tirsdag den 31. december 2019
LÍTIL NÝGGJÁRSRØÐA
Royni einki at siga. Eg eri hvørki ella røvari. Men eg havi skil fyri sterti og sigi so lítið sum einki.
Sum maðurin - ella var tað konan? Best er at halda kjaft. Ella munn.
Nýggjársrøða um hvat? Veðurlag sigur tú. Kanst tú liva av tí? So nógv av luft havi eg ikki í mær
at eg kann ávirka veðrið.
Eg eri føroyingur og í Føroyum skínur sólin altíð. Várharrasa sól. Tað broytist ikki og vit fiska ikki
plastikk
og reiðararnir leggja einki í pengar. Og teir ganga allir trúliga í Baptesta og har er Mammon ikki
kapitalistur men kommunistur. Men Jesus elskar kapitalistarnar meir enn øll onnur, tí einki skal vera
teimum givið, men tikið, so teir kunnu taka tað aftur saman við keisaranum sum elskar alt sum kann
eigast so hann kann fáa sítt og sítt og sítt. Og ikki minst: títt. Og vit eru hvørki
kommunistar ella kapitalistar men baptestistar og mammonistar. Tað er
ikki rætt at vit baptestatistar trúgva á pengar, nei, vit
trúgva á fleskasteikir og fáreiðaraveldi við veikari snorbremsu. Nei pengar leggja vit einki í. Hvat
skulu vit brúka teir til, ha? Okkum nýtast ikki pengar til at býta fish & chips til hvønn Hanus & Hanus
ha? Stálið fáa vit eisini fyri einki frá vára útlendsku brøðrum. Vit egna heldur ikki við pengum,
vit egna við fleskasteikum og við egnum fisk & chipsi so mann
merkir sveittan frá einum sum aldin hevur verið í bað. Tað er sakin. Fólkaflokssakin. Tann
pengaleysa sakin.
Og hvat rakar tað ongan?
Tað rakar heldur ongan at vit hava keypt fólkafloksins
consiglieri Chr. "Tom Hagen" Andreasen. Fyri pengar? Ha? Sig mær, hugsa tit bara um pengar?
Sjálvandi fær hann nógv aftur fyri at skaffa okkum fólksins øh okkara ogn. Hvat tá? Vit eru jú Mammons
øh Guds útvaldu reiðarar sum eru valdir at stýra fólkið beina leið í bank øh Baptesta at angra sínar syndir
tá tey hava valt hinar flokkarnar og ikki givið okkum pengarnar og havsins virðir sum vit sum Guds og
Baptestasa og Erdogan Vestergaards og Guds og Mamm øh øh íslendingar øh hálendingar øh útvalda
fólk jú eiga.
Gott nýggjár øll tit vælhavandi og rætttrúgvandi.
Gamlaársmorgun 2019
Bróðir Brilluball
tirsdag den 17. december 2019
fredag den 13. december 2019
DAGAR Í VIKU
Her er óvanliga heitt um veturin, segði tann mismælti við tann masmilta, sum svaraði, at so mugu tit lata tykkum væl í.
Leygardagur
Fríggjadagur
Hósdagur
Mikudagur
Týsdagur
Mánadagur
Sunnudagur
Dagurin ímillum sunnu- og mánadag
Gerandismorgun
Sunnumorgun
Tostamannatrø
*
lørdag den 26. oktober 2019
R O C A I L L E S
búrið óttast fuglin
hann er ov stórt eitt hjarta
skatturin í himni
stoytir renturnar frá sær
náðin svølgir eldin
falski vitnisburðurin festi
við lítla sannleikanum
ein blásvørt dúgva
vitjaði málaran
ljósins bleiki trælur
vil so fegin fanga mjørkan
við einum pensli av grasi
og ger vínið til breyð
og sorgina til steinar
sum rotna tá tú gongur á teimum
eingin skal oyðileggja tað
sum longu er oyðilagt í verðini
eingin livir av at vera tekning
ella doyr av at vera málningur
je me reflète
dans cette pierre
que dieu m´a donnée
un matin dans une nuit très ancienne
lorsque
définitivement
il décida de ne plus
avaler
l´amour tout cru
*
lørdag den 12. oktober 2019
MÓTI
hon gekk altíð
í skræpugulum
buksum
mamman gekk
í skræpureyðum
og pápin
í skræpugrønum
omman
var farin
foldum frá
men henni dámdi best
at ganga í
skræpubláum buksum
og abbin
hann gekk í øðrum heimi
og vísti
síni skræpubleiku bein
*
*
mandag den 30. september 2019
VIÐHVØRT
viðhvørt so veit eg ikki hví
men tað er einki nýtt
at fuglurin doyr
í sínum bestu árum
spyr bara ketturnar
geislingarnar frá telefonunum
og flogkyktseitrið
tó skuldi hetta
snúgva seg um ein stól
sum tú bæði kann sita og liggja á
og drekka av
samstundis
uttan at tú letur teg
órógva av miðlunum
og eg veit ikki hví
at viðhvørt
er altíð
.
fredag den 13. september 2019
EIN DAGUR OG ANNAR
Tað eru átjan ár og nakrir dagar síðani hesa hending og eg orki ikki at lesa fleiri konpiratiónsteoriir um hana. Men at Føroyar hava fingið ein talibanskan mentamálaráðharra er tíverri ikki ein konspiratiónsteori.
