torsdag den 25. april 2019

ENN EIN MERKILIGUR DAGUR


Aftur í dag fara vit hoyra um, tá Merkið bleiv flagg, hóast tað longu hevði verið tað í ein mansaldur hjá einum bretskum bjargingafelag. Og vit fara at hoyra, hvør ið teknaði og - ikki minst - hvør ið ikki teknaði og hvør ið bar tað heim á bøkkarnar og stutt eftir doyði og fekk allan heiðurin og tað er honum væl unt. Og tað reyða fer aftur í dag, saman við nürnbergskum umpa-rumpa-prumpa-blástri, at samanlíknast við blóðið og tað bláa við tann altíð so gráa, nei, bláa himmalin sjálvandi, men hvíti dúkurin verður ikki samanlíknaður við løkini, mamma tykkara vaskaði við einslystum og sum tit strektu saman við henni. Og hjólveldið, fer nakar at nevna tað? Hjólveldið sum doyði fyri okkum og fekk okkum øll á rull og hugsa runt í staðin fyri fýrakantað? Ha?






                                         Merkiligir menn sita á Garði og uppfinna Merkið.





  Jens úti í Snippi (1766-1946) sum í 1919 ráddi monnum á Garði at tekna eitt runt flagg og ikki eitt óoriginalt fýrakantað flagg, sum eingin fór at leggja merki til. Men teir betri vitandi studentarnir lurtaðu ikki eftir Jensi og hevur hann verið gloymdur síðani. Høvdu menn lurtað eftir Snippamanninum í 1919, høvdu føroyingar longu havt hjólveldi áðrenn seinna kríggj. Vit áttu at heiðrað Jens úti í Snippi í dag og sett honum ein minnisvarða og fingið okkum sjálvum eitt runt hjólveldisflagg.





                                         Tá Merkið varð sýnt fram í Fámjin á fyrsta sinni.





                                                                            
















*

1 kommentar: