tirsdag den 26. februar 2013

EITT SINDUR UM HAVRAGREYT




Fekk mær kortini ikki havragreyt í morgun. Tað hevði eg annars ætlað. Havi ikki etið havragreyt síðani januar í fjør í Havn, tá eg hevði fingið onkra fepur- og skræpusjúku. Tað er so gott at leggja botn í við harvragreyti, tá lívið er leyst. Men í morgun var tosað so nógv um rossakjøt, at eg misti hugin til havragreyt. Eg veit ikki, hvat tað hevur hvørt við annað at gera. Tó kann eg ikki annað enn verða illgrunasamur, tá IKEA borðreiður við rossakjøtbollum. So kann rossakjøt vera í øllum. Sjálvt í Mentanargrunni Landsins. Hann minnir mest um ein havragreytsgrunn, kryddaðum við pulviseraðum rossakjøti.

Nevndi seinast, hvussu illa stóð til hjá skapandi føroyskum bókmentum at fáa stuðul. Nevndin í Havragreytsgrunninum vil heldur stuðla  kliché-enskum poppsangum og stubbafilmum à fýra og ein hálvan minutt enn skaldsøgum og yrkingum. Og bókatýðingar til føroyskt velur Greytagrunnurin fram um upprunaligar føroyskar bókmentar. Haldi tað er í lagi at stuðla týðingum av klassiskum russiskum bókmentum. Tað er neyvan nakra aðrastaðni møguligt at fáa stuðul. Og Johnny er ein stórur kapasitetur. Men at lata starvsløn til týðingar av norðurlendskum bókum er púrasta burturvið, nettupp tí møguleiki er at fáa stuðul til tað aðrastaðni. Hetta er einki minni enn ein háðan av teimum sum skriva uppruna føroyska bókmentir. Sjálvt um talan var um dygdargóðar bókmentir, ið týðast skulu, so var hetta skeivt. Men Jonas Gardell! Eg haldi álvartos at tað fara alt ov nógvir pengar til týddar føroyskar bøkur í mun til upprunaføroyskar bøkur. Og tað mesta sum verður týtt og útgivið - bæði vaksna- og barnabøkur - er rætt og slætt nakað helvitis lort.

Og so er tað tað, um vit skulu týða norðurlendskar bókmentir. Tað er helst eitt annað kjak. Føroyingar reypa altíð av at teir eru einastu norðurlendingar sum skilja øll tey norðurlendsku málini. Tað man ikki vera. Fáir skilja íslendskt og kanska fleiri skilja svenskt, men ikki eru teir nógvir. Hvussu nógvir føroyingar duga at siga Läkerol? Teir flestu siga Låkerol ella Lakkarol. Havi eisini hoyrt fólk sungið td. Evert Taube í føroyskum brúdleypi. "När" tað verður sungið"når ", tað kann mann næstan góðtaka, hóast tað svenska "när" liggur nærri tí føroyska "nær", men tá tey so fóru at syngja "hår" fyri "här", tá reisti eg meg upp og fór út!

Men greythøvdini í Havragreytsgrunnini munnu neyvan vita, at tað var Rithøvundafelag Føroya sum  bardist fyri starvslønunum. Og fekk teir tá seinast í fýrsunum. Tú kundi fáa ein - fýra mánaðir. Tað bar til at søkja tvær ferðir um árið. Um aldurskiftið fekk grunnurin meiri pengar og tað bleiv eisini møguligt hjá øðrum listafólki at fáa starvsløn. Eisini longri starvslønartíð upp til trý ár. Hetta var rætt at gera. Tað skuldi bara mangla. Tó var tað neyvan ætlanin, at rithøvundarnir skuldu skumpast heilt til viks, og einki hava at liva av. Rithøvundarnir fáa ikki so frætt sum samsýning fyri sínar bøkur longur. Hetta heldur verandi nevnd í Mentanargrunninum vera tann rætta leiðin at ganga. Samstundis við at Ómentamálaráðharrin minkar grunnin niður í einki vil greythøvdanevndin hava rithøvundarnar at tiga. Tað sær í øllum førum eisini út til at eydnast. Tú hoyrir einki frá øðrum rithøvundum hesum máli viðvíkjandi. Teir eru málleysir. Lammaðir. Hava uppgivið alt og hava nóg illa orku at kóka havragreyt. Við ella uttan rossakjøti.

