tirsdag den 10. oktober 2017

RUNT




vit renna fram á vøllin
men har er eingin bóltur
og so renna vit aftur á vøllin
heldur ikki har er nakar bóltur
og so renna vit aftur og aftur og fram
og so er bólturin har men eingin vøllur
og vit eru heldur ikki har at renna eftir bóltinum
og nú er eingin bóltur og heldur eingin at syrgja hann








*

POLITISK YRKING




tað er ikki loyvt
at lesa hesa yrkingina
við alt ov bláum eygum

tað er heldur ikki loyvt
at lesa yrkingina fyri einum 
við alt ov brúnum eygum

hevur tú svørt eygu
mást tú einans lesa hana
í einum myrkum rúmi

og hevur tú alt ov grøn eygu
so er tað einans loyvt
at lesa yrkingina úti á bønum

annars kanst tú fáa reyð eygu
og so sært tú bara tað
sum tú sjálv/ur vilt síggja





*

tirsdag den 3. oktober 2017

TEXTUR Á AFTARA KLAFFI




beint nú
skínur sólin
við ótýðiligum orðum

í nátt
regnaði tað
á sama hátt
sum altíð
( bara eg
skilti tað ikki )

eg má
fáa mær ein blund
á mínum
grótharða kodda
um eg skal
hava okkurt
at yrkja um
sum ikki snýr seg
um dreymar












              Á marknaðinum tann 13. oktober 2017








*