin
batnar
og
Batman
lætnar.


HATTA

Hatta kundi tú sjálvur gjørt. Blaða.

HETTA

Hetta nyttar einki. Blaða aftureftir.

mandag den 19. august 2013

HER

Ja tú, her er nógv av lesnaði. Og tað legst til alla tíðina. Orð sum orka. Orð sum snorka. Orð sum halda kjaft. Orð sum drekka saft. So lesið tygum og blaðið. Áðrenn vesið og baðið.

søndag den 11. august 2013

SUMMARSLIGT



á veg oman
til postkassan
traðkaði hann
av óvart
á eina drotning
og fekk ringa
samvitsku
eina løtu
bara
eina lítla løtu
tí hann aldrin
hevur lagt nakað í hunang
og enn minni í drotningar











.

CINEASTISKT

Lívið er ein vánaligur B-filmur.



Deyðin er ein vánalig Ð-kykmynd.









.

torsdag den 1. august 2013

SÁR





gangi í gomlum skóm
á einum nýggjum vegi
og lati skýggini skiftivís
siga seg sjálvi
meðan søgurnar
sita kvirrar og lurta
og fuglarnir tulka
fyri teimum deyvu
og teimum sum ikki hoyra
fyri tí jarmandi seyðinum
hóast tey ikki skilja fingramál
ella tá laksurin springur í ánni
og líkist einum ælaboga
og tá grindin leggur beinini
áðrenn hon rýmir út aftur til havs
á hondunum hon skræddi
av teimum blóðtystu grindamonnunum
sum nú liggja á sandinum og bløða










.