onsdag den 27. december 2017
FLESK
Góð vulkaniserað hjól. Eg havi fyrr bæði rullað og trillað mangt eitt vetrardekkið. Sett nýggjan píka í stavin. So er at fara upp á gólv og træið má ikki vera fyri. Gásin rýmdi og fleskasteikin var av nýkiptum grísi. Kálið var av Sandi og reyða litingin úr málingahandlinum. Á vetrardekkinum gliðu nývígdir prostataprestar av einum borði í annað. Býttu út olmussu. Eina gillu til tín og eina til mín. Og so bleiv tugt og jaglað. Og tað bleiv skálað og hostað og ropað. Men í hesum endatíðum tordi eingin at láta úr endanum í svartkjólanámind. Og evangeliummið mátti ikki tyggjast sum tyggigummi. Vaglið var oyði og myrkt og kvirt og bíðaði eftir orði. Brádliga stóð ein hani har og gól í myrkari nátt. Var hetta eitt tekin um hvør ið koma skuldi? Ella var tað bara hanin sum var komin og ikki kendi mun á myrkari nátt og ljósum morgni?
søndag den 17. december 2017
onsdag den 6. december 2017
NÆRKING
áðrenn vit
nærkaðust
hvørjum øðrum
sóu vit ikki
hvat vit ætlaðu
tíðin var ikki
okkara tíð
men so skjótt
vit vistu tað
skiltust vit aftur
síðani
hevur altíð
verið hált
okkara millum
~
søndag den 3. december 2017
BÝURIN
oman í
tann svarta býin
og síðani
tann grøna
og vit bíða eftir
at regnið
og spøkilsini
skulu koma
við teimum
niðurtiknu húsunum
vit leingjast so illa eftir
tá vit aftur eru børn
sum turka snorið
upp í ermuna
og samla upp á
glansbíløt
og lúsingar
í skúlanum
@
Abonner på:
Opslag (Atom)