tey harta tey sum harta
tað gráa gullið men ikki eitt orð
um tað gráa silvurið ella ta gráu bronsuna
ella hvat við tí veruliga gráa:
grótinum!
og øll munnu vita hvønn lit tað hevur
sjálvt tann ídnasta forkonan í formanssessinum
veit hvussu tað sær út ella hvussu tað ikki sær út
eins væl og hon minnist eitt eyðkennislag
tey ljóða øll sum telefonmusikkurin ið pínir okkum øll
meðan vit bíða eftir at telefonin veruliga verður tikin
og muzakkin steðgar og ein fitt ella køld strongd rødd spyr
hvørjum hon ella hann kann hjálpa tær við
og tú sigur hvørji ørindini eru og tú verður
koplaður inn á eina aðra linju
við tí sama forbannaða eyðkennislagnum
og nú er tað forkonan í formanssessinum
sum verður umstillað fyri triðju ferð
og enn eina ferð tað sama eyðkennislagið
tað er eitt sindur í meira lagi og nú merkir hon okkurt
sum er bæði hart og vátt
ja hon kastar burtur hittir reis
okkurt reytt kemur út
og eyðkennislagið steðgar og ein rødd spyr automatiskt
hvat kann eg hjálpa tær við og hon svarar at hon hevur
aborterað ein stein
ein reyðan stein
ja eg havi aborterað royðu rópar hon í telefonina
og so verður hon umstillað eina ferð enn
og upp aftur meira av eyðkennislagnum
kunnu tit senda mær ein sjúkrabil beinan vegin
eg havi aborterað royðu og tað skal verða ein sjúkrabilur
við ongum muzakskum eyðkennislagi
eg orki hetta ikki meir hoyrir tú
eg eri ikki gráhærd enn og havi aborterað royðu
bara tí at tit spæla hatta lortið í telefonini
*