Og hvat sigur Rithøvundafelagið? Tað grettir ikki út tí. Heldur at tað er nógmikið at bjóða donskum lættisoppahøvundum at vísa seg í Norðurlandahúsinum. Og tað er neyvan havragreytur, ið settur verður á borðið fyri tí gestinum.




-

søndag den 24. februar 2013

SLIPS ELLA LAKS




Siti bara og hugsi um hitastig. Leingist eftir sól, vári og einum longum summari, meðan sonurin situr og teknar ein heilan bý á síni teldu, men tíbetur teknar hann eisini við blýanti við síðuna av, Annars fær pappa gron. Eg mundi eisini fingið gron, tá eg sá Trónda í slipsi. Helvis svíkjari, hugsaði eg, men hann riggar bara væl í hasi munderingini. Hann kundi fyri tað spælt við í The Bad Seeds. Og Ómentamálaráðharrin stendur herðabreiðari við Tróndar lið í sparlabúnaði. Tó man Tróndur vera tann nógv sterkari av teimum báðum og væl kvikari er hann eisini, sum ein pantari er hann. Meini tó enn, at tað er spell at fuglarnir skuldu endað sum vindeyga pynt, men teir kunnu saktans brúkast aftur onkra aðrastaðni.

Annars sær tað ikki so gott út hjá teimum føroysku bókmentunum. Av teimum tretivu sum fingu starvsløn, eru bara tríggir rithøvundar. A teimum skriva og tekna tveir fyri børnum. So vit kunnu siga, at bert ein fagurbókmentaligur høvundur fekk starvsløn. Og tað er heilt forbannað vánaligt, hóast tað er ein sera góður høvundur. Synd at bara inkompetent fólk verða vald í Mentanargrunnin. Synd, fyrst og fremst fyri føroyska málið. Fólk eru vorðin troytt av tí føroyska málinum. Tey sum fáa stuðul at gera tónleikafløgur, velja oftast at syngja á enskum. Kliché-enskum. "Walking down the street/Looking for some love/ Can´t see the danger/Because I´m at stranger og í denn dur og alt ov sjáldan í moll.

Skapandi føroyskt hevur ikki nógvar góðar vinir í Føroyum. Ómentamálaráðharrin stjól pengar úr Mentanargrunninum og koyrdi teir í eitt málráð, har fleiri frammanundan vælløntir akademiskir apukøttar skulu sita og putlast og deilast um ð ella d ella c ella hví føroyskar dunnur siga gvagg meðan tær donsku siga rapp.

Men kortini fer ómentamálaráðið aftur í ár, ivist eg ikki í, á allar alkyns altjóða bókmentamessur at reypa um føroyskar bókmentir, føroyska mentan, dygdargóðan føroyskan mentanarstuðul, føroyskan alilaks, ja serliga føroyskan alilaks, tað er hann sum hevur skrivað allar bøkurnar, fer bókmentahugaði fremmandamaðurin helst at halda, tá hann stendur har við eini føroyskari blikkøl í hondini og einum lítlum  tannsteytara við laksi á. Tí føroyska rithøvundanum.







-

fredag den 22. februar 2013

BISPA BØN



Jaligi Vár, Tú sum ert í tí Jaliga

Heilagt verði Ja títt

Komi Ja Títt, verði Játtan tín, sum í tí Jaliga, so á jørð

Gev okkum í dag okkara dagliga Ja

Og fyrigev okkum Játtan okkara,

so sum vit eisini fyrigeva teimum ið móti okkum Játta

Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum so vit eru Jalig

Tí at Títt er tað Jaliga, valdið og heiður um allar ævir

Jamen.





