mandag den 31. december 2012

NÝGGJÁRSREYP

Eitt kunnu vit so reypa okkum av, at heimsins býttasti maður er Føroya løgmaður.

lørdag den 29. december 2012

FØÐINGADAGSINNBJÓÐING

Í sambandi við, at tað er 1 ár síðani at bloggoddur kom í henda heim, verða tygum við maka boðin at lesa allan bloggin frá byrjan til enda.

Bloggoddur hevur hesa tíðina havt 13156 vitjanir og í honum eru 188 íkøst (tá er hetta íkastið ikki íroknað). Og tað eru fólk úr øllum heimsins heraðshornum ið vitja bloggodd.

Tað hevði glett bloggoddi at sæð tygum/tykkum í dag.

fredag den 28. december 2012

MINNINGARORÐ AV HIMNUM




fyrst varð lakkið á mær skøvað

og so varð onnur forhurðin buklað

og síðani vórðu bæði síðuspeglini brotin av mær

so eg ikki kundi bakkast fyrimyndarliga

og so vórðu setrini skrødd úr mær

og kukkað varð á mín dúrk

áðrenn dekkini vórðu skorin upp

men tá motorurin varð tikin úr mær

fór mín pínda sál til himmals

og har eri eg enn

heima hjá Faðirinum

sum nú hevur gjørt meg til eitt heilagt akfar

og Hann hevur blást sín heilaga anda í motorin

so eg kann koyra í ævir allar

og eingin annarnýtist at koyra meg

tí tað geri eg sjálvur

við sálmaljómandi bremsum

og tá eg spidi meg upp

kemur eingin dálkandi roykur úr útstoytinum

men hørputónar og einglasongur 

og bert Hann veit

hvør ið oyðilegði meg á foldum

og hvørja revsing tann skal fáa

fyri slíkt hjartaloysi

og at onga virðing hava

fyri okkum ævinligu









.

ROYKRINGAR



eg vil fegin vita

hvat er vorðið av

mínum roykringum

øllum teimum

fleiri túsund

eg skapti

tá eg roykti



eg leggi einki í

eina vísindaliga

frágreiðing

men eina

andaliga



roykringar

eru skaptir

av anda

og ikki vísind



eg trúgvi ikki

at guð

hevur andað teir í seg

so teir eru vorðnir andar

tí guð andar ikki

men er andi

og helst tann einasti

sum aldrin hevur roykt









.

torsdag den 27. december 2012

GLOTTI




skeri

í tað bláa

myrkrið

so eg veit

at ljósið

er til

tá tað dryppar

niður í

einkisins

svongu

pøs

vit nevna

lívið







.

onsdag den 26. december 2012

BÓKAHANDILSNEYT

Tá eg søki á heimasíðunum hjá gl Bókahandli ella Rit&rák eftir bók míni Heimvitisferðin er hon ikki at finna hjá teimum. Tá eg leiti eftir øðrum bókum sum eisini eru komnar út til jóla, so eru tær at finna. Samansvørjing? Ella er hon ikki nóg pen..

LONGSIL




súgvirør

í alskyns

litum

leingjast

eftir eini

politiskari

avgerð







.

MORGUN




krússið

sum kom

við

páskaregginum

vakti meg

í morgun

klokkan 08.41

við eini áminning

um

at eg var føddur

á eini skeivari

gongustjørnu








.

NÝGGJÁR




brennistøðin

svølgir

pengarnar

sum

tey svongu

ikki orkaðu

at eta

tí tey tóku

synd

í teimum mettu

og hundum teirra




.

KØKUKISTUR




elski

at síggja

blandimaskinur

fylla

hjólbørurnar

við sukurfríum

deiggi

so vit øll kunnu

fáa

fjálg og heilsugóð

hús

at lúgva í



.

BELJ OG BELJAN




bóndin

togar

ein kálv

fyri

og annan

eftir úr

kúnni

og sigur

at hetta

er føroya

løgting






:

LÍV



trívist

best

í

spøkilsisbýum

har  gamlar

grammofonir

skøva

veruleikan

og

turrar kettur

og

vaskibrettir

hanga

á trøunum

sum

óynsktir

dreymar





.

