lørdag den 30. juni 2012

TANN NÝGGI FLOKKURIN

Tá eg flyti aftur til Havnar fari eg stovna ein nýggjan flokk sum í fyrsta umfari skal stilla upp til kommunuvalið. Einasta endamál hjá flokkinum skal vera at avítróttarsera Havnina. Ítróttin fyllir alt ov nógv í høvuðstaðnum og hon ger bara fólk býttari og býttari og býttari. Býurin er eisini oyðilagdur av øllum møguligum vøllum. Hygg bara at Gundadali, tað er ein stór skomm at síggja sum tað sær út har uppi. Ljótt og smakkleyst við breakdansandi ljósmastrum. Landslagið er lagt í oyði. Fremmandafólk bera tað eisini upp á mál, tá hesin eygnakukkurin kemur fyri sjónina. Stadion í Tórshavn o tú forbarmandi Guð. Allar milliónirnar sum eru spiltar upp á allar fótbóltsvallirnar, ítróttarhallirnar, svimjihøll, rennibreyt. Alt bert til nøkur heilt fá at njóta. Nøkur fá sum droyma um at koma út í heim at tapa eitt heiðurligt úrslit. Ítróttin dálkar ikki bara sjónina, men eisini hoyrnina, tá tú lurtar eftir útvarpinum og hoyrir hesi andsleysu tíðindini um dagsins úrslit á ítróttarvølli. Upp í saman. Aftur og aftur. Vit kunnu spara nógv við at avítróttarisera býin. Men vit kunnu eisini rokna við at brúka nakað av pengum til viðgerðarheim til øll tey sum eru bundin av ítrótti. Hesi sum eru ídnir áskoðarar og fjepparar og sum sjálv aldrin hava dugað til nakra ítrótt. Hesi fólk mugu so viðgerast og læra um eitt meira innihaldsríkt lív. Tey skulu læra at lesa og hugsa. So tey kunnu brúka heilan til annað enn at fylgja við nøkrum sum renna aftaná einum bólti td. Í staðin skal Tjóðleikhús byggjast í Gundadali og trø plantast so dalurin veksur saman við Plantasjuni. Vit fáa eina park sum røkkur niðan á ringvegin og víðari yvir til Svartafoss, niðan á Ternurygg og oman í Hoydalar. Har kunnu havnafólk so læra seg at spáka. Hetta er í høvuðsheitum tað tann nýggi flokkurin fer at arbeiða við í Býráðnum og eg ivist ikki í, at tygum fara at velja flokkin hjá mær.

NEI TÚ

Nei tú, her stendur einki.

torsdag den 28. juni 2012

SPÆLT 4

og hygg hatta raska hvítur 5 hann skallar sum tað æt fyrr í tíðini ja hann stútar bóltin beint upp um tvørstongina eftir at hava fingið eina góða sending frá hvítum eg minnist ikki hvussu hann eitur ella hvat og nú hevur bláur 8 fingið ferð á bóltin sum rullar og rullar inn fyri føturnar á bláum 4 sum verður takklaður harðligani av hvítum 8 og hann liggur og venar seg á vøllunum oy oy oy sum hann hevur ilt eg havi ikki sæð sovorðið fyrr og hvítur 8 fær einki gult kort frá dómaranum eg veit ikki hví men kortini er fríspark dømt og bláur 4 langar bóltin inn framman fyri málinum og har er bláur 13 og hann oy oy oy saksasparkar bóltin í netið heilt fantastiskt saksaspark og dómarin hevur góðkent málið og hann er ikki skallutur og tað er jú nýbrot í hesi ítrótt og bláur 13 rennur út móti áskoðarunum og koyrir troyggjuna upp og buksurnar eitt sindur niður so undirbuksurnar síggjast og tær eru frá Tøting undirbuksurnar hjá bláum 13 sum saksasparkaði bóltin í netið er í ullintum undirbuksum frá Tøting og hetta verður ein gøla sum UEFA helst fer at gera okkurt álvasamt við ja helst fær bláur 13 hundrað túsund euro í bót og leikbann í ein dyst fyri at hava víst at hann spælir í ullintum stuttum undirbuksum frá Tøting í Gøtu sjálvandi oy oy oy ein ófatiliga góð reklama gøtumenn fara at selja milliónir ja milliardir av undirbuksum og oligarkarnir í bygdini fara at loypa sjóleysir upp frá við makreli í øllum holum meðan teir jubla og havnameistarin av Glyvrum fer at missa stubban úr munninum og namedroppa og tungatala alt í senn og teir fara at selja makrel í ullintum undirbuksum og vit vera øll millióningar og makrelgangstarar í ullintum undirbuksum frá Tøting ja øll her á klótini fara at ganga í hesum undirbuksum og eta makrel og nú er dysturin farin í gongd aftur og tað eru teir hvítu sum eru í álopi og nú sigur ein rødd í oyrnasnigili mínum at Tøting er ikki í Gøtu men á Eiði oy oy oy eitt vónbrot eg tími ikki at varpa henda dystin út meir hví hevur eingin briefað meg áðrenn dystin um at Tøting er á Eiði og ikki í Gøtu hvat skulu eiðismenn við so nógvum pengum nei tað hava teir ikki gott av og nú fer bólturin út av til horna og eg skíti á tað og sigi upp á staðnum!