-

torsdag den 21. februar 2013

FAST OG FAST



Dundrandi Iceage, hatta man vera tað besta danska rockorkestrið eg havi hoyrt í hesi øldini. Kanska eisini seinastu øld You`re nothing eitur teirra onnur pláta. Gott at hoyra aftaná eina alt ov avslappanddi Push the sky away eftir Nick Cave sum alt meiri ljóðar sum um tað bara dryppar eitt sindur í neðra. Hann var nógv betri í gomlum døgum saman við Blixa Bargeld og Mick Harvey. Tekstirnir hjá honum eru nú bara slappar klichéir. Jubilee street er tann sangurin mær dámar best og tað er eisini tann einasti við einum guitara í forgrundini. Nei Nick, tað er ikki nóg mikið at vera føddur í 57 fyri at vera skald. Tú skuldi lært teg nøkur nýggj orð og tú ert nógv stuttligari í Grinderman, men eg ivist ikki í, at nógvar ommur og abbar og óivað eisini langommur- og abbar sita hugtikin og lurta eftir tær. Og bara tí eg fekk hasa virðislønina, sum eg hati inn í helviti at eg fekk, ja eg hati hana líka nógv sum øll tey ið hata meg, at eg fekk hana og tey hati eg nú eisini, so inn í helviti nógv, havi eg keypt eina deluxe-útgávu av Push the sky away, hon er formað sum ein bók við harðari permu, ein cd framman og ein dvd aftan. Men Iceage er nakað heilt annað. Ein ótrúlig orka sum hevur fingið sólina at skína her umleiðir. Handa súra brúsitablettin á Ekstrablaðnum sigur at teir minna um Sort Sol ella rættari Sods, tá teir vóru heilt ungir. Tað er tvætl. Eg havi hoyrt bæði Sods áðrenn teir itu Sort Sol og teir spældu aldrin líka væl sum Iceage. Teir vóru rættiliga slappir, bæði á palli og plátu. Høvdu ikki sama energi. Hesin sangarin Elias Bender syngur eisini nógv betri enn Steen Jørgensen. Og hann dugir eisini at syngja punkfalskt sum Nick Cave tá hann sang best í gomlum døgum. Grundin til at Sort Sol aldrin blivu heimskendir, var tí at Steen syngur Valby-eingilskt à la Kim Larsen. Tað yngra ættarliðið av dønum duga eisini nógv betri enskt enn tey eldru. Sort Sol hevði komið nógv longur á leiðini, um teir bara sungu á donskum. Iceage hava næstan bara fingið frálík ummælir í Bretlandi og í USA og tað skilja eg væl.

Og nú verða starvslønir latnar og eg  gleði meg ikki at síggja um Vemmiliga konan fer at háða tey sum hava fingið starvsløn. Meg lysti at sæð, men ikki lukta,  hvussu snurpufisurnar tá fara at físa sín andaliga gimaroyk á Físibókini. Annars var eg heldur ikki verdur at fáa starvsløn í ár. Og nú lukti eg longu roykin:"jamen,  hevur hann ikki fingið nokk?"