HEILAGT



tvøgan

finnur

ikki sjálv

krókarnar

men



finnur

frelsuna

í

tvøguni











.

ÆVINLEIKIN

í

ruggustólinum

situr

ævinleikin

og gapar

um friðleysa

flugu









.

tirsdag den 25. december 2012

HRSNT

Veit kortini ikki hvat eg skal siga. Eri so troyttur av hesi tíðini. Her er so forbiðið myrkt. Suðandi oyru gvagga sítt mettilsi. Was  ist los? Die Hosen ist los. Pseudelischen Sauerkrat tín fratøri menschhundur.

Mær ódámar jólini.

Glíði í ógleði.

Havi keypt ov nógv partabrøv í lívsmøðini.

Eingin vil keypa.

Í morgin er aftur einki.

GOGG

Útluftingarhugað hanagleiv eggjar hønunum at gifta seg and dont´t ask me why.

mandag den 24. december 2012

TEY KRISTNU

Tey kristnu. Tað eru tey ríku. Tey sum eiga hús og bilar og bátar. Skip og stórar kvotur. Tey fátøku kunnu ikki vera kristin. Tey kristnu velja fólkaflokkin. Tey skíta á tey fátøku.

lørdag den 22. december 2012

BOÐ




seyðamenninir

úti millum

stjørnurnar


detta saman

við sínum

seyðafylgjum


niður í

eitt svart

hol











.

fredag den 21. december 2012

SNYK



tann føroyska

framtíðin er

ein snykutur

vegur

aftur í

fortíðina

har ein

gapandi

húðaskógvur

bíðar eftir

at svølgja alt

og øll







.

torsdag den 20. december 2012

STØÐA




at súkkla í krapa

og fáa nasablóð

hvørja ferð tú nýsir

er sum at búgva í føroyum

og velja fólkaflokkin










.

PÁVIN HEVUR FINGIÐ EIN NÝGGJAN BIL

Pávin hevur fingið ein nýggjan bil. Ein breiðreyvaðan Mercedes Hvítleyksdóttir við innbygdum pirpinslurkum ið kunnu nýtast til mangt og hvat, bæði í gaman og álvara, tó mest tað síðsta. Gott at hann ikki fekk sær ein Reimund Langkål sum er ein meiri evnaveikur bilur, ella í hvussu so er tosar soleiðis. Ella ein Edva Makrel sum var fødd við eini fløktari línu í hvørjari hond, og tað var skjótt at hon valdi sær makrel sum agn og tað ger, at hon allan sólarreyvarringin tekur stampar og makrel við sær undir dýnuna so hon eisini kann egna í dreymi. Trúgvi ikki at pávin hevði lagt í ein Ljóta Murtensen tí so var hann noyddur til at koyra ein posa niður um høvdið á henni, so undirsáttarnir ikki sóu hvussu býttan og misháttan bil, hann veittraði til teir úr. Ella ein Penisar Fana við trivaligum undirbiti so Pillsa pungur kann hvíla væl, tá Penis vil hava ein súgv langt niður í hálsin við surklandi hálaíhanngeylum og tá Klaskin Lurk rennur upp í hann aftanífrá. Slíkt góðtekur Vatikanið ikki. Ella ein tríhjólsdrivnan Lakjukrógvan sum bara drekkur uttanlands og dugir at syngja vamlisliga syropssøtar sangir við útstoytinum, nei tað luktar alt ov illa. Og hví ikki ein krógvaðan Snorhoym, ein klaksvíkjara av tí meira hjálpasleysa nalvungaslagnum sum undir kommunuvalinum vísti kona sína við grýtulappa á høvdinum. Ja, hon hevði høvd, men spyr ikki meg hvat tey brúka høvd til har norði. Kaj Slevo hevur eisini eitt slag av høvdi men tað startar so illa og Vatikanið vil hava góðar hestakreftir ið beinanvegin fara í gongd við fullum umførum, so vit senda hann norður til klaksvíkjararnar at vera.  Ella ein Helsje Abracadabrasen, nei tað gongur ikki tí hann er gjørdur úr træ eins og Bigge klaksvíkjari sum er úr rotnum træ og altíð hevur lummarnar fullar av fleskasteikum, og eg trúgvi heldur ikki, nú vit eru við træ, at ein bilur sum í heilum letur nøs sína vaksa eins og síni longu fingrar, tí tú mást ikki lúgva heldur í Vatikaninum, ella stjala, so tað verður heldur ikki ein Lítli Putin Deluxe úr Sørvági, men sum áður sagt í byrjanini, ein breiðreyvaður Mercedes Hvítleyksdóttir, og spurningurin er so, hvussu leingi hann heldur, tí bilar av slíkum slag hava tað við at pína seg sjálvar við lurkinum og ein slíkan lurk hevur hin stirvni Jackass Vesterlort Comfort eisini, sum sjálvur kundi verið úr postalíni og dugir bert at siga einstavilsisorð sum ein dukka tú hevur dukað á bakið, men viðhvørt kann hann svara við at endurtaka spurningin sum er settur honum og hann hevur íløgur úr Sumba og smyr seg hvønn morgun á halsin og aftan fyri oyruni við skerpikjøti so fólk kunnu lukta hvussu reystur og innantómur hann er við garnatálgssnorbremsu undir nøs, men hesin bilurin koyrir bara síðulens móti høgru so hann torir Pávin ikki at fara í, tí hann búði í tí stóra høgraríkinum undir krígnum, so er tað betur við einum Mercedes úr sama ríki, og sum koyrir á høgru síðu beint fram og síðani út av.