tirsdag den 26. juni 2012

GØTUR

William hevur verið deyður í ein og tjúgu ár og eingin gøta er uppkallað eftir hann í Havn. Og so var hann heiðurborgari eisini. Janus og Hans Andrias hava verið deyðir upp aftur longur. Magnus Dam Jacobsen, Heðin Brú og Christian Matras eisini, eingin gøta sleppur at kallast upp eftir teir. Ella Karstin Hoydal. Og helst havi eg gloymt aðrar og bæði Jens Pauli og Steinbjørn er komnir aftrat.

Eg veit ikki hví tað er so. Nógvar nýggjar gøtur eru komnar hesi nógvu árini. Løgmenn eru uppkallaðir uppi í Hoyvík. Tó bara fornøvnini, men tað er frægari enn einki. Tá kommunan er so gírig kundi hon í tað minsta brúkt forbókstavirnar hjá skøldunum: W.H. Gøta til dømis. Ella J. H. O. D. Gøta. H. A . D. Gøta. Hvat við H. B Stíggjur? Ikki at blanda við B 36.

Helst fer onkur at skjóta upp at vit skulu kalla onkran rokskipara upp, ella onkran vinnulívsmann. Onkran makrelmafiosu av bygd, ið keypir gomul hús upp í Havn fyri at ríva tey niður. Skansavegur verður broyttur til Gulert Makrelsens Vegur.

Hví ikki bara kalla vinnutólini upp? Línubátagøta. Snelluvegur. Snurpunótatún. Hekkutrolaragøta (har vil eg ikki búgva, hoyri eg onkran siga)(ein gløggur lesari hevur longu skotið upp, at eftir sum eingin longur veit, hvat ein bøkjari er, so kann Bøkjarabrekka broyta navn til Hekkutrolaragøta og tá verða Jenis & Lindin samstundis sett skák og mát!), Nótabátavegur osfr. Fløkta Stampa Gøta. Húkatún.

Men eg veit ikki um tað hevur nakran týdning, hvussu gøturnar í Havn eita. Fólk ganga lítið á teimum og posturin kemur sjáldan. Hýruvognsførararnir vita eisini, hvar øll búgva. Og tú spyr heldur ikki eina gøtu, hvussu hon eitur, tá tú gongur á henni. Tú ert eisini alt ov nærsýntur, at síggja hvat stendur á gøtuskeltinum. Kanska skuldi gøtan kunnað sagt: "góðan dag, eg eiti Niels Finsens Gøta, hvussu eita tygum?"

søndag den 24. juni 2012

TANN NÝGGI FØROYINGURIN

Eg fari at fáa mær føroysk klæði. Og eg fari at læra meg øll kvæðini uttanat. Ein hjall skal eg eisini hava fullan av kjøti og tvøsti. Eitt áttamannafar og grindaknív. Og eg skal hava ein stóran fýrahjólstrektan bil. Men fyrst skal eg hava koyrikort.

