søndag den 30. april 2017

IKKI BARA




ikki bara sum tá
tað skorðar seg á skák 
niður í myrkrið
men eisini sum tá
bert lítið er at anda fyri
so sum ein lítil vatnsopi
ella eini tvey trý fet aftrat
eftir stovugólvinum
áðrenn tú grulvar inn til seingina
sum er tað einasta altarið
ið skilir teg










(ella var tað ein sløkkiliðskona sum meig á ljósið?)




.

tirsdag den 18. april 2017

EFTIRPÁSKIR





kirkjubonkurin
har eg onkuntíð sat
sum smádrongur
er ikki so slitin
at eg ikki kann
sita har í dag
ella í morgin
við øllum mínum yrkingum
og skriva tær um aftur
meðan prestur prædikar
um tað miskunsama
brúdleypið í samaria
og aftaná verður sungið
um sekkin
sum steig oman av golgata
og bleiv ein góður seyðamaður






antikvariski bókahandilin eg fari at lata upp í havn tá eg flyti heim aftur:


páskaframsýningin:




nakrir tankar um tað føroyska fiskivinnuakvariumið:




ein roynd at breiðka páskirnar:











+

torsdag den 13. april 2017

TØL


Bloggoddur hevði í dag havt tilsamans 100.000 vitjanir síðani hann byrjaði millum jól og nýggjár 2011. Í síðstu viku vóru 50.000 íbúgvar í Føroyum. Men tað hevur sjálvandi einki við hvørt annað at gera. Hatta eru bara turr tøl og av teimum sum hyggja inn á bloggodd, býr fjórðingurin í Føroyum. Bloggoddur ynskir øllum góðar páskir.




og
so
er at sova
meðan
tú kanst sova




*

onsdag den 12. april 2017

TEKN



tekn
eru bæði tekin og tekn
og hvat er so munurin:
at vit siga tað fyrra
og skriva tað seinna
eins og plettur og blettur
og tað er tað einasta
eg havi hug at siga
um tekn og tekin
um tey so eru
fuglaspor í følvinum
rottulortur á loftinum
tannkremsskvett á speglinum
ella bremsuspor í undirbuksunum
kunnu tey eisini vera ein kavbátur
sum syngur seg gulan og bláan
ella ein heks á einum kusti
ávegis til blokksbjargar











                                                                                 +
                                                                                 €
                                                                                 $
                                                                                 §
                                                                                 *

mandag den 10. april 2017

PØSIRNAR



tað er
tað
spannirnar
siga tær
og ikki
tað 
tær stoyta
sum hevur týdning
í einum heimi
har øll vilja berast
og síðani
tveitast
á bláman











                                                                      *

lørdag den 8. april 2017

SEINNI



veit ikki
hvør ið eg eri
men eg havi málað hetta bílætið
veit ikki
hvar ið eri
men eg havi verið í hesum býi
og eg veit
hvør
ið býurin er
hóast eg ikki veit
hvør
ið eg eri
tí eg havi verið
í hesum býi
sum eg ikki longur kenni

og eg havi málað 
hetta bílætið



+

GOTT TÁ TYGUM HAVA ILT Í BÚKINUM






her kann so sigast okkurt um hesa døkku bók mína
um eg velji at vilja at gera sum onnur gera við at 
søkka niður í ljósið og hella høvdið eitt sindur á skák
so viljin sæst betri sum eitt sjónahorn ið er krógvað av
barndómsins asfaltroyki har vit sparkaðu bóltar longur upp
enn niður og tá onkur skravaði niður í heitu skorpuna sum
minti um lakress og smakkaði sum olja fingu árini ferð á seg
og tú vart aftur her eitt sindur gráari enn bleikur













tað er at herja á so søgan bráðnar sum ísur og vit gerast aftur betri enn góð og hosta ein góðan morgun so molarnir kenna seg sum andar tá teir fúka út í rúmið har alt er bannað uttan rúmið




+