-

tirsdag den 19. februar 2013

LEYST OG LEYST





Jú tað gekk væl á Fountain House tiltakinum. har var skítfult av skítfullum føroyingum og eisini minni skítfullum. Inn í millum sløddust minni skítfullir ikkiføroyingar. Símun von Konoy gekk runt í cowboy hatti og eg drakk bara tríggjar øl, áðrenn eg fór á midnátt og tá komu enn fleiri fullir (ja hvat fanin annað skal mann gera eitt leygarkvøld) føroyingar og onkrir jauarar. Amariel gekk har eisini, men hann var ikki í cowboyhatti. Høvdu vesiviðurskiftini ikki verið so vánalig, og hevði tað borið til at sitið niðri, so hevði eg helst drukkið enn fleiri øl og kanska eisini lurta eftir Nephew sum ongantíð hava sagt mær nakað annað enn, at teir eru ein kliché av Kliché. Men tað var stórt, at teir stuðlaðu hesum góða tiltaki. Eg las upp úr Avbyrgingum og fólk lurtaðu. Øssur hevði frammanundan heitt á meg um at lesa antisjálvmorðsyrkingina Skótalív úr Morgunbókini, men eg kláraði ikki at hugsa um sjálvmorð. Øssur lesur hana so væl upp sjálvur á Youtube. Tó ivist eg í, at tey vóru komin fyri at hoyra yrkingar. Fólk koma mest saman fyri at ballast og rópa í holið hvør á øðrum. Og tey flestu koma tá tað lækkar móti endanum. Eg hitti eisini onkran sum eg ikki hevði sæð í fleiri mannaminnir, so eg kendi meg sum um eg var fjúrtan.

Fuglarnir hjá Tróndi eru ikki bara komnir til Washington, men teir eru eisini komnir upp at hanga. Eftir øllum teimum alt ov nógvu vánaligu fotomyndunum, sum eru sendar haðani, so sær tað ræðuligt út. Teir hanga sum kitschut pynt framman fyri nøkrum høgum vindeygum. Tað man neyvan vera tað, hann hevur ætlað. Teir áttu heldur at hongt í einum stórum hóttandi flokki niður úr loftinum. Sum áleypandi Stukas. Nú sær tað púrasta ófarligt út. Tey kundu akkurát tað sama hongt hundrað av Guðrum & Guðrum troyggjunum upp har. Hann hevur havt øgiligt arbeiði av hesum verki og so skal tað bara vera vindeygapynt. Tað hevði eg ikki funnið meg í. Listin má aldrin ganga við til neyðloysnir. Og má fyri alt í verðini ikki enda sum Heðinmortensenskur jólahugni.

Annars havi eg einki upplivað.


PS Rætt skal vera rætt, eg drakk satt at siga fimm øl, tí eg hevði eisini tvær við í taskuni, men tað verður mann heldur ikki skítfullur av.



-

mandag den 18. februar 2013

SPYR IKKI MEG



           Spyr ikki meg, stóri mín, hví so nógvir humorloysingar blíva akademikarar.

           Spyr meg heldur, hví fiskurin svimur í sjónum.

søndag den 17. februar 2013

GRILL



Um ein ikki má kalla eina snurpufisu eina snurpufisu, hvat skal ein so kalla hana? 

Eina várrullu?




-

lørdag den 16. februar 2013

ÁRSINS BLOGGHØVD



Bløðini og vørpini eru farin at heiðra seg sjálv við einum Winther, tí eingin annar heldur at tey eru verd at heiðra. Soleiðis er eisini hjá okkum bloggarum. Eingin heiðrar okkum og tí er einki annað at gera, enn at heiðra okkum sjálvar. Vit fara við hesum at útnevna ársins BLOGGHØVD. Og eftir sum tað var eg, sum fann uppá tað, tilnevni eg Bloggodd sum ársins BLOGGHØVD. Fyri løtu síðani hevði Bloggoddur havt 20.000 vitjanir. Hann hevur í seinastuni eisini verið undir miklari hetz frá ymiskum humorleysum dylhøvdum, sum helst vilja síggja høvd hansara á einum viskistykki og einari blæu sum hava yvirlivað hálvfjersuni.














onsdag den 13. februar 2013

UMBERING



Hví blívi eg við at royna at sannføra meg sjálvan um, at mínir landsmenn hava humor? Man tað vera tí, at eg eri so góður við teir? At eg vil hava teir at lætta teirra reyvatunga sinni við látri, so teir eisini kunnu síggja okkurt, sum teir annars ikki kunnu síggja við sínum reyvatungu høvdum? Nei, helst er hetta ynskidreymar hjá mær. Ein hvørvisjón av dreymum um eitt stirðnað fólk. Eg havi kortini, sjálvt um eg ikki altíð hava viljað viðgingið tað,  vitað, at mínir landsmenn- og konur ongantíð hava havt, ella fara at fáa humor. Teir eru turrari  - og harvið turrisligari -  enn 3000 ára gamlar mumiir. Vit kunnu brigslað føroyingum nógv, at summir teirra duga væl at fiska, meðan aðrir duga illa at spæla fótbólt. Og tað sum teir allir duga væl, er at sita í sínum bilum og forargast. Sum skinheilagir eru teir rætt og slætt heimsmeistarar.