lørdag den 23. juni 2012

SPEGL

dovna áin

bleiktrast av

jóansøkufýrverki

og pylsusnerkjandi báli



himmalin

er ikki eitt trotabúgv

av royttum fuglum



himmalin

er tann hæddin

har tú sært

at allir bilar

eru líkvognar

og at tann omandotni

onga meining hevur um tað



spegilin

fær ikki ilt av tí

hann sær

men tað ger himmalin

fredag den 22. juni 2012

SPÆLT 3

Og nú er hornaspark til teir gulu og 7 og 4 stútar bóltar snips á stongina og bólturin fer til hvítan verjuleikara sum gúppar bóltin langt inn á hina hálvuna og har er gulur 2 skjótur og sendir hann yvir til gulan síðhærdan 9 sum rakar dómaran í skallan so hann missir floytuna úr munninum og hetta er nokk so stuttligt tí í kvøld eru sjey dómarar og teir eru allir skallutir áður vóru teir bara fimm men tá tað er so torført at síggja um tað er mál tá bólturin fer upp í yvirleggjaran sum tvørstongin eisini nevnist og niður aftur so kann bólturin vera innanfyri og so hava teir fingið tveir skallutar dómarar aftrat og tað hevði ikki riggað í Føroyum tí í Føroyum eru teir skalluti ein minniluti ja føroyingar eru ikki nóg búnir at góðtaka teir skallutu sum minnilutabólk á jøvnum føti við tey hárutu og tað er eisini tí at hasin Jákupstovumaðurin ikki longur sleppur at vera vertur í Mælt meira so stutt eru vit komin í Føroyum og Rithøvundafelagið fer at geva Hanus Kamban handilshár við stálkambi í sjúti/sjútu ára føðingargávu so hann kann liva upp til eftirnavnið sum hann fekk sær tá hann bleiv seksti og dómarin sum fekk bóltin á sín skalluta skalla hevur dømt uppkast og nú er gulur 5 í álopi og dettur tí hvítur 8 setur fótin fyri hansara høgra bein men dómarin leggur einki í tað tí hvítur 8 er skallutur sum hann og gulur 5 er í øðini og kallar dómaran korruptan og fær tað gula kortið og sigur Omma tín við dómaran og so verður hann útskiftir við gulan 12 sum er ein sera góður skallutur spælari sum nú spælir sín tólvhundrunda landsdyst so tað er einki at siga til at hann er skallutur.

RØÐA VIÐ BÁLIÐ

skuggin sigur mær einki longur

eg viski hann burtur við spiki




sum eg tveiti á bálið

ið skapti skuggan

SUM FAÐIRIN

ruskposin

er altíð

fullur

av smáum

ruskposum

sum heldur ikki

eru heilt

edrúir

torsdag den 21. juni 2012

SPÆLT 2

Og so sparkar gulur 1 málspark, jú rætt er at gulur 1 er málmaður gløggi lesari, og bláur 12 fær høvdið á hann men so kemur hann fyri føturnar á gulum 4 sum sendir hann víðari til gulan 9 men tá kemur bláur 15 ímillum og langar bóltin framá og har eru fleiri um at fáa fatur á honum áðrenn hann fer út av vøllinum og so verður innvarp til teir gulu og tað er gulur 4 sum varpar bóltin yvir til bláan 6 sikkin ein helvitis idiot og nú eru teir bláu í álopi og tað er øgiligt sum teir loypa á men skamt uttan fyri brotssparksblettin liggur ein gulur eftir á á vøllinum og eymkar seg so sáran so øll taka synd í honum og hann roynir at geva bláum 6 skyldina men hesin sigur seg einki hava gjørt annað enn at runnið inn eftir við bóltinum og roynt at fingið hann í málið og hann kundi ikki gera við at ein sovorðin helvits idiot stóð í vegin og dettur og hann heldur seg ikki gera við at summi eru meira klossut enn onnur men dómarin tímir ikki at kjakast meir og heldur við eymkaranum sum sjálvur sleppur at sparka fríspark og hann er himmalfegin tí hetta er fyrsta fríspark hann sleppur at skjóta í hesi óendaliga longu kappingini og hann langar til og so bríkslar dómarin dystin av og tað eru áskoðararnir als ikki nøgdir við og fara at ýla um kapp og tveita vesipappír inn á vøllin.

