Eg havi altíð hildið, at ummælarar - og lesarar annars - skulu hava rætt til at lesa og tulka mínar yrkingar sum tey hava hug til, eisini tá eg haldi at tulkingin er langt frá tí, eg sjálvur "ætlaði". Tað skuldi bara mangla. Eg havi eisini altíð hildið, at eg havi lov til at svara aftur. Royni sum oftast at lata vera og uggi meg við einum smíli. Men eg haldi, at í hesum førinum kann eg ikki lata vera við at siga frá. Eg vil við hesum svørja við hondini á telduni, at eg ikki hevði spei og bóndasamfelag í huga, tá eg skrivaði viðgjørdu yrking, ella ætlaði at skutla "Eg minnist úr gomlum søgum". Ummælarin meinar tað heldur ikki illa. Ofta verður speikortið togað úr ermunum, tá sigast skal okkurt klókt um míni eyðmjúku ljóð. Kanska hevur mann onkuntíð verið speiskur og kátur, men hetta orðið verður eisini av órøttum ofta brúkt um bæði ironi og humor. Og eg síggi einki av hesum í yrkingini. Hon er heldur ikki í slekt við haiku bara tí at hon er stutt. Tað stutta av tí langa er, at eg aðru hvørja løtu angri, at eg ístaðin fyri at skriva "søga", ikki skrivaði "sangur" ella "yrking" ella "filmur".
"Tóroddur Poulsen skrivar ikki haiku-yrkingar, hann heldur í
hvussu er ikki teir formligu reglarnar um tríggjar reglur við 5-7-5
stavilsum, men fleiri yrkingar í hesum savninum og undanfarnum við bera á
brá haiku: "tað var / í teirri / tíðini / tá hvørt / áratak / var /
søga". Tað, sum eisini víkir frá í Tórodds føri, er tað eyðkenda speiið.
Her ger hann gjøldur við, hvussu einastandandi alt var í gomlum døgum,
og hvussu minnini um hesa tíð mugu varðveitast. Hugsa bara um allar
bygdasøgurnar, og tær mongu bøkurnar um torv, seyð og alskyns annað
innan tað føroyska bóndasamfelagið. Fyri mín part komi eg at hugsa um
sangin "Eg minnist úr gomlum søgum" eftir Rasmus Effersøe, har seinasta
ørindið endar við reglunum: "Latið ei søguna doyggja, / goymið hana so
væl / í dreingja sinni og moyggja / hon mikið útrætta skal". Tað er
ikki so, at eg haldi, at sangurin hjá Rasmus Effersøe verður beinleiðis
skutlaður, men tað er líka við."
Ummæli av Takrennutónum eftir Jógvan Isaksen í Dimmalætting 24-5-2019
.
tað var
í teirri
tíðini
tá hvørt
áratak
var
søga
-
lørdag den 25. maj 2019
søndag den 19. maj 2019
MÁNAMORGUN
og so fór angin avstað við myndini
sunnudagurin fór við dansinum
tað endaði við javnleiki
og ongum bláum eyga
.
lørdag den 18. maj 2019
HVØR
alt er vandafult
segði
ja hvør fanin segði tað
jú tað var hann sjálvur
sum sat inni alt sítt lív
tí hann tordi ikki út
og doyði av blóðtøppi
*
tirsdag den 14. maj 2019
mandag den 13. maj 2019
RUNNIÐ
VÍST ER TAÐ KNÆ
SUM SIGUR TAÐ
STENDUR Í KVÆÐI RENNARANS
OG TAÐ HEVUR SUM SO
EINKI VIÐ HESA MYNDINA AT GERA
ANNAÐ ENN
AT TAÐ ER IKKI GOTT FYRI KNØINI
AT RENNA NÓGV
TÁ ALT RENNUR UPP AFTUR
SUM TÚ STRÍDDIST VIÐ
AT FÁA NIÐUR
*
RÆTTVENT
rætt skal vera rætt
og nú vendir hon rætt
og hann sjálvur til høgru
er ein havhestur
og hann spýr á tey
sum vilja veiða
tann leskiliga lomvigan
og seg og síni
+
søndag den 12. maj 2019
FRIÐAÐ
lomvigin
vigar nógv
í summum
sinnum
til dømis í
hesum yndisprenti
mínum sum
av óvart stendur
á høvdinum
og vit verða
mint á at
tað ikki er
so nógv til
av honum
longur so vit
kunnu varðveita
tann góða smakkin
í minninum meðan
vit sjálv standa á
høvdinum uttan at
ørast um alt sum úr
erva kemur og alt
skal ikki etast
.
.
AV YMSUM LITUM
hetta er myrkari enn í veruleikanum
men hvat skulu vit við øllum hesum ljósinum
tá fólk flest kortini ganga í sólbrillum
.
lørdag den 11. maj 2019
LJÓS
tað var júst
hesin tunnilin
tú tosaði um
tá vit vóru
á veg inn
í skriftina
og komu
ikki út aftur
fyrr enn beint
áðrenn vit
andaðust og
endurføddust
í óskiljandi
dusti
.
hesin tunnilin
tú tosaði um
tá vit vóru
á veg inn
í skriftina
og komu
ikki út aftur
fyrr enn beint
áðrenn vit
andaðust og
endurføddust
í óskiljandi
dusti
.
Abonner på:
Opslag (Atom)