søndag den 22. april 2018
lørdag den 21. april 2018
onsdag den 18. april 2018
KVØLD
eitur nakað
dunnudrøgg
spyrji eg
meg sjálvan
tá dunnurnar
fara at
leika í
á vatninum
meðan sólin
skiftir lit
.
tirsdag den 17. april 2018
mandag den 16. april 2018
søndag den 15. april 2018
F I N N I N G U R
hann finnur
eina hurð
frá
seinastu øld
eina hurð
sum ikki
kann latast
aftur
fyrr enn
í næstu
øld
.
lørdag den 14. april 2018
søndag den 8. april 2018
R Ú M
* *
hart at vera á verkstaðnum
tá bara tankarnir smíða
og tá onkur annar
sagar plankar til ein kassa
at koyra allar sínar myndir í
* *
ANNARS
annars
veit eg ikki
so nógv
at siga
um úlvin
í dag
eg royni
at doyva hann
við tøgn
*
tað skrivi eg
tá eg ikki veit
hvussu eg skal koma í gongd
hóast tað
einki hevur
við tað at gera
eg veit bara ikki
hvussu
eg skal
orða tað
sum eg
innast inni
ikki vil
orða
*
,
lørdag den 7. april 2018
onsdag den 4. april 2018
VETUR OKKARA
vit gliðu
á ísinum
reisti okkum
stovnaðu
ein flokk
gliðu aftur
á ísinum
stovnaðu
ein flokk
aftrat
gliðu enn
eina ferð
stovnaðu
aftur ein
flokk og
ein aftrat
og enn
ein aftrat
og tá
brotnaði
ísurin
undir
okkum
og vit
gliðu
ongantíð
aftur
stovnaðu
ongan
flokk
.
mandag den 2. april 2018
NÚ
nú var hon aftur har
hon sum skuldi
ansa eftir seyðinum
men so kom beiggi hennara
og spurdi um løgreglan
hevði spurt eftir sær
og áðrenn vit vita av
hevur onkur skotið seg
soleiðis er altíð
í hesum sjónvarpsrøðum
sum eg sløkki
áðrenn tær enda
tí eg haldi meg vita
hvussu endin verður
og hann verður ikki betri
um eg lati verða tendrað
"
ATHUGI
Áhugavert, at eingin lesur bloggarnar, um leinkja ikki er løgd út á fesjubukkuna. Forvitin kann ikki verða fegin, tá hann ikki er til.
.
Abonner på:
Opslag (Atom)