tirsdag den 26. juni 2012

GØTUR

William hevur verið deyður í ein og tjúgu ár og eingin gøta er uppkallað eftir hann í Havn. Og so var hann heiðurborgari eisini. Janus og Hans Andrias hava verið deyðir upp aftur longur. Magnus Dam Jacobsen, Heðin Brú og Christian Matras eisini, eingin gøta sleppur at kallast upp eftir teir. Ella Karstin Hoydal. Og helst havi eg gloymt aðrar og bæði Jens Pauli og Steinbjørn er komnir aftrat.

Eg veit ikki hví tað er so. Nógvar nýggjar gøtur eru komnar hesi nógvu árini. Løgmenn eru uppkallaðir uppi í Hoyvík. Tó bara fornøvnini, men tað er frægari enn einki. Tá kommunan er so gírig kundi hon í tað minsta brúkt forbókstavirnar hjá skøldunum: W.H. Gøta til dømis. Ella J. H. O. D. Gøta. H. A . D. Gøta. Hvat við H. B Stíggjur? Ikki at blanda við B 36.

Helst fer onkur at skjóta upp at vit skulu kalla onkran rokskipara upp, ella onkran vinnulívsmann. Onkran makrelmafiosu av bygd, ið keypir gomul hús upp í Havn fyri at ríva tey niður. Skansavegur verður broyttur til Gulert Makrelsens Vegur.

Hví ikki bara kalla vinnutólini upp? Línubátagøta. Snelluvegur. Snurpunótatún. Hekkutrolaragøta (har vil eg ikki búgva, hoyri eg onkran siga)(ein gløggur lesari hevur longu skotið upp, at eftir sum eingin longur veit, hvat ein bøkjari er, so kann Bøkjarabrekka broyta navn til Hekkutrolaragøta og tá verða Jenis & Lindin samstundis sett skák og mát!), Nótabátavegur osfr. Fløkta Stampa Gøta. Húkatún.

Men eg veit ikki um tað hevur nakran týdning, hvussu gøturnar í Havn eita. Fólk ganga lítið á teimum og posturin kemur sjáldan. Hýruvognsførararnir vita eisini, hvar øll búgva. Og tú spyr heldur ikki eina gøtu, hvussu hon eitur, tá tú gongur á henni. Tú ert eisini alt ov nærsýntur, at síggja hvat stendur á gøtuskeltinum. Kanska skuldi gøtan kunnað sagt: "góðan dag, eg eiti Niels Finsens Gøta, hvussu eita tygum?"

Ingen kommentarer:

Send en kommentar