onsdag den 20. juni 2012

SPÆLT

9 í gulum hevur øgiliga ilt. Liggur og eymkar seg á grasinum. Dómarin bríkslar í tað gula kortið og síðani í floytuna. Og tá fær hann enn meiri ilt. Tíggju mans við hvør sínari børu koma inn á vøllin. Og hann verður borin út av vøllinum á bert einari børu. Men tá eingin fær fríspark, reisir 9 seg upp úr børini meðan ein maður við spraydunki í hond sprænir á knæ hansara. Helst er hann stungin av einum mýggjabita og kann fara út aftur á vøllin. Og nú sendir 6 í gulum bóltin yvir til 8 sum eisini er gulur og tá kemur ein bláur 5 og sær út sum hann sparkar gulan 8 á skinnabeinið og gulur 8 dettur um á vøllinum við einum andskræmiligum ýli og veipandi ørmum og dómarin blæsur hesa ferð í floytuna fyrst og síðani gula kortið sum hann gevur bláum 5 sum ikki vil hava tað tí hann hevur ongar lummar og so fær hann tað reyða kortið og tað kann hann av somu orsøk heldur ikki taka ímóti og so biður dómarin hann fara út og bláur 5 takkar fyri, hann heldur seg hava gjørt nokk í dag.

mandag den 18. juni 2012

LIVERPOOL REYVPUL!

Sunn sál í einum sunnum likami. Var tað ikki soleiðis summir ítróttarfanatikarar og fimleikasadistar plagdu at prædika í skúlanum? At fáa eitt sindur av motión var ikki heilt av leið, men sunn sál? Aldrin. Tá veljast skuldi út til lið sum spælast skuldu ímóti hvørjum øðrum, var tað altíð onkur sum ikki slapp í part. Eg veit ikki um tað var sunnast fyri tann, sum ikki slapp í uppí part, ella teir/tær sum sluppu. Flestu ítróttargreinar snúgva seg ikki so nógv um spælið sjálvt, men um kríggið. Ítróttur er meiri kríggj enn spæl. Og fyri tann sum er við, er tað heldur ikki altíð so stuttligt longur, tað síggja vit tá teir liggja og eymka seg á vøllinum, ella ætla at kvala dómaran tí hann dømdi off-side. Fótbóltspælararnir. Tí hjá teimum snýr tað seg um lív og deyð og eina helvitis rúgvu av pengum. Tey sum fáa best burtur úr ítrótti, eru tey sum fáa pengarnar. Serliga fótbólturin er vorðin tann nýggja religiónin (í harðari kapping við kelidýrareligiónina). Hygg bara hvussu fótbóltsspælarar signa seg áðrenn teir fara á vøllin og áskoðararnir sum biðja við himmalvendum eygum, at teirra homoerotisku gudar skulu vinna.

Í hesum døgum er fótbólturin á skránni. Hetta spælið sum í okkara parti av heiminum hevu meiri at siga enn alt annað. Sjálvt um hetta ikki er nakað serliga intelligent spæl. Heldur tvørturímóti. Fótbólturin mennist ikki. Tá tú sær ein góðan fótbóltskamp, veitst tú, at tú hevur sæð hann fyrr á ein ella annan hátt. Eisini tá tú sært ein vánaligan. Ítrótt mennist ikki. Hon stagnerar og fær fólkið somuleiðis at stagnera og øsa seg, sum um sjálvur Goebbels prædikaði fyri teimum. Heilin verður koblaður úr. Tann einasta endurnýggingin av fótbóltspælinum, eg havi sæð, var tá Zidane í EM kappingini í 2008 stútaði ein italskan spælara í bringuna, tí hesin tosaði ljótt um systir hansara. Tað nýggja var, at hann stútaði bringuna og ikki nøsina.

Nú mást tú ikki halda at eg eri fullkomiliga fótbólthatari. Mær dámar væl at síggja ein góðan dyst. Er hann ikki góður, sløkki eg. Nei, eg havi ikki sæð ein fótbóltsdyst live í 30 ár. Men eg eri fyri tað mesta líkaglaður yvir, hvør ið vinnur. Bara dysturin er spennandi og stuttligur. Men at brúka allan dagin til fótbólt, tað havi eg hvørki hug ella tíð til.