Eitt ber so ikki til, og tað er verri enn blasfemi og allar deyðssyndir tilsamans, og tað er at ákæra føroyingar fyri at hava humor. Bara tankin kann gera, at tú fært enn eina fúla hetz uppá nakkan frá Heina Lusk & Co. 

Eg biði um umbering fyri at hava hugsað henda tankan.







.

tirsdag den 12. februar 2013

EITT SINDUR UM LUSKARAR



Hevði beinanvegin varhugan av tí, at hatta var ein fúlur luskari. Havi varnast tað sum lesari av Dimmalætting, kloakkini. Hetta 
blaðið, sum altíð hevur verið fremsta verja av teirri føroysku fávitskuni. Í øllum førum síðani tað gjørdist málgagn hjá sambandinum. Og upp aftur meir  eftir at tað gavst við at vera málgagn hjá hesum sama afturhaldi. Síðani hevur tað hildið seg til ta moralistisku klíggjuna. Blandað saman við eitt sindur av eg næstan-meini-tað-tjóðskapi og misskiltari humanismu. Og tað havi eg eisini havt varhugan av, síðani eg fekk tað fyrsta teldubrævið frá  hesum  Heina Gaard. At hann er ein fúlur luskari. At hann ikki dugir so væl at skriva, ella stava, skal eg ikki lasta hann fyri, tí tað er eitt krav, um tú skalt fáa starv sum journalistur á einum føroyskum blaði. Hann setti mær beinanvegin spurningar, sum um tað var eg, sum hevði lopið á hesi konuna, sum hevði lopið á meg. Upp í saman. Aftur og aftur. Tað vita øll, sum hava lisið áleyparan, at so er ikki. Hann var ikki førur fyri at spyrja frá einum øðrum vinkli. Men eg svaraði jú við einum mótálopi. Harðliga kanska, og hvat so? Soleiðis sum hon niðurger meg. Men tað hevur ikki áhuga fyri hesar bleytbamsurnar á Dimmu. Tað hevur størri áhuga, at ein virðislønarmótakari hevur hongt ein persón alment út. Hvussu forbannað alment, veit eg ikki, at mítt mótálop er. Umleið 100 fólk sóu hesa mína mótverju, áðrenn hon bleiv umskapt. Eg vil  ikki, restina av ævini, setast í samband við hesa konu, ella  eistini hjá einum vissum ráðharra. Hvussu nógv hava lisið álopið hjá "úthongdu"? Og hvussu nógv fara at lesa, hva hesin fúli luskarin, Heini Gaard, hevur hongt meg út fyri, bæði á forsíðuni og inni í blaðnum? Alt hetta kemur heldur ikki óvart á meg, tá hugsað verður um, hvør ið tekur sær av mentanartilfarinum á kloakkini. 
 Tó visti eg ikki, at hon sum leyp á meg, var ritstjóri á Bókadeildini. So tað er ikki har, eg skal senda míni barnabókahandrit, eg havi liggjandi. Og eg kann neyvan rokna við, eftir at vera hongdur út av áðurnevnda luskuta og fúlu journalisti, at bøkur mínar, sum verða týddar til annað mál, fáa nakran stuðul at verða umsettar til onnur mál. Men tað gert ikki við. Bakbítarar, falskar vinir og luskarar vil eg einki hava við at gera. Og eg má vera meiri varin fram yvir, tá eg lukti henda ringa luktin av fúlum luskarum.  Eg má lata vera við at svara og lata  hesar fúlu luskararnar rotna í sínari egnu svullutu fávitsku sum lýsa úr teirra innantómu rosinueygum. Eg sjálvur átti eisini at lukta henda ringa og rotna lukt áðrenn teir herja á ..