+
torsdag den 12. september 2019
TAÐ VINARLIGA SPØKILSIÐ
syndarligt at síggja
sum hann týsnaði upp
daniel johnston
av øllum heiliváginum
hann varð fyltur við
vegna skizofrenu og
bipolaru líðing sína
og hann skalv sum
eitt bókablað meðan
hann sang sínar
kátu sangir og tú
gjørdist sjálvur í
góðum lag ikki minst
tí hansara kasettubond
góvu pláss til øll
lívsins óljóð og alt
tað hann sá og hoyrdi
í sínum høvdi
ikki minst casper
the friendly ghost
sum hann sá fyri sær
tá hann og pápin
flugu heim frá eini
tónleikastevnu
í privatflogfari
við pápanum sum
flogskipara (tað
var eisini starv
hansara) og daniel
tók lykilin og tveitti
hann úr flúgvaranum
og motorurin steðgaði
so pápin noyddi at
neyðlenda og flúgvarin
brotnaði men ikki
teir síðani
varð hann innlagdur
aftur og aftur
á sálarsjúkrahúsi men
helt áfram við at skriva
sín avantgardiska popp
og tekna sínar fabulerandi tekningar
og hann vildi ikki skriva plátusáttmála
við hvønn sum helst til dømis
electra tí teir góvu metallica út
og daniel var sannførdur um at teir
vóru satanistar ha ha ha
tað kundi eisini verið
ein sangur men hjartað er nú steðgað
sum øll hjørtur gera
fyrr ella seinni
og nú flýgur hann á hægri luftløgum
saman við kaspari tí vinarliga
spøkilsinum og teir syngja
og spæla saman við cobain
og bowie sum elskaðu hann
og helvtina av the beatles
sum hann elskaði
og teir spæla inn
á kasettubond
sum santkta pætur við lyklinum
syrgdi fyri
vóru klár til hann
saman við bandupptakaranum
sum er úr reinum anda
eins og hann sjálvur
*
onsdag den 11. september 2019
HÓS
her kundi okkurt staðið sum ikki hevur staðið her fyrr men vegna álítandi keldur verður tað av ongum og veðurlíkindini verða ikki sum ætlað eftir sum sólin ikki hevur hug til at hugna sær í oysandi regni og óálítandi vindi sum bítur seg sjálvan í halan tá á stendur at síggja mun á kundum og hornum í tí stóra sjálvtøkuhandlinum onkustaðni mitt í millum himmal og helviti har eingin hevur ráð til nakað fyrr enn svarta fríggjadag tann trettanda tá øll skapan verður seld á útsølu til tann talibanska kommunulæknan sum skal endurføða alt sum deyða meðan hann dansar tungutalandi undir fullmánanum
-
søndag den 11. august 2019
VALTVØST
Vit í Histalistaflokkinum fara at arbeiða fyri ókeypis viskileðri og timburblýantum til rithøvundar. Farvuladan sum myndlistafólk brúka skal trekkjast frá í skatti, um verkini, farvuladan er brúkt til, samsvara politikki Listahistafloksins. Arbeitt verður eisini fram ímóti, at listafólk sjálv kunnu keypa síni verk og trekkja fjórðingin av í skatti. Ljóðføri sum ikki larma meir enn 5 dcb skulu kunnu keypast fyri 4% í avsláttri um viðkomandi tónleikari er limur í Histalistaflokkinum. Vit vilja eisini arbeiða fyri at Sjónleikarhúsið verður málað grønt og Tjóðleikhúsið verður bygt av ókeypis arbeiðskraft undir parkeringsplássunum á Skálatrøð. Histalistaflokkurin vil eisini arbeiða fyri, at Listasavn Føroya skal hava tveir -og ikki bara ein - danskar stjórar. Teir skulu vera serfrøðingar í ávikavíst italienskari renesansu og í danskari gullaldarlist. Tá kunnu føroysk yrkislistafólk detta ímillum báðar stólarnar, og júst tá tey langa høvdið í, kemur nettupp tann íblásturin í tey, sum kann gera tey til sjálvhjálpin og rík listafólk sum ikki nýtast stuðul. * Soleiðis koma yrkislistafólk at klára seg betri og nýtast ikki at hugsa um annað enn, at tey skulu atkvøða fyri Histalistaflokkinum. Men sleppa vit ikki inn á ting, verður skilið tað sama sum við hinum flokkunum sum sleppa inn á ting.