Teir flestu fótbóltsidiotarnar, eg kenni, eri slíkir sum ongantíð blivu valdir at spæla. Onkur slapp kanska at sita á beinkinum, meðan onkur annar slapp at vera linjuverji. Hesir liva og doyggja fyri fótbóltinum til sín doyggjandi dag. Tað má hava okkurt við masochismu at gera.

Minnist niðri í kioskini hjá okkum, í hálvfjersunum, hvussu ídnir menn vóru at trætast um HB ella B36 ella KÍ. Serliga mánadagar. Og tað var í lagi sjálvandi, at tað verður tikið upp dagin eftir at dystur hevur verið spældur. Men so eru tað teir víðgongdu, sum fóru í holt við at messa um Manchester United og Liverpool. Hesar typurnar sum hvønn leygardag sótu við oyranum móti lurtinum og hoyrdu fótbóltsdystir sum BBC varpaði út. Og so øll hesi nøvnini. Mann skuldi trúð, at teir sjálvir høvdu verið á staðnum, og at teir kendu allar spælararnar persónliga. Eg bleiv oftast troyttur av at hoyra upp á tað, minnist eg, so einaferð, tá eg fór inn at kasta mær av vatninum inni á vesinum yvir av kioskini, tók eg tusjpennin upp úr lummanum og skrivaði við stórum bókstavum uppi yvir pissoiarinum: LIVERPOOL REYVPUL! Eg hugsaði ikki meir um tað, enn at eg hevði skrivað tað. Ikki nakað serliga stuttligt, eg vildi bara av við frustratiónirnar, at trøllvaksnir menn einki annað vistu at prátu um, enn fótbólt. Eina tíð seinni í dansinum, Klubbanum, kemur ein av hesum fanatisku fótbóltsidiotunum, sum aldrin hevði, og hevur, gjørt annað enn verið fótbóltsidiot:" Veitst tú hvat, ið stendur skrivað á vesinum niðri í kioskini?" Nei sigi eg, sum longu hevði gloymt tað eg hevði skrivað. "Jú har stendur LIVERPOOL REYVPUL ha ha ha ha!" Og hann var um at forkomast sum hann helt tað vera stuttligt. Eg segði bara "ja so" og einki um, at tað var eg, sum hevði skrivað tað, tí so helt hann bara, at eg helt við Manchester. Og so fór hann vinglandi víðari ímillum dansifólkið rópandi LIVERPOOL REYVPUL!

Men føroyingar eru neyvan teir mest fanatisku fótbóltsfjappararnir. Bretar eru jú herviligir, men longur suður tú kemur er tað beinleiðis lívshættisligt. Í Italia serliga.Minnist tá frú og eg vóru á veg norður til Ravenna, skuldu skifta tok í Bologna, men vit vóru steðgaði av nøkrum politistum við lurkum sum bóðu okkum bíða, til teir høvdu bankað nakrar Laziofjepparar inn í tokið sum skuldi til Roma. Ella tá vit komu til Venezia, gistingarhúseigarin sum beinavegin fór at tosa um fótbólt, tá hann skilti at eg var føroyingur. Og tá eg segði at eg legði ikki so nógv í fótbólt, segði hann, at tað mátti eg ikki siga við nakran í Italia, tí har skilir eingin persónar, sum ikki hava áhuga fyri fótbólt. Og tá eg so seinni aftur bleiv innlagdur á sjúkrahúsi í Roma, var tað EM endaspæl í fótbólti. Eg slapp ikki sjálvur at hyggja tí allir remote controllarnir vóru stolnir og eg mátti liggja stillur í seingini við nógvum fepri og hyggja uppá ein stóran katólskan kross. Og eg hoyrdi av og á geylan úr øðrum stovum og einaferð kemur ein sjúkarsystir av kallkyni inn til mín og argar meg við at Danmark nyttar ikki ein lort og serliga ikki Peter Schmeichel og eg royndi at forklára honum, at fyri tað fysta so eri eg ikki dani og fyri tað annað skíti eg á, hvør ið vinnur ella tapur. Men hann vildi ikki trúgva mær, tað bar ikki til, at eg var soleiðis. "You must be sick". Segði hann. Og tá orkaði eg at flenna.