fredag den 14. december 2012

FRAMMAN FYRI EINUM MÁLNINGI EFTIR INGÁLV AV REYNI

inn í salin
trínur
bráðvøkur
skrápadóttir
og hon biddar
eitt bomm
frá lánusi samkeyp
meðan hin langfingraði
lítli putin úr sørvági
situr og sussar
sín kriminella greyt
við ein hundsfelaga
og so ringir don gerhard úr skopun
við klokkuni
og fær sær ein vatnsopa
og biður um frið
í salinum
og sigur at tað er alt ov nógvur støyur
men hann er jú úr skopun
so hann man vita hvussu tað eitur
og so loysir hann
slipsaknútin
so orðaskiftið
kann halda áfram

torsdag den 13. december 2012

torsdag den 6. december 2012

NOCTURNE

Ein søtur stinkur av prumpi lá um alla víkina. Stjørnuklárt kvøld. Ministarin dró fingurin spakuliga úr tí eina nasaglugganum og stakk hann upp í hin. Har var heldur einki at finna. Men hvat um hann tók hini 80 %´ini - so hevði hann megnað at flutt 100% frá fínmentanini til ta meiri nyttugu mentanina -  av Mentanargrunninum, og gav tey til Kringvarpið?  So vóru pengarnir kortini innan fyri mentanarkarmarnar og fólkið kundi fáa Dag og Viku nakrar mánaðir aftrat.  Genialt!  Hann slepti ein aftrat.  Klaksvíkin stinkaði kortini, sum hon altíð hevði gjørt, av gomlum freti.

tirsdag den 4. december 2012

Turri Caviar

Denne side er på islandsk

oversæt:

Du tå befrugtning yvir grænsen og Onga sti lægger på arter nogle solen kan falde på Turka og hundene på den skaldede tå Du vil sjálvur fisse Trad nogle fil eller veingirnir fuglene og børnini gå til at synge ljódliga Sang i drømme nogle ligner hesum -

mandag den 3. december 2012

TURRUR KAVI



tá tú fert yvir um mark

og onga slóð leggur eftir teg


sum sólin kann sleppa at turka

og hundarnir at snodda í


tá verður tú sjálvur píkatráður

sum skræðir veingirnar á fuglunum


og børnini fara at syngja ljódligar sangir

í dreymum sum líkjast hesum










-