søndag den 24. maj 2020

GJØRT






segði
hann tað
at tað var
hálvgjørt
men meinti
at tað var 
ógjørt
meðan førini óku
við hostandi motorum
og fet vórðu stigin
av bangnum beinum
og skýggini
snerktu og gálvaðu
sum um tey
sóu okkurt
stuttligt








*

onsdag den 20. maj 2020

FRUMSÝNING







Í GJÁR


tað var langt
ímillum okkum øll
í bussinum
tað var óneyðugt
at rópa eftir
hvørjum øðrum
ella at hosta
fyri at gera vart við
at ein var á lívi
um nakar smíltist
veit eg ikki
tí vit vóru øll ov fjar
tó høvdu øll álit
á sínum telefonum
sum tey prátaðu við
øll uttan eg
sum læt mína
liggja eftir við hús
so hon kundi njóta einsemið
sítt egna lív







*

mandag den 18. maj 2020

FRAMSÝNINGIN



Framsýningin, AVBYRGINGAGEDDON OG AÐRAR FRÁSTØÐUR, hon heldur áfram í STEINPRENTI Skálatrøð 16. Onkur verk fara, og onnur nýggj koma til, støðugt.































                                            Kandidatar til koronakapprenningina í Klaksvík.
























                                      OG NÓGVAR, NÓGVAR AÐRAR !






*





onsdag den 13. maj 2020

torsdag den 7. maj 2020

AVBYRGINGAGEDDON OG AÐRAR FRÁSTØÐUR









Hon er ikki so væl avtikin, myndin uppi yvir hesum teksti. Helst er tað við vilja - havi sjálvur tikið - men hon er á plakatini til framsýning mína - og har er hon betur avtikin - í Steinprenti, Skálatrøð 16,  og hevur hon  heitið AVBYRGINGAGEDDON OG AÐRAR FRÁSTØÐUR

Myndirnar eru gjørdar við vatnlitum, oljukriti, koli, penni, tussj, spritttusj, blýanti og livralýsi. Góða framsýning øll somul!



.

onsdag den 6. maj 2020

FUNNIÐ












gomul
sjónbond
og
smittaðir 
skuggar
krógva seg
hvar eg
so fari
við mínum
tónum av
fornum
sjónum






*

LÍKNILSI



tann stóra jarnhurðin
sum var so ring
at fáa upp
er nú dottin niður á
bókmentafrøðingin
sum misskilti alt
hann vildi skilja
soleiðis bara hann
vildi skilja tað






*