MÆLT

Mega mega mega. Gnis gnis gnis. Mega mega mega. Gnis gnis gnis. Mega mega mega. Gnis gnis gnis. Mega mega mega. Gnis gnis gnis. Mega mega mega. Gnis gnis gnis. Mega mega mega. Gnis gnis gnis.


Stílur verður aldrin eitt føroyskt orð.


Men at avmynda ein trummusláara frá einum vinkli so hann líkist Mr Bean, tað duga teir mega mega mega gnis gnis gnis væl.

søndag den 17. juni 2012

LÍKSKOÐAN

skallin var

tikin av


og har

var eingin

heili



men fiskiloyvi

kontonummur

og loynitøl

pyntað við

gimsteinum

torsdag den 14. juni 2012

PAKKI

Onkur hevur verið her við einum pakka. Einum øgiliga lítlum pakka. Einum snøggum vælpakkaðum pakka. Einum fittum pakka. Einum lítlum fittum vælpakkaðum pakka sum lá upp ímóti úthurðini hjá mær. Einum pakka pakkaðum inn í gráum pappíri sum er brúnt. Einum fýrakantaðum pakka. Einum fýrskantaðum pakka. Einum ferhyrntum pakka. Einum sovorðnum pakka tú ikki hevur hug til at pakka upp, tí so verður hann ikki ein pakki meir.

mandag den 11. juni 2012

HVAT KANN RØRA HJARTASTREINGIR

Tá kroátar sungu tjóðsangin, helt hvør einasti spælari hondina fyri sítt hjarta. Tríggir minuttir eftir dystabyrjan høvdu teir longu skorað fyrsta málið ímóti Írlandi. Og teir vunnu dystin 3-1.

So eini góð ráð til føroyska landsliðið, tá tað aftur fer at dystast: haldið báðar hendur á hjartað, tá tit syngja "Tú alfagra," men fá tað ikki at síggja úr sum um tit hava fretstingir, tí so veit eg ikki um tit fara at vinna.

fredag den 8. juni 2012

ÓLAVSØKUVEÐUR

Ólavsøkuveður. Og eg hætti mær ikki so væl niðan á Netto Golgata á. Men so kom eg at hugsa um mín góða regnjakka, sum er so deiliga behagiligur at vera í. Tað er eins og at vera í sínum egna húsi, meðan regnið dýkir á hettuna.

Men hvat havi eg annars at siga til alt tað, rekandi er komið til mín úr útnorðri? Ein framsýning letur upp í sokallaða Listasavninum, og tann framsýninginum hevur eitt sera fantasileyst og fimsut heiti: Summargluggin. Hví ikki Summarskorsteinurin, Listasavnið hevur ein so fínan klænan, svartan skorstein, sjálvt um hann ikki er úr steini. Møguliga er tað tí at Savnið hevur so fimsuta leiðslu at framsýningarnar eita sovorðið fimsut, tað næsta verður helst "vetrarhugni". Óli hin Vikkuti hevur kræddað sær bingjurestir frá Tróndi Kirkjubíggjarmanni og ætlar at selja tær í leysari vekt. Kanska eitur hetta áh so provokerandi verkið: Platt, Plattari, Plattast. Nei ikki er tað stuttligt, men einaferð hoyrdi eg Óla hin Vikkuta siga, at Tróndur kundi verið góður at reinsa skorsteinin á Listasavninum við. Góður pípureinsari líkasum.

Og tað er víst mentanarnátt. Og tað mugu tey fegin halda fyri mína skyld. Men eg skilji á lagnum, at hetta er bert mentanarkvøld. Tað hevði verið nógv stuttligari, um tiltøkini vóru alla náttina hóast hon ikki er so long hesa ársins tíð.

