tirsdag den 27. maj 2014
KVØLD
ljós
í vindeyga
har burgari
biður fyri
lívinum
tá sukurleys
cola er koppað
yvir knappaborðið
á hvítari teldu
slóknar
:
mandag den 26. maj 2014
tirsdag den 20. maj 2014
SKVETT
sum tað er leiðiligt at hoyra tað sum alla tíðina verður sagt av teimum sum siga tað sama alla tíðina og sum siga tað sama aftur og aftur og aftur at tað er so ringt at skilja (nú sigur tú ringt at skilja, er tað ringt at skilja?) og tað er einki nýtendrað altarljós uppi í tí allar kaldasta gatinum um tú so bert brúkar kambin til yvirskeggið (nú sigur tú yvirskegg, hví hevur tú yvirskegg?) og útsøgnin er um hana og hann sum elskar alt angar av tínum kølnaða kærleika (nú sigur tú kølnaða kærleika, hvat moynar tú við kølnaða kærleika og í hvønn mun moynar tú kølnaða kærleika?) vit siga at hann situr og grætur um gomul minnir ( nú sigur tú gomul minnir, hvat eru gomul minnir?) :
nei arslo nú rurstar alt
sum standmynd
upp á tann mátan at
vit sótu farstir
og fingu eitt nors
høvdu tarvanorsir sum barlarst
og fóru so til húrs at bursta tenn
og skalt tú gera originala lirst so márst tú ikki gera tað sum er gjørt fyrr (nú sigur tú gjørt fyrr, er tað tí at tú bara gert tað sama?)
og tú márst kunna síggja pircarsso í reyvarholið
um onkur ikki skalt gloyma teg um hundrað hár (nú sigur tú hundrað ár, dámdi hvalinum ikki at fáa hár í munnin?)
men nú veit eg hvurssu eg skal gera párskaevangeliið
sorleiðirs eg altíð havi gjørt tað fyrr
-
fredag den 16. maj 2014
HER KUNDI SO NÓGV
Her kundi so nógv staðið. Sum t.d. eg drekki kaffi og sólin skínur. Men kann tað ikki gera tað sama, um eg t.d. drekki kaffi og sólin skínur? Annars fekk eg mær ein fiktivan drekkamunn og ein autofiktivan breyðbita við ósoltnum osti. Í gjár sá eg ein músváka, men tað geri eg hvønn dag. Verri við smáfugli sum ketturnar drepa og styggja. Eg havi fingið nýggja mottu uttan fyri úthurðina og eg svørji, at um ketturnar eisini skíta á hana, fari eg at skíta á motturnar hjá kattagrannunum. Og teir eru nógvir, so tað verður stórskíting. Tað eru tvær milliardir bilar í verðini í ár 2050 og tá eigi eg heldur ongan av teimum. Eg dugi ikki at lurta eftir fólki sum eiga bil og samstundis øtast um globalu upphitinga. Tey gevast kortini ikki við at upphita bilin og tað globala. Og teirra ússaligu umbering: men mann má hava bil! Guð má mann ei, mann má hava súkklu! Mær dámar so væl tá tað regnar, tí so fáa tey vaksnu øl og børnini sodavatn. Soleiðis ber eisini til ikki at siga tað, tí vatnið smakkar best og at anda ta frísku luftina er tann besti rúsurin tú kanst fáa, skal eg heilsa frá einum sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Børnini spæla fótbólt uttanfyri og tað er gott so leingi tað er eitt stuttligt spæl. Tá teir alvorligu líkhanarnir koma uppí spælið við pengum, tá er tað ikki spæl longur, men reinur fananskapur. Nú er drekkamuðurin drukkin og er ikki muður longur. Og sólin er farin aftur um eitt ljósagrátt skýggj. Tað hevði eg eisini roknað við, tá eg hugdi upp í luftina í morgun. Einki er óvartilsi longur, og tað kemur heldur ikki óvart á meg, at tað minnir um eitt yvirraskilsi sum fyrr er komið á okkum.
-
fredag den 2. maj 2014
ØSKUØLD
hvar er fíggindin
og hvør er hann
spyrja teir grulvandi
undir píkatráðnum
á hermótinum
sum einki mót hevur
men bara deyða
sprongdar kroppar
og blóðdálkaðar
kanónir
luftin
kann ikki andast
so gjøgnumgatað er hon
av maskinbyrsukúlum
blóðið luktar av krúti
og krútið smakkar av blóði
og kjøtið
av brendum
kjøti
tað fyrsta kríggið
mungar eftir øðrum
sum mungar eftir triðja
og tey sum ikki vilja kríggjast
munga ikki
tey eru fíggindin
.
Abonner på:
Opslag (Atom)