stytta alt til
viðmerkt
brennimerki
áðrenn roykurin breiðir seg til miðlar við miðvísari andaneyð
hart er at leika tupper ware standard tónar sum klíggja klisjur
tá ringt er at fáa tíð hjá oyrnalæknanum
og so fara vit at undirmeta túrin við sjúkrabilinum
tann sum onga jólagávu fekk breyt beinið sum eykavinning
gipsið kravdi eina øðrvísi heimspeki
øll í ullintum undirbuksum skuldu kannast fyri vit
meðan tey sum ótu livurposteik skuldu kannast fyri óvit
og her koma trøllini upp í leikin við teirra ræðuligu tølum
sum fáa tey ódeyðuligu at tyggja enn fleiri heilsubollar enn trøllini megna at telja
og eingin hevur longur ráð at koyra í sjúkrabili eftir klokkan beinagrind
urtagarðsfólkið verður sett til at henta líkini og leggja tey varisliga í serligar hjólbørur
sum málráðið enn ikki hevur krotusmíðað orð til
tey sum ikki hava ráð til at búgva í egnum landi eru ikki vælkomin
í sínum egna landi
vit skulu miða eftir at fáa rík ferðafólk til landið sum kunnu gera tey ríku ríkari
meðan landsins reyparar skeina sær uppí skommina teir hildu vera sannleikan
og skola seg síðan niður meðan teir reksa alt upp teir hava gjørt fyri at enda so
*
Ingen kommentarer:
Send en kommentar