Og tey fara at spæla mainstreamcounty í Sørvági. Fleiri Jesuscountrysangarar við djúpari reklamurødd sungu sín hjartanemandi, knarrandi boðskap í Kringilingvarpinum í morgun. Tá teir koma heim aftur úr Vágunum, verður boðskapurin heldur meiri drynjandi. Og fíggjarmálaráðharrin skal spæla á stolnum guitara. Har verður ein gremjan, kann eg ætla. Hoyrdi onkra smørrødd royna at syngja blues. Tað var beinleiðis blasfemiskt. Tá føroyingar syngja ella spæla, so royna teir at gera tað akkurát sum útlendska fyrimyndin ger tað. Og tað er í lagi um eisini eitt lítið sindur av sál er aftanfyri. Men at ljóða sum ein sjálvur, eru tað enn alt ov fá ið duga. At leggja sítt egna í framførsluna. Men hatta vita tit alt um.

Og Kaj Leo fer at eta døgverða við kinesiska despotinum Hu Jintao. Hann ætlar at fortelja hesum fólkaríka manni um føroyskt vinnulív og oljuboringar. Søgan sigur einki um, hvat Jintao ætlar at fortelja Kaj Leo. Um sølu av innvølum frá avrættaðum fangum kanska?

Kaj Leo gongur enn í sama slipsi sum tá hann bleiv løgmaður á fyrsta sinni. Haldi hann skuldi lænt eitt frá Heðini Mortensen, sum hevur minst eitt slips til hvønn dag í árinum. Nei, helst er tað eitt vánaligt hugskot, tí so fer Heðin at krevja, at hann sleppur við at eta rís saman við Jintao og Leo og var Drotningin ikki eisini boðin við? Hann kundi eisini vent slipsið á ranguna, so sær tað út sum eitt heilt annað.

Nú gevist eg á hesum sinni, tí eg fari í mín deiliga regnjakka, men - hvør veit - kanska leggi eg okkurt aftrat seinni.

onsdag den 6. juni 2012

ENDURKENNING

hann er vátur

roykir

og spælir klaver

leingist eftir

at fylla tómleikan út

við apukattalótum

sum kunnu geva honum

vónina aftur


soleiðis havi eg

eisini havt tað

men eg spældi orgul

mandag den 4. juni 2012

PRÓVTØKUTULKING

Annaðhvørt skrivar tú einki ella antin.

Tú leggur pappírið men ikki pennin og borðið er fult.

Lívið er ein møguleiki og tað er møguleikin ikki.

Stalin helt at mannablóð var vodka.

Mítt ríki hevur hvørki drotning ella kong og eg spæli aldrin kort.

Summarið er kalt.

Tað var tá hann hugdi at hann einki sá.

Jólini eru eitt grindadráp sum leingist eftir s t í l i.

Longsilin er eitt tjaldur við likkuunga í búkinum.

Tað larmaði illa í oyrunum hjá Van Gogh og hann skar bara oyrnalippuna av sær.

Tann eydnuríki setur seg sjálvan í bankan.

Føroyingar skilja bara fýrakantar men tey fýrakantaðu skilja ikki føroyingar.

Skjótt havi eg einki sagt.

Bispur heldur at tað er fínt at siga "jaligt" og "neiligt".

Tey henta ber og verða nakin.

Onkur skundar sær eftir nøkrum.

Hon kitlar ein múr og fær nýggjar negl.

Skógvurin gav hugflognum sjóverk.

Mánin fer ongantíð rættiliga á rull.

Tøgnin kvaldi eitt skýggj.

Hann hevur verið í øllum londum sum hann dugir uttanat.

Fótbóltsspælarin segði altso men meinti altso altso.

Deyðin er ein vegur sum asfalterar seg sjálvan við kókandi skuggum.

Tey sum einki siga heilsa við vatni.

lørdag den 2. juni 2012

TANN TRIÐJA STJØRNAN

Tá eg seti niður meg í tokinum og reisi meg upp aftur beinanvegin tí ein sum situr yvir av mær lesur eina krimibók. Og ikki bara eina krimibók, men eina femikrimibók. Tá má eg viðganga at eg ikki egni meg at vera saman við, ella bara í nánd av, einum og hvørjum.

