lørdag den 31. marts 2012

PRENTBLETTUR

sólin skínur á skrivaraborðið

hetta skrivi eg
ikki tí at sólin skínur
men tí at eg havi lisið
at tað er ein klisjé
at skriva at
sólin skínur á skrivaraborðið
og hetta er fyrstu ferð at eg geri tað
og havi longu skrivað tað tríggjar ferðir
at sólin skínur á skrivaraborðið

torsdag den 29. marts 2012

onsdag den 28. marts 2012

KETUFØÐIN

tann nýggja ídnaðaryrkingin
ein miðalkaldan gerandisdag á sumri
gevur mær ikki meiri hita í kroppin
enn makrel í tomat
á eini rugbreyðsflís frá í gjár
ella sjóðið frá kuldaskápinum
sum treingist til at skiftast út
hóast tað ikki larmar líka illa
sum tann elektriska urtagarðsútgerðin
ið yvirdoyvir kátu barnagarðsbørnini og fuglarnar sjálvandi
teir hava jú einki at gera
í tí nýggja skaldskapinum
tí teir kunnu jú ikki veljast inn á ting
ella blíva løgfrøðingar og bankastjórar
teir kunnu ikki so frægt sum blíva
samskiftisráðgevarar og lívstílsserfrøðingar
ella skiparar og stýrimenn
við ongum toski at fiska
tí teir eru allir valdir inn á ting
og tað er friðað alt árið
so nú royna teir bara eftir sær sjálvum

tirsdag den 27. marts 2012

tirsdag den 20. marts 2012

STØÐA

eingin fiskur

einki flogfar

beinini sova

PURISTURIN

Hann setti eina purru í hálsin. So bleiv bukað og dukað á bak hansara. Ein neva fekk hann í búkin. Einki hjálpti. Purran situr har enn. Tí tosar hann soleiðis.

torsdag den 15. marts 2012

KRÍM

Teir royndu á Snorhavinum. Teir snýstu og snýstu. Har var snor upp um bæði borð. Og so inn at avreiða til Snoroyar Fiskavirki.Har tóku menn við rennandi nasum ímóti teimum. Teir fingu fimm lumaturriklæði fyri kiloið. Og so var farið inn í kølirúmið at leggja seg, tí aftur í morgin fóru teir á Snorhavið at veiða snor upp um bæði borð.

fredag den 9. marts 2012

BØRNINI

skilji ikki
at mínar yrkingar
eru so góðar við meg
eg haldi ikki
at eg havi verið so góður við tær
eg havi fylt tær við orðum
sum "sorg" "longsil" og "náði"
eg havi lisið tær upp fyri fólki
sum als ikki dáma yrkingar
og fyri slíkum sum misskilja alt
so tey flenna tá yrkingin er álvarslig
og gráta tá hon er stuttlig
eg havi givið øðrum loyvi til
at seta tónleik til tær
sum eg kanska ikki sjálvur dámi
og tær hava fingið ummælir
sum hava fingið meg at rodna
men eisini slík
sum hava fingið meg at skammast
ella gjørt meg í øðini
eins og nú tá tær verða seldar á útsølu fyri lítið og lætt
til fólk sum seta tær á gloymskunar hill
og eg kann einki gera fyri at bjarga teimum
og tað nyttar lítið at angra
at eg gav tær út í bók
eg skuldi kanska heldur givið teimum eina góða útbúgving
so tær kundu fingið eitt vællønt starv
til dømis í miðfyrisitingini
hvat tað so enn er fyri nakað
men eg kundi hugsað mær
at tað má vera spennandi at starvast á einum arbeiðsplássi
við so nógvum i-um sum í miðfyrisitingini
og tá havi eg ikki talt y við

torsdag den 8. marts 2012

KIRKJUDREYMUR

Í nátt droymdi eg at allar kirkjur og samkomur skuldu leggjast undir fólkakirkjuna. Bara ein stór kirkja var loyvd. Og kirkjuskatturin skuldi avtakast. At fíggja kirkjuna skuldu fólk gjalda atgongumerki til guðstænastur, barnadóp, brúdleyp, jarðarferðir o.a. Og vóru fólk ikki til minst 20 kirkjulig tiltøk um árið, fingu tey bót sum svaraði til 20 atgongumerkir faldaði við 10.

tirsdag den 6. marts 2012