lørdag den 26. oktober 2019
R O C A I L L E S
búrið óttast fuglin
hann er ov stórt eitt hjarta
skatturin í himni
stoytir renturnar frá sær
náðin svølgir eldin
falski vitnisburðurin festi
við lítla sannleikanum
ein blásvørt dúgva
vitjaði málaran
ljósins bleiki trælur
vil so fegin fanga mjørkan
við einum pensli av grasi
og ger vínið til breyð
og sorgina til steinar
sum rotna tá tú gongur á teimum
eingin skal oyðileggja tað
sum longu er oyðilagt í verðini
eingin livir av at vera tekning
ella doyr av at vera málningur
je me reflète
dans cette pierre
que dieu m´a donnée
un matin dans une nuit très ancienne
lorsque
définitivement
il décida de ne plus
avaler
l´amour tout cru
*
lørdag den 12. oktober 2019
MÓTI
hon gekk altíð
í skræpugulum
buksum
mamman gekk
í skræpureyðum
og pápin
í skræpugrønum
omman
var farin
foldum frá
men henni dámdi best
at ganga í
skræpubláum buksum
og abbin
hann gekk í øðrum heimi
og vísti
síni skræpubleiku bein
*
*
Abonner på:
Opslag (Atom)