mandag den 11. februar 2013

EITT SINDUR UM MÁLIÐ



Og so verður ein kallaður manschauvinistur. Høvdu fyrrv. konur mínar hoyrt. So høvdu tær rist við høvdinum. Tí eg eri alt annað enn tað. Eina av størstu grundunum til, at mær ikki dámar tær skipaðu religiónirnar, er teirra kúging av kvinnuni  - skal eg heilsa frá mínum Guði.

Málið hevur mín stóra áhuga. Eisini tað minni pena. At sita undir øllum sum fólk siga. Og hvussu tey siga tað. Minnist umborð Bliki, sum eg var við sum 16 ára gamal. Har var gilt av suðringum umborð. Tá eg var 14 ár var eg í praktikk umborð á Smyrli (tann sum Kjartan smíðaði), so eg kendi væl suðringar og tað suðriska, eins og tað var vanligt at suðringar stukku inn á gólvið í kioskini hjá okkum. Ein ungur dekkari var ikki liðugur við okkurt, at múnja, minnist meg rætt. So sigur ein av teimum eldri við hann, at tað mátti hann gera sum skjótast, annars kom bátsmaðurin og skræddi nossini undan honum. Eg visti longu væl tá, at tað ikki bókstaviliga merkir, at bátsmaðurin hevði skrætt nossini undan honum. Men han hevði fingið av grovfílini. Skelda, deila bæði við eiðum og forbannilsum. Sjálvt ikki tann altíð so populistiskt korrekti teknarin á Sosialunum skilir hetta. Hann um tað.

Tað letur ikki til, at fólk skilja slíka talu longur. Nógvir norðingar til dømis halda, at suðringar standa og skeldast, tá teir skemta saman. Tey ræðast teir. So tað kemur ikki óvart á, at onkur prinsessa, sum aldrin hevur livað lívið, men hevur fingið eina fína útbúgving og starv beinanvegin við góðari løn, húsi, heimi og bili, fer upp at hvína um manschauvinistar, tá minni fín orð verða brúkt.

Verðin um okkara leiðir er eisini voðin meira trongskygd. Puristisk og moralistisk. Á skorpuni, yvirflatuni. Tað er í dag meiri vanligt at vera falskliga blíður enn at vera tann tú ert.  Øll skulu vera so forferdilga siðilig og smíla falskt og vera "jalig". Sjálvt Jógvan bispur brúkar hvønn sunnudag ljótorðið "jaligur" í hvørjari einastu av sínum sukursøtu klummum á Vovvapissitalinum. Við ósmakligari konfirmatiónsskrift. Altíð gott at vera jaligur, sigur bispur, sjálvt HIV-jaligur er eftir øllum at døma gott at vera. Og tú mást endiliga ikki finnast at tí skeiva, tí so ert tú eitt forkelað grenj. So tað er ikki løgið, at kirkjan er í stórari kreppu. Sunnudagar hyggi eg viðhvørt at gudtænastuni í DR og tá øtist sjálvt eg. Kirkjan er vorðin fullkomiliga ófarlig. Prestarnir standa og tosa við kirkjufólkið sum um tey eru smábørn. Kirkjan minnir meir og meir um ein yvirpedagogiskan barnagarð. Sum nú førstulávintssunnudag, tá fór prestur gudhjálpimær í ein gekkaskort, meðan hann moraliseraði um allar hesar maskurnar, vit av og á fóru í. Prestur man halda, at Jesus situr uppi á einum skýggi og er nøgdur, tí nú sita tey og hugna sær og eru "jalig". Guð ger hann ei! Hann er um at vamlast av hesum hugnaliga, "jaliga" keðsemi!

