lørdag den 25. maj 2019

EITT SINDUR AV "GRENJI" UM ÓSJÓNLIGT SPEI

Eg havi altíð hildið, at ummælarar - og lesarar annars - skulu hava rætt til at lesa og tulka mínar yrkingar sum tey hava hug til, eisini tá eg haldi at tulkingin er langt frá tí, eg sjálvur "ætlaði". Tað skuldi bara mangla. Eg havi eisini altíð hildið, at eg havi lov til at svara aftur. Royni sum oftast at lata vera og uggi meg við einum smíli. Men eg haldi, at í hesum førinum kann eg ikki lata vera við at siga frá. Eg vil við hesum svørja við hondini á telduni, at eg ikki hevði spei og bóndasamfelag í huga, tá eg skrivaði viðgjørdu yrking, ella ætlaði at skutla "Eg minnist úr gomlum søgum". Ummælarin meinar tað heldur ikki illa. Ofta verður speikortið togað úr ermunum, tá sigast skal okkurt klókt um míni eyðmjúku ljóð. Kanska hevur mann onkuntíð verið speiskur og kátur, men hetta orðið verður eisini av órøttum ofta brúkt um bæði ironi og humor. Og eg síggi einki av hesum í yrkingini. Hon er heldur ikki í slekt við haiku bara tí at hon er stutt. Tað stutta av tí langa er, at eg aðru hvørja løtu angri, at eg ístaðin fyri at skriva "søga", ikki skrivaði "sangur" ella "yrking" ella "filmur".



"Tóroddur Poulsen skrivar ikki haiku-yrkingar, hann heldur í hvussu er ikki teir formligu reglarnar um tríggjar reglur við 5-7-5 stavilsum, men fleiri yrkingar í hesum savninum og undanfarnum við bera á brá haiku: "tað var / í teirri / tíðini / tá hvørt / áratak / var / søga". Tað, sum eisini víkir frá í Tórodds føri, er tað eyðkenda speiið. Her ger hann gjøldur við, hvussu einastandandi alt var í gomlum døgum, og hvussu minnini um hesa tíð mugu varðveitast. Hugsa bara um allar bygdasøgurnar, og tær mongu bøkurnar um torv, seyð og alskyns annað innan tað føroyska bóndasamfelagið. Fyri mín part komi eg at hugsa um sangin  "Eg minnist úr gomlum søgum" eftir Rasmus Effersøe, har seinasta ørindið endar við reglunum:  "Latið ei søguna doyggja, / goymið hana so væl / í dreingja sinni og moyggja / hon mikið útrætta skal". Tað er ikki so, at eg haldi, at sangurin hjá Rasmus Effersøe verður beinleiðis skutlaður, men tað er líka við."

                                          Ummæli av Takrennutónum eftir Jógvan Isaksen í Dimmalætting 24-5-2019





                                                              



                                tað var
                                í teirri
                                tíðini
                                tá hvørt
                                áratak
                                var
                                søga














-

Ingen kommentarer:

Send en kommentar