Aftur í dag fara vit hoyra um, tá Merkið bleiv flagg, hóast tað longu hevði verið tað í ein mansaldur hjá einum bretskum bjargingafelag. Og vit fara at hoyra, hvør ið teknaði og - ikki minst - hvør ið ikki teknaði og hvør ið bar tað heim á bøkkarnar og stutt eftir doyði og fekk allan heiðurin og tað er honum væl unt. Og tað reyða fer aftur í dag, saman við nürnbergskum umpa-rumpa-prumpa-blástri, at samanlíknast við blóðið og tað bláa við tann altíð so gráa, nei, bláa himmalin sjálvandi, men hvíti dúkurin verður ikki samanlíknaður við løkini, mamma tykkara vaskaði við einslystum og sum tit strektu saman við henni. Og hjólveldið, fer nakar at nevna tað? Hjólveldið sum doyði fyri okkum og fekk okkum øll á rull og hugsa runt í staðin fyri fýrakantað? Ha?
Merkiligir menn sita á Garði og uppfinna Merkið.
Tá Merkið varð sýnt fram í Fámjin á fyrsta sinni.
*