*Her kunnu vit eisini leggja aftrat, at tá listafólkini aftaná ein slíkan danskan tvístjóraskelk vakna, ja so rokna vit eisini við, at hesir báðir stjórarnir sjálvir eisini vakna og fara eisini at selja caramel við kokos, og ikki sum nú við ongum kokos. So kunnu vit fyrigeva teimum, at teir einki vita ella leggja í føroyska samtíðarlist. Og velja listafólk Histalistaflokkin, verður trygd latin fyri, at tey fáa minst 5% avsláttur upp á bæði caramellini. Tó hægst eitt um mánaðin.
Síðani hetta varð lagt út, hevur Histalistaflokkurin verið saman og umrøtt alternativar møgleikar at fáa pengar úr listini. Ein møguleiki er, at seta hegn og píkatráðsgirðingar við gjaldsportri rundan um allar standmyndir sum standa og liggja um landið alt. Peningurin sum inn kemur skal koyrast í ein standmyndagrunn sum kann stuðla undir nýggjum høvuðbrýggi í høvuðbrýggjabólki Histalistafloksins í teirra arbeiði at menna nýggj hugskot sum kunnu hjálpa listini at klára seg sjálv.
tirsdag den 6. august 2019
søndag den 28. juli 2019
tirsdag den 23. juli 2019
lørdag den 13. juli 2019
LÆTTIMJÓLKARÁÐ
tað er at fregnast um
at okkurt kemur aftrat
til dømis mjólkin
hjá fíggjarmálaráðnum
sum bara tók tveir pakkar inn
góðar tíðir líkasum
og so kunnu turistarnir
við ella uttan fototól
fáa sær ein mjólksopa
( ella var lættimjólkin barasta ov løtt? )
.
tirsdag den 9. juli 2019
fredag den 5. juli 2019
TAÐ TORNAÐA PORTRIÐ
Eitt petti av turrari grind íblásti hetta verkið
og so hugsaði eg eisini um eitt gamalt hagaportur.
Nakað heiti legði eg einki í at geva myndini.
Og eitt portur er eisini ein grind.
**
GESTUR
Meðan eg lá og las á svørtusofu pikkaði onkur á vindeygað. Tað var hasin har, ið eg var skjótur at myndtaka. Tá eg nærkaðist vindeyganum, fór hann á flog, so eg fekk ikki at vita, hvat hann vildi mær, ella hvørjum slagi hann er av og hvat hann eitur. Kanska onkur bloggoddalesari veit?
*
onsdag den 26. juni 2019
VIKA
hvussu nógv
skulu standa
her
hvussu nógv
orð eru orð
í einari viku
hvussu nógv
orð eru í
einari viku
hvussu nógv
orð er
ein vika
hvussu nógv
orð eru í
mínari viku
hvussu nógvar
vikur skulu
standa her
hvussu nógv
stendur her
í eina viku
*
torsdag den 20. juni 2019
LEIÐIR
tað kann sigast so nógv
um allar leiðir tú ferðast
krókarnir eru nógvir
og ferðin er lítil
tá hvør litur
skal sinnisklúgvast
og sjónin
verður sjálv
olja og luktir
sum so við
og við verða angi
undir gráum lofti
:
onsdag den 12. juni 2019
mandag den 10. juni 2019
EDUTILOS
eingin
er einsamari
enn orðið
einsemi
tá orðið
finnur
eitt annað
orð
verður tað
tvífalt so
einsamalt
tí tá er
yrkingin
á veg
.
lørdag den 8. juni 2019
KNØRR
Føroyar Føroyar tú ert so harðlig
við hjartanum fullum av køldum sparli
og fjøldin hon verður so grúuliga skjarrlig
tá hon rópar eftir hjálp frá sjálvum Carli
sum biður øll at vera meiri varlig
og hanga aftur úr onkrum øðrum darli
*
VISTFRØÐI
áh
ástarinnar mostir
tú sum gav mær plástur
á sárið
tað árið
vit lógu á skítuvík
og skitu
áh tann hiti
tann hiti
tá vit sóu eina ritu
og eitt blunk úr tínum viti
tá vit sótu og litu
á ástarinnar stóru lortar
ið paraðust við ternumurtar
so smáar
so smáar
at eingin gáar
eftir
at hetta eru
framtíðarinnar knettir
sum onnur eina ferð
fara at kukka í pettir
so smá
so smá
at eingin
fær tey at sjá
.
Abonner på:
Opslag (Atom)