Sama, tá eg komi inn til fólk. Tað fyrsta eg geri, er at hyggja eftir bókunum, um tað yvirhøvur eru nakrar bøkur. Eru ongar, so fái eg tað ringt. Fari at sveitta og skelva og tosa svart. Og eru tað bara krimibøkur og metseljarar, so er næstan líka ringt. Tá finni eg uppá eina umbering, at eg hevði gloymt okkurt heima við hús og eri noyddur at fara í stundini. Ringast er, um eingi yrkingasøvn eru at síggja, tá hugsi eg um at beina fyri mær. Og eg leggi einki í, um fólk ikki hava mínar egnu bøkur, tær lesi ikki uttan at eg skal lesa tær hart upp í onkrum sambandi.

Tað er ikki lætt hjá mær at vera saman við bókaleysum fólki. Eg bæði vanvirði tey og havi samkenslu við teimum. Alt í senn. Tað er ikki gott at vanvirða fólk, so eg haldi meg helst burtur frá fólki. Tað er ikki nøkur góð kensla. Og tað ber heldur ikki til at hava samkenslu við øllum allan dagin langa. Og tað hjálpir ongum at taka synd í teimum.

Herfyri kom eg inn í eina íbúð, har ringt var fáa eyga á nakra bók, men so var kortini ein bók har. Legði ikki merki til hana beinanvegin, tí hon var so stór og tjúkk. Tað var ein kókibók frá Noma. Tiltiknu tveystjørnaðu matstovuni á Norðuraltlantsbryggjuni. Har 32 kokkar standa rundan um ein stóran talerk og flyta nakrar nasakukkar aftur og fram á telerkinum, meðan ein næstan psykopatiskt rópandi meistarakokkur happar undirkokkarnar, tí nasakukkarnir ikki liggja nóg estetiskt á telerkinum. Og fyri at gera tað upp aftur estetiskari, koma aðrir 32 kokkar við einum sýruleggi, sum hundar og kettur hava migið á, at leggja undir liðina á nasakukkunum. Samstundis stendur meistarakokkurin og ýlir og bannar uppi yvir undirkokkunum. Tí hann skal hava tað triðju stjørnuna. Og ein nasakukkarættur kostar fleiri túsund krónur. Og tað er tjúgu ára bíðilisti, um tú ætlar at bíleggja borð á nasakukkastovuni á Norðuratlantsbryggjuni.
Minnist væl tá talan var um at lata henda nýggja norðuratlantiska mentanarstovnin upp á bryggjuni. Helt sjálvur, at tað var frálíkt hugskot, tí Føroyahúsið var ikki nóg gott, eitt nú til framsýningar. Men spell var, tá stovnurin læt upp, tí tá vísti tað seg, at tað er einki frægari enn Føroyahúsið, satt at siga verri. Har er bara eitt rúm sum kann nýtast til framsýningar. Men ikki øll sløg av framsýningum. Restin av húsinum er bara skrivstovur og upp aftur fleiri skrivstovur hjá teimum trimum londunum. Uppi á loftinum er eitt høli til konsertir men tað er heldur ikki verðins besta. Men tað hølið sum nasakukkamatstovan hevur, hevði verið væl egnað til framsýningar. Og uppi yvir nasakukkamatstovuni var eisini eitt høli, men tað hevur nasakukkamatstovan fingið til nasakukkastarvstovu at finna uppá nýggjar nasakukkauppskriftir.

Og hvussu verður so, tá tann triðja stjørnan eisini er komin í hús. Fær so nasakukkamatstovan allan bygningin? Eg haldi at tað hevði verið nógv betri, at tveitt nasakukkarnar út og latið ein pylsu- og shawarmavogn staðið uttan fyri. Tróndur Patursson kundi sniðgivið vognin. Eri vísur í, at so høvdu nógv fleiri fólk komið út á Bryggjuna. Pylsur og shawarma metta eisini nógv betur enn nasakukkar.
Neyvan er tað nøkur grund at leggja aftat, at áður nevnda stóra og tjúkka bók frá
Noma við nasakukkauppskriftum, og sum meistarakokkurin hevði skrivað, fekk meg at venda á hælinum í áðurnevndu íbúð, og eg havi ikki verið inni hjá fólki síðani.