tá eg fái rukkur
fari eg at telja tær
sum eg taldi frøknurnar
og himmalsins stjørnur
hóast eg misti talið
byrjaði eg um aftur at telja
hóast eg aftur og aftur
misti talið
bæði á frøknunum og á stjørnunum
men eg ætli mær ikki
at missa talið á rukkunum
um tær einaferð koma
tað verður sum at blaða
í einari bók
og tað eri eg so vanur við
at eg geri tað í svøvni
og fari helst at telja tær
meðan eg droymi
at eg spæli orgul
við einari hond
og við hinari
kíni eg andlitinum
á míni elligomlu konu
sum aldrin hevur verið til
-