Eg leggi fanin hann galið meg ikki í at vera "jaligur"(hvør er tann skøndilin sum er komin við hesum orði?) tá  eg m.a. verði háðaður fyri at eg sum smádrongur var happaður vegna mín rustaða hárlit. Haldi heldur ikki, at eg fekk nakran skaða av hesi happing. Verri var við teimum hørðu lúsingunum, mítt lítla smádreingjahøvd fekk. Royttur upp eftir hárinum. Síðani oyrunum. Síðani aftur lúsingar við knýttum neva. Lærarin m/k var bøðilin. Tað skal fanin hann dansimeg eingin koma og háða meg fyri. Serliga ikki fólk sum ikki hava serliga nógv millum oyruni. Tá svari eg, akkurát sum tað passar mær. Og tað hevur einki við manschauvinismu at gera. Og so at - bara fyri at tekkjast offurleiklutinum - at knýta hetta til annað sexistiskt hatur á netinum, er nakað helvitis tvætl. Mær dámar heldur ikki øll hesi ókvæmisorðini, um tað skal vera. Og so yvirhøvur ikki, tá tey eru brúkt uttan humor. Annars er hesin harði tónin komin við teimum vulgeru betongfeministunum, sum hava gjørt nógv um seg seinni árini í Norðurlondun. Eg veit ikki hvat allar hesar eita. Bitter-fittan, Jetta Hansen o.a. Og summir menn bíta sjálvandi á, og tá eru tær klárar við offurleiklutinum. Sjálvt um tær vóru áleyparin.

Soleiðis eru teir hóvligu feministarnir (feministur er kallkynsorð!) vónandi ikki. Tær eru helst vorðnar meiri pragmatiskar við tíðini og duga at skilja, at slíkt sum kynskvotur er fávitska sum gongur út yvir góðskuna.

Eg veit ikki um allir menn (kanska islamistar undantiknir) um okkara leiðir ganga inn fyri javnrættindum millum kynini. Eg hopi tað. Eisini um eg verði álopin av einum manni, ella konu og kallaður pikkansjosa, mogghøvd, reyvarhol og tað sum verri er.  So fari eg ikki aftur ímóti at kalla hann manschauvinist.








.

søndag den 10. februar 2013

TVEY





Bjørkin spyr meg

hvørjum fanin eg

gløi eftir Eg sigi

at eg gleðist yvir

hennara vakurleika

Hon spyr meg

um eg ætli mær

at fella seg

og saga seg sundur
 
og gera bókahillar 

burtur úr sær   Svari nei

men helst skrivi

eg eina yrking

um hana   Tað

sleppur tú ikki

sigur hon og slepp

tær á hundan og

til annars skal eg

detta á teg   Og tá

verði eg vaktur

av bussinum sum

eg standi og bíði

eftir















.

KYNSKVOTUSKALDSKAPUR





hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann 
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon 
hon hann
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann 
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon
hon hann
hann hon 
hon hann
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohoohha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha
hahahaho
hohohoha 
rraguððð! 
hanna og
hanus og
hanus og 
hanna og
hanus og
hanna og
hanus og
hanna og 
hanus og
hanna og
hanus og
hanna og 
hanus og
hanna og
hanus og 
hanna og
hanus og
hanna og
holgar og 
horencia
og horencia
og holgar
og horencia
og holgar
og horencia
og holgar
og horencia
og holgar
og horencia
og holgar
og hanna
og horencia
og hanus














-

lørdag den 9. februar 2013

HER STENDUR




Her stendur Einki. Bispur sigur at vit skulu

tosa pent. Ein flokkur av krákum kráar

sín boðskap oman fyri garði mínum.

Tær eru á veg vestureftir. Eg standi her.

Kvørkveggjurnar báðar sita á mínum súreplatræi

og tiga minst ein mánaða aftrat. Kynið

hevur einki við mál at gera. Kynið er 

kitling. Tað hevur kavað í átta svøvnar.

