fredag den 2. maj 2014

ØSKUØLD


hvar er fíggindin
og hvør er hann
spyrja teir grulvandi
undir píkatráðnum
á hermótinum
sum einki mót hevur
men bara deyða
sprongdar kroppar
og blóðdálkaðar 
kanónir

luftin
kann ikki andast
so gjøgnumgatað er hon
av maskinbyrsukúlum 

blóðið luktar av krúti
og krútið smakkar av blóði
og kjøtið
av brendum
kjøti

tað fyrsta kríggið
mungar eftir øðrum
sum mungar eftir triðja
og tey sum ikki vilja kríggjast
munga ikki
tey eru fíggindin



.

1 kommentar:

  1. Fólkið var ikki í parti við nøkrum, men menn fóru í part við hinum og bardust ímóti sær sjálvum – hvør maður var njósnari fyri fíggindan, og fíggindin var hansara bróðir og kompatriotur...

    SvarSlet