tirsdag den 31. december 2013
300
Eg veit líka lítið um farandi árið sum um tað komandi. Hvør morgun er næstan líka nýggjur sum í gjár og eitt ár er bara so og so nógvir dagar. Men hetta er bloggur nummar 300 og vegna hann fái eg mær á midnátt kransukøku og rom úr Flensborg.
mandag den 30. december 2013
PROPPKONGURIN
Nei tit, ikki eri eg nakar poppkongur. Røddin er eingin og eg syngi ikki smágentuligar naivar sangir við kventasligari boybandarødd. So vil eg heldur vera proppkongur Føroya, tí fáur man hava trekt so nógvar fløskur upp sum eg. Og áðrenn nýggjárpropparnar fúka upp í loft vil eg rópa eitt hundraðfalt hurrá fyri proppinum, og ikki poppinum, sum skuldi fingið ein propp settan í seg. Gott proppár øll somul!
-
søndag den 22. december 2013
LÍTIÐ JÓLALJÓÐ
eg eri eitt jesusbílæt
men eg eri ikki jesus
eg eri ein fullur posi
av tómum ølfløskum
sum eg ikki havi drukkið
men eg havi pissað tær út aftur
eg eri ikki heilagi andin
men mær dámar væl hvítleyk
eg eri ein fleskasteik við veingjum
ein dunna sum smakkar av gás
sum lendir í eini krubbu
har hon verður reivað í reyðkál
eg eri eitt sítt listamannaskegg
og eg ræðist ræsta súpan
eg eri ein várrulla
sum heldur seg vera eina ginu
eg eri jomfrú
men eg eri ikki maria moy
eg eri ikki eitt jólatræ
men eg eri gávan eingin vil hava
fyrr enn eg sjálvur
vil hava hana
*
HIPP HIPP
Øllum tykkum sum so trúføst keypa mínar bøkur ynski eg eini gleðilig jól. Tit sum fara at keypa mínar bøkur í jólagávu ynski eg eitt gott nýggjár. Tit sum lesa mín blogg ynski eg góðar páskir. Øll onnur ynski eg eina góða Vestanstevnu.
lørdag den 21. december 2013
*******
tá eg kenni meg
mest einsamallan
fari eg út í náttina
gáni upp í loft
viti um ikki onkur stjørna
vil verða mín vinur
men hvørja einastu ferð
tá eg umsíðir
havi fingið samband
við eina fagurt bleiktrandi stjørnu
leggur mánin seg ímillum
í heilum ella í hálvum líki
sigur at vinir gera meg enn meira einsamallan
teir fáa meg bara í ringrás um meg sjálvan
men góðtaki eg mítt vinarleysa einsemi
fari eg í ringrás um vinirnar eg ikki eigi
og av tveimum illum er annað best
eins og mánin
tá hann er heilur ella hálvur
*
fredag den 20. december 2013
mandag den 9. december 2013
LAMBSSTÝRI
feskur
puddilhundalortur
bleiv vinnumálaráðharri
skrædnað hít
bleiv almannaráðharri
stoktur blágómi
fekk fiskivinnumál
illgrunasamt
bremsuspor
í posttraumatiskum
undirbuksum
fekk samferðsluna
full spann
av brúktum tampongum
bleiv heilsumálaráðharri
forlorin
hýggjuskotin
undirmuður
bleiv fíggjarmálarráðharri
ólekiligt
herpessár
fekk menta-
og kirkjumál
einnýtishandski
gloymdur
í gomlum
reyvarholi
bleiv løgmaður
latum okkum øll tiga
latum okkum øll tiga
.
fredag den 6. december 2013
DANSUR
Tað rykkir og skrykkir í húsini so eg haldi meg vera í Føroyum. Trætopparnir sveiggja rútmiskt. Havi ikki hugsað um tað fyrr: ólukksáligt sum skógurin er musikalskur, eisini tá okkurt træ koppar, eg vil ikki siga sum ein falskur tóni. Tað er altíð syrgiligt at síggja trøini fella til jarðar. Eg hati ljóðið frá ketusagum. Og eg veit, at tað er neyðugt at fella tað, sum stendur til at fella, so tað ikki dettur á okkum. Og skógarbotnurin skal eisini hava luft, so trøini kunnu blíva upp aftur eldri enn vit. Og tað eru tey longu.
Abonner på:
Opslag (Atom)