Eg havi gloymt at givið fuglunum

vegna skaldsligt veingjarbrot.

Ellishjólbørurnar standa og peika

upp eftir tí eg vil ikki koyra tær

burtur. Ein heilsugóð møði

kann syngjast um teirra fagurleika.

Leyvið kemur aftur

tí skógurin er góður

og hann ger sær ikki far um

mína ella tína øði. Eg elski

teir gomlu ljóssteyrarnar.

Eg trúgvi ikki uppá

at teir kunnu fellast.








-

torsdag den 7. februar 2013

EIN MYND



Ein Tina í Kitligarði við lítlari snorbremsu næstan à la Adolf hevur lagt mynd av nøkrum av bókum mínum í eini ruskpøs út á físibókina. Tað sær út sum um Tina hevur spinað á bøkurnar men kanska er tað bara fløtaskúm av onkrari kaku, hon hevur fingið í skeivan háls, tá hon hevur lisið bøkur mínar, sum hon so hvørt hevur koyrt í pøsina.

KREDDA




til tykkum

sum aldrin

banka uppá:



eg trúgvi bara

uppá verulig

spøkilsir











-

tirsdag den 5. februar 2013

KIRKJUR

Í dag verða 17 kirkjur stongdar í Danmark, tí danir ganga ikki so illa í kirkju sum føroyingar. Nógv orðaskifti hevur verið um, hvat kirkjurnar so skulu brúkast til. Nettohandlar sigur ein. Bingosalar  sigur onkur annar. Moskéir (uha uha!) sigur onkur triði.

Hetta eru vakrar kirkjur. Og eg haldi, at eftir sum vit ikki hava nakrar vakrar kirkjur í Føroyum, at vit føroyingar skulu bjarga hesum Guðs húsum.

Í Føroyum hava vit ongar rættiligar, snøggar kirkjur. Eina ferð fóru teir undir ein katedral í Kirkjubø, men hann bleiv aldrin liðugur. Føroyskar kirkjur líkjast rætt og slætt skúrum við einum torni á. Summir av hesum skúrum hava fingið nakrar bøkkar slongdar uppá seg, so teir skulu síggja eitt sindur serføroyskir út. Føroyskur byggisiður, Guð bevari meg væl! Bygt er eisini uppí summar av hesum skúrum, so teir síggja út sum flakavirkir við kirkjutorni á.

Nei tit. Vit skulu heita á danska kirkjumálaráðharran um, at hann flytir - stein fyri stein - hesar kirkjur til Føroya. So vit eisini kunnu hava okkurt arkitektoniskt at reypa okkum av. Onkrar av kirkjunum sum stongdar verða, eru helst frá katólskari tí, og tá dugdi kirkjan at byggja (ikki smíða kirkjur, vit smíða skúrar t.d.) kirkjur, og kundi staðið sum dómkirkja í Havn. Og núverandi barakkdómkirkja í Havn kundi verið latin brøðrunum og so kundi Jazzfelagið fingið Ebenezer.

Í staðin fyri at hækka blokkin kunnu danir geva føroyingum hesar stongdu kirkjur. Teir núverandi kirkjuskúrarnir runt um í landinum kunnu latast fornminnissavninum at goyma gamlar lutir í, torvhakar, leypar, snældur og hvat alt slíkt annars eitur. Og tær nýggjastu føroysku kirkjurnar úr betongelementum, tær kunnu brúkast til at stoypa betongelementir til flaka- og niðursjóðarvirkir.

mandag den 4. februar 2013

UM FYRILESTRAR OG RØÐUR



Gangi ikki til fyrilestrar, tí haldi eg ikki fyrilestrar. Lurti heldur ikki eftir røðum, tí haldi eg ikki røður. 

Tó gangi eg ofta á morgni og mutli fyri meg sjálvan okkurt, sum - um eg sjálvur lurti væl eftir -  líkist 

bæði fyrilestrum og røðum.












-